Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-03-27, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 27. mars 2003síða 8

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 60 - 27. mars 2003 15 Tað átti at borið til at gjørt eina brúkara- skipan, sum var lagað til føroysk viður- skiftið, sigur danski Brúkaraumboðsmaðu rin Hagen Jørgensen BRÚKARAMÁL Rigmor Dam Henda bláa, seinni gráa, týsdagin í mars hevur hann gingið um Reynið til Kirkjubøar. Nú situr hann í djúpa lenistólinum á Hafnia og eymkar seg eitt nakað. Nei, beinini eru ikki tey somu longur, og her eru væl fleiri brekkur í Føroy- um enn úti á Amager, har hann dagliga starvast. Hagen Jørgensen, danski Brúkarumboðsmaðurin, er 66 ára gamal og er sostatt skjótt komin til vegamótið, har hann fer frá vegna aldur. Men tað tykist ikki at nerva hann, tí hann hevur ovmikið at tríva í, sigur hann við ikki sørt av stolt- leika í røddini. Jú, har heima í Keypmannahavn bíða børnini, bert 10 og 12 ára gomul eru tey. Umframt tey hevur hann tvey vaksin børn, sum eru 33 og 38 ár, og so tvey abbabørn. Vit hava sett Hagen Jør- gensen stevnu í dag, í sam- bandi við, at hann er boðin til Føroya at halda fyrilest- ur um brúkaramál. Tað er Brúkarasamtakið, sum er vertur, og í morgin fer hann avstað aftur. Vit fara at práta við hann um støðuna á brúkaraøkinum í Føroy- um, og um hvussu hann heldur, at økið kundi verið skipað. Vit hoyra stundum í útvarpinum at svenski, norski ella danski Brúkara- umboðsmaðurin hevur tal- að at, ella gjørt ein úrskurð í einhvørjum brúkaramáli. Og hóast niðurstøðurinar frá Brúkaraumboðsmann- inum ikki eru bindandi, eru ummæli hansara umgird av somu æru og tign, sum vit kenna tað frá okkara egna Løgtingsins Umboðs- manni. Neyðugt at standa saman Meðan øll hini Norður- londini hava brúkarastovn- ar, sum kunnu vegleiða, upplýsa og loysa trætumál millum fyritøkur og brúkar- ar, hava vit í Føroyum ongan almennan brúkara- politikk, ongan brúkara- stovn, tíansheldur brúkara- lóggávu. Men hví er neyðugt við skipaðum viðurskiftum á brúkaraøkinum, spyrja vit Hagen Jørgensen? Jú, sigur hann, vanligi borgarin, sum keypir eina vøru og ikki er nøgdur við tænastuna, hev- ur hvørgan ráð ella orku til at fara ígjøgnum eitt tógvið rættarmál, um talan einans er um ein vanligan brúks- lut. Fólk aftra seg við at fara víðari við einari kæru, um fyritøkan ikki livir upp til góðan handilssið. Tí er neyðugt at hava ein stovn, sum kan samráðast fyri brúkaran, hansara vegna, og vónandi koma til eina semju við fyritøkuna. So- leiðis umboðar stovnurin allar brúkarar og hevur eisini orku til at fara víðari við málinum, um tað skuldi verðið neyðugt. Ein vanlig- ur brúkarastovnur hevur ikki heimild at fella nakran dóm, men kann sum sagt fara víðari í rættin, um handilsmaðurin ikki gong- ur við til eina semju, greiðir Hagen Jørgensen frá, og leggur afturat: - Tí eitt er eyðsæð, at í einum trætumáli millum keypara og seljara, er tað keyparin sum er tann veik- ari parturin. Almenn ella privat brúkaravernd Her í Føroyum stendur kjakið nógv um, hvør skal fíggja ein brúkarastovn. Nakrir politiskir flokkar halda ikki, at hetta er eitt økið, sum tað almenna skal taka sær av, men at tað eigur at verða lagt út til vinnuna og privat brúkara- feløg at skipa í felag. Aðrir flokkar halda hinvegin