týsdagur 17. september 1991síða 2
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Hetzin móti
javnaðarfólki
eldur fram
MANGT broytist á mansins ævi, plagar
at verða tikið til. Í farnu viku lógu 8
NATO-herskip fáar fjórðingar úr Stong-
ini. Í dag liggja 8 sovjettisk fiskiskip á
Nólsoyarfirði — nakað, sum helst hevði
verið óhugsandi fyri bert fáum árum
síðani. Hóast stórar broytingar eru farn-
ar fram millum tey sokallaðu vestur- og
eysturlondini, so tykist eingin broyting
vera hend á Dagblaðnum, blaða vit í
blaðnum, nú tað kom út aftur av
»nyggjum« við »nyggjum« eigarum og
vid »nyggjari« leiðslu. Fyrsta blaðið eft-
ir »endurreisnina« er nevniliga halgad
somu forfylgjaragyrnd, sum vit nú hava
verið vitni til í skjótt 15 ár. Nevniliga for-
fylging av føroyingum, sum hava loyvt
sær at hava aðrar meiningar enn fólka-
flokkurin og málgagn hansara.
Í FYRSTU oddagrein síni eftir broyting-
afnar á blaðnum sær fyrrverandi blað-
stjórin blóð fyri sær. Erlendur sáli verð-
ur enn einaferð drigin upp úr grev síni
og førdur fram fyri dómstól Breck-
manns. Saman við honum verða so
fleiri aðrir navngivnir persónar, eitt nú
Atli Dam, løgmadur, og Tummas Arabo,
landsstýrismaður, báðir samgongufe-
lagar hjá Óla Breckmann, skuldsettir
fyri at hava rætt sosialismunnar rakkar-
knektum hjá KGB, Stasi, Gestapo,
Securitate osfr. eina hond. Blaða vit so
yvir á síðu 3 í sama Dagblaði, so er tað
nýggi ábyrgdarblaðstjórin, sum hevur
debut sína við eini niðurgerðing av enn
einum deyðum føroyingi, nevniliga
William Heinesen. Hann hevur brúkt
drúgva tíð at leita fram sitat frá hesum
okkara frålika høvunda og sett tey í
samband við teir ræðuleikar, sum
kommunisman hevur staðið fyri. Hokus
pokus og William Heinesen er samsek-
ur í ræðuleikunum hjá kommunismuni.
EIN skuldi trúð, at tað var lygn. Nú
kommunisman verður avtikin og eitt nú
føroyingar økja vinnuliga samstarvið
við Sovjetsamveldið — nú kemur mál-
gagn fólkafloksins — í »nyggjum« hami
— útaftur og er á tremur við sínum
gamla og óndsinnaða boðskapi um, at
føroyskir javnadarmenn, ja enntá løg-
maður og núverandi samstarvsfelagi er
skutilssveinur hjá blóðdálkaðum dráps-
mannafelagsskapum sum KGB, Stasi
og Gestapo. Hevur nakar hoyrt slíkt!
Einki nýtt er sum so í hesum skuldset-
ingum, tí tær hava verið boðskapurin
hjá Dagblaðnum so leingi. Tað nýggja í
hesum er tó tað, at hesar grovu ákærur
eisini eru at finna í ti „nýggju“ útgávuni
av málgagni fólkafloksins og eru á
prenti, hóast ein av fremstu oddamonn-
um fólkafloksins, Anfinn Kallsberg, her-
fyri segði, at nú slapp Óli Breckmann
ikki longur at koma við sínum gori og
galli móti javnaðarfólki. Og hesum tók
partamaður hansara, Jógvan Sund-
stein, undir við í oddagrein í Dagblað-
num.
MEN hvussu er og ikki, so tykjast ávar-
ingarnar hjá teimum báðum oddafisk-
unum í fólkaflokkinum einki at hava
hjálpt. Degraderingin av stavnamannin-
um til politiskan ritstjóra og útdeleger-
ingin av ábyrgdini til nýggja mannin,
Rólantsson, hevur so ikki ført til nakra
broyting á blaðnum. At dóma eftir um-
redda blað, so tykjast teir báðir ands-
feðgarnir nú at brúka meginpartin av
blaðnum til eina framhaldandi herferð
móti samgongumonnum fólkafloksins
— javnaðarflokkinum. Var hetta tað tit
ætlaðu við broytingunum — blaðstjóra-
skiftinum — á blaðnum, Anfinn og
Jógvan!!!
