leygardagur 14. september 1991síða 9
‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 169 — 14. september 1991
Tummas Arabo, fiskiídnaðarmálaráðharri:
Allur fiskurin Skal
góðskast í Førovum '
-Tað almenna og vinnulívið mugu taka saman hendur. Hvørki kann vera hitt
fyriuttan. Tað er tí neyðugt, at tað almenna stuðlar meirgóðsking av fiskavørum,
soleiðis at vit fáa fleiri fólk í arbeiði og økja um útflutningin samstundis sum
vinnulívið tekur av teimum avbjóðingum, sum liggja fyri framman.
Hetta sigur Tummas Arabo, landsstýrismaður í fiskiidnadarmålum, sum
m.a. hevur verið við til at seta royndarframleiðlsuna á Bakkafrost í gongd. „
Endamálið er nú at fáa onnur virki í landinum at ganga somu leið, soleiðis at tað
verður óneyðugt at avreiða meginpartin av makrelinum til sovjettisk móðurskip
sigur hann í samrødu vid Sosialin.
Hann vísir á, at tað við lógini um stuðul til meirgóðsking hevur eydnast at
fáa fleiri fólk í arbeiði og haraftrat at økja um útflutningsvirðið. Nøgdin av
meirgóðskaðum vørum í ár fer at rókka 7000 tonsum ímóti 2000 tonsum i fjør. -
Tað gongur tann rætta vegin sigur landsstýrismaðurin, ið heldur fyri, at tað
hjálpir ikki at seta seg hendur í favn og vera svartskygdur. Tað ræður nú um at
bróta upp um armar og fara miðvíst í gongd. Ætlan og mál hansara eru: allur
fiskur veiddur av fóroyskum skipum skal góðskast í Føroyum.
— Eg havi eitt mál, og tað
er, at allur fiskur veiddur
á føroyskum kjøli undir
føroyskum flaggi, skal
viðgerast her á landi.
Tann tíðin er farin, tá vit
bara útfluttu hálvlidnar
verur til fiskiídnaðin í
Europa. Tað má halda
uppat, og vit mugu flyta
arbeiðsplássini av megin-
landinum til Føroya.
Hetta sigur Tummas Ara-
bo, fiskiídnaðarmálaráð-
harri, í sambandi við, at
gongd nú er við at koma á
framleiðsluna av meira
vidgjørdum verum í Før-
oyum.
Hann sigur, at bara í
teimum førum, har talan
er um at útflyta feskan
fisk, sum fer beinleiðis til
brúkaran, eigur hetta at
verða loyvt. Alt annað,
sum fer til framleiðslu í út-
landinum, er av tí ónda og
skal steðgast.
Tummas Arabo, sum
tók við sum landsstýris-
maður í fiskiidnadarmål-
um, tá landsstýrið varð
skipað fyri minni enn ein-
um ári síðani, er avgjørdur
í ellum spurningum, sum
hava við fiskiídnaðin at
gera. Hann heldur, at tað
finnast nógvir meguleikar
at menna okkara fram-
leiðsluvinnu og heldur eis-
ini, at tað er neyðugt at
menna hesa vinnu, skulu
vit hava nakran megu-
leika at fáa gongd á aftur
aðrar sokallaðar sekunder-
ar vinnur, sum handil,
bygging o.a.
— Tá javnaðarflokkurin
kom út aftur í Tinganes
og eg varð biðin um at
taka við týdningarmikla
starvinum sum ráðharri
fyri framleiðsluvinnuni,
løgdu vit eina ætlan fyri
komandi árini, nevniliga
hana: at fáa gongd á fram-
leiðsluvinnuna.
Tummas Arabo heldur
ikki prátið um, at lands-
stýrið einki ger fyri at fáa
fólk aftur í arbeiði, er
rætt. Hann sigur, at hetta
nettup er ein týdningar-
mikil partur av strategiini
hjá javnaðarflokkinum, tá
tað snýr seg um allan
primersektorin, t.v.s.
framleiðsluvinnuna.
