hósdagur 27. mars 2003síða 6
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 60 - 27. mars 2003
Nr. 60 - 27. mars 2003
11
Áhugavert var at hoyra Torbjørn Jacobsen fíggjarnevnd-
arlim fyrr í vikuni, har hann helt fast um, at eykajáttanir
skulu verða útreiðsluneutralar, tí tað er vorðið ein ósiður,
at eykajáttan omaná eykajáttan úthola tað ætlaða yvir-
skotið á fíggjarlógini.
Torbjørn Jacobsen hevur grein í sínum máli, at eyka-
játtanarlógir eru ein ósiður. Ein eykajáttan eigur at verða
eitt amboð til at brúka undantaksvís. Sjálvandi kann altíð
okkurt koma fyri, soleiðis at ein eykajáttan kann verða
neyðug, men undir vanligum umstøðum er ein eykajáttan
einki annað enn eitt yvirtrekk í mun til fíggjarætlanina.
Trupuleikin hjá Torbjørn Jacobsen og tinglimum annars
er bert, at málið um ongar eykajáttanir, ið ikki eru út-
reiðsluneutralar, ber ikki til at uppfylla, uttan so at tvey
ting verða broytt.
Tað fyrsta er, at Fíggjarlógararbeiðið má gerast betur. Tað
ber ikki til, at Landstýrismaðurin í Fíggjarmálum konse-
kvent undirbudgetterar, soleiðis at stovnsleiðarar og
onnur hvørt ár mugu fíggja lønarhækkanir av rakstrinum.
Tá ein stovnsleiðari kemur við einari fíggjarætlan, so má
man ganga útfrá, at hetta er ein vælumhugsað ætlan, ið
ikki er skrivað til stuttleikar. Tað, sum tiveri alt ov ofta
hendir er, at Fíggjarmálastýrið uttan í øllum førum at
hava neyðuga innlitið, skarvar av pr automatikk. Úrslitið
av hesum kann verða, at stovnar og onnur konsekvent
royna at yvirbudgettera fyri at fáa neyðugu játtanina.
Eisini talar talið av eykajáttanum fyri seg. Ein góður
landsstýrismaður í Fíggjarmálum eigur at verða vur-
deraður eftir, hvussu væl fíggjarlógin heldur. Ikki sær tað
pent út farnu árini.
Hin grundleggjandi trupulleikin, ið má loysast, skal
málið hjá Torbjørni Jacobsen røkkast, er játtanarskipanin.
Vit hava á hesum stað í fleiri ár funnist at játtanarskip-
anini, ið reduserar almennar stovnsleiðarar til ad-
ministratorar. Játtanarskipanin er skeiv, tí hon ikki letur
landstýrisfólki og stovnleiðslum rammujáttanir, sum vit
kenna tað frá øðrum londum. Um Løgtingið ikki hevur so
frætt av áliti á einum landstýrisfólki, at hetta ikki av
einari rammuáttan til ferðafólkaflutning kann sleppa at
játta pening til máling á strandfaraskip, uttan Løgtingið
skal uppí, so hava teir ikki valt rætta landstýrisfólkið. Eis-
ini mugu landstyrisfólk hava so frætt álit á stovnleiðslum,
ið verða betaltar til tað sama, at hesi kunnu disponera
rímiliga frítt yvir sínari játtan. Lønir er tó undantikið, tí
hetta hevur eina serstøðu í øllum fíggjarætlanum.
Rammujáttanir undir ábyrgd hevði spart okkum nógvar
milliónir í minkaðari umsiting og kundi spart nógva tíð
hjá Løgtinginum, ið átti at havt annað at tikið sær til enn
millimeturstýring av landsins stovnum.
