Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-03-27, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 27. mars 2003síða 4

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 60 - 27. mars 2003 Nr. 60 - 27. mars 2003 7 Fólk frá Ebeltoft Kur- center vóru í Føroy- um í seinastu viku og hildu fyrilestur um teirra virksemi. Christian Sørensen, souschef, sigur, at tey eru avbera vælnøgd við teirra vitjan og fingu nógv burturúr EBELTOFT Solby A. Eliasen Christian Sørensen fegnast um, at undirtøkan og á- hugin fyri Ebeltoft eru stór í Føroyum. Og hann sigur, at tosað varð nógv um sam- starv av ymsum slagi. Mill- um annað tosaðu tey við Elsu Mariu Bærentsen úr Yndi í Havn. - Vit tosaðu um at seta ein lívsstílsklubba á stovn í Føroyum, tí tað snýr seg jú ikki bara um at tapa seg, greiðir Christian frá. Men tað er onki tílíkt í Føroyum, so tey frá Ebeltoft hava lov- að, at tey vilja venda aftur við nøkrum ítøkiligum uppskotum um, hvussu hetta kann verða gjørt. Men tó er greitt, at ein stovnani fundur verður í Yndi leyg- ardagin 5. apríl klokkan 10 fyrrapart. - Tað hevði verið gott, um ein lívsstílsklubbi var í Før- oyum, har tey sum hava verið hjá okkum og onnur eisini kunnu halda fram, tí tað eru heilt nógvir føroy- ingar, sum hava verið her nú, sigur Christian Søren- sen, sum tó ikki veit við vissu, júst hvussu hetta verður skipað. Men tað verður arbeitt við málinum. Tveir fyrilestrar vórðu hildnir á vitjanini hjá Ebeltoft. Ein var í Klaksvík og ein í Tórshavn. Eini 200 fólk tilsamans mundu vera til báðar fyrilestrarnar. Endamálið hjá Ebeltoft við teirri vitjan var at upp- lýsa um teirra virksemi. Mong eru tey, sum halda at Ebeltoft er eitt stað, har tjúkk fólk fara upp á slankikur. Men so er ikki. Ebeltoft snýr seg um so avbera nógv annað. Tá ein setur seg í samband við tey, verður frá fyrstan tíð gjørt greitt fyri umsøkjaranum at viðkomandi má vera púra vísur í tí, hann ella hon ger. Tí tað snýr seg fyrst og fremst um at broyta lívsstíl. At broyta kostvanar og lívsstíl. Á Ebeltoft læra tey at eta rætt og íðka nógv, soleiðis at tey ikki gerast yvirvektig aftur beinanveg- in. – Ein umsøkjari má gera sær greitt, at ein broyting í lívsstíli er varandi. Vit læra tey at liva skilagott og tí er tað ikki sum ein pulvur- slankikurur, har ein etur ella drekkur pulvurbland- ingar í eitt ávíst tíðarskeið, og síðani fer ein aftur til tann vanliga matin, greiðir Christian frá. Her skoytir hann uppí, at hagtøl vísa, at 99 út av 100 taka uppá aftur. Sunna og sálarliga føði Á Ebeltoft verður nágreini- liga funnið út av, hvat og hvussu ein persónur eigur at eta. Og tað er ójavnt frá persóni til persón. Men tað liggur fast, at tey skulu eta seks máltíðir um dagin. Og so læra tey at finna kost, sum ikki fer upp um tað metta talið av kalorium ein persónur skal hava um dagin. Og so skulu tey flyta seg nógv. Tað er ikki tvung- ið, hvat tey skulu gera, men tey skulu flyta seg. Antin fara ein gongutúr, svimja ella fara í motiónsrúmið. Christian Sørensen greið- ir somuleiðis frá, at tað sum oftast eru sálarligir trupul- leikar, sum liggja aftanfyri, tá eitt menniskja etur so nógv. - Og tað royna vit so eisini at hjálpa viðkomandi