hósdagur 27. mars 2003síða 7
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 60 - 27. mars 2003
Nr. 60 - 27. mars 2003
13
- Tað er eingin eks-
pertur, ið megnar at
fyribyrgja einum
sjálvmoði. Vit standa
øll, lærd sum ólærd,
vanliga púra ófyri-
reikað og ráðaleys, tá
ið slíkt hendir. Al-
oftast er tað ein sera
desperat og ógvuslig
atferð hjá einum
medmenniskja at taka
sítt egna lív. Ekspert-
ur ella ikki - har
røkkur eingin
ekspertisa, sigur
Eyðun Joensen, sálar-
frøðingur
LAGNUR
Vilmund Jacobsen
Næstsíðsta sunnudag helt
Eyðun Joensen, sálarfrøð-
ingur, fyrilstur úti í Nólsoy.
Fyrilesturin kallaði hann
"Sálarligir skelkir, kreppur
og sorg". Tað var bygdar-
ráðsformaðurin,
Jógvan
Thomsen, sum heitti á
Eyðun um at halda henda
fyrilestur. Eini 60-70 fólk
nýttu høvið at lýða á, og
fundurin vardi hálvan triðja
tíma við einum kaffisteðgi.
Úti í Nólsoy helt Eyðun
ein generellan og áhuga-
verdan fyrilestur, har hann
ikki tosaði um ítøkiligar
hendingar.
- Hann, tey og tit skulu,
sum hava verið fyri slíkum,
skulu hava frið, men tað
verður so altíð eitt mentalt
upptak eftir skelkir og
syrgiligar hendingar. Vitan
og kunnleiki um tað at
beina fyri sær sjálvum, og
hvussu vit øll frægast taka
hond um hvønn annan
aftaná, kann í sjálvum sær
sissa skelkin og linna eitt
sindur um sorgina, segði
Eyðun.
Eingin er ekspertur
Tá ið bygdaráðsformaðurin
ringdi til hansara, vóru
ørindini at fáa ein "ekspert"
á økinum út at tosa um hesi
viðurskifti.
- Men haldið mær til
góða, tí í slíkum leikum er
eingin ekspertur. Vit standa
øll, lærd sum ólærd, vanliga
púra ófyrireikað og ráða-
leys, tá ið slíkt hendir. Al-
oftast er tað ein sera despe-
rat og ógvuslig atferð hjá
einum medmenniskja at
taka sítt egna lív. Ekspertur
ella ikki - har røkkur eingin
ekspertisa, segði sálarfrøð-
ingurin.
Eyðun vildi í fyrsta lagi
ugga og siga, at hóast hann
alt sítt lívsstarv hevði starv-
ast millum ekspertar og
sjálvur starvsliga er ellis-
forseti á psykiatrisku deild
á Landssjúkrahúsinum, so
hava hann og aðrir eks-
pertar heldur ikki megnað
at fyribyrgt slíkum ólukku-
ligum hendingum.
- Og soleiðis er tað, hóast
umstøðurnar innanveggja á
sjúkrahúsi skuldu verið
rættiliga væl vardar, tí her
ýðir av sokallaðum ekspert-
um á økinum, legði hann
aftrat.
Leystliga mett, segði
hann, so missir psykiatriska
deild kanska 1 fólk um
árið, umframt øll tey, sum
deildin hevur roynt at
hjálpt, men sum kortini
millum ár og dag velja lívið
frá, sum hann tók til.
- Og so eru tað jú øll tey,
sum royna - og tey eru í
roynd og veru mong - bæði
eina, tvær og tríggjar ferðir,
og sannlíkt eydnast tað
teimum umsíðir. Er tað
truplt hjá okkum á deildini
soleiðis at lesa medmenn-
iskju av og hjálpa - hvussu
nógv truplari kann tað so
ikki vera hjá vanligum
borgarum og medmenn-
iskjum at lesa tað sjálv-
morðshótta menniskja av
og royna at hjálpa?
