Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-03-27, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 27. mars 2003síða 9

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 60 - 27. mars 2003 LANDSPLANLEGGING Jan Müller Í dag fer SEV at taka upp spurningin um at seta upp fleiri stórar vindmyllur á Skorðhæddini í Eysturoynni, har einasta vindmyllan hjá SEV er frammanundan. Ein av teimum, sum heldur tað vera skeivt at seta fleiri vind- myllur upp júst á hesum stað er fyrrverandi nevndarlim- urin í FNU, Óli Mikkelsen. Sjálvur er hann fyri at menna vindorkuna í Før-oyum, men hann heldur vit eiga at vera varin og ikki seta vindmyllur upp, har vit í framtíðini møguliga skulu til at byggja flogvøll. - Vit hava tørv á at byggja ein nýggjan og alternativan flogvøll, tí flogvøllurin í Vágum er ikki nøktandi sum er og tað verður alt ov kostn- aðarmikið at útbyggja hann. Og her hava kanningar víst, at nettupp økið á Skorð- hæddini í Eysturoynni er kanska tað besta at byggja nýggjan flogvøll á. Skulu stórar vindmyllur setast upp har nú, so forða fyri samtíðís fyri, at økið í framtíðini kann brúkast til flogvøll sigur Óli Mikkelsen. Hann heitir inniliga á myndugleikarnar um hugsa um flogvallarmálið, nú tað verður tosað um at seta upp fleiri vindmyllur kring land- ið. Hann sigur, at bæðI tá tal- an er um at seta upp vind- myllur og at byggja ein nýggjan flogvøll í Føroyum, er tað ein avgerandi fyri- treytin, at vit hava ein javnan vind. Og kanningar, sum eru gjørdar, vísa at slík pláss er Skorðhæddin við Toftir og Søltuvík í Sandoynni, tvey pláss, sum hava verið peikað út, tá talan hevur verið um flogvøll og um vindmyllur. - Gott hevði verið, um flogvøllur og vindmyllur kundu verið á sama stað, men tað ber ikki til. Stórur tørvur verður óivað í fram- tíðini á góðum flogvølli og vindmyllum,, og pláss eigur at verða fyri báðum. Tveita vit vindmyllur út sum best ber til, koma vit at skíta okk- um inni – tað var stór skomm á torvheiðunum. Vit skulu hugsa okkum væl um sigur Óli Mikkelsen. Hann heldur at flogvallarmálið eigur at endurskoðast. Vindmátingar skulu gerast við atliti bæðI til framtíðar flogvøll og fram- tíðar vindmyllur. Setið ikki vindmyllur upp á Skorðhæddini Vit vistu øll at tíðin var komin, at omma skuldi fara heim til Harran; men sjálvt tá eru boðini tung at fáa. Alt sá annars ljóst út, tá hon kom heim úr Danmark fyrst í desembur, eftir drúgva viðgerð á Ríkissjúkrahúsinum. Nú skuldi ganga stutt tíð og so skuldi alt ganga sína dagligu gongd aftur við matgerð, vitjanum og sunnudagsskúla. Men soleiðis bleiv tíverri ikki. Omma kom ongantíð fyri seg aftur eftir drúgvu viðgerðina. Eftir at hon var komin heim, hevði hon verið seingjaliggjandi heima í 10 dagar, tá læknin sendið hana til Landssjúkrahúsið. Tey kønu á økinum, sóðu hvønn veg hetta bar, men ikki fyrr enn 1. jóladag gekk tað upp fyri okkum, hvussu ring støðan veruliga varð. Vit vildu øll heldur verið samlaði til tann siðvanda jóladøgurðan hjá abbasyst- ur í Leirvík 2. jóladag, men lagnan vildi annaðleiðis. Vit samlaðust ístaðin runt um hennara sjúkralegu á Landssjúkra- húsinum. 