Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-05-31, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 31. mai 2000síða 2

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

3 tíðindablaðið sosialurin Nr. 103 - 31. mai 2000 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov Marknaðardeild: Jonhard Hammer Dagbjørt S. Hansen Blaðfólk: Áki Bertholdsen, Turið Kjølbro Dánjal Højgaard Dagfinn Olsen John Johannessen Sveinur Tróndarson Eyðun Klakstein Høgni Mohr Ítróttur: Jákup Mørk Myndamenn: Jens Kristian Vang Álvur Haraldsen Útgevari, uppseting: Sp/f Sosialurin Bústaður: Argjavegur 26, Argir Postadr: Postsmoga 76, 110 Tórshavn Telefon: 311820 Telefax. 314720 e-mail: post@sosialurin.fo Lýsingar: lysing@sosialurin.fo Internet: www.sosialurin.fo Prent: Sosialurin Sosialurin Oddagrein Vanvirðisligt Stríðið i føroysku fólkakirkjuni hevur elvt til orðaskifti á fleiri mótum. Tíverri má ásannast, at orðaskiftið er ósakligt í mongum førum. Tað ber dám av fanatismu. Einkarrætti at tulka Bíbliuna og fordómar spøkja allastaðni. Harafturat hevur orðaskiftið víst vantandi tol- semi og vantandi demokratiskum rætti at hava aðra hugsan enn hana, sum minnir nógv um ta fundamentalismu, sum fór um ein part av heiminum í áttatiárunum. Men eitt tað mest óhugaliga í orðaskiftinum var at finna í Dagblaðnum, har lærlingurin hevur tikið væl við læru frá »meistaranum«, og tí skrivingarlag, hann borðreiddi fyri føroy- ingum frá miðskeiðis í sjeytiárunum, til Dag- blaðið fór á heysin í nítiárunum. Orðini, sum hava fingið mong hampafólk at ógvast við, vóru at finna á síðu 2 - við síðuna av oddagreinini. Har megnar Leo Poulsen at avdúka eina óhugnaliga muru og hugsanar- hátt, sum fleiri vilja skíra primitivan og mann- afíggindaligan. Í sunnudagsskúlanum lærdu vit, at øll eru skapt í Guds bílæti. Og Leo Poulsen ásannar, at »øll eru vit menniskju«. Men so leggur hann afturat: »men samkynd uppføra seg verri enn djór, tí er tað nakað, ið stríðir móti bíbliuni og náttúruni sum soleiðis, eru tað samkynd.«!!! Aftur ein fudamentalistisk bíbliutulking. Eru tey samkyndu ikki Guds børn? Eru tey ikki skapt í Guðs bílæti? Var tað ikki vilji Guðs, at tey gjørdust samkynd og ikki »normal«, sum blaðmaður Dagblaðsins óivað skírir seg sjálv- an og flest øll onnur. Vit hava grundlógartryggjaðan rætt at hugsa og siga okkara hugsan á øllum økjum. Eisini Leo Poulsen. Men Dagblaðið hevur ein blað- stjóra, sum átti at duga skilt í millum, hvat og hvussu ein hugsan kann orðast og sigast. Hetta orðavalið átti blaðstjórin, sum eisini er formaður Fólkafloksins, at havt umhugsað tvær ferðir, áðrenn hann tendraði grønu per- una á redaktiónini. Tað skerst ikki burt, at ein slík orðing er til lítlan sóma fyri Dagblaðið og føroyingar sum eina framkomna tjóð. Orðingin og hugsanin er vanvirðislig og har- afturat er yvirskriftin "Marjun Bæk vælsignar samkynt paralag« burtur við og hevur heldur einki við veruleikan at gera. Eitt dømi um vánaligan pressuetik. Her skulu vit ikki døma um, um málburður hennara í Fimmaranum fer at fáa fólk at venda kirkjuni bakið. Afturímóti kann ásannast, at teir fýra víðgongdu prestarnir hava fingið mong vanlig kirkjufólk at ógvast og skammast. Besta dømið eru allar undirskriftirnar í Klaks- vík og tann sannroynd, at í Klaksvík eru prestar um »at prædika kirkjuna tóma«, sum sagt er fleiri ferðir. Eingin gospel- konsert Í samrøðuna við Høgna Hoydal í blaðnum leygar- dagin, hevði eitt „ikki“ sníkt seg inn í tekstin í tí eina førinum og tí komu vit at leggja landsstýrismannin í fullveldismálum undir at siga tað beint øvugta av tí, sum hann meinti um røðuna hjá Poul Nyrup Rasmussen í sambandi við at fólka- tingssetan endaði. Vit end- urgóvu Høgni Hoydal fyri at siga, at „nú ræður um ikki at standa stinn....