at tað almenna eigur at reka ein tílíkan stovn. Men hvat heldur Hagen Jørgensen? - Tað skal vera ein óheft- ur almennur stovnur, sum hevur evsta myndugleikan. Soleiðis sleppa vit undan at tað vera áhugamálini hjá sterkara partinum, nevni- liga vinnuni, sum seta dagskránna og velja hvat og hvør skal ráða á brúkara- økinum. Harvið ikki sagt, at vit ikki eisini kunnu hava privatar kærunevndir, settar av ymsum vinnugreinum. Men aftur, tað eigur at vera ein almennur myndugleiki, sum góðkennir arbeiði hjá privatum kærunevndum. Hetta kundi til dømis verið ein Brúkaraumboðsmaður. Og hvussu heldur Hagen Jørgensen, at vit kundu handfarið hetta økið í Før- oyum? Til hetta sigur hann, at tað er ein politiskur spurningur, og fyri at brúk- araøkið kann røkjast nøktandi, er neyðugt at greiða fæst á, hvønn tørv vit hava, soleiðis at skipan- in kann verða lagað til hendan. Hann sigur, at tað átti at verið gjørligt at sett eina nevnd í almennu um- sitingini at funnið eina loysn, soleiðis at skipanin verður lagað til føroysk viðurskiftið. - Og henda loysn skuldi sjálvsagt ikki ligið innan- fyri kappingarøkið, tí ein sannroynd er tað, at kapp- inga- og brúkaravernd ikki ganga saman. Um føroyska Kappingaráðið ikki er nógv øðrvísi enn kappingar- myndugleikarnar í øðrum londum, so fara hesir ikki at raðfesta brúkaravernd høgt, sigur Hagen Jørgen- sen og leggur afturat, at hetta er ein spurningur um politiska raðfesting, tí: - Um tit meta, at brúkarin hevur tørv á at fáa størri rættartrygd, so átti tað ikki at verið so torført at funnið einar tvær milliónir til økið. Men tað krevur sum sagt vilja og raðfesting. Men hví sigur danski Brúkaraumboðsmaðurin, at kappingarráð og brúkara- vernd ikki kunnu ganga saman? Jú, sigur Hagen Jørgen- sen, munurin á einum kappingarráði og brúkara- ráði er, at kappingarráðið fyrst og fremst skal tryggja, at ongar forðingar og avlag- ingar eru í fríu kappingini úti í vinnuni. Støðið verður tikið í virkis- og tjóðarbú- skapinum og eru tað bú- skaparfrøðingar, sum ar- beiða við hesum. Á brúk- araøkinum verður støðið harafturímóti tikið í løg- frøðini, soleiðis at vinna og brúkarar kenna og liva upp til tey krøv og rættindi, sum eru galdandi á økinum. Kortini eru tað fleiri lond, sum hava lagt hesar báðar eindir saman, hvussu ber so tað til, spyrja vit Hagen Jørgensen? Hann greiðir frá, at í fleiri londum eru kappingarráð og brúkara- økið løgd saman, eitt nú í Onglandi, USA, Fraklandi og Australia. - Men kortini megna tey ikki at samantvinna økini – at savna tey í eina eind. Tí talan er um tvey ymisk áhugamál, har búskapar- frøðingar starvast á kapp- ingarøkinum, og takað støðið í sterkara partinum, nevniliga vinnuni, meðan løgfrøðingar eru á brúkara- økinum, og umboða veik- ara partin, brúkaran. So hóast tey kunnu samstarva um skrivstovuhølini, fara tey ongantíð at samstarva um málini, sum verða tikin upp, sigur hann. Kæruráð og -stovnur neyðug Hvørji amboð eru so tey týdningarmestu í arbeiðin- um við brúkaravernd? - Fyrst og fremst eitt kæruráð. Tí, sum sagt fara brúkarar ikki ígjøgnum rættarskipanina við einari kæru, og tað veit vinnan. Í einum kæruráði skulu verða umboð fyri vinnuna og umboð fyri brúkaran, umframt ein formann, sum er óheftur. Í Danmark hava vit bæði privat og almenn kæruráð, men tað hevur stóran týdning, at