fríggjadagur 13. september 1991síða 10
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 10
Scansat/TV3
Lee Meriwether og Howard Morton
Fríggjadagur kl. 16.35:
Munsters Today
Am sendireð frá 1989 um familjuna
Munster. Fyri umleið 22 árum síðani
gjørdi Munster abbin eina roynd, sum
elvdi til, at ell familjan sovnaði og ikki
vaknaði aftur fyrr enn 22 ár seinni.
Familjan heldur seg vera eina vanliga fa-
milju, har mamman, Lily, ansar eftir at
sonurin, Eddie, lesur uppá og at dóttirin
Marilyn hevur onkran at spæla við.
Pápin, Herman, er ein góður pápi, sum al-
tíð vil tað besta, men viðhvert miseydn-
ast alt hjá honum. Men tann, sum ger fa-
miljuna til nakað serligt, er abbin.
Fríggjadagin kl. 19.00:
Miami Vice
Philip Michael Thomas, Don Johnson
0.0.
Am. sendirød frå 1984. Sonny Crockett
hevur starvast hjå løgregluni i Miami i
tiggju år. Hann er skildur og byr saman
vid einum alligatori i einum båti. Ricardo
Tubbs, legreglumaður frå New York, er í
Miami at hevna morðið á bróðir sin. Sam-
starv teirra byrjar her.
Don Johnson
Fríggjadagin kl. 22.03:
Family Man
Am. filmur frá 1979. Eddie Madden býr í
New York, hevur verið giftur í 25 ár og
eigur tvey bern. Hann eigur eitt bilverk-
stað. EIn dagin huiir hann Mercedes,
sum kemur eftir bili sínum, eftr at hava
barst við gentu sína. Hon er pianistur, og
Eddi hjálpir henni at fáa eina íbúð, so
hon fær pláss fyri pianoinum. Vinarlag
teirra verður skjótt til meira, og kona
Eddie kennir seg svikna.
Leygardagin kl. 15.00:
Lívið um tey 30
Nancy verður skurðviðgjerd fyri krabba-
mein í lívmóðurini, og skal síðani fáa
eftirviðgerð. Qll familjan er saman og
roynir at hjálpa henni, men øll kenna seg
hjálparleys.
Leygardagin kl. 19.00:
Richard Chamberlain
Am. sendireð í 12 pertum frá 1978. Hetta
er segan um eitt land — amerikanska
Vesten — og fólkið har. Segan fer fram í
200 ár og er um veiðimenninar Pasquinel
og McKeag og familjur teirra og eftir-
komararnar. Vit síggja fólk, vit ongantíð
fara at gloyma, indiánarar, keypmenn,
veiðimenn, gullgravarar, nýbyggjarar,
hermenn og vakrar kvinnur.
1. partur: Bert fjøllini liva ævigt
Á veiðiferð síni kemur Pasquinel í stríð
við indiánarahevdingin Lame Beaver,
men skjótt gerast teir vinmenn. Seinni
metir Pasquinel nekrum indánarum, sum
hava tikið ein skotta. Hann metir eisini
fyrstu ferð Clay Basket.
Leikarar: Roberi Conrad, Richard
Chamberlain, Raymond Burr, Sally Kell-
erman, Barbara Carrera, Duane Loken,
Henry Darrow.
Leygardagin kl. 16.00:
Lost in Space
Am. science fiction-sendireð frá 1965.
Familjan Robinson flytir av jørdini at bú-
seta seg sum tey fyrstu menniskju á eini
gongustjørnu í Alpha Centauri. Men eitt
loyniferðafólk sníkir seg um borð á
rúmdarskipið og verður orsekin til, at tey
fara skeivan veg og villast í rúmdini
Mynd úr „Lost in Space«
Nr. 168 — 13. september 1991
Sunnudagin kl. 12.40:
Fridolfs Farliga Alder
Svenskur filmur frá 1959. Selma og vin-
kona hennara fara at tosa um tann
vandamikla aldurin hjá mannfólki, men
Selma heldur ikki, at hennara maður,
Fridolf, er íroknaður. Men hon fer at
ivast
Mánadagin kl. 16.35:
Knights of God
John Woodwine
Ensk sendirød í 13 pørtum. Árið er 2020
og ein bólkur, sum sigur seg vera religi-
øsur og nakað fascistiskur, hevur sagt
seg vera vinnara i innanhysiskrignum,
sum leingi hevur herjad i landinum
»Anglia«. Hesi ætla sær nú ræðið, um
íbúgvarnir vilja tað ella ikki. Motstødan
er horð, serliga i Wales. Har býr Gervase,
sonur ein mótsteðuleiðara
Don Henderson
Mánadagin kl. 19.00:
Columbo
Columbo hevur hverki nakað lík ella
morðvápn at ganga eftir, og tað ger stød-
una hjá honum torfera, tá ið hann ákærir
ein mann, sum er ein kend krígshetja.