Til Torbjørn Jacobsen er bara siga, at hann eins og
samgongan og tinglimir annars bert kann fara til arbeiðis
og gera ein fíggjarlog sum heldur. Peningurin, ið nú
væntar á almanna og skulaøkinum, kundi hóskandi verið
tikin av kontoini til almenna umsiting. Harafturat mugu
stig takast til at broyta alt ov stirvnu játtanarskipanina, ið
yvirumsitur hvønn smálut, soleiðis at ein sparing uppá
skallutar tríhundrað túsund krónur mátti heilt upp á
tingborð at venda, áðrenn hon kundi fremjast.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Fíggjarlógin má takast
í álvara
VIÐMERKINGAR
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad
finnbjorg@sosialurin.fo
Durita Simonsen durita@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo
Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo
Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Solby Eliasen solby@sosialurin.fo
Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo
Ingi Rasmussen ingi@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 220727
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
Sosialurin í Eysturoy:
Postsmoga 143, Saltangará
tel. 447820 fax 449520
tel. 225429
e-post: vilmund@sosialurin.fo
Sosialurin í Vágum:
360 Sandavágur
tel. 333820, 220507 fax 333720
e-post: edvard@sosialurin.fo
e-post: vagar@sosialurin.fo
Uppseting/prent:
Uppseting: Hestprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Argjavegur 26,
Tel. 311820, Fax 314720
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Ingrid S. Henriksen
Viðmerking til uppskot til
skattalætta
Viðv. uppskoti nr. 66 um
skattalætta, sum landsstýr-
ismaður Karstin Hansen,
vegna Føroya Landsstýri
legði fyri løgtingi hin 19.
februar 2003.
Uppskotið hevur heitið:
Uppskot til løgtingslóg um
broyting í løgtingslóg um
áseting av skatti til lands-
kassan (ásetingarlógin –
skattalætti).
Í viðmerkingunum til
lógaruppskotið verður frá
landsstýrisins síðu sagt, at
»lógaruppskotið
verður
ikki mett at hava nakrar
sosialar avleiðingar fyri
ávísar samfelagsbólkar ella
felagsskapir, men uppskot-
ið vil lætta um hjá serliga
miðalinntøkunum í 2003,
og hjá bæði lág- og miðal-
inntøkunum í 2004«.
Karsten Hansen, lands-
stýrismaður, segði somu-
leiðis við blaðið Fregnir 21.
til 27. februar 2003, á for-
síðuni at »Tá vit gera slíkar
broytingar, so fara øll at
merkja lættan. Men lættin
vendir sosialt rætt, soleiðis
at tað eru lág- og miðalinn-
tøkurnar, sum fáa mest
burturúr«.
Hesar
viðmerkingar
landsstýrisins og viðmerk-
ingarnar hjá Karsten Han-
sen, landsstýrismanni við-
víkjandi ætlaðu skattalætt-
unum í 2003 og 2004 eru
ikki í trá við fylgiskjøl 1, 2
og 3 til nevnda skattaupp-
skot landsstýrisins, har
skattalættin verður roknað-
ur út fyri ymsar inntøku-
bólkar, tað veri seg lág-,
miðal- og háinntøkur.
Fólk, ið hava miðalinn-
tøku, og fólk, ið hava inn-
tøku omanfyri 1/2 mió. kr.
árliga fáa nevniliga eins
stóran skattalætta í 2003,
skattalættin er 2.350 kr.
árliga. Inntøkur, ið liggja
ímillum 160.000 kr. árliga
og 530.000 kr. árliga fáa
júst
sama
skattalætta,
nevniliga 2.350 kr. árliga,
meðan
láginntøkur,
ið
liggja millum 21.000 kr. og
60.000 kr. als ongan skatta-
lætta fáa í 2003 (skattalætti
= 0 kr.). Av hesum sæst, at
miðalinntøkur og háinntøk-
ur fáa skattalætta í 2003,
meðan láginntøkur als ong-
an skattalætta fáa.