“ Tað skuldi sjálvandi staðið, at hann segði, at „nú ræður um at standa stinn....“ Vit biðja lesararnar og landsstýrismannin orsaka mistakið. Blm. Ikki skuldi ikki vera við Inni í norðoyastevnu- blaðnum, sum byrjar á síðu 11, hava vit nevnt, at ein gospelkonsert verður í KÍ- høllini á norðoyastevnu. Hendan konsert hevur eisini verið lýst í øðrum fjølmiðlum. Men eingin gospelkonsert verður á norðoyastevnu. Ætlanin var, at hon skuldi verða, men hon er avlýst. blðm. Tøkk Hjartaliga takka vit øllum, sum á ymiskan hátt vístu samkenslu, tá kæri bróðir okkara SNORRI POULSEN, Esbjerg, ættaður úr Havn, brádliga doyði og varð jarðaður. Tøkk til Sonju Klein prest fyri lýsandi orð. Tøkk til organist, kirkjutænarar, berarar, sang- arar og gravara. Tøkk til sera hjálpsama lík- vognsførara. Tøkk fyri uppringingar, heilsanir og brøv. Tøkk fyri blómur og kransar og stóra tøkk til øll tykkum, ið hjálptu til við ervinum. Tøkk til tykkum, ið mintust hann í Esbjerg. Somuleiðis takka vit øllum, ið fylgdu honum seinasta túrin í Havnini. Familjunnar vegna, Christian, Hedvig og Ása Summarkonsert í Skála kirkju Kristi Himmalsferðardag hevur Eystankórið summarkonsert í Skála kirkju Eystankórið hevur Kristi Himmalsferðardag summ- arkonsert við fjølbroyttari skrá undir leiðslu av Símun Nónklett. Framførdir verða føroyskir, danskir, svenskir og amerikanskir sangir. Harumframt verða eisini verkini The Lost Cord av Arthur Sullivan og Ave Ve- rum av Franz Liszt fram- førd. Við orglið situr Jensina Simonsen og floytufylgi- spæl hava Bodil Simonsen og Fríðhild Hansen. Kons- ertin verður kl. 16 í Skála kirkju. Norðoya Vanlukku Grunnur Hósdagin verður skipað fyri bingo til frama fyri Norð- oya Vanlukku Grunn í Skál- anum kl. 19.30. Eins og seinast er møguleiki at lata vinningar til tiltakið. Tikið verður ímóti vinn- ingum mikudagin 31. mai frá kl. 17-22. Eisini ber til at ringja á tlf. 456868 og vit kunnu heinta lutin. Tað ber eisini til at lata eina peningagávu til grunnin á konto í Norðoya Sparikassa (9865) 10.20.95.6 og í Før- oya Banka (6464) 161.342.3. Endamálið hjá Norðoya Vanlukku Grunni er at stuðla eftirsitandi/avvarð- andi, sum sita eftir, tá ein av teimum nærmastu doyr av vanlukku, í Norðoyggj- um. Bingo verður í Skálanum hóskvøldið 1. juni kl. 19.30. Grunnurin takkar fyri all- an stuðul og ynskir øllum alt tað besta við Guds sign- ing. Norðoya Vanlukku Grunnur Ólavsøkuframsýning Lions Aftur í ár skipar LC Tórs- havn fyri málningaframsýn- ing á ólavsøku. Øll tey, sum fáast við at mala ella tekna, eru væl- komin at boða frá luttøku. Mong eru tey, ið fáast við at mála og tekna, uttan at so nógv onnur vita um tað. Á ólavsøkuframsýning Lions hava hesi møguleikan at sýna fram tað, ið tey hava gjørt. Sambært lýsing í bløðun- um í dag kunnu áhugað boða frá luttøku innan 3. juli. Seinni frætta tey so nærri um, nær ið myndirnar skulu vera inni. Framsýningin verður sum undanfarin ár í útvarpshøll- ini ólavsøkudagarnar. Í sambandi við, at tað í ár eru 1000 ár, síðani Føroyar vórðu kristnaðar, verður samstundis framsýning av øllum lógarverkinum hjá kirkjuni hetta tíðarskeiðið. Ágóðin av atgongu- merkjasøluni fer óskerdur til góðgerandi endamál. Søgufrøði komin út í broyttum líki Í eina tíð hevur bókin Søgu- frøði. Kelduviðgerð og háttaløg verið útseld, men nú hevur Føroya Skúla- bókagrunnur givið bókina út aftur í broyttum líki. Tað eru teir báðir Kári Jespersen og Jens Pauli A. Nolsøe, lærarar í søgu og samfelags- frøði í studentaskúlanum í Hoydølum, sum hava skriv- að Søgufrøði. Kelduviðgerð og háttaløg. Søgufrøði. Kelduviðgerð og háttaløg er ein metodu- bók til miðnámsskúlarnar, har ið flestu ástøðiligu am- boðini eru savnað og um- rødd, og