hósdagur 27. mars 2003síða 3
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 60 - 27. mars 2003
Nr. 60 - 27. mars 2003
5
Deyðarevsingin í
Føroyum fær loksins
banahøgg. Men tað er
ikki á tann hátt, sum
føroyskir myndug-
leikar ynskja. Tí
danska stjórnin setir
nýggju hernaðar-
lógina í gildi ímóti
løgtingsins vilja.
Føroyingar hava í
staðin mælt til, at
gamla hernaðarlógin
og harvið deyðarevs-
ingin verður strikað.
Høgni Hoydal,
landsstýrismaður við
lógarmálum, er
sjokeraður, og kallar
støðuna absurda
HERNAÐARLÓG
Ingi Rasmussen
Fyri fyrstu ferð, síðan
heimastýrislógin kom í
gildi í 1948, verður ein
ríkislóg sett í gildi í Føroy-
um ímóti løgtingsins vilja.
Danska hernaðarlógin frá
1973 er, beint ímóti einari
løgtingssamtykt, send til
kunngerðar í Føroyum. Tað
váttar Dan Knudsen, full-
trúi hjá Ríkisumboðnum.
Sostatt gongur danska
stjórnin beint ímóti teimum
ynskjum, sum føroyingar
hava ført fram í málinum.
Reint danskt øki
Talan er um eitt reint
danskt málsøki, og tí er ikki
neyðugt at spyrja føroying-
ar eftir. Men tað var gamalt.
Landsstýrið er kortini
kunnað, verður sagt av rík-
isumboðnum, og løgtingið
varð eisini kunnað, tá ríkis-
umboðið týsdagin svaraði
einum fyrispurningi hjá
Heðini Mortensen løgtings-
limi.
– Verjuøkið er galdandi
fyri allan ríkisfelagsskapin.
Har eru ongar landafrøði-
ligar avmarkingar, tí alt rík-
ið skal verjast. Økið verður
skipað við ríkislóg, og
somu
reglurnar
skuldu
gjarna verið galdandi fyri
alt verjustarvsfólkið í øll-
um ríkinum, antin tey eru í
Danmark, Føroyum ella
Grønlandi. Her er onki
serligt galdandi fyri Føroy-
ar, og endamálið er at dag-
føra lóggávuna, sigur Dan
Knudsen.
Absurd støða
– Hetta ber als ikki til. Tað
kann ikki passa.
Høgni Hoydal, landsstýr-
ismaður við lógarmálum,
ljóðar skelkaður, tá Sosial-
urin fortelur honum, at Rík-
isumboðið hevur sent ríkis-
lógina til kunngerðar, og at
hon helst kemur í gildi um
eina viku.
– Støðan er absurd. Løg-
tingið hevur samtykt, at
hernaðarliga
revsilógin
skal strikast. Øll, sum hon
er. Hetta er eitt dømi um, at
skipanin, vit liva undir, er
fullkomiliga burturvið. Um
tað er rætt, at stjórnin kunn-
ger eina lóg fyri Føroyar,
uttan at hon hevur verið
viðgjørd í løgtinginum, so
er tað valdsmisnýtsla og
brot á heimastýrislógina,
sigur Høgni Hoydal, lands-
stýrismaður.
Men danskir myndug-
leikar kunnu gera soleiðis,
verður sagt av ríkisum-
boðnum.
– Hetta er støðan, so
leingi vit ikki hava okkara
kjølfesti í altjóða rætti. So
kunnu teir gera, sum teim-
um lystir. Men tað er ikki
okkara fatan av okkara
rættarstøðu, sigur Høgni
Hoydal.
Ríkisumboðið
vísti
í
tinginum á, at danski verju-
málaráðharrin skal hava
kunnað løgmann. Høgni
Hoydal
vísir
avgjørdur
aftur, at landsstýrið er
kunnað.
– Eg havi koyrt hatta
málið niðan í tingið, og tað
eri eg, sum hava koyrt tað
víðari til danskar myndug-
leikar, men eg havi onki
hoyrt um hetta, so her
hongur als ikki saman,
sigur Høgni Hoydal.
Lýst í vikuni
Alt málið byrjaði við, at
føroyskir fjølmiðlar vístu á,
at deyðarevsing er galdandi
í krígstíð í Føroyum. Ein
gomul lóg frá 1937 ásetir
m.a., at »Den, der tjener
fjenden som spion, strafffes
med livet«. Og at »Livs-
straf fuldbyrdes med skyd-
ning«.
USA er farið í kríggj við
Irak, og Danmark stuðlar
álopinum. Danmark førir
eisini
uttanríkispolitikk
Føroya vegna, og tí er støð-
an eisini hon, at føroyingar
eru í kríggi. Og tað merkir
so eisini, at deyðarevsing í
løtuni er virkin í Føroyum á
pappírinum.
