Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-09-17, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 17. september 1991síða 4

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 4 FUpp og fidusir - við mongum av teimum, sum bjóða kommunum lagalig lán Leygardagin fekk býráðsformaðurin í Klaksvík boð um, at umboðsmenn fyri útlendskt fíggingarfelag vildu fundast við hann um eitt sera lagaligt lán, sum segðist standa Klaksvíkar Kommunu í boði Men tílíkum tilboðum tekur Klaksvíkar Kommuna ikki glaðbeint av. Óli heinesen sigur, at tað hendir so mangan, at kommunan fær tilík tilboð. Seinastu tíðina hava umboðsmenn - oftast danir - verið har norðuri og bjóða góða fígging, men sum oftast er hetta einki annað enn fupp og fidusir. Hesir umboðsmenn siga seg umboða figgingarfeløg í Eysturríki og Tysklandi, men tå kommunan hevur fingið kannað hvørji hesi fígging- arfeløg eru, hevur tað ofta vist seg, at tey eru als ikki til. -Umboðsmenninir krevja millum 15 og 25.000 krónur kontant fyri at útvega fíggingina, men hesum hoppa vit ikki uppá. Fingu teir pengarnar, sóu vit teir neyvan aftur, sigur Oli Heinesen. Hóast vit hava eina góða avtalu vid Føroya Banka, eru vit altíð sinnaðir at frætta um góð lánitilboð, so vit kunnu umfíggja ein part av skuldini, men tað hevur ikki víst seg, at nakar kann bjóða okkum nakað betri enn Føroya Banki hevur gjørt, sigur Oli Hann leggur aftrat, at sambært avtaluna, kommunan hevur vid Føroya Banka, er einki til hindurs fyri eini skilagóðari umfígging. HEINCSEN. lvasamt við útróðrinum Býráðsformaðurin í Klaksvík sigur annars, at ótryggleikin við fiskivinnuni og serliga úvóðrinum ger tað torført hjá kommununi at tilrættaleggja figgjarliga. Sagt verður, at studningurin verður skerdur við kanska 40 prosentum, og hetta fer at merkjast í Klaksvík. -Ikki bert hjá útróðramonn- unum, men eisini í kommunukassanum, sigur Óli heinesen og leggur aftrat, at millum 25 og 30 prosent av samlaðu inntgkunum hjá kommununi kemur frá útróðrinum. tór.- fyri útróðrarmenninar, men eisini fyri kommun kassan SS sosialurin| Nr. 17 — 17. september 1991 Bygt verður upp í Listaskålan suður eftir inn í Viðarlundina Avgerðin verður ikki broytt -og fyrsta dagin fær Byggifelagið G. Waagstein váttan fyri, at teir hava fingið arbeiðið at byggja upp í Listaskálan, sigur Óssur Dam Jacobsen, formaður í stýrinum Tá tilboðini, sum vóru innkomin í samband við um- og uppíbyggingina av Listaskálanum í Gunda- dali, vóru upplatin, átu byggifelagið Kanjon í Klaksvík lægsta boð. Næst teimum var Byggifelagið G. Waagstein í Havn. Men Kanjon sleppur kortini ikki at flyta síni amboð niðan í Gundadal. Tað fer Byggifelagið G Waagstein at gera, ti ein meitriluu í stýrinum fyri Listaskálan samtykti, at lata ti næstlægsta arbeiði. Øssur Dam Jacobsen, sum er formaður í stýrin- um sigur, at hendan av- gerðin verður ikki broytt, og fyrsta dagin fær Byggi- felagið G. Waagstein accpet, sum tað eitur á byggimáli. Síðani verða samráðingar við byggi- felagið um smávegis broytingar í byggingini. Øssur Dam Jacobsen held- ur, at kæran frå meistara- ag felagnum, um at styrid ikki tók av lægsta tilboði má bert ganga sína gongd. Eftir ætlanini skal út- og umbyggingin av Listaskál- anum verða liðug 1. juni 1993. tór.- 20.000 litrar av -og ikki millum 3 og 400, sum tá varð sagt. Vágbingar hava kravt endurgjald frá SHELL. Lítil ivi er um at fútin fer at reisa ákæru móti oljufelagnum Tað vóru ikki millum 3 og 400 litrar av olju, sum runnu á sjógv tá olju- báturin Magn hjá SHELL fyrr í ár var á Vági við olju til goymslurnar, sum um- boðið hjá oljufelagnum 1: ] x når av olju ersini runnið 15.000 aftrat út í fjørdin, um tað ikki hevði eydnast manningini á Magn at fáa hesar 15.000 litrarnar aftur í bátin. Hetta er millum annað tað, sum politiid á Tvøroy- ri fekk at vita frá mann- ingini á Magn tá teir vóru avhoyrdir í síðstu viku. Hitið á Tvøroyri er x rðr m x 1 m [itilivin t af Hkanum. LIU IVI TVKISE at um at fúun fer at reisa ákæru í málinum. Millum annað av teirri orsøk, at eitt tílíkt óhapp skal vera fråbodast beinanvegin, og tað var ongantíð gjørt. Vágs Havn og Sløkkilid- 10 í Vági hava kravt endur- gjald fyri millum 100 og 200.000 krónur. Haraftrat kann roknast við, at eisini ein rokning kemur frá | Amnesty international, Føroya Deild: Skrivstovan í Vágsbotni er opin månadag, miku- dag og friggjadag kl. 11-16. Tlf. 15816 Vaktar og Bjargingartæn- astuni. tór.-