leygardagur 14. september 1991síða 2
‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Ábyrgdarbiaðstjóri. Jan Møller
Krisjan Dahl
Ljósmyndari: Kalmar Lindenskov
Fyritaksstjóri
Ein góð
prædika
TAÐ er ikki ofta, at vit síggja præ-
dikur prentaðar í heilum líki í blød-
unum her heima. Eitt undantak í so
máta var Sosialurin mikudagin.
Blødini hava annars sínar festu á-
trúnaðarligu teigar so sum Guds
Orðið 0.1. Sosialurin hevur havt slík-
an fastan teig hvønn leygardag tað
vit minnast. Hetta meta vit vera eitt
gott tiltak, sum lesarin er fegin um.
Men spurningurin er, um hetta er
nóg mikið. Tað er ein sannroynd, at
lítið finst av átrúnaðarligum tilfari í
føroyskum fjølmiðlum. Hetta kann
tykjast eitt sindur legið, tí neyvan
finst tað fólk á hesi klótu, sum er so
trúgvandi ella sigur seg vera tað
sum júst føroyingar. Tí skuldi ein
trúð, at tað alla tíðina var eitt livandi
orðaskifti í fjølmidlunum um júst å-
trúnaðarligar spurningar. Men so er
ikki í dag.
TAÐ kunnu vera fleiri orsøkir til
hetta. Kanska verða átrúnaðarligir
spurningar mettir sum spreingi-
stoff, sum eingin torir at taka upp
av ótta fyri misskiljingum, klandri
og hatri — at ein ødrvisi meining als
ikki skal verða told osfr. Mong
halda trúnna vera eitt persónligt
mál, sum orðaskifti og kjak ikki eig-
ur at standast um — nakað, sum vit
eiga at hava í egnum barmi og nak-
að, sum skal vera hvørjum einstøk-
um heilagt og harvið nakað, sum
ikki eigur at verða brúkt ella fyri tað
misbrúkt í einum almennum kjaki.
Ein orsekin til at átrúnaðarligir
spurningar verða so lítið umrøddir í
fjølmidlunum her heima er so helst
eisini tann sannroynd, at prestar og
adrir prædikumenn okkara ynskja
ikki ella tora ikki at leggja upp til
dialog — til kjak um ålvarsamar
menniskjansligar spurningar, ið eis-
ini hava tilknýti til trúnna og kristin-
dómin. Hetta ynskja ella tora teir
ikki ofta av ótta fyri avleiðingunum.
TAÐ finnast tó undantøk, tvs.
prestar og prædikumenn, sum
loyva sær at útleggja tekstin á ein
meira viðkomandi og aktuellan hátt
og sum eisini tora at draga samfe-
lagsviðurskifti upp í prædikuna —
tvs. í stórri mun seta kristindómin í
samband við okkara gerandisdag —
lata hann úr tí hami, sum tíanverri í
alt ov mongum førum eyðkennir
boðskapin og tey, sum bera fram
boðskapin. Eitt av hesum undan-
tøkum var prædikan hjá Bergi Ja-
cobsen, fyrrverandi sóknarpresti í
Sandoynni, í Skálavíkar kirkju sein-
asta sunnudag og sum varð prent-
að her í blaðnum seinasta mikudag.
PRÆDIKA hansara var góð og
áhugaverd í mangar mátar. Hon
snúði seg fyrst og fremst um hetta
so týdningarmikla í lívinum, hetta
at duga og vilja lurta eftir ødrum
menniskjum. »Vit hitta hvønn dag
bangin menniskju — menniskju,
sum hava mist livsdirvid, og sum
onga vón ella kós hava her í lívinum
men vit lurta ikki eftir teimum, vit
geva okkum ikki stundir til teirra,
Blaðfólk: Randi Jacobsen - Tórfinn Smith
Ólavur W. Høgnesen - Hilmar Jan Hansen
Undir viðmerkingum i
Fríu Feroyum í gjár fegn-
ast ád. um gongdina í
Sovjetsamveldinum, sum
hevur havt við sær, at
baltisku londini hava fing-
ið sjálvstýri. Men hann
heldur lítið um feroyingar,
sum ikki enn eru raknaðir
við, tá talan er um at fáa
sjálvstýri í egnum landi.