Eingin hending
sterkari
Eyðun segði, at ein sálarlig
kreppa merkir uppliving av
einum knappligum og ofta
uttanfyri komandi óvænt-
aðum hóttafalli, einum tapi
ella hóttari tilveru, sum tú
ikki veit tær ráð fyri ella er
mentur at loysa, greiða ella
handfara. Hetta viðførir
ofta styttri ella longri ráða-
loysi, angist, tysjandi fløkt-
ar kenslur og atgerðarloysi.
- Kreppan ger, at menn-
iskjan noyðist at umorgani-
sera seg fyri at koma víðari
og vónandi búnast og
mennast av tí avbjóðingini,
sum ein og hvør kreppa er.
Vit síggja sostatt, at kreppa
er nær tengd at upplivaðum
kenslum, villareiði, bang-
ilsi og sorg. Kreppuupp-
living við nógvum fløktum
kenslum er ein púra nátúr-
ligur máti at fyrihalda seg
uppá yvirfyri einari ónatúr-
ligari og óvæntaðari sterk-
ari hending.
Eyðun reisti spurningin,
um nøkur hending í lívin-
um kann vera sterkari og
meira ónatúrlig, enn tá ið
eitt menniskja velir at velja
lívið frá og forgera sær.
Við tey, sum á ein ella
annan hátt standa slíkum
hendingum nær og bera
svára sorg, segði sálarfrøð-
ingurin, at sorgin nú eina-
ferð er kærleikans prísur.
Tískil er sorgin í roynd og
veru bert ein váttan um, at
tú hevur elskað ella í øllum
førum virðismett tað ella
tann, sum mistur er - tann,
sum er farin. Hetta er gald-
andi, bæði tá ið fólk
doyggja fyri egnari hond,
av sjúku ella vanlukku.
- Sorgin er ein lívsváttan
um evnini at vera góður við
eitt menniskja, segði hann.
Hvat er sjálvmorð?
Eyðun Joensen legði síðan
dent á sjávmorð og sjálv -
morðsatferð sum skelkandi
og
kreppuelvandi
fyri-
brigdi, og í hesum sam-
bandi reisti hann fyrst
spurningin, hvat sjálvmorð
er.
- Hetta fevnir um alt, líka
frá sjálvmorðstankum yvir
sjálvmorðshóttanir
og
sjálvmorðsroyndir
til
endaliga fullgjørt sjálv-
morð. Hetta er ein sjálv-
destuktiv atferð, har tú í
ringasta føri aktivt, við vilja
og ofta knappliga tekur tað
álvarsama stigið at forgera
tær.
Hann helt fyri, at hetta
kanska ljóðar einfalt.
- Hvat við teimum fólk-
um, sum systematiskt oyði-
leggja sær heilsuna, við eitt
nú at drekka ella roykja seg
"stille og roligt" í hel - ella
eta heming á seg, hóast
sukursjúku ella svølta seg í
ólukkumát. Í roynd og veru
doyggja fleiri á henda hátt.
Hvat halda vit um ungfólk,
sum regluliga melta seg við
hvøssum ella á annan hátt
meiða seg - og soleiðis
kundu vit hildið fram.
Sálarfrøðingur segði, at
tá ið ræður um sjálvmorð,
er talan eisini um eitt heilt
stórt "myrkatal", sum hann
tók til, tí fleiri tilburðir,
sum ganga undir heitinum,
vanlukkur, eru í veruleik-
anum
sjálvmorð,
men
verða skrásettir sum van-
lukkur.
Ymiskar umstøður
Hann reisti spurningin, um
til ber at skilja ímillum
ymisk sløg av sjálvmorð-
um, ið hann nevndi sum a,
b og c.
a) Væl skiljandi sjálv-
morð, sum ein møgulig,
tó desperat loysn uppá
óyvirkomiligar trupul-
leikar, eitt nú ringa
sjúku
ella
sosiala
skandalisering.