AT fólkaflokkurin við umskiftinum á
blaðnum ynskir at gera blaðið til eitt
politiskt málgagn hjá Óla Breckmann
og lærlingi hansara, Óla Jákup Rólants-
syni, verður so flokkurin um. Hann skal
Útgevari: P/f Sosialurin
Uppseting: Pí Sosialurin
Prant: PH Pressan 1981
í hvussu so er vita, at henda linjan fer
ikki at betra um fíggjarviðurskiftini á
blaðnum. Lesarin er nevniliga deyð
hamrandi troyttur av aftur og aftur at
skula lesa endurtøkurnar hjá teimum
báðum. Men spurningurin er so, hvat
javnaðarfólk og javnaðarflokkur fara at
siga til at sita í samgongu við einum
flokki, hvers málgagn leggur javnadar-
politikarar undir at vera skutilssveinar
hjá KGB, Stasi og Gestapo!
HVAT við at spurt sama Breckmann,
hvat tað eru fyri fólk og felagsskapir,
hann vitjar, tá hann aftur og aftur legg-
ur leiðina til Suðurafrika? Hvussu er
sambandið millum Óla Breckmann og
hvítu politistaliðini og Incatha-limirnar
Hetta
var kanska nakað, sum fólkaflokkurin
átti at víst áhuga fyri heldur enn at lata
sama mann brúka málgagnið hjá flokk-
inum til sína egnu lortabyttu. Tað var
ein fólkafloksmaður, sum herfyri segði
alment, at tas var eitt sætt fornoyilsi at
arbeiða saman við javnaðarflokkinum.
Margháttligt úttalilsi, tá partamaður
hansara um somu tíð leggur sjálvan løg-
mann undir at vera skutilssvein hjá
KGB og Gestapo. Eru tað slíkar, tit vilja
samstarva við!
EFTIR okkara hugsan er oddagreinin
hjá Óla Breckmann í Dagblaðnum
fríggjadagin so óndsinnað og grov, at
hon átti at fingið fylgjur. Javnaðar-
flokkurin átti ikki eina løtu at funnið
seg í slíkari umrødu frá einum politik-
ara, ið teir samstarva við. Hetta er einki
minni enn at fáa knívin í ryggin. Og eru
oddamenn fólkafloksins ikki førir fyri at
seta hann upp á pláss, so eigur javn-
aðarflokkurin at gera tað. Tað er bert
gott ár síðani, at dómarin skírdi saman-
beringina hjá Óla Breckmann millum
Arna Treholt og Jóannes Dalsgaard fyri
óndsinnaða skriving. Nú fólkaflokkurin
og javnaðarflokkurin er farnir í samar-
beiði, heldur sami Breckmann Gud
Bústaður:
Telefon:
110 Tórshavn
Telefax: 14720
hjálpi mær fram og ger Atla Dam og
Tummas Arabo til skutilssveinar hjá
KGB og Gestapo. Er maðurin spinnandi
galin í høvdinum ella hvat! Ella er hetta
bara taktikkur fólkafloksins frá øllum
80-årunum, sum vit her enn einaferð eru
vitni till Har flokkurin fer í samarbeiði
við aðrar, men gevur einum av sínum
egnu frítt spæl at sundurlemja somu
samstarvsfelagar!
JÚ, mangt broytist á mansins ævi.
Mangt er broytt úti í stóru verð. Tían-
betur. Men innan múrar fólkafloksins
tykist eingin broyting at vera hend. Har
framtúrar stavnamaðurin í sama lag.
Hatur hansara til javnaðarfólk og tjóð-
veldisfólk kennir einki mark. Hann er
vorðin besettur av tí. Spurningurin er so
um hesin »galskapurin« skal sleppa at
forkoma samarbeiðinum millum javn-
aðarflokkin og fólkaflokkin.
Tað er jú púra burtur úr vón og viti at
fara og gera ávísar javnadar- og tjóð-
veldismenn til handlangarar hjá komm-
unistiskum og nazistiskum dráps-
mannaliðum. Logikkurin hjá Óla Breck-
mann er einfaldur: Tá stalinistar eru
kommunistar, og kommunistar eru
sosialistar, og sosialistar eru javnaðar-
menn, so mugu Atli, Tummas, Jóannes
o.a. eisini vera stalinistar og harvið
stuðlar hjá stalinistiska KGB. Og orsøk-
in til at draga Gestapo-skrimslid fram
er: tå nazistar kalla seg nationalsosial-
istar og hetta á føroyskum merkir tjóð-
skaparsosialistar, sum so aftur merkir
tjóðveldismenn og javnaðarmenn, so
vil tað siga, at Hans Jacob Debes,
Jóannes Dalsgaard, Erlendur Paturs-
son, sáli, o.a. eru nazistar og harvið
Gestapo-stuðlar. Ja, hesin heima-
bryggjarin av óndsinni og haturi er eing-
in minni enn annar av føroysku fólka-
tingsmonnunum, tingmaður fólkaflok-
sins og politiski ritstjórin í málgagnin-
um hjá sama flokki.