3. jóladagur verður altíð í okk- ara minnum ein sorgardagur, tí tá fór omma heim til Harran. At omma var ein áhugaverd og kend kvinna, kann staðfestast út frá tí stóra skara, ið fylgdi henni til sín síðsta hvíldarstað her á fold. Omma var eitt menniskja, ið fylti ein ógvuliga stóran part í okkara samveru. Hon dámdi ser- stakliga væl at vera við í samtalum og kanska hevur onkur av okkum ilskast inná tær heldur drúgvu søgur, ið hon greiddi frá. Men nú hevði ikki verið so galið, at fingið eina søgu afturat. Abbi hevur nokk følt seg nakað settan til síðis, tá okkurt av børnunum komu á vitjan. Tí tá tey fingu vitjan, varð ein "pleygaður", sum ein kongaligur. Eg, Jóhan, var sum smádrongur nógv á vøllinum í Klaksvík og sparkaði. Ein dagin, tá eg kom heim, var eingin inni. Eg var svangur og tann einasta loysnin eg kundi koma fram til, var, at ringja út á Skála og biðja ommu geva mær at eta. Hetta hevur omma mangan fortalt mær síðani, og hon segði seg minnast hvussu hjálparsleysa hon føldi seg tá. Eg, Bartal, og bróður, Borgar, vóru til arbeiðis á Skála Skipasmiðu og skuldu til døgurða á Strondum. Men tá komu boð, at vegurin var stongdur. Tá var bara eitt at gera og tað var at ringja til ommu og biðja um døgurða. Hon játtaði, sjálvt um abbi bara hevði gjørt døgurða til tey bæði. Abbi mátti noyðast við at hyggja at, meðan abbasynirnir leskaði seg við haruni, hann sjálvur hevði gjørt. Hetta vísur, sum áður nevnt, at abbi við hvørt var settur til síðis tá vit komu á vitjan. Omma var ein listakvinna í hond- arbeiði. Hon seymaði, vevaði, broderaði og bant. Og tað hevur verið til stóra fragd fyri okkum øll. Tá tær hvítu topphúgv- urnar gjørdist kendar á sinni, varð skjótt at allir ommusynirnir fingu hvør sína. Vit eldru av syskunabørnunum hava fingið hvør sítt teppi og pútu og tey sum høvdu áhuga fyri tí, fingu ymiskt til føroysk klæði. Tað sigst, at fá fólk duga at verða pen- sionistar, men omma og abbi hava dugað sera væl at liva lívið, eftir lokið arbeiðslív. Tey ferðaðust, vóru til legur og hugnakvøld saman við øðrum, tí tað er einki loynimál, at omma dámdi væl at verða millum fólk. Hesi seinastu 5 árini, hevur sjúka fylt nógv í lívinum hjá ommu og abba. Omma gekk regluliga til kanningar og viðgerðar í Føroyum, og seinri í Dan- mark eisini. Abbi fekk ein stóra skurð- viðgerð samstundis, so sigast kann, at tey hava havt úr at gera, við at stuðla hvørj- um øðrum gjøgnum svárar tíðir. Nú næstan tríggir mánaðir eru síðani omma fór heim, er enn líka stórur saknur á henni. Men vit vita, at hon sum ung genta tók ímóti Jesusi og tí samstundis vann sær eitt atgongumerkið til ta æviga lívið. Hetta gevur okkum, ið eftir sita, eina vón um, at vit aftur koma at síggjast einaferð. Abbi, í tíni sorg og sakni, má Guð stuðla og hjálp tær á lívsleið tínari. Vit vilja enda hesu fátøku orð, um eina ríka ommu við bíbliuversinum, sum er undirstrikað í hennara bíbliu: "Eg orki alt í honum, sum ger meg sterkan." Fil. 4,13. Ommusynirnir, Bartal Danielsen og