Úrslit
Hann sigur, at tað longu
fyriliggja itøkilig úrslit av
rikna politikkinum. Menn-
ingarlógin, sum kom í
gildi fyrr í ár og sum hev-
ur til endamál at stuðla
iløgunum og framleiðsluni
av meira vidgjørdum vør-
um, er longu farin at virka
og geva úrslit. Hann nevn-
ir sum feskasta demið
royndirnar hjá Bakka-
frost at taka ímóti og
frysta makrel.
— Hetta er eitt av teim-
um nýggju og spennandi
projektunum, har tað al-
menna og tað privata ar-
beiða saman. Vit hava
leingi sæð og hoyrt, at
bæði norðmenn og skotar
taka ímóti makreli heldur
enn at lata skipini selja
fiskin í eðrum fremmand-
um havnum. Hetta hevur
eisini verið eitt ynski í
Feroyum, men einki hevur
verið gjørt við tað fyrr enn
nú landsstýrið og Bakka-
frost hava tikið saman
hendur.
Landsstýrismaðurin
sigur, at her virkar menn-
ingarlógin á tann hátt, at
Bakkafrost hevur fingið
750.000 kr. frá tí almenna
til at gera eina iløgu upp á
3 mill. kr. Hetta er tann
kontanti peningurin, sum
tað almenna stuðlar pro-
jektinum við og so heldur
ikki meira.
— Vit eru farnir burtur
frá at geva kilostudning
og veðhald í slíkum før-
um. Í framtíðini skal
stuðlast á heilt annan hátt
og sjálvur haldi eg, at
hetta við at lata eina ávísa
upphædd til ílegur er
skilagott. Síðani er tað
upp til virkið at fáa fram-
leiðsluna at koyra.
Rætt at stuðla
Spurdur um ikki tað al-
menna átti at lært av
gjørdum mistøkum og
heilt hildið fingrarnar
burtur frá vinnulívsætlan-
um sum hesari, sigur
Tummas Arabo, at gomlu
stuðulsskipanirnar við
kilostudningi, veðhaldi
o.l. er farin tíð.
— men tað almenna
kann ikki gevast við at
lata stuðul, tá talan er um
at fáa fólk í arbeiði og at
økja um okkara útflutn-
ing. Hesa uppgávu er
vinnulívið einsamalt ikki
ført fyri. Kann tað al-
menna sum í hesum feri
við Bakkafrost við at lata
750.000 kr. í eina ein-
gangsiløgu vera við til at
skapa 25 nýggj arbeiðs-
pláss, so er hesin pening-
urin ikki tveittur burtur,
heldur tverturímóti.
Tummas Arabo leggur
afturat, at tað er sera um-
ráðandi at vinnulívið og
tað almenna finna rætta
stevið, soleiðis at tað al-
menna bara stuðlar, har
hetta kann seta í gongd
nýggj arbeiðspláss og
framleiðslur, sum ekja um
utflutningin.
— Men vit fara ikki inn
vid almennum peningi fyri
at geva skipanini
kunstigan andadrått.
Makrelurin!
Tummas Arabo er annars
sera spentur uppå, hvussu
tiltakið á Bakkafrost fer
at eydnast. Hann sigur, at
landið hevur brúkt nógva
tíð uppá hetta projektið, tí
tað hevur nógvar fram-
tíðarmeguleikar. Sum
steðan er nú, so er ætlain
at Bakkafrost skal taka
tann makrelin, sum virkið
er fert fyri at frysta. Nak-
að skal so fara til onnur
frystivirki, men fyri at fáa
bátarnar til Feroya at
landa, so er eisini neyðugt
í dag at hava aðra mót-
tøkuorku, og her koma so
sovjettisku móðurskipini
inn í myndina. Tað er
greitt, at bátar við 600
tonsum av makreli koma
ikki til Feroya bara fyri at
landa tey 90 tonsini til
Bakkafrost. Tí er avtala
gjørd við russar um, at
teir skulu taka restina av
makrelinum frá skipun-
um. Hetta er ein góður
máti í letuni at loysa mál-
ið, men Tummas Arabo
vónar, at tað verður heilt
óneyðugt við nekrum sov-
jettiskum skipi á Nóls-
oyarfirði komandi ár.
