Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-03-27, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 27. mars 2003síða 2

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 60 - 27. mars 2003 Nr. 60 - 27. mars 2003 3 Neyðugt verður kort- ini ikki hjá nýggju Norrønu at sigla undir fremmanda flaggi SEMJA Heri á Rógvi Reiðarafelagið fyri Farma- skip og Føroya Skipara- og Navigatørfelag komu týs- dagin ásamt um nýggjan 1 ára sáttmála. Semingstovnurin kallaði partarnar saman týsmorg- unin og týsdagin, og tað eydnaðist at fáa partarnar at semjast. Talan er um ein 1 ára sáttmála galdandi frá 1. mars 2003 til 1. mars 2004. Sáttmálin ber við sær, at talið av frídøgum verður økt frá 28 til 30. Hetta merkir, at fyri hvørja tre- tivu dagar umborð, so fær ein tretivu dagar frí. Hetta svarar til sáttmál- arnar við hini manningar- feløgini, sum gjørdu 2 ára sáttmála galdandi frá 1. mars 2002. Broytingin svarar til eina hækking uppá 3,45%, sigur Vinnu- húsið í tíðindaskrivi. Partarnir samdust eisini um at seta arbeiðstíðini upp frá 10 til 11 tímar um sam- døgrið, og lønin verður hækka tilsvarandi tímatal- inum. Skipara- og Navigatørfe- lagið vildi hava arbeiðs- tíðina upp til 12 tímar, men hetta vildi Reiðarafelagið ikki ganga við til. Nú nýggja Norrøna skal inn í flotan var lønartalvan víðka, so hon eisini umfatar skip við hesari stødd. Hetta merkir, at tann best lønti eftir sáttmálanum er skip- arin umborð á Norrønu. Sáttmálin umfatar á leið tíggju skip og eini 300 fólk, metir Árni Joensen, for- maður fyri Reiðarafelagið fyri Farmaskip. Reiðararnir hava í fjøl- miðlunum tosað um møgu- leikan at fáa skipini hjá sær undir fremmant flagg, men hetta verður eftir øllum at døma ikki neyðugt. Nøgdur Ellintur Abrahamsen, for- maður í Skipara- og Navigatørfelagnum, sigur, at hann er væl nøgdu við nýggja sáttmálan. – Vit høvdu ynskt at fing- ið meira, men vit eru nøgdir við hetta, sigur Ellintur Abrahamsen. Hann heldur, at útfrá semjuni var verkfallið mestsum óneyðugt, tí teir høvdu sagt ja til hesa semjuna beinanvegin, um so var. – Vit burdu verið slopnir undan verkfallinum, men hetta var tað, sum skuldi til fyri at fáa reiðararnar at skilja, at vit meintu tað í álvara, sigur Ellintur Abra- hamsen. Órealistiskt Meðan Ellintur Abraham- sen heldur, at sloppið kundi verið undan verkfallinum, so situr Àrni Joensen, for- maður fyri Reiðarafelagið fyri Farmaskip, ikki við somu kenslu. – Krøvini hjá teimum vóru heilt órealistisk at byrja, so eg dugi illa at síggja, hvussu vit kundu verið slopnir undan verk- fallinum, sigur Árni Joen- sen. Og formaðurin fyri reið- ararnar er heldur ikki heilt nøgdur framvegis. – Eg meti framvegis, at hetta er eitt sindur langt úti, men vit verða noyddir at liva við hesum, sigur Árni Joensen. 2002 eitt ár við stór- um avbjóðingum TÍÐINDASKRIV At 2002 fór at vera eitt ár við enn størri avbjóðingum á virðisbrævamarknaðinu m enn 200 og 22001 var við ársbyrjan ikki væntandi. Úrslitið á 72 tkr. er, um sæð verður burtur frá um- støðunum ikki nøktandi, men um sera vánaligu marknaðarviðurskiftini verða tikin við í myndina, kann úrslitið hóast alt met- ast vera nøktandi. Inntøk- urnar í samband við ognar- røkt eru falnar, men vinnu- tænastur og virðisbræva- handil í ávísan mun hava útjavnað lækkandi inntøk- urnar frá ognarrøktini. Har- umframt er útslitið eisini merkt av einum kurstapi á 420 tkr. Úrslitið av fíggjarpostum gjørdist 9.313 tkr., meðan samlaðu útreiðslur felag- sins