Hann skrivar:
»Broytingarnar eystan-
fyri hava hetta seinasta
árið verið bæði bráðar og
ógvisligar.
Ein drivmegi í hesari
tilgongd eitur tjóðskap-
armedvit og -kensla.
Meðan »mentadi«
vestanveldi sum Bret-
land og Frankaríki valdu
at kvørkra alla smátjóða-
tjóðskaparkenslu innan
rkismark, gekk leiðsla
Sovjetsamveldisins
øvugta vegin: Har åttu
smátjóðir góð kkindi at
menna mentan og mål,
ja, øll sereyðkenni yvir-
høvur.
Og hetta kemur til
sjóndar, nú samveldis-
eindin syndrast.
Tað er lítið at ivast í,
at ein risastórur meirluti
av føroyingum fegnast
um, at eitt nú eystur-
sjóvarlýðveldini nú lýsa
seg sjålvstødug.
Men hvussu kanst tu
fegnast um sjålvstyri i
ødrum londum sam-
stundis sum tu letur tær
lynda, at egna land titt
enn i 1991 er ófræls tjóð?
Tað er ein andsøgn, ið
ber yvir móti hykli.
Vónandi fær tað onkr-
an at vakna, at danska
oyggin, Bornholm, nú av
fullum álvara er farin at
tala um sjálvræði og full-
veldi.
Fáa bornholmbúgvar
loysing, so máttu føroy-
ingar farið at kvaklast
viða.
Áhugaverd er saman-
beringin millum vestur-
heimin og Sovjetsamveld-
ið, hvussu hesi á hver sín
hátt hava borið seg at
móti smátjóðum. At tann
totalitera kommunistiska
samfelasskipanin | hevur
fingið menustingin, eiga
vit øll at fegnast um. Og
somuleiðis at tey baltisku
londini hava fingið sjálv-
stýri, men hvussu tá við
okkum sjálvum, spyr
greinskrivarin! Her á
landi ræður fólkaræði, og
tað er fólk, sum her býr, ið
skal avgera í hvussu stór-
an mun land okkara skal
vera sjálvsteðugt ella
ikki. Tað var tann tíð, tá
Þr34#% ?
.
Utgevari: PÆ Sosialurin
Uppseting: Píf Sosialurin
Prent: P4 Pressan 1981 Telefon
og ti fylla tey seg vid tablettum og
råseitri av ymiskum slagi«, prædik-
adi presturin. Her nemur hann eisini
við ein tydningarmiklan kjarna i øll-
um mannalivinum. Er tad nakad,
sum hevur elvt til strid, bardaga,
hatur og ósemju, so er tað tørvandi
evni, åhugi og vilji okkara til at lurta
eftir sjónarmiðunum og støduni hjá
gðrum menniskjum.
PRESTUR sigur víðari í prædiku
síni, at vit vanliga siga, at høvuds-
uppgávan hjá kirkjun og kristnum
menniskjum er at boða hin heilaga
boðskapin, tað er at prædika og
bera vitnisburð. Men leggur hann
afturat — fortreytin fyri at vit kunnu
siga nakað av týdningi við menn-
iskju, tað er at vit fyrst seta okkum
niður og lurta eftir teimum og virða
tey, sum heilar skapningar — og
Bergur prestur heldur fram: — eg
fari enntá at siga, at júst í hesum
døgum er størsta uppgávan hjá
kirkjuni og kristnum menniskjum
tann, at lurta.
KANN tað sigast meira rámandi og
betri! Ein djørv og viðkomandi præ-
dika, har prestur ikki er bangin fyri
at seta spurnartekin við, hvussu
kristin mong av teimum, sum kalla
seg kristin, í veruleikanum eru tað.
Hann sigur víðari í prædikuni, at tað
finst eitt ótal av menniskjum, ið
kalla seg kristin, men sum aldrin
geva sær stundir til at lurta eftir
Guði ella menniskjum — og tað eru
hesi, sum beina fyri kristindómin-
um.
sambandið hevði ovur-
stóra undirtøku, men tían-
betur er henda undirtøka
minkað. Fleiri og fleiri
síggja fram ímóti, at vit
stig fyri stig gerast meira
sjálvbjargin. Hetta er
politikkur javnaðarflok-
sins og nú flokkurin hevur
sett út í kortið av nyggj-
um við eini sjálvstýrislóg,
er at vóna, at vit kunnu
taka sterri ábyrgd á okk-
um og harvið eisini gerast
meira sjálvbjargin. Hetta
kann fyri mong tykjast
rættiliga ómeguligt í ring-
um tíðúm sum nú.