Tí hevur málið fingið
skund. Føroyingar vilja
hava deyðarevsingin og alla
hernaðarliga lóggávu av-
tikna fyri Føroyar.
Men danska løgmálaráð-
ið vil tað øðrvísi. Við at
seta nýggju donsku lógina
frá 1973 í gildi fyri Føroy-
ar, dettur tann gamla frá
1937 burtur. Hernaðarliga
revsilógin kemur í fyrsta
kunngerðarblaðnum B, ið
kemur út í hesi vikuni. Eina
viku eftir, at lógin er lýst,
kemur hon í gildi fyri
Føroyar.
Hvørki
Birgit
Kleis,
ríkisumboð, ella Anfinn
Kallsberg, løgmaður, vóru
at hitta mikudagin.
Donsk hernaðarlóg kroyst
niður yvir føroyingar
HERNAÐARLÓG
Ingi Rasmussen
Danir ætla ikki at
spyrja
føroyingar
eftir, um hernað-
arliga revsilógin frá
1973 skal setast í
gildi í Føroyum. Men
tað hevði heldur ikki
loyst seg. Tí føroy-
ingar
hava
longu
langt
síðan
tikið
støðu.
Landsstýrið skriv-
aði longu í 1992 til
ríkisumboðið,
at
landsstýrið á fundi
11.
februar
1992
samtykti at mæla frá,
at lógin og kunngerð-
irnar verða settar í
gildi í Føroyum nú, tá
tað í 30 ár hevur ver-
ið gjørligt at verið
galdandi lóg fyriutt-
an.
Tá landsstýrið 26.
oktober 2001 legði
uppskot fyri tingið at
avtaka hernaðarligu
revsi-
og
rættar-
gangslógina
frá
1937, sum millum
annað loyvir deyða-
revsing í krígstíð, var
støðan tann sama.
Í viðmerking til
uppskotið
skrivaði
landsstýrismaðurin,
at
»hildið
verður
ikki, at tørvur er á
einari hernaðarligari
revsilóg fyri Føroy-
ar«, og at landsstýrið
ikki
hevur
broytt
støðu síðan 1992.
Sjónarmiðið
hjá
landsstýrinum er, at
viðurskiftini hjá her-
naðarmyndugleikum
í Føroyum eru nóg
væl nøktað við lógar-
reglum
í
vanligu
revsilógini og í teim-
um vanligu sáttmála-
ligu møguleikunum,
sum hervaldið hevur.
»Tí er neyðugt at
gera eina serlóg um
avtøku av hernaðar-
ligu revsilógini frá
1937, og tað er tað,
sum skotið verður
upp,« skrivaði Høgni
Hoydal vegna Føroya
landsstýri.
Hetta samtykti løg-
tingið eisini einmælt.
Løgtingið
samtykti
at avtaka
lógina
Høgni Hoydal noktar fyri, at landsstýrið er kunnað um, at hernaðarliga revsilógin verður lýst fyri Føroyar
Mynd: Jens K. Vang
Hóast politikarar
yvirhøvur leggja eina
við, at ætlanin við
lógini um vinnuliga
fiskiskap er at fáa skil
á økinum og ikki at
økja veiðitrýstið, er
tað beint tað øvugta,
sum hendir. Veiði-
trýstið økist, og ofta
tykist fyri uttanfyri-
standandi, at tað
gongur hvørki so at
halda skil á lógini
VEIÐILOYVI
Edvard Joensen
Eftir tólv árum ber til at
gera tveir smáir deksbátar
upp á tilsamans 24 tons og
ein útróðrarbátur upp á 80
tons til eitt línuskip upp á
330 tons. Uttan at nakar
uttan fyri fiskivinnuumsit-
ingina hevur gjørt nakað
skeivt.
Tann 28. november 1990
fáa tveir mans eftir umsókn
játtað fiskiloyvi til 30
tonsaran Glottan. Treytin
er, at tveir smærri bátar,
Hæddin, sum er merkt 14
tons, og Falkur, sum er
merktur12 tons, fara úr
veiðiflotanum. Samstundis
verður tann ræðisavmark-
ing sett á Glottan, at hann
bert fær loyvi at royna við
snellu.
Tann 15. februar 1991
játta eigararnir av Hæddini,
ið eru teir somu, sum skulu
hava Glottan, at Hæddin
ikki aftur má brúkast til
vinnuligan fiskiskap ella
tilvirking av fiski. Somu
játtan skrivar eigarin av
Falki undir tveir dagar
seinni. Í báðum førum hava
tvey vitni skrivað undir.
Tann 15. februar 1991
skriva eigararnir av Hædd-
ini og Glottanum eisini
undir ta ræðisavmarking
fyri Glottan, at hann bara
má brúkast til snelluveiðu
og ikki má seljast uttan so,
at keyparin eisini gongur
undir hesa treyt. Eisini her
hava tvey vitni skrivað
undir
Alt er nú greitt eftir
lógarinnar bókstavi, og
Glottin fer til fiskiskap,
sum ætlanin var.