Mánadagin kl. 23.00:
Quincy
Pelitiskir yvirgangsmenn hava rænt eitt
flogfar og halda ferðafólkið sum gíslar.
Eitt lík verður tveitt úr flogfarinum, og
tá ið Quincy obducerar tað, uppdagar
hann at maðurin er deyður av einum
deyðiligum virus. Hann ávarar rænarar-
nar, men teir trúgva honum ikki
Mánadagin kl. 0.30:
Alfred Hitchcock
Ein kvinna hvørvur
Diana Winthrop og mamma hennara
koma til Paris úr India. Mamman er móð
og sjúk aftan á ferðina og ein lækni
verður boðsendur. Hann sendir Dianu
heim til konu hansara eftir heilivági.
Tveir tímar seinni kemur hon aftur á ho-
tellið. Har siga tey, at hverki hon ella
mamma hennara hava búð har. Hon leit-
ar upp bretsku ambassaduna, har Basil
Farnham lovar at hjálpa henni. Hon
sigur honum, hvussu vorðnir veggirnir
vóru á hotellrúminum og greiðir gjella
frá ellum. Tey fara inn á hotellið, inn á
kamarið — men veggirnir hava annan lit.
Nú fer eisini Basil at ivast um hon sigur
satt
Týsdagin kl. 23.00:
Quincy
Fótbóltsstjórnan
Quincy roynir at fáa ein ungan fótbólts-
spælara at lata vera at vera við í einum
týdningarmiklu dysti, men fyrireikarar-
nir verða í ødini. Quincy ivast nevniliga í,
um leikarin hevur fingið somu sjúku,
sum bróðirin doyði av.
Mikudagin kl. 20.03:
Miles To Go
Am. filmur frá 1986. Moira Browning liv-
ir lukkuliga saman við manni sínum
Stuard og tveimum bernum. Hon hevur
saman við vinkonu síni Cynthiu, eitt
listasavn, og hevur úr at gera allan dag-
in. Hon hevur næstan gloymt, hvussu
ringt hon hevði tað fyri nokrum árum síð-
ani, tá ið hon fekk skurðviðgerð fyri
krabbamein. Men nú fær hon boð frá
læknanum, at hon er ikki frísk. Hon
gevur ikki upp, men ætlar sær at stríð-
ast, og lívið skal ganga sum tað plagar —
eitt skifti
Leikarar: Jill Clayburgh, Tom Skerritt,
tosemary Dunsmore.
Hósdagin kl. 20.03:
Alien Nation
Am. science fiction-sendireð fra 1989,
bygd á filmin við sama heiti. Segan fer
fram í Los Angeles seinast í 1900-talin-
um. Fimm ár frammanundan neyðlendi
eitt rúmdarskip á jorðini við 2500 um-
borð. Hesi arbeiða nú á jørdini saman við
hinum.
Sikes hjálpir einari gentu, Mary, sum
onga familju hevur. Hon býr hjá honum
fyribils, men ein dagin, hann kemur
heim, er hon deyð. Sikes lovar at finna
drápsmannin
Hósdagin kl. 22.03:
Crazy Like A Fox
Julia Bridges setir seg í samband við
Harry, tá ið ein kona ringir til hennara og
sigur seg vera Suzanne Landon, starvsfe-
lagi hennara, sum nýliga er deyð. Tá ið
hon ringir aftur seinni, spora tey samreð-
una til ein telefonkliva uttan fyri hjá
henni. Harry og Harrisón síggja hana
illa, men tey halda, hon líkist Suzanne.
Grevin verður latin upp og fram kemur,
at tað er ikki Suzanne, sum er jarðað. .