hósdagur 27. mars 2003síða 5
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 60 - 27. mars 2003
Nr. 60 - 27. mars 2003
9
Guðrun fær nógv rós
Á heimasíðuni hjá DR
fær Guðrun rós um
háls og herðar bæði
frá dønum og føroy-
ingum. Tað ber til at
senda eina heilsan til
Guðruna á síðuni, og
eru tað longu yvir
1100 fólk, ið hava nýtt
henda møguleikan
STJØRNA
Ingrid Bjarnastein
Um góðar tvær vikur verð-
ur Guðrun Sólja Jacobsen
at síggja í Forum í Keyp-
mannahavn, har hon, sum
øll longu vita, skal vera við
í finaluni í donsku sjón-
varpssendingini »Stjerne
for en aften« hjá DR.
Luttakararnir í sendingini
eru allir at finna á heima-
síðuni hjá DR, og harímill-
um er sjálvsagt eisini
Guðrun.
Nógv flest
Av teimum, sum longu eru
komin í finaluni og tey, ið
hava møguleika fyri at ogna
sær eitt finalupláss í morg-
in, hevur Guðrun fingið
nógv flestar heilsanir. Hetta
kundi bent á, at Guðrun
uttan iva er ein av favoritt-
unum til at vinna kapp-
ingina.
Tann, ið hevur fingið
næstflestar heilsanir er
Tarek Sidki, sum verður við
í fjórðingsfinaluni fríggja-
kvøldið. Men hann var
fyrrapartin mikudagin, ikki
komin upp á 1000 heilsanir,
og tá lá Guðrun á yvir 1100
heilsanum. Tarek Sidki er
uttan iva eisini ein av favor-
ittunum til finaluna.
Heilsanirnar til Guðruna
eru úr Føroyum og Dan-
mark, men okkurt heilsanin
var enntá eisini úr Grøn-
landi.
Fólkini, ið hava skrivað,
eru ógvuliga positiv, og
ynskja Guðruni góða eydnu
í finaluni, og fortelja henni,
hvussu vakurt hon syngur.
Allar
heilsanirnar
til
Guðruna benda á, at hon
hevur ikki bert sungið seg
inn í hjørtuni á føroyingum,
men so avgjørt eisini inn í
hjørtuni á mongum dana.
»Hej Gudrun! Du er den
bedste - hvis du ikke vinder
finalen, er jeg sikker på at
der venter dig noget stort -
du har det i dig til at blive
en diva. Bare klø på.
Tommy - Mar 25, 2003
14:17:15«
Fleiri
heilsanir
siga
eisini, hvussu rørd fólk eru
blivin, tá Guðrun hevur
sungið, og fær hon í
stuttum rós um háls og
herðar frá øllum.
Promise me
Tey flestu, ið hava sent
heilsanir inn síðani Guðrun
var
í
fjóðringsfinaluni
fríggjakvøldið, eru á einum
máli um, at Guðrun skal
syngja »Promise Me« til
finaluni. Hetta er tó ikki tí
hon ikki megnaði væl at
syngja »Hero«, tvørtur-
ímóti. Fleiri nevna, at
Guðrun sang sangin nógv
betri enn sangarinnan, ið
hevur gjørt hann kendan,
Mariah Carey. Tey halda
bara, at »Promise me«
hóskar seg betri til hennara.
Tann stóra finalan verður
í Forum tann 4. apríl, og nú
fríggjadagin verður greitt,
hvørjum øðrum Guðrun
skal kappast ímóti.
Frá Føroya Tele verður
upplýst, at tey av øllum alvi
arbeiða við, at føroyingar
eisini skulu fáa møguleika
at atkvøða til finaluna. Tó
var tað soleiðis, at fleiri
fingu sms-boðini aftur, tí
kapasiteturin var ov lítil,
men hesum verður eisini
arbeitt við. Føroya Tele veit
fyrst í komandi viku at siga
frá, hvussu verður við
finaluni frá teirra síðu.
Á heimasíðuni hjá »Stjerne for en aften« ber til at senda eina heilsu til luttakararnar. Í gestabókini hjá Guðruni eru longu yvir 1100 heilsanir komnar, og er tað
nógv tað mesta higartil
Guðrun Sólja Jacobsen skal í øllum førum kappast ímóti:
Jacob Sveistrup
Martin Pedersen
Í aðru fjórðingsfinalu í annaðkvøld verða:
Tarek Sidki – Rock With You
Kendra Lohman – Sexual Healing
Morten Steen – Get the Fuck out of my Head
Jacob Andersen – With a Little Help From my Friends
Karen Marie Groth – Feel Like Making Love
Ea & Martin – Sometimes Love Just Ain´t Enough
Finalan verður tann 4. mai í Forum í Keypmannahavn
Forum tekur 5000 áskoðarar
Atgongumerki eru til keyps á www.e-billetter.dk
Fakta
NØVN Í VIKUNI
Telefon 311820 - Fax 314720 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Sune á ting
Týsdagin tók Sune Jacob-
sen í Sørvági sæti á tingi
fyri Marjus Dam, løgtings-
mann, sum hevur biðið um
farloyvi fram til 4. apríl.
