Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-05-31, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 31. mai 2000síða 3

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Vatnorkan skilabesta loysnin SEV: Nýtslan økt og avlopið minni Príslækkingin, sum SEV setti í verk 1. januar í fjør, hevði við sær, at hóast økta nýtslu, so fall avlopið hjá elfel- agnum við 7 mió sammett við árið frammanundan Hóast búskapurin er vaksin við knappliga 42 prosentum í tíðarskeiðnum 1994 til 1999, so er elnýtslan bert økt við knappliga 15 pro- sentum. Og meginparturin av vøkstrinum stavar frá ár- unum 1997 til 1999 Hóast føroyski búskapur- in er vaksin við tí rúkandi ferð, so er elnýtslan ikki vaksin líka nógv. Verri enn so. Í ársroknskapinum hjá elfelagnum stendur at lesa, at føroyski búskapurin vaks við 41,9 prosentum í tíðar- skeiðnum 1994-1999, men elnýtslan vaks bert 14,8 pro- sent sama tiðarskeið. - Tað tykist, sum økta virksemið i fiski- og ali- vinnuni ávirkar aðrar vinnur og privatu nýtsluna við eini ávísari tíðarskjóting soleið- is,at vøksturin í elnýtsluni kemur seinni, sigur leiðslan í SEV í ársfrágreiðingini. Og veruleikin at megin- parturin av vøkstrinum fyri tíðarskeiðið 1994 til 1999 stavar frá teimum seinastu trimum árunum, sigur SEV. Annars mælir SEV til bú- skaparligt varsemið í Før- oyum. Í ársfrágreiðingini verður staðfest, at búskap- arvøksturin nú byggir á sunnari grundarlag enn framburðurin í áttatiárunum gjørdi, men kortini er neyð- ugt at vera varin tá framtíð- arætlanir skulu leggjst. - Av- lopið í fiskivinnuni, bæði á sjógvi og landi, er enn ikki nóg stórt til, at vinnan sjálv klárar at gera íløgur í end- urnýggiung, sigur SEV. Búskapurin er einstáttað- ur og tí eisini viðbrekin mótvegis prísum og nøgd- um. Higartil er prísurin bara farin uppeftir, men SEV staðfestir, at ein slík prís- hækking, ikki kann halda fram. Tí er ikki hugsandi, at búskaparvøksturin verður eins stórur og hann hevur verið seinastu árini, uttan so, at alment virksemi fer at halda vøkstrinum upp eina tíð. Tey seinastu at merkja framgongdina Í ársfrágreiðingini hjá SEV verður staðfest, at vatnorkan er skilabesta loysnin, hóast ætlanin at útbyggja vind- orkuna ikki er slept. Kann- ingar verða nú gjørdar og tá tær eru lidnar verður støða tikin til komandi út- byggingar Vøksturin í elnýtsluni seinastu árini hevur givið SEV orsøk til at endurskoða útbyggingarætlanirnar. Tí er støða tikin til at endur- nýggja ein av gomlu mot- orunum á Sundi og fyrireik- ingar til at útbyggja í Suð- uroy skulu gerast. Men ein annar átrokandi spurningur hjá orkumynd- ugleikum kring allan heim er, hvussu komandi ættarlið kunnu útvega sær neyðuga og tøka orku, og samstundis hava atlit umhvørvisspurn- ingin. Høgu oljuprísirnir gera tað neyðugt at eftirkanna orkuútbygginarmøguleikar- nar í Føroyum við orkukeld- um, sumikki eru tengdar at oljunýtslu. Og her kemst ikki uttan um, sigur SEV, at vatnorkan er besti og bílig- asti møguleikin hjá føroy- ingum at minka um olju- nýtsluna í elorkuframleiðsl- uni. Harafturat kemur vind- ur, streymur og alduorka, tó í nógv minni mun. SEV hevur síðani 1997 arbeitt víðari við Eiðisverk- inum og hevur leitt vatn til verkið. Arbeiðið fevnir um 14 kilometrar av samlitunnli úr Eiðisvatni og suður í Vesturdal við tilhoyrandi skaktum og áarinntøkum. Útbyggingin, sum skal tak- ast í nýtslu á sumri í ár, økir vatnorkuframleiðsluna hjá SEV við 19 mió. kWh um árið, og tað svarar til næstan 10 prosent av allari elfram- leiðsluni hjá SEV. Hóast SEV ikki metir vindorkuna, sum eina líka góða orkukeldu, sum vatni, so hevur felagið kortini ikki slept ætlanini at útbyggja vindorkuna. Upprunaliga ú- tbyggingarætlanin mátti sleppast, av tí at felagið, sum SEV ætlaði at keypa