Hinir báðir smærru bát-
arnir skulu nú vera burtur
úr flotanum og ikki trýsta
nakran fiskastovn við
veiðu.
Tó er so tað hent síðani,
at Hæddin, sum í dag eitur
Svananes, men skal skifta
navn, tí báturin nýliga hev-
ur skift eigara, hevur fingið
fiskiloyvi aftur, og hevur
verið nýttur til útróður
undir Føroyum. Falkur er
sambært Skipaskrásetingini
skrásettur sum stuttleikafar.
Glottin rør út. Og hóast
hann sambært ræðisav-
markingini frá 1991 ikki
hevur loyvi til tess, rør hann
við línu. Tað ger hann, tí
eigararnir hava fingið fiski-
loyvi til línuveiðu frá fiski-
vinnuumsitingini.
Glottin skiftir eigara og
navn, og friður er um hann,
til hann á vári 2003 kemur
fram aftur í ljósið. Nú undir
navninum Nakkur. Og nú
skal
fiskiloyvi
hansara
brúkast sum handilsvøra í
einum skipahandli, har eitt
stórt línuskip skal inn í
flotan fyri tvey útróðrar-
loyvi.
Tann 4. mars 2003 skriv-
ar eigarin av Nakki undir
váttan av ræðisavmarking,
har Nakkur verður tikin úr
flotanum og ikki má nýtast
til vinuligan fiskiskap und-
ir føroyskum flaggi.
Men skjalainnlit avdúkar
nú, at Nakkur als ikki hevur
havt loyvi at royna við
línum sambært teirri ræðis-
avmarking, sum gjørd er í
1991. Tað er tí beinleiðis í
stríð við lógina um vinnu-
liga fiskiskap, at hansara
fiskiloyvi verður brúkt til
eitt línuskip, hóast tað
verður bólkað í bólk 4B
sum útróðrarbátur, siga po-
litikarar og onnur, sum eru
inni í málinum.
Við einum pennastroki
tann 10. mars 2003 verður
ræðisavmarkingin frá 15.
februar 1991 kortini avtik-
in. Tá skrivar Fiskimála-
ráðið í tveimum reglum
soleiðis til Skipaskráseting-
ina:
»Heitt verður við hesum
á Skipaskrásetingina um at
strika ræðisavmarking fyri
m/b "Nakkur" KG 106
XPQG, tilmeldað 27.02.
1991, nr. 171, og skrásett
21.03.1991.«
Landsstýrismaðurin við
fiskivinnumálum varð av
Sosialinum biðin um at
staðfesta lógarheimildina
fyri hesi strikan av ræðis-
avmarkingini. Men tað
kundi hann ikki.
Hann vísti á, at talan var
um eina løgfrøðiliga av-
gerð, sum tikin var, tí fiski-
vinnuumsitingin
hevði
gjørt eitt mistak í 1994,
sum partarnir ikki vóru
varugir við aftur fyrr enn í
2002. Tá lógin um vinnu-
liga fiskiskap kom í gildi í
1994 gloymdu fiskivinnu-
myndugleikarnir, at Glottin
var ræðisavmarkaður til
snelluveiðu og góvu honum
vanligt
fiskiloyvi,
sum
hann síðan hevur fingið
heilt fram til fiskiárið
2002-2003, tá Fiskimála-
ráðið varnaðist mistakið.
Alla ta tíð hevði Glottin
fiskað í andsøgn til tað,
táverandi eigararnir skriv-
aðu undir í 1991 og eisini
bundu møguligar komandi
eigarar til. Men av tí, at so
long tíð var liðin við hes-
um, gjørdu løgfrøðingarnir
av, at báturin nú hevur
hevdsrætt upp á eitt vanligt
fiskiloyvi, sum eisini gevur
rætt til línuveiðu undir Før-
oyum og á Bankanum.
Sostatt hevur eigarin av
Nakki, sum Glottin i dag
eitur, við fullum rætti flutt
eitt fiskilovyi, sum fyri tólv
árum síðan varð til frá
tveimum smáum deksbát-
um, til eitt av teimum
størstu línuskipunum í flot-
anum.
Søgan um eitt fiskiloyvi
Menninir, sum áttu Hæddina, vildu fegnir hava størri far, ……
…… so teir keyptu Glottan, sum var ov stórur til fiskiloyvið hjá Hæddini, og tí var neyðugt við
einum loyvi afturat ……
…… og Falkur varð tí fingin úr flotanum, og fiskiloyvið flutt yvir á Glottan ……
…… sum seinni letur tað víðari aftur til Jógvan S. Soleiðis eru tveir smáir deksbátar umvegis
ein 30 tonsara vorðnir partur av einum stórum línuskipi
C
M
Y
K
5
4