Næsti maður á sam-
bandslistanum í Vágum er
tó Gunnar K. Nattestad,
men av tí at hann ikki býr í
Føroyum, kann hann ikki
taka sæti tingi, tískil tók
Sune Jacobsen sum triði
maður á listanum sætið.
Á valinum tann 30. apríl í
2002 fekk Marjus Dam 311
atkvøður, Gunnar K. Natte-
stad fekk 143, meðan Sune
Jacobsen fekk 122.
Sune Jacobsen, sum er 51
ára
gamal,
lærarai
í
Sørvági, er annars kendur
úr politikki. Hann varð
valdur á ting í 1988 og sat
til løgtingsvalið í 1990.
Hann tók aftur sæti á tingi í
1994, tá Ivan Johansen,
løgtingsmaður, varð valdur
landsstýrismaður.
Sune Jacobsen tók prógv
á Føroya Læraraskúla í
1976 og hevur starvast sum
lærari í Sørvági síðani.
Hann er sonur Innu f. Han-
sen úr Skopun og Evald
Jacobsen úr Sørvági. Hann
er giftur Vivi Jacobsen.
Silvurbrúdleyp
Í dag, 27. mars, hava Annika og Janus Midjord,
Fuglafirði, silvurbrúdleyp. Tey eru burturstødd.
Í dag, 27. mars, hava Sunnuvá og Heri Jacobsen,
Klaksvík, silvurbrúdleyp. Dagurin verður hildin á
Hotel Norð á Viðareiði leygardagin 29. mars kl.
19.00.
Dagurin
27. mars. Kastor. Tær gomlu søgurnar nevna fleiri annars
ókend halgimenni, sum itu Kastor og vórðu tikin av
døgum 27. og 28. mars
Osvald Schiller
Johansson 40 ár
Hósdagin 27. mars fyllir
Osvald Schiller Johansson,
vanliga nevndur Ossi, 40
ár. Osvald er føddur og
uppvaksin í Rabarbukvart-
erinum í Havn. Sum ungur
sigldi hann eina tíð. Í mong
ár arbeiddi hann sum bil-
førari hjá fleiri flutnings-
fyritøkum í Havn. Hann er
útbúgvin sløkkiliðsmaður
og kavari. Hann hevur ar-
beitt sum sløkkiliðsmaður
hjá Tórshavnar Sløkkiliði
síðan 1990 og í føstum
starvi síðan 1996. Saman
við Malenu Klemmentsen
eigur Osvald dóttrina Lív,
sum er næstan tvey ára
gomul. Osvald er kanska
betur kendur undir navni-
num Osvald Jacobsen, men
herfyri fekk hann navna-
broyting til Osvald Schiller
Johansson – eftir abbanum
við sama navni, vanliga
nevndur Svenskarin, ið
búði í barnaheiminum hjá
Osvaldi í Sjúrðargøtu.
Jóannes Leivsgarð
úr starvi
Fríggjadagin
21.
mars
hevði Jóannes Leivsgarð
sín seinasta starvsdag á
telefonstøðini í Klaksvík,
har hann hevur starvast í
góð 32 ár.
Jóannes er sonur Ellu og
Jaspur Leivsgarð. Hann er
giftur Siggu Sofíu Vestur-
dal av Eiði, og eiga tey
synirnar, Jaspur, Pól og
Egil.
rs
20. mars fyllti Hans Jacob
Hansen í Fuglafirði 75 ár.
Fuglafjørður hevur verið
vælsignaður við nógvum
kveikjarum,sum
hava
ríkað
mentunarlívið
í
bygdini, og er Hans ein
teirra. Hugsaði at skriva
eitt sindur um hendan
táttin í lívinum hjá Hansi,
sum
eina
heilsan
á
føðingardegnum.
Longu sum smádrongur
byrjaði Hans saman við
javnaldrum at spæla sjón-
leik, fyrst í kjallaranum hjá
Steingrím Samuelsen, síð-
an í dansistovuni, og tá ið
Fuglafjarðar Sjónleikara-
felag varð stovnað var
hann ein av stigtakarunum.