við. Vit arbeiða við sálar- ligum trupulleikum, sum møguliga kunnu vera orsøk til, at viðkomandi etur so nógv og er vorðin so yvir- vektigur, sigur Christian Sørensen, sum júst henda dagin, Sosialurin tosaði við hann, skuldi senda fleiri faldarar til Føroyar til áhugaði. Spurdur um tað vóru mong, sum høvdu hug at koma niður á Ebeltoft, svarar Christian, at tað eru tað. Men hann sigur sam- stundis, at yvirvektig eru sjálvandi sera forvitin at vita, hvat Ebeltoft er, men tey tora kanska illa at møta upp, og tí senda tey ofta onkran fyri seg at vita, hvat hetta er fyri nakað. Og tí er tað torført hjá honum at siga nakað nágreiniligt um áhugan. - Tað er torført at stað- festa, hvussu umfatandi trupulleikin er í Føroyum, tí tað finnast ongi hagtøl, sum skráseta, hvussu mong yvirvektig eru í landinum, sigur Christian. Fyribyrgjandi Líka so væl sum Ebeltoft hjálpir teimum yvirvektigu, so hava tey eisini boðið seg til at hjálpa við at leggja ætlanir fyri fyribyrgjandi arbeiði á eitt nú skúlunum. Umboðini frá Ebeltoft hava somuleiðis verið í sam- bandi við nakrar av politik- arunum í Tórshavnar og Klaksvíkar kommunu og greitt frá. - Hví bert tosa um ov- eting, tá til dømis royking er ein minst líka stórur trupulleiki millum ung í dag, spyr Christian, sum øtast, at tað eru so mong ung, sum roykja í Føroyum. Hann nevnir til dømis níggjunda flokk í Klaksvík. Har er tað ikki langt við síðuna av at siga, at annar hvør næmingur roykir. Christian vísir á, at tað ber til at gera alt møguligt, um viljin er tilstaðar, her á landi. Hann tosar um at seta eina sunnheitsherferð í gongd. - Vit hjálpa fegin at koma í gongd, sigur Christian, sum heldur tað vera ein fyrimun, at Føroyar eru so lítlar, tí tað so er lætt at seta okkurt í gongd. Stórur áhugi fyri Ebeltoft Fyrilestur hjá Ebeltoft Kurcenter í Kommunuskúlanum, har gott hundrað fólk møttu. Fiskavirki kring landið arbeiða í blindum, tí hóast ein fjórðingur av árinum er farin, hevur lands- stýrið ikki enn av- greitt spurningin um stuðul til at flyta fisk. Nú vil Henrik Old hava at vita, hvar virkini flóta FLUTNINGSSTUÐUL Áki Bertholdsen – Fiskavirkini kring landið vita ikki um tey eru keypt ella seld. Henrik Old, løgtingsmað- ur, vil nú hava greiði á, hvat landsstýrið ætlar við stuðlinum til at flyta fisk. Hann sigur, at hóast ein fjórðingur er farin av árinum, er tað enn ongin sum veit, hvussu verður við flutningsstuðlinum. Tí vil hann nú hava greið boð frá landsstýrinum um, hvussu verður við flutn- ingsstuðlinum. Á tingfundi seinnapartin í gjár skuldi hann spyrja landsstýrismannin í fiski- vinnumálum, hvørjar ætl- anir, landsstýrið hevði á hesum øki. Hetta var eftir at blaðið var farið til prentingar, so vit vita ikki, hvat svarið verður. Løgtingsmaðurin vísir á, at flutningsstuðulin hevur verið 3,5 milliónir, men í ár skerdi fíggjarnevndin hann niður í 2,5 milliónir. – Samstundis gjørdi fíggjarnevndin greitt, at neyðugt varð við lógar- broyting fyri at fáa skerj- ingina framda. – Men nú er fyrsti árs- fjórðingur við at fara aftur um bak og enn er ongin lógarbroyting komin. Henrik Old spyr um vit sostatt kunnu vænta, at flutningsstuðul enn verður latin eftir gomlu lógini. – Er