týsdagur 17. september 1991síða 10
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Hvorgin vann, tí báðir
vóru bangnir at tapa
Høg leikferð, men fáir opnir målmøguleikar, tá KÍ dragnaði í
cddastriånum, og B68 styrkti sína stødu í botninum
1. deild
B68—KÍ 0—0
Toftamenn vóru bangnir
fyri at missa stigið, teir
hevdu við á vellin, og
klaksvíkingar hevdu tikið
við læru av sjampanjufót-
bóltinum, men vánaliga
úrslitinum seinast á úti-
velli, tá teir undirhildu til
reint 13 tal, men einki stig
fingu.
Við steði í hesum veru-
leika skal dysturin á
Svangaskarði síggjast.
Ferðin var heg næstan
alla tíðina, leikurin var
fyri tað mesta væl skipað-
ur, men upplegdu mál-
meguleikarnir kundu telj-
ast á aðrari hondini.
Orsek: í mun til verjar-
nar vóru ov fáir um boðið,
tá avgerandi fóltarnir
skuldu sendast til álops-
leikararnar.
Møguleikarnir
B68 hevði tveir: Korter er
leikt, tá Jákup Eli á
vinstra vongverja leggur
hegt innfyri, men Aksel
Hejgaard má toyggja seg
at stúta, so ferðin verður
ikki tann stóra, og Jákup
hevur ikki trupulleikar at
bjarga.
Miðskeiðis í 2. hálvleiki
reið dysturin um at verða
avgjørdur við máli. Fyrst
gerst Jákup Eli púra leys-
ur, tá Øssur spælir hann i
dýpdina eftir frálíkt ein-
mansavrik, men skotið
ella lyftingin upp um Jåk-
up fer langt við síðuna av.
Og stutt eftir gerst
Sámal Eyðfinn hjá KI
leysur í vinstru brotsteig-
arsíðu eftir uppspæl frá
Harley og Toda. Men
hann er ov lítið avgjørdur,
gáar ikki um, hvussu leys-
ur hann er, og snarar út
frá í staðin fyri beinleiðis
at seta kós móti Kjartani.
Annars vóru opnu mál-
meguleikarnir fáir. Onkur
roynd eftir hornaspark
var um at gerast vanda-
mikil, og málverjarnir
skuldu vísa kynstur síni
eftir onkra av nógvu lang-
skotsroyndunum, men tal-
an var ikki um opnar
meguleikar.
Mest í vinstru
Serliga í 2. hálvleiki sást,
at B68 royndi at spæla
seg igjøgnum í vinstru.
Uttan iva tí teir vistu, at
vanligi vongverjin hjá KI,
Allan Mørkøre, sat leik-
b maður uttanfyri, og at
nýggjur maður tí rekti
plássið. Stig kom væl frá
uppgávuni, og Allan Joen-
sen á sama hátt ta letuna,
Nr. 1 70 — 1 7. september 1991
hann var inni. Tá varð
Stig settur í álopið fyri
John Hansen, sum var út-
túraður eftir at hava jagað
bóltin saman við Arn-
holdi.
Álopsspælið hjá KI datt
eisini í vinstru 2. hálvleik.
Todi hevði trupult við at
sleppa beint fram eftir
miðásini, tí B68 midvøll-
urin, serliga Aksel og
Ingemar, skermaðu væl
av her, og tí Harley aftur
hesa ferð vísti góð upp-
byggjandi evni. Inntil
hann leyp fram av og av-
roknaði kontant, tá Stan
gjørdi frispark. Reytt
kort, men KÍ reið stormin
av við 10 monnum.
Tá KÍ var 10 móti 11
sást týðuliga, at mið-
verjan við Sámal Eyðfinn,
Petur Ova og Kurt hevur
útviklað seg til dyggasta
partin av liðnum væl
hjálptur av miðvallaran-
um Jan Joensen, sum al-
tíð álitisfult rekir verju-
partin av miðvallarupp-
gávuni.
Hjá B68 hongur spælið
nógv betur saman enn
roknast kann við hjá botn-
liði. Spurningurin tykist í
ávísan mun vera, hvussu
tað eydnast at seta menn-
inar upp. Móti oddaliðun-
um tykist eingin trupul-
leiki vera, tí í leiki og á-
grytni fekst eingin åbend-
ing um, at her dystaðust
toppur móti botni. Talan
var ongantíð um niður
spæling av KI
sum móti B36, men trup-
ulleikin at fáa mál var eins
sjónskur sum fyri 14 døg-
um síðani
soleiðis
-nn-
Óheppið
Koyr á KÍ. Tit eru 11 móti
12. Soleiðis hoyrdust
onkrir klaksvíksáskoðarar
at taka til á Svangaskarði.
Tað, teir hugsaðu um,
var at Baldvin sum gamal
B36 leikari mundi hava
áhuga í, at B68 (sum hann
áður hevur vant) vann á
KÍ og harvið styrkti um
meguleikan hjá B36 at
vinna FM heitið.
Men áskoðararnir úr
Klaksvík vistu neyvan, at
samstundis sum Baldvin
demdi á Svangaskarði,
rann KÍ trio í Sumba og
hevði sama meguleika at
ávirka dystargongdina
har, sum Baldvin hevði á
Toftum.
Baldvin kom sum altíð
væl frá uppgávuni, og vit
hava einki annað hoyrt
enn at Lassin í Sumba
kom hampuliga frá síni
uppgávu.
Nakað annað er, at teir,
sum leggja demingina til
rættis, ikki eru komnir
serliga væl frá síni upp-
gávu! Tá dómararnir vóru
settir til hetta umfarið var
greitt, at oddasteðan var
tann, hon er, og tí er eing-
in orsek at geva megu-
leika fyri illteinkingum.
Baldvin kundi dømt í
Runavík og dómarin har
inni kundi dømt á Toftum,
og við eitt sindur av um-
hugsni kundi spurningur
in eisini verið loystur í
Sumba.
Tit sum dema og leggja
til rættis: Oført alt arbeið-
ið og tann orkan tit leggja
í. Men vísið umhugsni, tá
dómarar verða settir til
seinastu dystirnar.
Hverki dómarar, leikarar
ella áskoðarar eru meira
enn menniskju. Byrgið
tí fyri, at meguleiki skal
vera fyri illgitingum —
oftast ógrundaðar.
þú
TA
3