týsdagur 17. september 1991síða 9
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 170 — 17. september 1991
VB fimta sigurin á rað
Vandamikli tvímansherurin hjá VB skoraði tvær ferðir
HB-VB 1-2 (0-0)
0-1 Jan Allan Miller (63.) br.
1-1 Uni Arge (73.)
1-2 Jan Allan Miller (88.)
>VB hevur góðar teknikk-
arar har frammi, men eina
vána verju<. Hendan eyð-
kennislýsingin hevur verið
tilskrivað VB í mong,
mong ár. Hvussu eftirfar-
andi hendan í so kubbuta
lýsing hevur verið, skal
Ikki nertast við her; bert
skal staðfestast, at hon
heldur ikki longur.
Landsliðsskiparin Jóann-
es Jakobsen hevur rættiliga
sett skikk uppá verjuna, ið
man vera ein tann best
skipaða í landinum, og teir
báðir Uni Arge og Gunnar
Mohr fingu sera stutt tjóð-
ur.
Egill er heilin
Har frammi hevur VB
ikki bert teknikkarar, ið
duga at fara um bóltin; teir
hava ein djarvan og gløgg-
an Egill Steintórsson, ið
varðveitir bóltin just tey
sekundini, ið kunnu gera
munin, og teir hava ein Jan
Allan Miller, ið kann
haldast tað mesta av einum
dysti (tað gjørdi Niels
Poulsen frálóka væl), men
kann glógva júst so mikið,
at tað ger munin. Snøgt
sagt eitt eitrandi vanda-
mikið álopspar, ið báðir
hava evnini at skora.
VB-midvøllurin hevur
ikki havt ljósið á sær. Við
tí stóra dentinum á kontra-
fótbólt hevur hann íkki
gjørt vart við seg. í upp-
byggjandi spælinum.
Sannleikin er, at VB hevur
ein sera evnaríkan mið-
vøll, ið vantar tær roynd-
irnar,-ið gevur tann neyð-
uga myndugleikan í 1.
deild. Eitt ár aftrat og Rúni
Nolsge hevur leikarar aft-
rat sær á miðvgllinum, ið
kunnu gera VB til ein
maktfaktor í føroyskum, -
ikki minst um so verður, at
felagið varðveitir Jóannes
Jakobsen á aftasta pláss-
inum.
Flóðalda
Mest sást til vandamikla
VB-álopið fyrstu helvtina
av seinna hálvleki, tá ein
sonn flóðalda av kontra-
álopum breyt oman ímóti
HB-málinum. Einki spurd-
ist kortini burturúr, sum
laldi, - avgerandi royndin
var hvørja ferð óneyv og
endaði í føvninginum á
Kaj Leo Johannesen ella
uttan fyri málkarmin. HB-
royndirnar í hesum tíðar-
bili avmarkaðu seg til frá-
lík langskot, - tvey av
Sámal Erik Hentze (annað
fríspark) og eitt av Leivi
Holm.
Tá VB legði seg á odda
var tað eftir eina HB-for-
ering. Leivur Holm er
óheppin við eini afturlegg-
ing, ið verður fangað av
Egilli Steintórssyni, ið Kaj
Leo Johannesen kennir seg
noyddan at fella; Jan Allan
Miller sendir Kaj Leo í
vestan og bóltin í eystan
og so er 1-0.
Eyðun í essinum
HB javnaði út stutt eftir, tá
tann innskifti Eyðun
Samuelsen eftir smáspæl
við Leiv Holm og Niels
Paula Jacobsen í vinstru
síðu sendi eina neyva av-
levering fyri føturnar á
Una Arge, ið dundraði
bóltin í netið. Samuelsen-
maðurin ger meira og
meira vart við seg fyri
hvønn dyst, so hann fara
vit Givad at síggja meira til
framyvir.
HB vildi hava meira,
men trýstið gav eisini rúm
fyri vandamiklum kontra-
álopum til VB. Vágbing-
arnar gjørdu sær dælt av
einum av hesum til at hála
sigurin innanborða. Jan
Allan Miller spælir høgt
fram í høgru síðu til Rúna
Nolsge, ið heldur óvæntað
fluktar beina leið innfyri,
har Egill Steintórsson fær
tamarhald á bóltinum,
goymir at honum ngkur
sekund, áðrenn hann spæl-
ir Per Joensen, ið er á veg
fram í vinstru síðu, og Jan
Allan Miller skorar uppá
neyvu avlevring hansara.
VB-brotsspark
Tá vóru bert fáir minuttir
eftir, so ljósið var sløkt
fyri HB, hóast heimaliðið
av øllum alvi royndi at
trýsta. HB-lidid hevur vilj-
an, men tað at liðnum
vantar ein spælskipara
hevur við sær, at spælið er
eyðkent av ráðaloysi, tá
liðið nærkast brotsteig-
inum. Tískil upplivdi HB
tað væl kenda fyribrigdi: at
hava bóltin nógv, men
hinir skora.
At HB varð snýtt fyri
eitt mál, sum Uni Arge
skoraði, áðrenn VB hevði
fingið nakað maál, er ein
Onnur SØga, vit taka upp í
blaðnum í morgin.
ówh
1. deild
Úrslit
| TB—GI
Sumba—B36
HB—VB
NSÍ—-MB
B68—KI
Stødan
B36
KÍ
VB
GÍ
TB
HB
NÍS
B68
MB
Sumba
on on
on on on
en
Tan on
— þa þa þm þa þei þes þad þa þí
2. deild
Úrslit
SIF—KI
Streymur—Royn
Skåla—IF
LIF—SI
Stødan
B71 15
SIF 15
Royn
iF 15
Skåla 15
si 5
Streymur 15
LÍF
GÍ 15
KÍ 15
3. deild
Urslit
EB—B36
TB—Fram
HB—AB
NSÍ—ÍF
B68—KÍ
Stødan
HB 15
EB 15
B36 15
iF 15
NSÍ 15
B68 14
KÍ 15
TB 14
AB 15
Fram 15
o
] =)
6
> + CO
ba
[92]
Á NÁ UR CM
13
11
-] I
log]
N ÁÐ Á
N RN
ON INN
a CO a
NOG
ho (5) (a NOG
þa
þa
N
0 CO
N OOS I 2 on
JO OD 1 En On ON NO
(0)
==] 1 ON ON OND
ææ
35—23
24—16
24—16
31—24
25—20
34—28
15—20
13—24
1 Á
F—% 1
42— 8
34—17
27—24
31—25
21—22
18—23
14—31
20—31
19—31
16—27
49—14
40—17
34—20
24—21
35—31
21—17
28—28
25—48
17—41
14—50
4—]
3—1
3—2
3—0
0—1
29
22
17
16
15
12
11
10
10
|
NNØGSN
|
SNØÓNGÓ
26
22
18
16
15
13
13
on wo