Tá sagt verður, at upp-
skot landsstýrisins vil lætta
um hjá bæði lág- og miðal-
inntøkum í 2004, er hetta
reingjan av veruleikanum,
ella í besta føri einans
hálvur sannleiki. Fylgiskjal
nr. 2 til skattauppskotið
vísir greitt, at serliga fólk,
ið hava háinntøkur – t.v.s.
inntøkur omanfyri 1/2 mió.
kr. árliga fáa nógv størsta
skattalættan. Tey, ið hava
inntøku, ið er 570.000 kr.
um árið fáa nevniliga
skattalætta, ið er 6.310 kr.
frá 2003 til 2004. Meðan
fólk, ið hava miðalinntøku,
ið er 200.000 kr. um árið
fáa 2.6120 frá 2003 til
2004. Fólk, ið eru láglønt –
t.v.s. hava inntøku, ið er
millum 25.000 kr. árliga og
160.000 kr. árliga, fáa
skattalætta, ið liggur ímill-
um 310 kr. og 910 kr. frá
2003 til 2004.
Uppskot landsstýrisins
vísir greitt, at serliga fólk,
ið hava høgar inntøkur –
t.v.s. tey, ið hava inntøku
omanfyri 1/2 mió. kr.
árliga, fáa nógv størstan
skattalætta sambært fyri-
liggjandi uppskoti.
Fólk, ið hava ávikavist
høga inntøku, miðalinntøku
ella lága inntøku fáa sam-
bært uppskoti landsstýri-
sins
niðanfyrinevndu
skattalættar í krónum í
2004 og árini frameftir.
DØMI frá fylgiskjali 3:
Tey, ið vinna 530.000 kr.
um árið (háinntøka) fáa:
8.260 kr. í skattalætta í
2004 og árini frameftir.
Tey, ið vinna 250.000 kr.
um árið (miðalinntøka) fáa
5.460 kr. í skattalætta í
2004 og árini frameftir.
Tey, ið vinna 200.000 kr.
um árið (miðalinntøka) fáa
4.960 kr. í skattalætta í
2004 og árini frameftir.
Tey, ið vinna 150.000 kr.
um árið (láinntøka) fáa
1.860 kr. í skattalætta í
2004 og árini frameftir.
Tey, ið vinna 100.000 kr.
um árið (láinntøka) fáa
1.460 kr .í skattalætta í
2004 og árini frameftir.
Tey, ið vinna 50.000 kr.
um árið (láinntøka) fáa
560 kr. í skattalætta í 2004
og árini frameftir.
Viðmerkjast skal somuleið-
is, at fyritíðarpensiónist-
ar/avlamispensiónistar, ið
fáa lægstu fyritíðarpensión
fáa 66.516 í pensión um
árið
(láinntøka).
Hesir
pensiónistar fáa 1.292 kr. í
skattalætta í 2004 og árini
frameftir, sambært fyri-
liggjandi skattauppskoti.
Staðfestast má, at upp-
skot landsstýrisins gevur
skattalættar til háinntøkur
og í minni mun til miðal-
inntøkur í 2004 og árini
frameftir, meðan skatta-
lættin til láinntøkur er lítil
og ongin í 2004 og árini
frameftir.
Tølini tala fyri seg. Upp-
skot landsstýrisins vísir, at
skattalættin fer til háinn-
tøkubólkar
og
vendir
skattalættin sostatt sosialt
skeivt og ikki sosialt rætt
sum
Karsten
Hansen,
landsstýrismaður í fíggjar-
málum vil vera við í blað-
num Fregnir 21. til 27.
februar 2003. Eftir er bert
at vóna, at løgtingslimir
rakna við og broyta skatta-
uppskotið soleiðis, at tað í
verki verður í trá við frá-
boðaðu ætlanina við skatta-
lættanum, nevniliga at tað
verða tey lágløntu og tey
við miðal inntøku, ið fáa
tiltrongdan skattalætta. Tað
sigur seg sjálvt, at láglønt,
ið vinna minni enn 150.000
kr. um árið hava serstak-
ligan tørv á skattalætta. Tað
átti at verið sjálvsagt, at
fólk, ið vinna 1/2 mió. kr.
ella meira um árið ikki
hava tørv á peningaligum
lætta (skattalætta) frá tí
almenna. Sum er hava
persónar, ið hava inntøku,
ið er 500.000 kr. um árið,
252.680 kr. um árið ella
21.056 kr. um mánaðin til
avlops eftir at skattur er
goldin. Og røkkur henda
upphædd ivaleyst til lívsins
uppihald umframt til marg-
lætisnýtslu v.m.