Fyrsti sjónleikurin, sum
sjónleikarafelagið stóð fyri
var Hjá dalabóndum. Her
spældi Hans nikur, og tað
skuldi
hann
gera
so
livandi,
at
tríggjar
leirvíkskonur
svímaðu.
Minniligasta avrikið hjá
Hansi sum sjónleikari
man
ivaleyst
vera
leikluturin sum Tormóður í
filminum Barbara. Rættu-
liga tíðliga fór sjónleikara-
felagið at arbeiða fyri at
fáa nýtt sjónleikarhús í
bygdini, og eingin man
vera glaðari enn Hans fyri,
at hesin dreymur enduliga
er verðunleiki, hann hevur
skrivað ikki minni enn
tríggjar sangir til nýggja
húsið.
Hans fór eisini tíðliga at
royna seg sum listamálara,
og var hann fyrsti fuglfirð-
ingur, sum hevði máln-
ingaframsýning í Havn.
Saman við Frits Johanne-
sen og øðrum tók hann eis-
ini stig til fyrstu Varma-
kelduframsýningina fyri
um 30 árum síðan og
hevur framsýmingin verið
fastur táttur á
Varmakeldustevnuni síðan
tá. Nevnast kann eisini, at
tað vóru døturnar hjá
Hansi,
sum
byrjaðu
skeiðið hjá Fuglafjarðar
kvøldskúla í málningalist,
sum nú er vorðið ein
institutión,
og
at
tað
millum onnur eru fólk
haðani, sum hava tikið stig
til framsýningarhølið í
Ribarhúsi.
Hans hevur verið í horn-
orkestrinum, síðan fugl-
firðingar byrjaðu at spæla
horn og til hann noyddist
at gevast, tí eyguni fóru at
bila, og hann sá ikki nótar-
nar longur. Í einum sangi,
sum hann saman við
bróðrinum Jógvan Edvard
yrkti til fyrstu manningina
í hornorkestrinum -eitt ør-
indi til hvønn spælaran-,
lýsa teir í síðsta versi eina
hending, har Hans situr við
tubuni og venur tá íð
grannakonan kemur brest-
andi inn.
Seinast kom við tubuni
Son Hans Jacob á Brúnni;
Tá spurdi Frida, kona Ola:
Hvat man feila kúnni?
Haldi sjálvur at hetta lýsir
væl Hans; hann hevur
dámað væl at framført og
hevur ongantíð sett sítt ljós
undir skeppumálið, men
hinvegin
hevur
hann
heldur ongantíð veri sjálv-
hátíðarligur, heldur hevur
hann altíð havt skálkin
aftan fyri oyra.
At gerast nærum blindur
man vera ein smeitur, sum
tekur mótið frá teimum
flestu; men ikki frá Hansi.
Hann fekk sær fatur á ein-
um hjálpitóli, einari teldu,
sum kundi vaksa so miki
um bókstavirnar, at hann
sá teir, og sum tann opni
og bjartsjygdi persónurin,
hann er, dugdi hann at
síggja møgulleikarnar í
hesum nýggja tóli og byrj-
aði at skriva. Úrslitið av
hesum er millum annað
yrkinga- og stuttsøgusavn-
ið Á Brúnni.
Sum ungur var Hans til
lands í Íslandi, og har lærdi
hann millum annað at
spæla á harmoniku; hann
fekk eisini fatur á einum
harmonikuskúla, men fekk
tó ikki so nógv burtur úr
honum tá. Nú, aftur ímóti ,
hann hevði spælt horn í eitt
mannaminni, og tískil læs
nótarnar raði, bar betur til.
Hann fór tí at leggja seg
meira eftir harmonikuni,
harafturat umsetti hann
harmonikuskúlan til før-
oyskt, og eitt skifti hevði
hann brævskúla í harmon-
ikuspæli. Munnu ikki tær
harmonikuvenjingarnar,
sum nú plaga at vera í høl-
unum hjá hornorkestrinum
sunnudagar undir leiðslu
av Óla Johannesen, hava
fingið íblástur frá bræv-
skúlatiltakinum hjá Hansi?
Hans man hava verið við
til flestu tiltøk her á landi,
har
harmonikuspælarar
møtast. Í fleiri ár var hann
eisini við í Fólkatónleikar-
stevnuni, oftast við egnum
løgum og tekstum, og
síðstu árini hevur hann
verið við til at sungið
kingo, millum annað á
mentunarstevnuni
hjá
Norðurlandahúsinum.
Síðsta hálva árið hevur
Hans verið álvarsliga sjúk-
ur.
Hjartaliga tillukku við
degnum
Niels
Hans Jacob á Brúnni 75 ár
C
M
Y
K
9
8