Jóhan T. Lervig Minningarorð um ommu okkara Elinborg Sámalsdóttur Lervig f. 26.10.1930 - d. 27.12.2002 Skoda Superb – bjóðar av í luksusklassanum Ein av orsøkunum til at nýggi Skoda luksusbilurin hevur fingið Superb til eftirnavn, er at hann er uppkallaður eftir einum luksusbili við sama navnið frá 1934. Nýggi Superb skal kappast við luksus- bilarnar í sínum klassa BILAR Magnus Gunnarsson Skoda hava ikki altíð verið kendir fyri tað góða, tey flestu minnast niðurgerandi skemtisøgurnar um Skoda frá 80-unum. Men nú er av sonnum vent í holuni, nú eru Skoda farnir at bjóða av í luksusklassanum. Síð- an VW konsernin yvirtók Skoda, eru teir so nógv broyttir, at í veruleikanum er talan um VW bilar við sjálvstøðugum modellum og búmerkjum. Skoda Superb, ið verður gjørdur á eini nýggjari bilverksmiðju í hjá Skoda í Tjekkia, er bygdur yvir ein 10 cm longdan VW Passat platt- form. Suberb fæst í trimum útgávum hvat útgerð við- víkur, Classic, Comfort og Elegance. Bilurin er stórur og rúmligur við góðum beinplássi og stórum við- førisrúmi. Hann kann lever- ast við m.a. leðursetrum, Xenon-lyktum, automat- girum við Tiptronic og 17" alufelgum. Teir sum hava royndakoyrt Suberb, saman við øðrum bilum í sama klassa, eru komnir til ta niðurstøðu, at bilurin er tann rúmligasti í klassanum og koyrieginleikarnir eru á høgum støði. Eisini er hann sera væl útgjørdur sammet við prísin. Bensin og diesel Á trygdarøkinum er einki undantak, har er alt, sum man kann vænta av einum bili í hesum klassanum sum t.d. airbag framman, í síð- unum og gardinairbag. Standardútgerðin er eisini sera umfatandi sum t.d. koyritelda, kardanboks við innbygdari køliboks, varma í setrunum, lesilampur aft- an og framman, førarasetur við memory, ljós í hurða- handtøkunum innan og CatVision, har øll økir á instrumentborðinum verða upplýst í myrkri, uttan at tað órógvar bilføraran. Listin yvir eykaútgerð er eisini langur. Superb fæst við seks ymiskum motor- um, trimum bensin og trim- um diesel. Bensinmotorar- nir eru hesir: 2,0 litur 4 syl. við 115 hk, 1,8 litur 4 syl. v.turbo við 150 hk, 2,8 litur V6 við 193 hk. Diesel- motorarnir eru hesir: 1,9 litur 4 syl. TDI við 101 hk, 1,9 litur 4 syl. TDI við 130 hk, 2,5 litur V6 TDI við 155 hk. Nr. 60 • hósdagur • 27. mars 2003 • 77. árg. Skoda Superb 1.8 T Comfort Motorurin: 1.8 litur 4 syl. bensin v.turbo 150 hk 0-100 km/t: 9,5 sek Bensinforbrúk: 12,0 km/l Dekkstødd: 205/55-16 Stødd og vekt Longd: 480,0 cm Breidd: 177,0cm Hædd: 147,0 cm Eginvekt: 1425 kg Totalvekt: 2025 kg Viðførisrúm: 426 litrar Prísur: kr. 322.750 (metallakk + 8.000, serlakk + 4.000) Søluumboð: Sp/f Norðbil Oyggjarvegur FO-110 Tórshavn Tel. 313707 Í útsjónd er Skoda Superb ein blandingur av Skoda Octavia og VW Passat Her er Frits Dam Jacobsen við nýggja Skoda Superb 1,8 T Comfort Mynd: Jens Kristian Vang Innan minnir Superb um VW Passat C M Y K 17 16 Bilur til sølu Nissan Primera 2.0i SE. Árg 98 koyrdur 58.000 km. Bilurin hevur airc, el rútar, leðursetur. 2 sett av felg- um fylgja við. Prísuppskot 130.000 kr. Ring 332006/210568