týsdagur 17. september 1991síða 1
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 170 * týsdagur 17. september 1991
Lata seg
Ikki lumpa
Klaksvíkar byráð tekur ikki
glaðbeint av, tá útlendskir
umboðsmenn koma og
krevja pengar í hondina
afturfyri at útvega lán
Síða 4
UT UU
z
Oli Breckmann í Dagblaðnum:
Atli Dam og Tummas
Arabo hjálparmenn
hjá KGB og Gestabo
Í fyrstu oddagrein síni eftir
at vera settur frá sum blað-
stjóri langar Oli Breckmann
í Dagblaðnum út eftir javn-
aðarpolitikkarum. Atli
Dam, Tummas Arabo og
aðrir verða skýrdir hjálp-
armenn hjá KGB, Stasi,
Gestabo og Securitate.
Tað er annars ikki so
langt síðan, at ein av odda-
monnunum í fólkafloki.in-
um, Anfinn Kallsberg, segði,
at fólkaflokkurin fór at taka
skrivingina hjá Ola Breck-
mann til viðgerðar á hægsta
stað, tí skrivingin hóttir tað
annars góða samstarvið í
samgonguni
Meira um hetta á ..
síðu 2
Poul Michelsen, býráðsfor-
maður í Havn, váttar, at hann
ætlar sær frá sum býráðsfor-
maður. Kanska longu í heyst.
Hann vil hava nýggjar avbjóð-
ingar.
Tað ljóðar, at øll fólka-
floksumboðini í býráðnum ikki
eru líka heit fyri, at Jan
Christiansen = verður næsti
býráðsformaðurin í Havn
Poul Michelsen, sum hevur stjórnað í Havnini, vil nú
sleppa burtur úr býráðspolitikkinum
Síða 5
Sparka og sláa
Politiið í Klaksvík hevur sítt stríð við at fá fólk at koma við
upplýsingum um nakrar unglingar, sum í longri tíð hava lagt á
sakleys fólk. Fólk eru bangin, men einasti máti at steðga
harðskapinum er at fáa alt fram, heldur Karsten Hansen.
sýslumaður
Síða 3
B36 dregur frá
Hat trick sendi endaliga Sumba
í 2. deild
Kári Reynheim skoraði
triggjar ferðir, tå B 36
vitjaði Sumba á Kross-
inum. Og við 3-1 ósigr-
inum er Sumba avlívað
sum 1. deildarlið á hesum
sinni.
KI fekk bert javnleik á
Toftum og dragnaði harv-
ið í mun til B 36, sum nú
aftur er tvey stig framm-
anfyri.
I Havn syrgdi VB fyri
sínum fimta sigri á rað, tå
ein væl skipað VB-verja
og eitt effektivt kontraálop
syrgdi fyri 2-1 sigri á HB.
TB er harvið endaliga
krøkt av, tí liðið tapti á
heimavelli fyri GÍ, sum
harvið er komið undan
niðurflytingavandanum
at fylgja við Sumba niður
eftir 2-0 ósigur ímóti NSÍ
MB sleppur illa undan