Meðan fólk, ið vinna
150.000 kr. um árið einans
hava 102.180 kr. um árið
ella 8.515 kr. um mánaðin
til avlops eftir at skattur er
goldin og røkkur slík upp-
hædd neyvan til lívsins
uppihald – t.v.s. vanligt/
neyðugt forbrúk.
Vert er at nevna, at Her-
man Oskarsson, búskapar-
frøðingur og stjóri á Hag-
stovu Føroya, tveir dagar
eftir at uppskot lands-
stýrisins varð lagt fyri løg-
tingið, nevndi í fjølmiðl-
unum, at skattalætti lands-
stýrisins var eitt »væl-
ferðarherðaklapp til størri
forbrúk«. Hann nevndi
onki um, hvør bólkur í
samfelagnum skal hava
hetta vælferðarherðaklapp
til størri forbrúk.
Vónandi og væntandi
verður skattastigin broyttur,
soleiðis at tað veruliga
verða tey lágløntu, sum í
alstóran mun hava brúk fyri
meiri peningi at lívbjarga
sær við (til mat, klæðir,
olju, el og bústað), vera tey,
ið fáa lovaðan og hart
tiltrongdan skattalætta og
harvið eitt »vælferðar-
herðaklapp
til
vanligt/
neyðugt forbrúk«.
Skattalættin – eitt vælferðar-
herðaklapp til tey háløntu
Ja, so fór ein góður vinur, Jóhann-
es, frá okkum. Eg kom at kenna
Jóhannes fyri mongum árum síðan,
tað var tá ið eg kom í nevndina hjá
Føroya Arbeiðarafelag.
Gunnar Petersen av Tvøroyri var
formaður tá, og Jóhannes var
skrivari.
Tað sum eg legði til merkis alt
fyri eitt, var at báðir arbeiddu
stillisliga og sera væl saman.
Tá ið Gunnar doyði, gjørdist Jó-
hannes formaður í Føroya Arbeið-
arafelag. Jóhannes var ein stillur
maður, hann var góður í ráðum og
ein gløggur maður.
Ein legði til merkis at tá ið sam-
ráðingar vóru, og Jóhannes tók
orðið, tá bleiv væl lurtað eftir hon-
um, tí hann dugdi væl at bera síni
sjónramið fram og vóru tey altíð
dokumenteraði.
Tað kom nær um altíð eitt gott
úrslit burtur úr samráðinginum.
Jóhannes var ógvuliga harmur
um tá Havnin og Klaksvík fóru
burtur úr felagnum. Eg veit, at tað
hevði glett hann um øll feløgini
fóru at arbeiða saman aftur nú.
Jóhannes var ikki einans hegn-
igur maður at føra samráðingar til
góð úrslit. Hann dugdi eisini væl at
yrkja, skriva og at mála.
Tey sum komu at kenna Jóhann-
es, komu øll at halda av honum.
Hann var ein góður vinur, og var
altíð við tí góða orðinum.
Jóhannes hevði sína fastu trúgv á
sín Frelsara Jesus Kristus. Hann
kundi tí syngja:
Jerúsalem, Guds halga stað!
Tann dýrd, ið bíðar teim
ið syngja skulu hjartans glað
tann dag tey koma heim!
Á gøtuni – sum skyggið glar,
eg síggi, Jesus, teg,
ei sorg og neyð meg níva har,
nei, dýrdin fyllir meg.
Góða Estrid, børn-, abba- og lang-
abbabørn, eg veit at saknurin er
stórur, nú Jóhannes er farin. Men
tit koma saman aftur á tí stóra upp-
reistnaðardegnum, og tað verður
ein stór gleði tá.
Har verður frøi, ja, har verður frøi,
tí at tey frelstu øll náddu í havn!
Har verður frøi, ja, har verður
frøi!