annars vóru 9.241 tkr. Fíggjarstøðan javnvigar við 12.359 tkr. Eginognin var við ársenda 2002 11.431 tkr. Og solvensurin var 142,3 í mun til minsta- kravið á 8%. Vánaligu viðurskiftini á virðisbrævamarknaðunum í 2002 gjørdu umstøðurnar í sambandi við virðisbræva- handil sera truplar. Fallandi par tabrævamarknaðir gjørdu at íleggjarar sum heild fluttu frá partabrøv- um til lánsbrøv ella til inn- lán. Fyri Kaupthing Før- oyar øktist røktin av láns- børvum í árinum, meðan røktin av partabrøvum minkaði men samanum- tikið umsitir felagið umleið somu upphædd fyri við- skiftafólk, sum við ársenda 2001 – t.e. umleið 1,1 mia. Í farna árinum fór Kaup- thing Føroyar veruliga at bjóða fram vinnutænastur, ella corporate finance tæn- astur, sum hetta eisini verð- ur kallað. Móttøkan hevur verið góð og Kaupthing Føroyar hevur í árinum fyriskipað kapitalhækking- ar fyri føroysk feløg og hevur verið ráðgevi í sam- band við størri ný- og um- fíggingar hjá føroyskum fyritøkum. Eitt av tiltøk- unum í hesum sambandi var at taka stig til at seta á stovn fyrsta privata fram- taksfelagið í Føroyum – Notio Framtaksfelag P/F Nýggjur sáttmáli undirskrivaður Formaðurin í Skipara- og Navigatørfelagnum heldur, at sloppið kundi verið undan verkfallinum. Mynd: Àlvur Haraldsen – Vit verða noyddir at liva við hesum, sigur Àrni Joen- sen, formaður fyri Reiðara- felagið fyri Farmaskip Kaupthing Tað verður kunngjørt at kæra kona, mamma, systir og omma okkara Vilgerð Astridardóttir Tórshavn andaðist týsdagin 25. mars 63 ára gomul. Jarðarferðin verður úr Havnar kirkju leygardagin kl. 14.00. Familjunnar vegna Andrias og Manijeh Tey, ið vilja minnast Vilgerð, kunnu lata eina gávu til Spedalskheitsmissiónina, konto í Føroya Sparikassi. Leygarkvøldið verður stórt dansitiltak við 80' ara bólkum í Sørvági. Seks bólkar fara at luttaka. Skipað veðru fyri bussrútum úr Fuglafirði, av Toftum og úr Havn í samband við tiltakið DANSUR Edvard Joensen Sørvági: Sørvingar bjóða í dans leygarkvøldið. Seks ymiskir bólkar, sum vóru virknir í áttatiárunum, fara at spæla, og skipað er fyri bussferðum til og frá dans- inum. Tað er stuðulsfelagið hjá SÍ, sum skipar fyri til- takinum. Tiltakið byrjar á miðnátt leygarkvøldið, og Marjun í Kálvalíð úr Mið- vági verður frásøgufólk, sigur stuðulsfelagið hjá SÍ í tíðindaskrivi. Skipað verður fyri ferða- sambandi til Sørvágs. Bussar koyra úr Fuglafirði, av Tofum og úr Havn, og steðgað verður á vanligum støðum á vegnum. Úr Fuglafirði fer bussur klokkan 23.30. Hann koyrir út á Toftir, áðrenn farið verður vestur i Vágar. Koyrt verður av Toftum umleið klokkan 24.00. Kostnað- urin fyr flutning úr Eystur- oynni aftur og fram er settur til 100,- krónur. Tað ber til at ringja til bussin á tlf. nr. 21 21 21. Eisini úr Havn koyrir bussur í samband við dans- in í Sørvági leygarkvøldið. Hann koyrir frá City klokkan hálvgum eitt, og er kostnaðurin við tí bussinum kr. 160,- aftur og fram. Tann bussurin hevur tlf. nr. 21 77 53. Bussarnir koyra úr aftur Sørvági klokkan 04.15 sunnumorgunin, og teir steðga eisini á heimvegnum á teimum vanligu støðun- um, siga sørvingarnir í tíðindaskrivinum. Teir seks bólkarnir, sum fara at spæla til dans í Sør- vági leygarkvøldið, eru: Tinganest, Tarok, Ghost Riders, Nautilus, Arival og Jóanes & Co. Áttatiárini í Sørvági Jóan Jakku Guttesen, her á palli saman við Sámali Ravnssfjall, verður við í bólkinum Tinganest, sum fer at spæla til dans í Sørvági leygarkvøldið Mynd: Edvard Joensen C M Y K 3 2