ein óheft- ur almennur stovnur góð- kennir kæruráðið, soleiðis at nøkur minstukrøv verða lokin. Privatu kæruráðini verða rikin av felagsskap- um innan ymsar vinnu- greinar, og tað eru eisini hesar sum gjalda. Hetta heldur Hagen Jørgensen kann vera óheppið, tí tey, sum sita í umsitingini og í ráðunum, samstundis verða útvald og lønt av vinnuni, og sostatt kunnu hava tor- ført við at døma í andsøgn við áhugamálini hjá ar- beiðsgevaranum. So eitt óheft alment kæruráð, er tað, sum Hagen Jørgensen heldur, eigur at takast fram- um. Hitt amboðið, sum Hagen Jørgensen heldur vera neyðugt, er ein Brúk- araumboðsmaður ella líkn- andi stovnur, sum arbeiðir út frá lógini um marknaðar- føring. Hesin skal hava somikið víðar heimildir, at tað altíð er aðalreglan um góðan handilssið, sum eru avgerandi í trætum, tí tað er ógjørligt at lóggeva á øllum økjum. Umboðsmaðurin er ikki partur av rættarskipan- ini, men kann hótta við rættarmáli, og kann í evsta føri velja at fara í rættin við einum málið, um ákærdi ikki aktar boðum, greiðir Hagen Jørgensen frá og skoytir uppí, at næstan øll mál, sum koma fyri Brúk- araumboðsmannin, eru um góðan handilssið og um villeiðing. Ein føroysk skipan Samanumtikið sigur Hagen Jørgensen, at ein skipan á brúkaraøkinum í Føroyum kundi verið álík teimum, sum eru í Skandinavisku londunum. Og hóast hesar skipanir eru sera víttfevn- andi og kanska í so krevj- andi fyri eitt lítið kand sum okkara, so heldur danski Brúkaraumboðsmaðurin at tað átti at borið til at funnið eina loysn, sum varð lagað til føroysk viðurskifti, har aðalmálið var at hava eitt alment kæruráð og ein Brúkaraumboðsmann, sum kundi arbeiðtt út frá lógini um marknaðarføring. - So tað ræður bara um at dríva á heruppi, sigur hann at enda. Vit takka Hagen Jørgen- sen fyri prátið, ynskja góða ferð niður aftur, og stuna niðan eftir regnváta Áar- vegnum, inn á Kondittaríið at fáa ein, kanska seinasta, kaffimunn har. Hagen Jørgensen: Brúkarar mugu standa saman – Ein skipan á brúkaraøkinum í Føroyum kundi verið álík teimum, sum eru í Skandinavisku londunum. Og hóast hesar skipanir eru sera víttfevnandi og kanska í so krevjandi fyri eitt lítið kand sum okkara, so heldur danski Brúkaraumboðsmaðurin at tað átti at borið til at funnið eina loysn, sum varð lagað til føroysk viðurskifti, har aðalmálið var at hava eitt alment kæruráð og ein Brúkaraumboðsmann, sum kundi arbeiðtt út frá lógini um marknaðarføring, sigur Hagen Jørgensen, brúkaraumboðsmaður í Danmark Mynd: Jens Kristian Vang 15 14 Nr. 60 - 27. mars 2003 Nøkur dømi um kærur, sum fólk hava sent nevndarlimum í Brúkarasamtakin- um. Av tí at tað er ein sjálvboðin felags- skapur, hevur samtakið ongan møgu- leika at viðgera ella svara kærum. Des. 2002: maður, sunnanfyri Lakkeringin á spildurnýggjum bili støkkur av. Bilhandlarin avvísir, at hetta er fevnt av garantiváttanini, og vil bert gera umvælingina móti rokning. Des. 2002: kvinna, miðstaðarøki Tryggingarfelag hækkar ávíst tryggingargjald næstan 100%, men vil ikki koma við nærri grundgeving, tá hetta verður kravt frá brúkaranum. Des. 2002: maður, sunnanfyri Hevur keypt brúktan bát (til frítíð), men tá ið stórir trupulleikar eru við keypinum, finnur hann útav, at hann fær onki gjørt við málið, tí hann hevur ongi rættindi. Des. 2002: maður, norðanfyri Keypt