Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-09-14, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 14. september 1991síða 3

‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 169 — 14. september 1991 —— — Umboð Fólkafloksins í fíggjarneyndini í Klakavíkar Býráð krevur grannskoðara býráðsins, Paula Ellefsen, frá Roknskapurin hjá Klaksvíkar Kommunu: Eingin orsek at grannskoða ødrvisi -sigur Pauli Ellefsen. Jákup Mikkelsen, býráðslimur vil hava grannskoðaran frá Tá roknskapurin hjá Klaksvíkar Kommunu fyri 1990 var fyri á býráðsfundi herfyri ákærdi býráðslimurin Jákup Mikkelsen býráðið fyri ávís ólóglig viður- skifti. I Býráðsformaðurin, Oli Heinesen, gjørdi tí av at taka góðkenningina av roknskapinum av aftur skránni, og boðaði frá, at ákærurnar skuldu kannast á fundi í figgjarnevndini, og tá vildi hann eisini hava grannskoðaran at móta Pauli Ellefsen, sum er grannskoðara Klaksvíkar Kommuna, hevur eftir fundin fíggjarneyndini, sum var hósdagin, boðað frå, at á fundinum kom einki ynski um nakað slag av broyting úl roknskapin fyri 1990 Heldur ikki kom nakað fram á fundinum, sum gevur orsøk til at víðka grannskoðanina fyri 1990, ella gera broytingar í ætladu grannskoðan.ni fyri í ár, sigur Pauli Ellefsen og leggur aftrat, at fundurin gav heldur ikki orsøk til at broyta nakað í, ella skriva nakað aftrat tí gjørdu revisiónsprotokolluni fyri 1990. hjá Vil hava annan grannskoðara Roknskapurin hjá Klaksvíkar Kommunu fyri 1990 kemur nú fyri aftur á næsta býráðsfundi. Allir limirnir í fíggjarneyndini mæla til at góð- kenna roknskapin, men í minnilutatilráðing síni við- merkir Jákup Mikkelsen, at hann vil hava tey ólógligu viðurskiftini, sum vóru staðfest av honum á figgjarnevndarfundinum, umrødd. Hann vil eisini hava býráðið at taka stóðu til hvørjar avleiðingar hesi viðurskifti skulu fáa. Jákup Mikkelsen mælir eisini til at siga grannskoðaranum upp. tór.- Vilja fegin selja førovingum islendskt lambskjøt -men nøgdirnar til Føroya verda neyvan so stórar næsta år, sigur umboðsmenninir fyri íslendsku sølusamtøkuna SIS, sum í løtuni eru í Fóroyum Føroyingum dáma sera væl islendskt lambskjøt. Arliga eta vit eini 700 tons, men likt er til, at so nógv verður ikki at fáa næsta ár. Umboð fyri SIS, sum er íslendska sølusamtøkan, eru í Føroyum í hesum døgum og vitja tær seks heilsølurnar, sum innflyta islandska lambskjøtið. Teir eru her fyri millum annað at siga teimum frá teimum nýggju stuðuls- reglunum í samband við kjøtframleidslu í íslandi, sum fara at koma í gildi næsta heyst. Nýggju reglurnar siga, at eingin útflutningsstuðul verður latin til eittnú lambskjót og kvotan skal minkast. Hetta hevur við sær, at útflutningurin fellur meira ella minni burtur. Ikki heilt, vóna íslendsku umboðsmenninir. Teir rokna við, at hóast nýggju reglurnar verður nakað av avlopi, sum teir heldur enn fegnir vilja senda til Før- oya. Nógv hin størsti keyp- arin av islendskum lambs- kjøu uttan fyri Island eru føroyingar. Nakað verður eisini selt til eitt nú Svørikis og Finlands, men hesin útflutningur fer helst at minka burtur i einki. Orsøkin til, at islendska stjórnin hevur gjørt av at avtaka studningin er. at hesin er alt ov kostnadar- mikil. I mun til kostprisin er hann heili 65%. tór.- Íslendsku umboðini fyri SIS eru frá vinstru Jóhann Steinsson, varastjóri, Arni Johannsson, stjóri og Jorundur Ragnarsson, neyndarformaður. Teir siga, at føroyingar kunnu fáa tað lambskjót vit vilja til í september næsta ár, men eftir hendan dag er meira Óvist. Mynd:Kalmar Síða 3 Bygdar- ráðslimur við ongari atkvødu Anna Katrina í Homrum er frá í dag limur í bygdarráðnum í Hósvík. Tað er hon, hóast hon onga atkødu fekk við bygdarráðsvalið fyri sløkum trimum árum sidani. Trýggir listar still- aðu upp i Hósvík. Listin, Anna Katrina var á, fekk eitt umboð valt. Tað var Kim Durhuus. Hann er far- in ul Danmarkar at arbeiði, og næsti mað- ur, sum skuldi komið í bygdarráðið í hansara stað, er Agnar Olsen, men hann er ul skips. So eru try efur á listanum, men eingin teirra hevur nakra atkvødu. Tey fingið snøkt sagt eitt stórt 0 í part. Signheðin Davidsen, bygdarrådsformadur sigur, at hann hevur rådført seg vid skriv aran i Kommunu- felagnum um hvør so skuldi í bygdarráðið. Avgjørt varð at hava lutakast um rað- fylgjuna av teimum, sum onga atkvødu fingu. Hetta varð so gjørt, og Anna Katrina vann. Sjálv heldur hon ikki, at hon hevur vunnið nakað sum helst. -Eg ivadist ikki i, at tað var skemt tá bygdðaráðið ringdi ul min í gjårkvøldid og boðaði frá, at €. skuldi meta í bygd- ráðnum, sigur Anna Kalrina sum IKKI knappliga stål einum lista ul komm unuvalið. Hver hevur sett hana upp á veit hon heldur ikki, og at atkvgða fyri sær sjálvari kundi hon als ikki hugsað sær til. tór.-