leygardagur 14. september 1991síða 13
‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 14
* i P
Tóku ikki av lægsta boði
Óheiðurligt
og óreiðiligt I
2
-ikki at taka av lægsta boði sigur Arnstein Niclasen, limur í
stýrinum fyri Listaskálan. Hann ivast ikki í, at hetta fær fylgjur
Herfyri vóru tilboðini upp
á arbeiði at um- og út-
byggja Listaskulan á
Gundadali, latin upp. Sjey
byggifeløg vóru boðin at
vera við at bjóða, og øll
góvu tey boð.
Lægst var Kanjon úr
Klaksvík, og narnæst kom
Byggifelagið G. Waagstein
í Havn. Samlaða tilboðið
er um tíggju milliónir.
Waagstein lá 16.000 krón-
ur oman fyri Kanjon.
Eftir sjálva licitatiónina
vidgjørdu J. P. Gregoriu-
sen, arkitektur og Lands-
byggifelagið, sum hevur
projekterað, tilboðini, og
mæltu síðani stýrinum fyri
Listaskálan til at taka av
lægsta tilboði.
Men hesum ráðum hevur
stýrið ikki lurtað eftir.
Útvarpið visti at siga frá,
at stýrið hevði gjørt av, at
taka av næstlægsta tilboði,
sum kom frá Byggifelag-
num G. Waagstein. Av-
gerðin í nevndini var tó
ikki einmæld.
Arnstein Niclasen, sum
Nr. 169 — 14. september 1991
— Be
umboðar býráðið í Havn í
stýrinum, mótmælti av-
gerðini.
Hann finst harðliga at
avgerðini, sum hann kallar
bæði óheiðurliga og óreiði-
liga ikki at taka av lægsta
boði.
Amstein Niclasen sigur,
at tå byggifeløg verða inn-
bodin til at bjéda merkir
hetta, at øll tey innbodnu
frammanundan vera hildin
at kunna gera arbeidi, og
øll bjóða á jøvnum føti. Ti
% eigur ein av prinsipiellum
orsøkum at taka av lægsta
tilbodi.
Vit hava frætt, at orsøkin
til, at stýrið hevur valt
Waagsiein fram um Kan-
jon er, at hetta var fyri at
geva einum felag í Havn
wbeiði. Millum annað tí
íórshavnar Býráð eisini
hevur verið við til at stuðla
byggingin.
Herfyri vóru øll sjey
tilboðini, upp á arbeiði
at um- og útbyggja
Listaskúlan, latin upp.
Mynd:Kalmar
Arnstein Niclasen,
býráðslimur í Havn og
limur í stýrinum fyri
Listaskálan kallar
avgerðina hjá stýrinum
fyri óheiðurliga og
óreiðiliga
Fær helst avleiðingar
Arnstein Niclasen roknar
við, at hendan avgerðin í
stýrinum fer at fáa av-
leiðingar. Roknast kann
við, at landsstýrið, sum
hevur játtað hálvaaðru
millión í stuðli um árið
næstu trý árini, ikki fer at
góðtaka eina tílíka fram-
erð. Hann roknar eisini
við, at ungmenn uttan fyri
Havnina fara at nema við
ein tílíkan prinsipiellan
spurning nú fíggjarlógin
kemur til viðgerðar í næstu
viku.
Arnstein Niclasen heldur
eisini ein møguleika vera
fyri, at Meistarafelagið fer
at taka spurningin upp.
Beint áðrenn blaðið fór
til prentingar frættu vid, at
Meistarafelagið hevur
longu tikið -purningin upp,
og vil, í skrivi til stýrir-
limirnar, fegið hava at vita,
hví stýrið fyri Listaskálan
loypir um lægsta boð.
tór.-
Framhald av síðu 13
at hon skal hava
fosturtøku. Men eg eri
eisini lagdur undir fyri at
snýta, at gera fosturtøku,
og tað ikki er neyðugt. Tá
verði eg í ødini. Eingin
fær fosturtøku uttan at
grund er til tað.