samskiftistól, sum fær brek tá ið _ ár er farið. Latið inn til fyritøkuna, sum ikki vil umvæla tólið, ikki vil geva eitt nýtt tól í staðin, men einans bjóðar eitt annað brúkt og slitið tól í staðin. Des. 2002: maður, miðstaðarøkið Keypt næstan nýggjan, men dýran bil. Uppdagar beinanvegin, at riva er í blokkinum. Hann fer til bilhandlaran og krevur, at antin verður toppstykkið útskift, ella skal keypið ganga aftur - hann vil ikki góðtaka, at rivan verður sveisað aftur. Tá hann fær bilin aftur, hevur bilhandlarin kortini sveisað rivuna og noktar at gera meir við málið. Hetta vil brúkarin ikki góðtaka, men tað verður sum bilhandlarin sigur. Des. 2002: kona, sunnanfyri Hon hevur keypt kommfýr, sum kemur við frakt úr Havn. Men komfýrurin er skaddur undir flutninginum, skamfílaður og virkar ikki eftir ætlan. Handilsmaðurin sigur seg vilja umvæla komfýrin, og brúkarin fær til láns ein gamlan, kasseraðan komfýr, sum einans virkar lutvíst. Men tíðin gongur, brúkarin frættir onki aftur. Meir enn eitt ár gongur soleiðis. Tá brúkarin einaferð missir tolið og krevur, at handilin skal ganga aftur, ella fáa nýggjan komfýr, so noktar handilsmaðurin. Meir enn eitt ár gongur aftur - so einaferð eftir øgiligt stríð og togan kemur tann umvældi komfýrurin afturíaftur...Tá eru næstan 3 ár gingin. Des. 2002: maður, norðanfyri Hann og bróðurin hava keypt ein brúktan buss frá bilasølu. Beinanvegin gongur motorurin fyri. Bilasølan noktar at nøkur garanti er galdandi, og at hava nakrar skyldur mótvegis brúkaranum hesum viðvíkjandi. So verður. Des 2002: maður, miðstaðarøkið Hevur keypt tilfar í timburhandli. Frættir frá grannanum, at hesin hevur verið í sama handli í júst somu ørindum, men hesin hevur fingið 40% í avsláttri. Uttan at fakligar grundir eru fyri tí. Tá teir samanbera við søluprísin á somu vøru í timburhandli á bygd, svarar hann til 40%- avsláttarprísi. Tá ið brúkarin krevur at vita, hví grannin fær so stóran avsláttur, uttan at faklig grund er fyri tí, og hann ikki, noktar timburhandilin at grundgeva fyri hesum. Jan. 2003: maður, norðanfyri Stórhandil í Havn lýsir um alt landið við serstakliga bíligum tilboðum. Maðurin fer, fyrsta dagin tilboðið er galdandi, til Havnar. Tað vísir seg tó, at hesi tilboð bert finnast í 2-3 eintøkum, sum eru útseld tá brúkarin kemur. Handilin vil heldur ikki útvega fleiri eintøk av vøruni. Brúkarin heldur at handilin brúkar bara hesi bíligu tilboðini at lokka fólk til handilin við. Flokkarnir ósamdir um brúkaravernd BRÚKARAMÁL Rigmor Dam Meðan hini Norðurlondini hava brúkarastovnar, sum kunnu vegleiða, upplýsa og loysa trætumál millum fyritøkur og brúkarar, hava vit í Føroyum hvørki brúk- arapolitik, brúkarastovn ella brúkaralóggávu. So hvagar skalt tú venda tær, um tú hevur verið so óheppin, at keypa eina vøru ella tænastu, sum ikki lúkar tey krøv hon átti? Í hesum sambandi skip- aði Brúkarasamtakið mána- kvøldið fyri fyrilestri og kjaki í Norðurlandahús-in- um, har danski brúkaraum- boðsmaðurin Hagen Jør- gensen greiddi frá, hvussu danir hava skipað seg á brúkaraøkinum. Aftaná var kjak millum umboð fyri vinnuna, Brúkarasamtakið og politisku flokkarnar. Umboðini fyri flokkarnar vóru: Miðflokkurin, Álvur Kirke; Sambandsflokkurin, Kaj Leo Johannesen; Fólkaflokkurin Heðin Zakariassen; Sjálvstýris- flokkurin Kári