Skarin skal lovprísa frelsarans
navn!
Æra verður minnið um mín góða
vin, Jóhannes
Símun P. Poulsen
Týsnáttina 25.03.2003 andaðist
Vilgerð 63 ára gomul aftan á
langa og stranga sjúku.
Vilgerð var dóttir teirra Dán-
ial Jacob Hansen úr Frammi-
stovu á Norðoyri og Astrid av
Selatræð.
Vilgerð var væl kálvfødd
bæði til likams og sálar. Hon
gekk í framhaldsskúla í Klaks-
vík, sum tá á døgum ikki var so
mongum ungfólki í sóknini
beskorið. Seinri fór hon niður á
Bispebjerg Hospital at útbúgva
seg til sjúkrasystur, og man tað
fyri hana og okkum øll hava
verið eitt heppið yrkisval, tá
hugsað verður um, hvussu mik-
ið hon hevur lagt eftir seg á tí
økinum, sjálv fakliga framúr
væl fyri, eins og hon í sínum
yrki hevur skorðað væl undir at
menna føroyska sjúkrarøkt.
Hon giftist yvir til India og
fekk í 1972 við fyrra manni sín-
um Sohrab Modi einkardóttrina
Manijeh. Um hetta forvitnisliga
lívsskeið hennara, fjart av landi
skotin, hevur staðið grein í før-
oyskum myndablaði.
Seinri fóru so Modi og Vil-
gerð sundur, og Vilgerð flutti
saman við dóttrini heimaftur á
klettarnar, har Vilgerð fekk
arbeiði á psykiatrisku deild, og
tá deild V varð fingin okkum
aftur frá Andveikraverndini og
endurreist sum m.a. ellispsyki-
atrisk deild, gjørdist Vilgerð
leiðandi sjúkrasystir har.
Vilgerð hevur altíð havt ser-
ligan áhuga og kunnleika í slík-
ari sjúkrarøkt og meg minnist
aftur á, hvussu væl, eldhugað og
nærløgd hon fyrireikaði síni
starvsfólk til hesa serligu røktar-
uppgávu.
Tá so nakað seinri yvirsjúkra-
systirin yvir allari psykiatriskari
deild fór frá fyri aldur, varð Vil-
gerð við sínum serliga fakliga
førleika sjálvsøgd at taka eftir í
hesum ábyrgdarstarvi og harvið
verða partur av sjálvari depils-
leiðsluni.
Samstundis helt hon áfram
við at nema sær ískoytisútbúgv-
ingar m.a. innan roknskap,
leiðslu og fyrisiting. Hetta var
ein trupul tíð at standa á brúnni.
Tað var samfelagskreppa við
herviligum niðurskurðum á
sjúkrahúsøkinum. Samstundis
vóru stórar rembingar á sjúkra-
húsbygnaðinum, sum skiftandi
fremmand
konsulentfirma
gjørdu sær dælt av við líka so
skiftandi loysnum, og ein var so
at leggja yvirsjúkrasystrastarvið
(og harvið Vilgerð) niður fyri
stutt eftir at kúvenda og endur-
stovna embætið. Men Vilgerð
fór so av sjúkrahúsinum med
alla og starvaðist eitt skifti sum
heimasjúkrasystir, inntil hon,
framvegis eldhugað fyri ellis-
sjúkrarøkt, skuldi fara á Lágar-
garð at arbeiða, men um tað
mundið fekk hon sjúku, sum
skjótt skuldi vísa seg at vera
óbøtandi, og nú bleiv tað til, at
hennara langa og stranga ferð at
deyðanum umsíðir fekk ein
enda.
Vilgerð var ikki bangin fyri at
hyggja deyðan í eyguni, og
djørv, sum hon var, viðvirkaði
hon fyri eini tíð síðani í for-
vitnisligari og hjartanemandi
blaðgrein um sína støðu.
Sjálvur fekk eg tann framí-
hjárætt í mong ár bæði at sam-
starva við Vilgerð umframt at
hava eitt ósvikaligt vinarlag við
hana.