- Eitt dømi um hetta
slagið av sjálvmorðum
er, sum vit kanska
síggja tað í filmum, tá
ið stjórin tekur skamm-
byrsuna úr skriviborðs-
skuffuni, beint áðrenn
grannskoðarin kemur at
avdúka umfatandi fíggj-
arundandrátt - ella í
mafiafilmum, har per-
sónurin velir at beina
fyri sær sjálvum, heldur
enn at vera tikin fangi
og útsettur fyri svárar
pínslur ella -
b) púra óvæntað sjálv-
morð, sum vit standa
púra býtt yvirfyri.
c) Síðan er tað sjálvmorð í
samband
við
svára
sinnissjúku, har persón-
urin vegna sjúkuna ikki
er rættsiktaður - ella í
vónleysari misnýtslu-
støðu, har persónurin
velir at taka lívið av sær.
Eyðun
viðgjørdi
eisini
spurningin,
hvussu
vit
kunnu lesa av og hjálpa
einum, sum gongur við
sjálvmorðstankum, og hava
vit sum medmenniskju í
veruleikanum skyldu til at
leggja uppí ella fyribyrgja
slíkum hendingum? Ráða
vit ikki yvir okkara egna
lívi - eisini, tá ið vit velja at
taka tað?
- Yvirhøvur eiga vit at
gáa um okkara medmenn-
iskju og grannan og møgu-
liga beina hann inn á aðrar
gongdar leiðir, sum hann í
síni trongstøðu og møgu-
liga eisini beinleiðis í ørviti
bara ikki fær eyga á. Vit
kunnu royna at fáa fram í
hugaheiminum hjá tí sjálv-
morðshótta aðrar loysnir -
at fáa viðkomandi at hugsa
um aðrar útvegir enn bara
tað at beina fyri sær.
Øll hava borgara-
skyldu
Sálarfrøðingurin vísti á, at
tá ið talan er um sjálv-
morðshóttan, sum liður í
sjúkligum tunglyndi, hava
vit øll sum avvarðandi,
grannar ella medborgarar
beinleiðis skyldu at gera
okkara til, at tann sjálv-
morðshótti við sálarsjúku
kann koma undir lækna-
hond.
- Her er galdandi sinnis-
sjúkralóg
viðvíkjandi
tvingsilsinnlegging
púra
greið. Skilt verður ímillum
vandaindikatión og við-
gerðarindikatión. Hin fyrra
merkir, at persónurin seinni
av fakkunnleikanum kann
vera mettur at vera álvar-
samur vandi fyri lívinum
hjá sær sjálvum ella øðrum.
Hin seinna merkir, at
sjúklingurin er í vanda fyri
at versna munandi, um við-
komandi ikki fær viðgerð.
Eyðun segði, at í báðum
førum krevst í minsta lagi,
at persónurin, umframt at
vera vandamikil, er sinnis-
sjúkur og eitt nú hevur
svakligar ranghugsanir, eitt
nú um at vera lítisverdur, til
bága fyri onnur ella eisini
ranghugsanir um at vera
forfylgdur á óveruligan
hátt.
- Gerst tú vitni til ein
slíkan persón og eina slíka
støðu, sum granni, arbeiðs-
felagi ella í aðrar mátar
næsti avvarðandi, hevur tú
beinleiðis borgaraskyldu til
at boðsenda kommunu-
lækna, sum kann meta um
persónin og tilburðin. Metir
læknin, at talan veruliga er
um sinnissjúkan persón,
sum harumframt er til
vanda fyri seg sjálvan ella
onnur, eigur kommunu-
læknin við hjálp frá fúta og/
ella løgreglu at syrgja fyri,
at persónurin skjótast gjør-
ligt kemur á eina afturlatna
sinnissjukradeild. Her kem-
ur so fakliga ekspertisan at
eygleiða
og
meta
um
sjúklingin og seta møguliga
neyðuga sálarviðgerð í
gongd.
Sálarfrøðingurin segði, at
ein serliga álvarsamur og
dapur "variantur" av sjálv-
morði kann vera tað, ið rópt
verður "víðkað sjálvmorð".
- Í slíkum føri kann tað
koma fyri, at ein persónur
tekur onnur og javnan púra
sakleys við sær í deyðan.
Fleiri dømi eru um fleiri
slíkar
og
sera
svárar
sorgarleikir í útlondum. Vit
hoyra um fráskyld foreldur,
sum av berum tunglyndi og
møguliga av hevndarhuga
fyrst taka lívið av sakleys-
um børnum - og at enda av
sær
sjálvum.