hon lýkur tær treyt- ir, sum kunngerðin í søgu setur. Bókin er ætlað at vera eitt amboð, ið kann hjálp næmingunum til sjálvstøð- ugt og kritiskt at skilja og viðgera keldur og útlegg- ingar. Hon er ein søguhand- bók og skal nýtast í øllum arbeiði við kelduástøði í søguundirvísingini. Sum sagt er bókin í fyrsta lagi ætlað undirvísingini í miðnámsskúlunum, men hon kann eisini nýtast í øðr- um hægri lærustovnum og av lærarum í fólkaskúlan- um. Hjá almenninginum, sum ynskir sær nøkur am- boð at skilja og meta um søguligar spurningar eins væl og nútíðar samfelags- spurningar, er hon hent. Metoda er týdningarmikil, tí hon er tað amboðið, sum fólk nýta at velja og vraka við, tá ið tey viðgera dags- ins samfelagsmál. Aftast í bókini er leitorðalisti. Óli Petersen hevur við sínum tekningum og mynd- lýsingum gjørt tekstin lætt- ari at skilja. Ingi Joensen og Jan Jacobsen hava gjørt uppseting og kápu og eisini havt ta grafisku viðgerðina. Hestprest hevur gjørt um- brótingina og havt prentum- sitingina. Tá bókin kom út í 1997, skrivaðu bløðini m.a.: Søgufrøði. Kelduviðgerð og háttaløg er eitt gott dømi um, at tað ber til at evna eina lærubók á føroyskum, sum bæði fakliga og í góðsku annars ikki stendur aftan fyri aðrar útlendskar bøkur á sama stigi. (Fjølnir nr. 2 1998). Við bókini eru næmingar á miðnámsskúlunum betur útgjørdir. Teir standa seg betur við at læra hugtøkini á egnum máli. (Dimmalætt- ing 20. august 1997). Onnur og broytta útgáva av Søgufrøði. Kelduviðgerð og háttaløg er 140 síður, í litum, og hon fæst í bóka- búðunum fyri 140,- kr. FRÓÐI LØKSÁGARÐ Eftir skottilburðin í Klaks- vík í vikuskiftinum er av álvara gongd komin aftur á kjakið, um tey ólógligu vápnini, sum liggja runt landið. Politiið í Klaksvík, legði aftana skottilburðin hald á fleiri vápn, og eftir hvat skilst av politistøðini, var talan um riflur. Hans Djur- huus, virkandi sýslumaður í Klaksvík, vil tó ikki út við nøkrum tølum, men sigur bara at talan varð um meira enn eina og tvær riflur. Bæði av løgreglustøðini í Havn, og í Klaksvík verður sagt, at teir væl eru klárir yvir trupulleikan við ólóg- ligum vápnum, sum fólk liggja inni við. Verri er við at koma hesum trupulleika til lívs. -Vit kunnu ikki bara uttan víðari fara inn til fólk at gera húsarannsóknir, sigur Neyðugt við nýggjari vápnalóg Galdandi vápnalóg heimilar ikki, at fólk kunnu lata vápn, sum tey hava liggjandi, til politiið, uttan at tey vera skuldsett fyri brot á vápnalógina. Landsstýrismaðurin í lógarmálum vil hava nýggja vápnalóg Hans Djurhuus, sum við- gongur, at tá teir leggja hald á vápn, so er tað ofta mest sum av tilvild, antin tá teir koma fram á tey í eini húsa- rannsókn, ella í samband við onnur viðurskifti. Jón Klein Olsen, støðleið- ari í Havn sigur, at eisini hjá teimum er tað oftast mest sum av tilvild, at teir leggja hald á vápn. -Um vit koma fram á okk- urt, so taka vit tað sjálvandi, men vit hava ikki møgu- leika fyri burturav at leggja okkum eftir at leita eftir ólógligum vápnum. Tóku nakað av vápnum í 80‘unum Miðskeiðis í áttatiárunum koyrdu nakrar sakir um ólóglig vápn, og politiið gjørdi nakrar húsarannsókn- ir. Ein bólkur av politistum arbeiddi tá burturav við at leggja hald á vápn. Hetta tíðarskeiðið var lagt hald á FRÓÐI LØKSÁGARÐ Teir fýra, trettan til fjúrtan ára gomlu dreingirnir, sum vóru tiknir sunnukvøldið, eftir at teir høvdu skotið eftir Sunnukvøldið varð hesin politibilurin í Klaksvík skotin í sor av ólógligum riflum einar 40 til 50 riflur, tær flestu keyptar í Grønlandi og Kanada av føroyskum sjófólki. Seinnu árini er tó ikki nógv hent á hesum øki, viðgongur støðleiðarin í Havn, Jón Klein Olsen. Tá ein maður í Leirivík fyri nøkrum árum síðani var skotin, kom aftur eitt sindur