Dagblaðið og
javnaðarfólk
Í oddagrein í Dagblaðnum
seinasta fríggjadag heldur
fyrrverandi blaðstjórin og
núverandi politiski rit-
stjórin fram við at langa
út eftir tjóðveldisfólki og
javnaðarfólki eins og hann
hevur gjørt tað í skjótt 15
ár. Hann skrivar um fólka-
atkveðuna í 1946. Reyði
tráðurin í greini er eitt
spark til tjóðveldis- og
javnaðarfólk. Hann skriv-
ar:
Nú sosialistiska bú-
skaparskipanin er púr-
gjørd og vanærd um all-
an heim, er eisini sjálus-
mótsegnin og lygnin í
tjóðveldissosialismuni
avdúkað. Rakstrarrópið
hjá »Frikorps Føroyar«,
sum kom heim ur Dan-
mark eftir kriggid, var!
Eingin loysing uttan
sosialismu, og eingin
sosialisma uttan
loysing. Hetta vóru kav-
ráu stalinistarnir í Tjóð-
veldinum, sum rændu
sær einkarrætt til fólka-
atkveðuna 14. septemb-
er 1946. Keipumyndin av
teimum sást seinast í
»Dyrinum«, teim »666«.
Hvat siga kúgaðu
fólkaslegini eystan
sosialismunar Jarntjald
um sosialismu og tjóð-
skap? Hyggið at Balti-
kum og Jugoslavia.
Spyrjið slovenar, kroat-
ar, ukrainar, lettar,
litauar, estar, gruzar, slo-
vakar, makedonar,
albanar. Spyrjið sosial-
ismunar trælir, hvat tey
halda um sameiningina
sosialismu og tjóðskap.
Ofrini fyri falska
evangeliið hjá Erlendi,
Hanus, Jóannesi, Atla,
Kjartani, Arabo, Karst-
eni, Hans Jákupi, Árna
Dahl, Tóri (nú oljuser-
frødingur)!), og ollum hin-
um, sum hava rátt tíðar-
andanum (og harvið ó-
beinleiðis rætt sosialism-
unar rakkaraknektum
hjá KGB, Stasi,
Gestapo, Securitate osfr.
eina hjálpandi hond).
Sosialisman beindi
fyri tjóðskaparrersluni í
"eroyum. Tað ber ikki
til at leggja til miðis utt-
an álítandi og rett ýti. Í
hesum føri hevur eystara
ýtið verið svikaligt og
skeivt. Tí hevur so lítið
fingist burturúr síðan
14. september 1946. Stal-
inistiska monopoliser-
ingin av hesi politisku
stórhending ræddi hópin
av fólki burtur frá henni
og setti hana í ringt ljós
eftirsíðan. Kortini er hon
framvegis lýsandi varði
á leið Føroya fram, hóast
ræðuligi sannleikin um
eystara ýtið er avdúkað-
ure.
Óla Breckmann líkt
kann hann ikki lata vera
við at draga fram saman-
beringar millum ta ræðu-
ligu stalinistisku skipan-
ina, sum hevur rátt í Sov-
jetsamveldinum og so tey
fólk og flokkar í Foroyum,
sum hava loyvt sær at
vera atfinningarsom móti
okkara kapitalistisku
skipan. Tað hava verið tey
fólk her heima, sum hava
tikið undir við stýrisskip-
anini í Sovjet, tí tey hildu,
at henda skipan var ein
roynd at býta ágóðarnar í
samfelagnum betri enn
okkara kapitalistiska
skipan er fer fyri tí. Tann
kommunistiska skipanin í
Sovjetsamveldinum av-
dúkaði seg skjótt sum ein
totaliter skipan, ið skerdi
frælsið hjá tí einstaka.
Nú henda skipan hevur
fingið mønustingin, skulu
skutilssveinar = hennara
her á landi finnast og
dømast. Og bráddliga eru
tað ikki bara einstakir per-
sónar, sum hava tikið und-
ir við skipanini, ið dømast
skulu. Nú eru tað brádd-
liga oll tey í samfelag okk-
ara, sum ikki eru fólka-
floksfólk, ell tey, sum
hava dittað sær at seta
spurnartekin við okkara
egnu kapitalistisku skip-
an, ið skulu ferast fram
fyri Breckmanska dómar-
an. Flokkar, legmenn,
landsstýrismenn, feroy-
ingar, sum liggja í síni
grev osfr., skulu nú brádd-
liga vera samsek í ellum
tí, sum er farið fram í Sov-
jetsamveldinum. Hetta er
einki minni enn ein fer-
oysk McCartyisma, ið
hevur til endamál at sáa
hatur og mistreysti mill-
um føroyingar. Fleiri við-
merkingar til hesa skriv-
ing í oddagrein omanfyri.