fríggjadagur 13. september 1991síða 9
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Sjónvarp Føroya
Fríggjadagin kl. 20.35:
Tvær familjur
Mike pråtar við eina unga gentu,
Justine. Hann veit ikki, at Justine er
dóttir Dianu. Sue kannar alt, sum Mark
eigur at finna okkurt spor, men til fá-
nýtis. John vil fáa sterri ávirkan á fa-
miljufyritøkuna, men Mark ger mót-
steðu.
Fríggjadagin kl. 23.10:
Pony Expressin
Charlton Heston, Rhonda Fleming og
Michael Moore
Hetta er amerikanskur western, har
Charlton Heston spælir Buffalo Bill, og
Rhonda Fleming er mótspælari hansara.
Filmurin er frá 1953 við frálíkum mynd-
um, óndum og góðum fólkum og kær-
leika.
Leygardagin kl. 21.15:
Bardagin um
tilveruna
Tvær »klapperslangur«
Bardagi um feðina er dagligur í dýra-
heiminum. Og tenn, hógvar og horn
kunnu geva álvarsligar skaðar — kanska
drepa. Tí umhugsa dýrini seg gjella, áðr-
enn farið verður í kríggj.
Leygardagin kl. 22.50:
Vandamikil girnd
Dan Gallagher er sakførari og lukkuliga
giftur við Beth (Anne Archer). Tey eiga
eina smágentu. Eitt vikuskifti er hann
»graseinkjumadur« — og tá endar galið.
Hann hittir Alex, og hon er spennandi og
Glen Close
ødrvisi. Tey verða góð, og hetta fær
álvarsligar avleiðingar.
Sunnudagin kl. 14.0:
Tistou, drongur við
teimum grónu
fingrunum
Tistou í urtagarðinum
Ein tekniflimur um ein drong, sum
veksur upp í einum stórum húsum. Tá ið
hann nertir við okkurt, fara plantur at
vaksa á staðnum. Ein dagin fer hann inn
á kanón-verksmiðjuna hjá pápa sínum.
Sunnudagin kl. 18.30:
Eitt kvold í Hamburg
Fyri 190 árum síðani var P. A. Heiberg
burturvístur úr Danmark orsakað av tí
hann segði um borgarliga frælsi. Unga
kona hansara, Thomasina, tekur hann
upp á orðið og vil skiljast — hon er for-
elskað í einum eðrum.
Anne-Vibeke Mogensen og Klaus
Wegener
Herdis Joensen
Sunnudagin kl. 20.30:
Mykines — onki
avfall og gott sýni
Mykines er sum eitt listarverk — sett
samar. av smátingum og stórum strok-
um. Tað setur eisini sín dám á fólkið, har
býr. Til dømis Herdis Joensen, hon hevur
búð í Mykinesi stóran part av lívi sínum
og setur sín serliga dám á Mykines, eins
og Mykines hevur sett sín dám á Herdis.
Og meðan vit vóru í Mykinesi var »onki
avfall og gott syni«.
Týsdagin kl. 20.30:
Biofar
2.500 ymisk botndýr undir
Føroyum
Kanningin av havbotninum kring Føroy-
ar, sum fyriskipað var gjøgnum BIO-
FAR verkætlanina, er av.
Sjálvt innsavningararbeiðið var av við
árslok 1990. Serfreðingar hava síðani ar-
beitt við at greina tey ymsu dýrini, og á
eini ráðstevnu, sum verður í Norður-
landahúsinum frá 16.—20. september,
verða úrslitini løgd fram.
45 fyrilestrar og 26 framsýningar
verða á ráðstevnuni.
Sendingin lýsir, hvussu arbeiðið er far-
ið fram, frá tí at dýrini vórðu fingin við
fleiri havrannsóknarskipum, og á rann-
sóknarstovuni í Kaldbak, har dýrini eru
bólkað, og serfreðingar hava arbeitt.
Í sendingini verður eisini víst á, at hav-
ið kring Feroyar er eitt tað reinasta í
heiminum, og Arne Nerrevang, sum er
stjóri fyri BIOFAR ætlanini, prógvar, at
so er.
Týsdagin kl. 21.05:
Perry Mason
Ein flog-hetja úr Vietnam, Kevin Parks,
verður ákærdur fyri at hava myrt gentu
sína. Perry Mason átekur sær sakina, og
tað eydnast Kevin at finna eitt týdn-
ingarmikið vitni. Men vitnið doyr, og so
er Parks aftur, har hann byrjaði.
Mikudagin kl. 22.00:
Ljósabláir dagar
Aftan fyri ein pápa
Hin kendi radio-maðurin, Christian Sten-
toft, hevur gjert fleiri sendingar um
„pápa-sonur< sambandið. Men ikki fyrr
enn nú — tá ið pápi hansara er deyður —
hevur sonurin torað at gera eina sending
um tónaskaldið og revykongin Aage
Stentoft. Poul Martinsen ger eina lýsing
av soninum hjá tí kenda.
Mikudagin kl. 23.05:
Bamse
Ein bussur, fullur av tónleikarum, verður
steðgaður í Gandaskóginum, og so byrj-
ar alt tað stuttliga: Ein álvagenta dans-
ar, eitt sjónvarp riggar við ongum
streymi osfr.
Hetta er ein musical hjá Bamse
(Flemming Jergensen) og vinum hans-
ara.
Hósdagin kl. 20.50:
Arkitektar í Europa
Erik Asmussen
ud
Ar
tæt
"
Eitt demi um byggilist
Erik Asmussen varð føddur i Danmark,
men hevur arbeitt i Svøriki i mong år.
Rudolf Steiners teoriir hava givið honum
iblåstur, og vit skulu m.a. síggja hús
hansara í hinum lítla Steiner-samfelag-
num í Jarna sunnan fyri Stockholm. Tey
eru vekur og góð at búgva í.
Hósdagin kl. 21.35:
Blinda eyga
lógarinnar
Catherine Hughes noktar at verja ein
racist. Og lagnan fær hana aftur
Frank Cartwright fær eina sak um eina
litta kvinnu, sum doyr í varðhaldinum —
eftir harðliga viðferð.