Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-09-17, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 17. september 1991síða 5

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 170 — 17. september 1991 Árnafirði Kemur nakað burtur úr ætlanini hjá ein felag í Norðoyggjum at tappa kelduvatm i pakkar, verður kelduvatn úr Arnafirði at finna millum aðrar drekkivørur á út- lendskum hand- ilshyllum Í býráðsfundi í kvold fer Klaksavíkar Býráð at taka stóðu til eina umsókn um at byggja eini umleið 400 fer- metrar stór hús til at tappa kelduvatn úr Árnafirði í pakkar til útflutnings. Líkt er til, at stig- takararnir fáa gll neyðug loyvi til at byggja og til ætlaða virksemið annars, men býráðið fer neyvan at lata figgjarligan stuðul til ætlanina. Í Figgjarnevndini mæla Óli Heinesen, Páll Josephsen, Kristian Fr. Olsen og Karstin Hansen frá at lata fíggjarligan stuðul. Fimti limurin, Jákup Mikkelsen mælir hinvegin til at at stuðla út grunninum til arbeiðsskapandi virksemi. Seta upp vatnbrunnar Og meira um vatn í Norðoyggjum. Drekki- vatnið er ikki alla- staðni í Klaksvík líka gott, og í stødum er mangan vatntrot. Tí fyrireikar Klaks- víkar Komuna at gera nýggjar vatnbrunnar við Anagjógv. Í fyrsta lagi vil kommunan keypa ella leiga lendi frá Jarðarráðnum. Síðani at byggja brunnarnar og seinri at gera reinsiverk. Í kvøld fer býráðið at viðgera málið um keyp ella leigu av sjálvum økinum. tór.- Havnin fær nýggjan býráðs- formann møguliga longu i ár Poul leggur * Býráðsformaðurin í Havn seinastu 11 árini, Poul Michelsen, hevur gjórt av at leggja frá sær. Havnin fær møguliga longu í ár nýggjan býráðs- formann fyri Poul Mic- helsen, sum hevur stjórnað býnum seinastu 11 árini. Hann hevur tó enn ikki gjørt av, nær hann fer at biðja býráðið loysa seg úr starvinum. Dagurin |. januar hevur verið nevnd- ur. Poul Michelsen sigur, at tað velst eitt sindur um nær hann hevur fingið fígjarætlanina hjá komm- ununi frá hondini. Haraftr- at verður arbeitt í løtuni við einum nýggjum byg- naði fyri kommununa. Hesum arbeiði hevur bý- ráðsformaðurin eisini verið nógv uppi í, og hetta ar- beiði ætlar hann eisini at fáa undir land áðrenn hann leggur frá sær. Hver eftirmaður hansara skal vera er ikki greitt, men at hetta verður ein av býráðslimunum í Fólka- flokkinum man neyvan vera nakar ivi um. Jan Christiansen hevur verið nevndur, men hesum upp- skotið hava ikki øll um- boðini hjá Fólkaflokkinum í býráðnum verið líka fegin um. Sjálvur vil Poul Michel- en ikki siga hvgnn hann sjálvur kundi hugsa sær sum sín avloysara. -Hetta er eitt mál, sum býráðssamgongan - Fólka- flokkurin og Sambands- flokkurin - taka støðu til. Eg fari ikki at blanda meg so nógv uppí hvør avloys- arin verður, men tað eigur sjálvandi verða ein fólka- floksmaður, sigur Poul Michelsen. Ov fáar avbjóðingar Poul Michelsen sigur seg ikki vera blivnan troyttan av politikki hóast hann hevur sitið sum byråds- formaður í so mong ár, men heldur kortini fyri, at hann sær ov fáar avbjóð- ingar fyri sær í býar- politikkinum. Hvussu vid landspoli- tikki. Stilar Poul Michel- sen upp til næska løgtings- val? -Ja, tad er væl hugsandi. Orsøkin til, at eg ikki stilladi upp seinast var, at býráðsformansstarvið tek- ur ikki bert alla vanliga arbeiðstíð, men fritidini eisini. Hvat hevdi Poul Michelsen sagt til ein landsstýtrissess? æ -Eg plagi ikki at siga nei, tá heitt veður á meg, men hetta havi eg ikki hugsa so nógv um, sigur Poul Mic- helsen og leggur aftrat, meira ella minni skemt- andi, at ein tílíkur sessur ivaleyst hevði passa væl til sítt temprament. Vinnulivsmadur Poul Michelsen er gamal vinnulivsmadur. Hann hevur sina heilsølu og hevur eisini aðrar ætlanir á vinnulivsøkinum. Men júst hvat hann fer at takast mest við, tá hann leggur frá sær sum býráðsfor- maður, er hann eitt sindur í iva um. ali. Poul Micherlsen, býráðsformaður í 11 ár, hevur nú hug at royna sínar kreftir á óðrum økjum. Mynd: Kalmar -Lat okkum nú síggja hvussu leikur fer. Eg havi í hvussu so er brúk fyri at hvíla meg eitt sindur, áðren eg av álvara fari í gongd við nýggjar avbjóð- ingar, sigur tann brátt fyrrverandi býráðsformað- urin í Havn. tór.- Síða 5 Betri | Útvarp til úti- Setar Frå næstu viku verða føroysk tidindi at hoyra i danska útvarpinum i hålvan tima hvønn leygar- dag Føroyskar sendingar hava verid sendar i danska útvarpinum i mong år. Síðstu árini tvær ferðir tíggju minutur um vikuna, men nú verður hetta broytt. Frá næstu viku verð- ur bert sent eina ferð um vikuna. Hvønn leygardag klokkan fimm seinrapart danska tíð. Hinvegin verður tann sendingin so mikið áhugaverdari. Jógvan Jespersen, útvarpsstjóri sigur, at tað er útvarpið sjálvt, sum hevur ynskt hesa broyting. Millum annað tí at hendan eina sendingin er minni ar- beidskrevjandi enn tvær stytri sendingar, og haraftrat er ætlanin at nyta sendingina Vikan ið fer, eitt sindur broytta. Sendingin verdur send å millumbylgju sama stad sum fyrr. tor.- I hålvan tima hvønn leygardag fara før- OYSKIr ulisetar jræila nemanirá