P. Højgaard; Javnaðarflokkurin, Kristian Magnussen og Tjóðveldis- flokkurin Finnur Helmsdal. Jan Mortensen umboðaði Vinnuhúsið, Hans Pauli Strøm Brúkarasamtakið og fyri Landsstýrismannin í Vinnumálum, eisini Heðin Zakariassen. Samanumtikið kann sig- ast, at allir politisku flokk- arnir vóru samdir um at lóggavan á økinum eigur at verða dagførd og at lógin um marknaðarføring, sum vanliga er fremsta amboðið innan brúkaravernd, eigur at vera sett í verk. Men so rakk semjan ikki longur. Tí stóra trætumálið var, um tað er neyðugt við einum brúkarastovni í Føroyum, og um hvør skal reka og rinda ein slíkan. Í uppleggi sínum segði umboðið fyri Tjóðveldis- flokkin, Finnur Helmsdal, at hóast tað ikki er vanligt at handilsmenn svika, so kemur tað sjálvsagt fyri, eisini Føroyum. Tí er fyrst og fremst neyðugt at dag- føra lóggávuna, soleiðis at ein møguligur myndugleiki hevur røttu amboðini at arbeiða við. Neyðugt er við eini lóg marknaðarføring og einum myndugleika, sum skipar brúkaraupplýs- ing, segði Finnur Helmsdal, sum eisini harmaðist um, at eitt øki sum íbúðarmarkn- aðurin er tað reina anarki í Føroyum. Næstur á røðaralistanum var Kristian Magnussen, sum harmaðist almikið um, at eingin brúkaravernd er í Føroyum. Hann vísti á, at Javnaðarflokkurin í fjør legði uppskot fram í tingin- um um brúkarastovn og lóg um marknaðarføring. Krist- ian Magnussen greiddi frá, at flokkurin hevur lagt nógva orku og pening í uppskotið og harmaðist um, at tað ikki varð sam- tykt tá. Kaj Leo Johannesen úr Sambandsflokkinum var næstur á skránni. Hann staðfesti beinanvegin, at lóggávan átti at verið dag- førd, ikki minst eiga vit at fáa eina lóg um marknað- arføring. Samstundis gjørdi Kaj Leo Johannesen greitt, at Sambandsflokkurin undir ongun umstøðum vil stuðla einum almennum brúkarastovni, av tí at hetta er eitt øki, sum eigur at vera umsitið av pørtunum á marknaðinum, vinnuni og brúkarafeløgum. Hann segði, at fría kappingin á marknaðinum tryggjar brúkaran í nóg stóran mun. Fólkaflokkurin var næstur á pallinum, har Heðin Zakariassen eisini segði seg kunna taka undir við lógini um marknaðarføring. Men hann helt ikki, at tað er neyðugt við einum stovni, tí vit eru eitt so lítið sam- felag, sum ger, at ein hand- ilsmaður, sum ikki skikkar sær pent, beinanvegin verð- ur revsaður, tí tað kemur út til kundan. Heðin Zakari- assen segði, at tað skal vera upp til tað fría initiativið at skipa brúkaraviðurskiftini. Kári P. Højgaard úr Sjálvstýrisflokkinum, helt tað vera átaluvert, at tað almenna ikki stuðlar einum brúkaraumboðsmanni, men at hann ikki atkvøddi fyri uppskotinum frá Javnaðar- flokkinum í fjør, tí hann eigur at atkvøða saman við samgonguni. Ein handilsmaður sum snýtir, hann er ferdigir, segði Álvur Kirke, sum helt at neyðugt er við einum brúkarastovni í Føroyum, og at ein loysn kanska var, at leggja ein slíkan undir aðrar stovnar. Eini 50 fólk vóru savnaði til fundin í Norðurlanda- húsinum. »Ein handilsmaður, sum snýtir – hann er ferdigir« Nakrar kærur… Eini hálvthundrað fólk vóru til fundin í Norðurlandahúsinum mánakvøldið Mynd: Jens Kristian Vang Hans Pauli Strøm, nevndarlimur í Brúkarasamtakinum og Hagen Jørgensen, brúkaraumboðsmaður í Danmark Mynd: Jens Kristian Vang Ingun Simonsen er forkvinna í Brúkarasamtakinum Mynd: Jens Kristian Vang C M Y K 14