á gongd í málið um ólógligu vápnini, sum fólk sum liggja inni við. Politiið fór tá út í fjølmiðlarnar, har teir heittu á fólk um sjálvi at lata síni ólógligu vápn inn, og fleiri fólk tóku av tilboð- num, og løgdu leiðina fram við hjá løgregluni við sínum ólógligu skotvápnum. Galdandi vápnalóg er frá 1969 Mannagongdin sum bleiv brúkt tað ferðina, bleiv ikki góðtikin av fútanum, tí lógarheimild var ikki fyri at lata fólk fara avstað aftur uttan nakra bót á vápnalóg- ina, og politiið stegaði tí við hesum. Í vápnalógini sum er frá 1969 stendur púra greitt at liggur tú inni við ólógligum vápnum, er sektin fyri hetta í minsta lagið 1000 kr. Sambært hesi somu vápnalóg, hevur tú møgu- leika fyri at eiga skrásett vápn, men bert um serliga orsøkir eru galdandi. Eitt vápanloyvi er galdandi fyri tvey ár í senn, so noyðist tú at fáa tað endurnýggja. Tískil kann tykjast, sum at sjálv vápnalógin, sum skal tryggja at fólk ikki kunnu ogna sær vandamikil vápn, er ein forðing fyri, at fólk kunnu sleppa sær av við hesi somu vápn. Landstýrismaðurin vil hava broytingar Tað eydnaðist okkum eisini at fáa eina viðmerking frá Høgni Hoydal, sum er landstýrismaður í lógar- málum. -Tíðin er búgvin til at gera broytingar í vápnalógini, men tað er rættuliga óhepp- ið at tað júst skal vera ein hending sum tann sum fór fram í Klaksvík, sum fær lógarverkið at vakna Høgni Hoydal sigur víðari, at tað vildi verið ynskiligt at ein nýggj vápnalóg helt fast um for- boðið móti teimum vápn- um, sum í dag eru ólóglig, umframt at revsingin fyri brot á lógina varð gjørd harðari. Eisini heldur landstýris- maðurin, at tað er umráð- andi, at tað verður innbygtí lógina, at fólk fáa eina ávísa tíðarfreist til at sleppa sær av við tey vápn, tey liggja inni við. Dreingirnir mistu tamarhaldið Dreingirnir, sum sunnukvøldið fóru at skjóta eftir bilum og fólki norðuri í Klaksvík, vóru sunnunáttina og mánadagin til avhoyringar hjá løg- regluni í Klaksvík fólki og bilum, á Brekku, norðuri í Klaksvík, vóru til avhoyringar á løgreglustøð- ini í Klaksvík sunnunáttina og mánadagin. Av løgreglustøðini frætt- ist, at undir avhoyringunum kom einki fram, sum kundi geva eina ábending um hví dreingirnir, sum byrjaðu at skjóta til máls, komu fleiri fólkum í vanda, tá teir fóru at skjóta eftir fólki og bilum. Til alla lukku fekk eingin álvarslig mein av skottilburðinum. Trý fólk fingu tó smærri snuddir, tá tey vóru rakt av splintrum. Hans Djurhuus, virkandi sýslumaður í Klaksvík, sig- ur at dreingirnir sjálvir ikki duga at siga, hví støðan út- viklaði seg sum hon gjørdi. Dreingirnir sjálvir søgdu seg ikki hava nakra grund, at gera tað teir gjørdu, og so vítt Sosialurin skilur, so er teirra einasta frágreiðing tann, at teir mistu tamar- haldið á støðuni, tá teir fóru at skjóta eftir bilum, løg- reglumonnum, og fólkum í grannahúsunum, og ikki heilt vistu hvat teir gjørdu. Síðani hendingin fór fram sunnukvøldið, hevur verið ført fram, at ein av orsøk- unum til hendingina kundi vera tann, at dreingirnir helst høvdu verið undir ringari ávirkan av telduspølum, og tí tóku til tey stig teir gjørdu. Hans Djuurhus sigur, at undir avhoyringunum kom einki fram, sum bendir á hetta, men hann heldur, at hetta avgjørt er ein møguleiki sum skal takast í álvara. Sjálvur sigur Hans Djur- huus seg einki kenna til hesi ógvusligu telduspøl, men hevur hoyrt frá fólki við kunnleika til telduspøl, at tað sum hesi spøl handla um, er at skjóta eftir løg- reglumonnum og bilum, og annars øllum sum flytir seg. -Fæst tú nógv við sovorið, so kann vera ringt at skilja millum veruleika og spæl, sigur Hans Djuurhus at enda, sum kortini ikki kann vísa á nøkur prógv fyri, at tað var nakað av hesum sum gjørdi seg galdandi í Klaksvík sunnukvøldið.