Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-09-13, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 13. september 1991síða 16

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 16 Ítróttur Jens Martin Knudsen: Landskrona: Sum íkki einaferð, so var tað lands- liðsmálverjin Jens Martin Knudsen, ið stóð fyri tí skemtiliga og provoker- andi partinum av tíðinda- Eysturríkski venjarin: på = . A ndahlaðjð Núaði401 fundinum attaná. »Démarin var óbrúki- ligur, og tað man UEFA Norðurirarnir eisini hava funnið útav nú<, var hansara viðmerk- ing. Nr. 168 Hetta fekk eisini smílini fram í pressurúminum, har hýrurin ikki hevði verið av tí besta, og meira merktur av samkenslu, nú Føroyar høvdu tapt 0—5. »Brotssparkid og útvís- ingin vóru fullkomuliga burturvið<, segði Jens Martin. >Ég stóð sjálvur beint hjá og sá alt, ið fór fram har. Tað, sum hendi, var at tveir mans lupu upp at skalla, og bólturin kom so at liggja millum hendurnar á teimum. Tí var tað fullkomuliga vit- leyst av dómaranum at 13. september 1991 dema brotsspark og so enntá at blaka Allan ut«. Sjálvur fekk Jens Mart- in harða norðurírska spæl- ið at kenna letu seinni, tá ein kom ímóti honum við iljunum fremstum, so knoppamerkini sótu eftir í lærinum á topphúgvu- manninum. Men tá demdi Ruokonen einki. hj. Landskrona. Millum teir 1.623 áskoðararnar á Landskrona Stadion mikukveldið var millum annað ein kenningur úr Eysturríki — nevniliga landsliðsvenjarin, Alfred Riedl, sum í hesum degum er byrjaður at fyrireika seg til dystin móti Norð- urírlandi, sum skal spæl- ast í Belfast um ein mán- að. „Hatta norðurírska liðið ræðir meg ikki, og sjálvt um teir vunnu meira á Feroyum, enn vit gjerdu í mai, so ivist eg ikki í, at vit fara at fáa ein góðan sigur við okkum heimaft- ur úr Belfast 16. oktober«, segði Riedl við Sosialin. »Men lat okkum nú fyrst meta Danmark niðri i Salzburg. Teir siggja held- ur ikki ut til at hava tad ov gott«. Riedl er maðurin, sum hevur fingið til uppgávu at endurreisa eystur- ríkska landsliðið, eftir at tað endaði steðuga niður- gongd við at tapa móti Feroyum í Landskrona fyri einum ári síðani. >Ég haldi, at tað gongur væl hjá okkum at byggja liðið uppaftur<, sigur Al- fred Riedl. »Spælararnir tykjast hava fingid hugin aftur at gera seg galdandi, og so smått er eisini kapp- ing komin um plåssini å liånum«. Umframt at skula møta dønum heima og norðurír- um úti, skal Eysturríki í seinasta dystinum taka í- móti grannunum úr Jugo- slavia. bj. bátamáling Bravo botnmáling Hard Racing Poly Best emalja til glasfipur Bonivoks 0.a. Biðið um bóklingin | um viðlíkahald av bátum! >. Kaj Andreasen Akranesgeta5 " Tlf. 15600