Ikki so at sjógvar ikki brutu
millum tvey so bersøgin fólk
sum okkum bæði, tó eg ikki
minnist sólina seta undan nakr-
ari vreiði okkara millum.
Til tess var Vilgerð alt ov
skemtingarsamur, sjálvironiskur
og í grundini flógvur persónur.
Og hóast onkuntíð strævið
kann tað vera ruddiligast at fáa
greið boð í eini tíð, har tað ann-
ars tykist vera gott latín sum
mest bara at behaga fyri ikki at
siga at vera hálur.
Har hon ferðaðist, kveikti hon
lív og kjak í, setti fram spískar,
viðkomandi fakligar spurningar
og var sostatt ein góður sparr-
ingspartnari, fakkøn sum fáur.
Og galt tað um at stuðla eini
góðari søk, so lá hennara partur
ikki eftur, og man Vilgerð sum
íbirtari, kveikjari og tilelvari
eiga ein stóran part av heiðr-
inum fyri tí stóru menning, sum
føroysk sálarsjúkrarøkt hevur
verið fyri serliga hesi seinru
árini millum yngri og eldhugað
starvsfólk.
Vilgerð hevði stóran áhuga
fyri samfelagsspurningum, bæði
í politikki og í fakfelagshøpi,
har hon gjørdi seg beinleiðis
galdandi. Hon var ógvuliga
stættartilvitað og Gud náði tann,
sum ikki sýndi sjúkrasystra-
yrkinum og tí stætti nóg frægan
ans. Tá kundi hon av álvara reisa
uggafjaðrarnar, gerast hvøss, og
tað var ikki gamansleikur at
vera fyri.
Persónliga eri eg fegin um at
hava kent Vilgerð sum klaks-
víking, arbeiðsfelaga og ósvika-
ligan persónligan vin, og eg
fekk ongantíð høvi til at ivast í
hennara grundleggjandi góðsku
og samhaldsfesti.
Fyri nøkrum árum síðani
giftist Vilgerð uppaftur við
Andriasi Sjóvará av Strondum,
og fingu tey eitt gott og har-
moniskt, tó tíanverri alt ov stutt
lív saman við børnum í báðum
giftum.
Vilgerð var ógvuliga góð við
Andrias og hansara og ikki
minst sína egnu einkardóttur.
Við deyða Vilgerð er ein
megnarkvinna farin, men fyri
deyðanum má sjálvt hin sterki
eisini lúta.
Hon verður sárliga saknað, og
okkara tankar leita til tykkum
øll og okkum mongu, sum stóðu
henni so nær.
Hvíl í friði, góða Vilgerð.
EyJo
Vilgerð Astridardóttir,
fyrrverandi yvirsjúkrasystir á psykiatrisku deild,
farin
Nøkur minningarorð um
Jóhannes Olsen
Daniel Jacobsen
Tygun tosað nógv um, at
nakrir partrolarar, sum
komu í tann føroyska flotan
nýliga, øktu um veiði-
trýstið. Eg havi ikki hoyrt
teg tosað ella sæð teg skriv-
að um, at ein útróðrarbátur
í Skopun knappliga fekk
egningarmaskinu umborð
fyri nøkrum árum síðani,
men tað økti vælsagtans
eisini um veiðitrýstið, enn-
tá inni á økjum, sum smá-
bátarnir royna á.
Viðmerking til Rúna
Hentze, løgtingsmann
VIÐMERKINGAR
Um hálvgum níggju tíðina
mikumorgunin
var
ein
maður funnin druknaður
beint við saltsiloina á Vest-
aru Vág í Havn. Frá politi-
støðini í Havn verður
upplýst, at talan er um ein
51 ára gamlan mann.
Politiið sigur annars, at
maðurin hevur helst verið
deyður í nakrar tímar
áðrenn hann er funnin. Nú
verður líksýn, og tá verður
orsøkin
til
vanlukkuna
funnin.
-ib
Maður druknaður
C
M
Y
K
11
10