tað so, fer játtanin uppá 2,5 milliónir ikki at halda. Men samstundis hevur samgongan boðað frá, at talan verður ikki um eykajáttanir, uttan so, at skarvað verður av onkra aðrastaðni- men so verður tað onkur annars um miss- ur. Hann sigur, at ein máti er at áleggja Strandferðsluni at flyta fiskin bíligari enn higartil, men so heldur játtanin hjá Strandferðluni ikki og tað verður so aftur ein trupulleiki. – Tað nyttar ikki at flyta trupulleikan aftur og fram. Men fyri fiskavirkinini í útjaðranum, sum hava rætt til flutningsstuðul, hevur hann rættiliga stóran týdn- ing. – Og nú so tað er so langt útliðið, eiga virkini at fáa at vita, hvar tey flóta, tað, sum eftir er av árinum, tí annars er tað trupult at arbeiða. Tí eigur landsstýrið at gera púra greitt, hvat ætlanin er, sigur Henrik Old. Hinvegin vísur hann á, at verður flutningsstuðulin skerdur, verður hann uppi stutt eftir ólavsøku við teirri gongd, sum nú er. Tað verður ein stórur trupulleiki hjá virkjunum kring landið og tí má spurningurin um flutningsstuðulin ikki sleppa at hanga í leysum lofti longur. Ein positivur trupulleiki Hann sigur, at tað er ein stórur trupulleiki, at flutn- ingsstuðulin verður skerdur yvirhøvur, tí hann ger, at fiskavirkingini úti um landið ikki verða so nógv verrið fyri í kappingini við virkini á meginøkinum. – Flutningsstuðulin átti at verið ein positivur trupul- leiki. Eg skilji ikki, hvussu tað kann gerast til ein trupulleika, at virkini kring landið keypa nógva fisk, tí tað skapar arbeiðið og kastar nógvar ferðir meiri av sær aftur til samfelagið enn tað, sum verður latið í stuðuli. – Tað nyttar lítið at skriva álit omaná álit um økis- menning og útoyggjamenn- ing, tá ið tann politikkur, sum verður framdur í verki, gongur beint ímóti hesum álitum, sigur Henrik Old. Felagið Sinnisbati hevur hvørki hoyrt orð ella eið aftur frá Løgmanni, síðani tey skrivaðu til hann fyri fimm vikum síðani ALMENNAR UPPSAGNIR Áki Bertholdsen – Hetta halda vit ógvuliga lítið um. Í felagnum Sinnisbata eru tey ógvuliga vónsvikin av Løgmanni. Tað eru nú fimm vikur síðani at tey so staðiliga heittu á Løgmann um at kanna eftir, hví fleiri leið- arar í heimarøktini brádliga søgdu upp ísenn. – Men síðani hava vit hvørki hoyrt orð ella aftur frá Løgmanni, sigur Mar- gretha Poulsen, virkandi formaður í Sinnisbata. Tey hava ikki so frægt sum fingið eina váttan frá Løgmanni um at hann hevur fingið brævið frá Sinnisbata yvirhøvur og enn minni um hann ætlar at viðgera tað yvirhøvur og nær, tey kunnu vænta eina niðurstøðu. Margretha Poulsen held- ur ógvuliga lítið um hesa viðgerðina, sum tey fáa frá Løgmanni. Hon heldur, at tað minsta átti at verið, at tey fingu eina váttan frá Løgmanni um at hann hevði fingið brævið og hvat hann ætlaði at gera við tað. Rakar tey sinnisveiku Tað var fyrr í árinum at tríggir leiðarar í heima- røktini brádliga søgdu upp í senn og seinni er upplýst, at eisini ein fjórði leiðarin hevur sagt upp. Ein av teimum, sum hev- ur sagt upp, var Hilda Vid- erø, sum varð sett at sam- skipa sálarsjúkuøkið. – Sinnisbati er eitt felag, sum varar av teimum sinn- isveiku. Og orsøkin til, at vit staðiliga heittu á løg- mann um at kanna orsøkina