Uppaftur
"makabrari"
kann
tað
gerast, tá ið illgerðarfólkið
sjálvt yvirlivir eina sjálv-
morðsroynd ella í síðstu
løtu angrar hana - ofta eftir
at hava skatt og beint fyri
øðrum sakleysum fólki.
Eingin skaðastova ella
serdeild
Eyðun vísti á, at í størri
samfeløgum enn okkara
við munandi størri tilfeingi,
hava tey sonevndar psyki-
atriskar skaðastovur við
tilknýti til sinnissjúkrahús,
har fólk - og eisini sjálv-
morðshótt - kunnu leita sær
innar og søkja sær hjálp
beinleiðis frá gøtuni. Talan
kann eisini vera um heilar
deildir, sum hava spesiali-
serað seg í at fyribyrgja og
viðgera sjálvmorðshótt og
sjálvmorðsroyndir.
- Eisini hava tey í okkara
grannalondum sonevndar
"telefonlinjur", har til ber at
ringja í eini hvørjari svárari
neyðstøðu og søkja sær ráð
og vegleiðing - eisini, tá ið
talan er um fólk, sum ætla
sær at velja lívið frá við
sjálvmorði.
Eyðun segði, at prestar í
fólkakirkjuni á pappírinum,
sum hann tók til, hava
"vakt" alt samdøgnið.
- Eg ivist onga løtu í, at
prestar á hesum økinum
gera eitt stórt arbeiði, sum
ongantíð kemur fram, tí teir
hava tagnarskyldu og sjálv-
sagt ikki almannakunngera
síni viðtaluhagtøl.
Sálarfrøðingurin segði, at
í Føroyum hava vit onga
opna psykiatriska skaða-
stovu og sum so heldur ikki
nakra serdeild við serligum
tilboði til sjálvmorðshótt.
Hinvegin ber altíð til hjá
fólki at venda sær til vakt-
havandi kommunulæknan,
sum annaðhvørt sjálvur
kann hjálpa ella beina sjúk-
lingin víðari til eitt nú
akutta innlegging.
- Er støðan ikki akutt,
men tolir at bíða eitt sindur,
kunnu
sjálvmorðshóttir
sjúklingar gjøgnum komm-
unulækna verða vístir víð-
ari til privatpraktiserandi
sálarfrøðing, har sjúkling-
urin rindar meginpartin av
gjaldinum - ella til ser-
lækna í sálarsjúkum, har
sjúkrakassin vanliga rindar
allan kostnaðin.
At dugna og fjálga
Eyðun nam eisini við
spurningin, hvussu til ber at
dugna ella fjálga um hjá
fólki,
sum
onkusvegna
koma at standa eini sjálv-
morðshending nær. Hetta
kunnu vera grannar ella
fólk, sum av tilvild eru
komin fram á tann, sum
deyður er fyri egnari hond -
ella hava verið við til at
tikið líkið upp.
- Hesi kunnu væl skilj-
andi vera sálarliga skelkað
av teirri sterku uppliving,
sum tað nú einaferð vanliga
er, tá ið eitt menniskja velir
at beina fyri sær sjálvum.
Hetta er ein annar partur av
tí sálarligu kreppuviðgerð-
ini, sum er sera umráðandi,
men sum stundir ikki eru at
koma nærri inn á. Tó er
hetta eitt nóg stórt og fjøl-
táttað evnið til eina fram-
løgu fyri seg, segði Eyðun
Joensen, sálarfrøðingur.
Sorg er í roynd og veru kærleikans prísur
Eyðun Joensen, sálarfrøðingur: - Vit eiga at gáa um okkara medmenniskju og grannan og
møguliga beina hann inn á aðrar gongdar leiðir, sum hann í síni trongstøðu ikki fær eyga á
Vit hava onga skaðastovu ella serdeild til sálarsjúk í Føroyum
Hvussu kunnu vit lesa av og hjálpa einum, sum
gongur við sjálvmorðstankum, og hava vit sum
medmenniskju í veruleikanum skyldu til at leggja
uppí ella fyribyrgja slíkum hendingum?
C
M
Y
K
13
12