— Eg vóni, at føroyska
vinnulívið tå hevur fingið
eyguni upp fyri hesum
meguleikanum og ger tær
neyðugu ílegurnar, soleið-
is at allur" makrelurin
kann landast i Føroyum.
Kovin
Tummas Arabo heldur
eisini, at Kovin í Sanda-
vági er gott demi um,
hvussu tann almenni stuð-
ulin til meirgóðsking kem-
ur til sín rætt. Her hevur
landsstýrið stuðlað fram-
leiðsluni av sekundalaksi
við eini eingangsupphædd
og so við einum ávísum
krónustudningi fyri tey
fyrstu 100 tonsini. Tá
framleiðslan er komin upp
at koyra, fellur hesin stuð-
ul burtur aftur.
— Her er talan um ar-
beiðsskapandi tiltek, sum
byggja á sunt grundarlag,
sigur landsstýrismaðurin,
sum enn einaferð vísir á,
at endamálið hjá lands-
stýrinum er at seta arbeiði
í gongd í framleiðsluvinn-
uni fyri harvið at vaksa
um okkara útflutning.
Endamálið er, at allur
fiskurin skal góðskast fult
út her á klettunum. Hvat
viðvíkur EF-avtaluni, so -
heldur Tummas Arabo
ikki, at hon fer at verða
nekur forðing í so máta.
Her er avtalan soleiðis
háttað, at tað er til at sam-
ráðast av nýggjum, tá
negdin av góðskaðum
fiski økist.
7000 tons í ár
Í fjør var framleiðslan av
meirgóðskaðum verum
uppá 2000 tons. Hetta tal-
ið vónar landsstýrið kann
økjast til 7000 tons i år og
kanska 12000 tons næsta
år
Tummas Arabo sigur
Síða 9
lands-
Tummas Arabo,
stýrismaður: -Eg eri
bjartkygdur, tí tað skal
bera til, um bert vilji og
áhuga er til steðar
eisini, at tað er stórt spell,
at tey næstan 4000 tons-
ini, sum verksmiðjutrolar-
arnir fiska eystanfyri,
verða seld til fiskiidnadin í
Europa at góðska víðari.
Hann heldur, at hesin
fiskurin átti at verðið
lagdur upp í Feroyum, so-
leiðis at hann kundi verðið
meirgóðskaður her.
Landsstýrið arbeiðir við
ætlanum á hesum eki eis-
Tummas Arabo sigur at
enda, at alt eigur at verða
gjert fyri at fáa føroyingar
at góðska allan fisk í Fer-
oyum. Sjálvur heldur
hann, at verandi stuðuls-
lóggáva eisini átti at verð-
ið brúkt til hetta endamál.
— Tað krevur sera
neyva stýring, skulu vit
til at góðska allar verur
her heima. Eg haldi sjálv-
ur, at vit eiga við tí, sum
nú er eftir av stuðulsskip-
anini til fiskivinnuna at
stýra hesa soleiðis, at hon
fer at gagna meirgóðsk-
ingini. Tað er mítt sjónar-
mið, at vit eiga at leggja
allan stuðulin í útflutn-
ingsliðið ístaðin fyri at
lata hann til ráveruna á
keikantinum. Vit mugu
tryggja okkum, at bara
tann fiskurin, sum verður
meirviðgjerdur her á
landi, fær stuðul, sigur
Tummas Arabo at enda.
jan