Eg haldi eisini, at tað er
skeivt, at læknar og
sjúkrasystrar kunnu loyva
sær at siga nei at vera við
til at gera fosturiøku. Vit
eru alment sett fólk og
skulu tí eisini halda
lógina, sigur hann.
Merkir hetta at tú ert
fyri fríari fosturtøku?
- Nei, tvørtur í
móti.Tað er skeivt at
koma á sjúkrahúsini júst
um inn í ein annan
1andil. Verða ekspederad
yg síðani tøkk og farvæl.
Best var um vil
sluppuundan. Kanska við
at gevur fólki ókeypis p-
bollar og hítir. Men tá
vilja fólk aftur mótmæla.
- Nei, tað var lættari
fyrr í tíðini, tí tá gjørdu
vit ikki slíkt, flennir Ma-
rner, og í sama viðfangi
minnist hann
kollfirðingin sum segði: -
Av øllum driftum er
kynsdriftin tann sterkasta.
Álvarsamur
Marner er stuttligur at
tosa við. Hann veipar við
ørmunum, og tosar skjótt
og títt. Hann er ein lítil
maður. Men í sínum lívið
hevur fingið nógv av
skafti. Hann hevur roynt
seg sum roykjara, og
hevur verið bræv-
kassablaðstjóri á Tíð-
indab-laðnum og á
Sosialinum. Hvgr minnist
ikki táttin "Skriva til
Marner". Tá fingu fólk
avgreitt sínar trupuleikar
við at skriva til hansara..
Av onkrum er hann
eisini kendur sum
bilbølli. Ikki minni enn
seks ferðir hevur hann
fingið bót fyri, at koyra
ov skjótt.
- Eg havi havt koyrikort
í 40 ár, men eg havi
ongantíð gjørt nakran
skaða, leggur hann dent á.
Honum dámar væl at
koyra bil. Serliga í út-
londum, hvar vegirnir eru
góðir og nógv ferð er
loyvd.
Marner Simonsen heldur
tað vera eitt sindur løgid,
nú at skula gevast sum
lækni. Enn hevur hann
ikki ruddað upp á
skrivustovuni hjá sær.
-Uppá ein máta er tað
kanska ein lætti. Fyrr
gjørdi tað ikki mun, um
eg gekk tvær náttir á vakt
á rað. Men nú eg eri
vorðin eldri, orki eg ikki
longur.
-Men hjá mær hevur
arbeiðið verið sum eitt
ítriv. Men eg havi eisini
fingið mín vilja. Eg havi
brúkt albogarnar - akkurá
sum ein rundsað. Tað havi
eg verið noyddur til fyri at
koma mær fram, sigur
Marner Simonsen.
Br útbygging
Og nú hann leggur frá
sær, kann hann ikki lata
vera við at hugsa eitt
sindur um útbyggingina
innan sjúkrahúsverkið.
- Eg vil so illa tosa um
tað, tí eg gerist so illur.
Men eg haldi at tað er
vitleyst, soleiðis sum
útbýggingin innan
sjúkrahúsverkið fer fram í
dag. Vit áttu at havt eitt
sjúkrahús, sum er væl
útbygt við serlæknum og
útgerð. Ikki trý, sum øll
skulu vera líka stór.
- Í dag er tað næstan
vónleyst at fáa serlæknar
henda vegin at arbeiða, tí
sjúkrahúsini eru alt ov
lítil, sigur hann.
Millum annað er tørvur
á fleiri kvinnulæknum.
Fyri at fáa eina góða deild,
skulu vit í minsta lag
hava tríggjar. Og teir
skulu allir vera í Havn.
Nú eg fari er stødan tann
sama, sum tá eg byrjaði.
Nú er ein einsamallur
kvinnulækni til alt landið,
sigur Marner Simonsen.
eyð