Hvussu og ikki, so eiga
vit at hava eina stevnu og
halda okkum til málið,
nevniliga so við og við at
gerast alt meira sjálv-
bjargin í egnum landi.
Bústaður: Argjavegur 26
Minnist til
haldaragjaldið e
Nú nærkast aftur ein-
um nýggjum ársfjórð-
ingi — við eðrum orð-
um einum týdningar-
miklum vegamóti hjá
blødunum. Vit hava
hesa seinastu tíðina
sæð, hvussu tungt tað
er at reka bleð í Fer-
oyum. Tann vánaliga
steðan í landinum
ávirkar eisini bleðini,
sum fáa alt minni av
lýsingum, sum annars
er eitt týðandi inn-
tøkugrundarlag. Nú
henda inntøkan er so
nógv minkað, mugu
teir, sum bleðini reka,
líta á aðrar inntekur,
og her eru haldararnir
stuðulin umframt
leysaselan. Posthúsið
hevur í hesum døgum
sent út uppkrav frá
m.a. Sosialinum.
Hetta er ikki eitt stórt
uppkrav, tá hugsað
verður um, hvat lesar-
Postadressa: Postsmoga 76
110 Tórshavn
14720
Argir
11820 Telefax:
HETTA er kontant tala vid någreini-
ligari adressu. Hetta eru atfinning-
ar, sum verða settar fram móti okk-
um øllum, men kanska serliga móti
teimum, sum kalla seg rætttrúgv-
andi. Hetta er nakað, sum sjáldan
verður tikið til umrødu í prædikum
her á landi, har prædikumenn fyri
tað mesta royna at vera varnir og
ofta balla ein veruleika sum henda
væl inn, fyri at sleppa undan at
ganga ngkrum ov nær.
Við prædiku síni hevur fyrrverandi
Sands-prestur í veruleikanum lagt
upp til eitt átrúnaðarligt orðaskifti,
sum vit leingi hava havt tørv á. Við
at prenta prædiku hansara í blað-
num hava vit kastað bóltin víðari til
almenningin at fáa hetta evnið
debaterað, tí í veruleikanum dregur
prestur fram tveir týðandi spurning-
ar í prædiku síni, sum ikki bara eig-
ur at fara aftur við borðinum: fyri
tað fyrsta spurningin: duga vit at
brúka kristindómin til nakað posi-
tivt mótvegis næstanum og harvið
okkum sjálvum og harnæst spurn-
ingin: nær og hvussu ofta misbrúka
vit sama kristindóm! Prædikumenn
og prædikur eru sum alt annað í
mannalivinum misjavnt. Vit eiga í
hvussu er ikki at vera bangin fyri at
draga fram tær góðu prædikurnar.
Hendan prædikan hjá fyrrverandi
Sands-presti er ein av teimum
góðu, sum hevur gjølliga umhugsan
uppiborna. Ikki fyri hennara, men
fyri okkara egnu skyld. Hetta eru alt
ov álvarsamir og átrokandi spurn-
ingar til, at vit ikki skulu geva teim-
um gætur.
in fær fyri pengarnar.
Við at geva út Sosial-
in fimm ferðir um vik-
una, halda vit at les-
arin veruliga fær nak-
að fyri pengarnar. Vit
vóna, at blaðið fer at
fáa undirteku frá so
nógvum sum gjørligt,
ti tad hevur vid sær,
at vit hava møguleik-
ar at geva ut eitt enn
betri og størri blad.
Vit fara ti at minna
lesararnar å haldara-
gjaldið. Og til tykkum
mongu, sum enn ikki
halda blaðið: teknið
tykkum sum haldarar
beinanvegin. Tað er
tann bíligasta loysnin
og tit fáa blaðið inn
um gáttina fimm
dagar um vikuna.