til uppsagnirnar, er, at bæði beinleiðis og óbeinleiðis verða tey sinnisveiku rakt av hesum, sigur virkandi formaðurin í Sinnisbata. – Við uppsøgnini hjá samskiparanum verður tað, ið er arbeitt upp á sálar- sjúkuøkinum, bumbað langt aftur í tíðina, tí ein nýggjur leiðari skal aftur byrja av nýggjum. Margretha Poulsen sigur, at nú Hilda Viderø varð sett í starv, høvdu tey sett vónir til batar í viðurskift- unum hjá teimum sinnis- veiku. Eitt nú var hennara upp- gáva at útvega sálarliga sjúkum bústaðir og hesa stuttu tíðina, hon sat í starv- inum, hevur hon skundað undir arbeiðið at bøta um viðurskiftini hjá teimum sinnisveiku. – At leiðari varð settur at samskipað sálarsjúkuøkið, var eitt hjartamál hjá Sinn- isbata og tí meta tey tað sum eitt álvarsligt bakkast, at Hilda Viderø segði upp aftur at kalla beinanvegin. Somuleiðis sigur hon eisini, at tey vóru nøgd við Jákup Foldbo sum leiðara á heimarøktini, tí hann setti eitt og annað í gongd. Nú er alt, sum tey bæði hava sett skjøtil á, steðgað. Men Margretha Poulsen leggur dent á, at hetta er eitt so mikið álvarsligt mál fyri Sinnisbata, at tey ætla ikki at sleppa málinum, men fara at fylgja tí upp. Sostatt ætla tey at venda sær til Løgmann einaferð afturat fyri at vita, hvat hann ætlar at gera við málið. Hjálpir tað onki, um- hugsa tey, hvørji onnur stig kunnu takast fyri at fáa lýst viðurskiftini, men hvat tað kann vera, vita tey ikki enn. Hugmóð Felagið heldur, at samskip- aðar hópuppsagnir, sum talan er um í hesum føri, boða frá, at alt ruggar ikki rætt á økinum. – Tað hevur verið sagt, at vit búgva í einum fríum landi og at tað er rætturin hjá einum og hvørjum at siga seg úr einum starvi. Samstundis hevur lands- stýrismaðurin í almanna- málum, Páll á Reynatúgvu, sagt okkurt um, at hann kann ikki gera við, at fólk ikki vilja arbeiða í heima- røktini. – Hetta er hugmóð, stað- festir Margretha Poulsen. Ongin søkir eitt starv, sum ikki er áhugaður í tí. Og Hilda Viderø hevur ikki havt starvið í meiri enn eitt gott hálvt ár, nú hon segði seg upp. Jákup Foldbo hevur sitið í eini trý ár. Og tá ið leið- arar siga upp so skjótt, er tað tekin um, at álvarligir trupuleikar eru og tað eiga vit at fáa fulla greiði á, sigur hon. – Tí hava vit staðiliga heitt á løgmann um at kanna, hví hesi fólkini hava sagt upp. Samstundis hava vit heitt á hann um at bera so í bandi, at størvini ikki verða sett aftur, fyrrenn trupulleikarnir, sum førdu til uppsagnirnar, eru loystir, sigur hon. Tey halda, at er ikki full greiða fingin á trupulleik- anum, tá ið størvini verða sett aftur, fara trupul- leikarnir bara at vísa seg aftur og tí halda tey, at tað er umráðandi, at málið verður kannað út í æsir. Tað eydnaðist ikki at fáa eina viðmerking frá løg- manni, áðrenn blaðið fór til prentingar. Ógvuliga vónbrotin av løgmanni – Hetta er eitt álvarsmál fyuri okkum og tí ætla vit ikki at sleppa tí, sigur Margretha Poulsen, virkandi formaður í Sinnisbata Mugu fáa at vita um tey eru keypt ella seld – Eg skilji ikki, hvussu landssýrið kann uppfata tað sum ein trupulleiki, at fiskavirkini kring landið keypa nógvan fisk, sigur Henrik Old, løgtingsmaður C M Y K 7 6 Lesið Sosialin -tað loysir seg!