vindmylluna frá, bakkaði út úr avtaluni. Nú verða kanningar gjørdar av, hvussu nógva vindorku elkervið kann bera og tá tað kanningarúrslitið er tókt, verður støða tikin til kom- andi útbygging. SVEINUR TRÓNDARSON Avlopið á roknskapinum hjá SEV í fjør var væl minni enn tað var í 1998. Góðar 31 mió. krónur móti góðum 38 mió. krónum árið fyri. Og hetta hóast elnýtslan í 1999 var 5,4 prosent hægri enn í 1998. Tað er niður- støðan nú roknskapurin hjá SEV er almannakunngjørd- ur. Men, sum altíð, so er ein skilagóð frágreiðing til fall- ið. SEV lækkaði nevniliga prísirnar 1. januar 1999 og lækkingin var størri enn tann økta nýtslan. Hetta stendur at lesa í árs- roknskapinum hjá elfelag- num fyri árið 1999. Inntøkurnar fyri 1999 vóru knappar 200 milliónir móti knøppum 206 mió. krónum í 1998. Tá útreiðsl- urnar og avskrivingarnar samstundis øktust við knøppum sjey milliónum, er ársúrslitið hjá SEV í 1999 góðar sjey milliónir verri enn í 1998. Hinvegin ávirk- ar tað roknskapin positivt, at rentuútreiðslurnar hjá SEV eru uml. 4,5 mió. lægri í 1999 enn í 1998. Skuldin hjá felagnum er lækkað nógv seinasta árið. Við ársbyrjan var skuldin 360 mió. krónur, men við árslok var henda upphædd 317 mió. krónur. Tveir trið- ingar av skuldini eru í før- oyskum peningastovnunm, meðan restin er í útlendsk- um. Eginognin hjá Sev er nú komin um á knappar 230 milliónir krónur. Hóast góða úrslitið sein- astu árini, so roknar leiðslan í felagnum við at fáa eitt minni undirskot í ár. El-prís- irnir eru lækkaðir við gildi frá 1. januar. Tá tað ikki kann roknast við størri nýtsluøking enn 5 prosent, roknar felagið við, at inn- tøkurnar lækka uml. 4 mió. krónur. Á útreiðslusíðuni er vandi fyri, at oljuprísurin fer enn hægri og tá felagið fær eykarakstrarútreiðslur upp á umleið 15 mió. krónur, verður roknað við einum lítlum halli fyri ár 2000. 5 tíðindablaðið sosialurin Nr. 103 - 31. mai 2000 4 tíðindablaðið sosialurin Nr. 103 - 31. mai 2000 Foreldur í Klaksvík bangin: Hetta má aldrin henda aftur Nógv foreldur í Klaksvík hava hug til at geva internet-kafeini skyldina fyri, at fýra ungir dreing- ir brádliga kundu finna uppá taka byrsu í hond og at skjóta frá hond, eftir øllum ið flutti seg ÁKI BERTHOLDSEN Tað er onki løgið í, at klaks- víkingar eru skelkaðir eftir hendingina sunnukvøldið, tá ið fýra ungir dreingir brádliga fóru at skjóta frá hond eftir fólki. Tað var bara eitt satt und- ur, at eingin lá eftir á, áðr- enn løgreglan fekk tosað dreingirnar til sætti so at teir løgdu vápnini. Men hendingin hevur loypt ræðslu á nógv fólk í Klaksvík, ikki minst á for- eldur. Og spurningurin, sum sjálvandi øll seta sær, er, hvat var tað, sum fekk fýra dreingir at fara so yvir gev- ind, sum talan var um hesu- ferð. Nógv foreldur hava ringt til Sosialin at tosa um tað, sum fór fram. Men felags fyri nógv av teimum, er, at tey hava hug til at geva teldu kafé’ini Orion skyldina. – Har sita børn og ung kvøld eftir kvøld og spæla telduspøl. Og nógv av hes- um telduspølum eru so harðlig, at tey, sum gera spølini, hava sett aldurs- mark á spølini, og á summ- um spølum er enntá 18 ára aldursmark. Foreldrini vísa m.a. á,a t spøl eru til, har tað júst ræð- ur um at skjóta alt og øll niður, ikki minst politistar. Men tað eru ongi av for- eldrunum, sum hava álit á, at tey, sum hava teldu- kafé’ina, hava naka sum helst eftirlit við, at aldurs- markið verður hildið. Felags fyri nógv av for- kunnu geva børnunum í- blástur slíkar ófatiligar gerðir, sum tað her er talan um. Men tey halda eisini, at skúli og barnavernd eiga at taka sín leiklut í fullum álvara og umhugsa gjølliga, hvat verður gjørt. Heilt aðrir trupulleikar Allan Joensen, sum hevur teldukafé’ina, heldur, at tað er dekan ov nógv gjørt av, at geva telduspølum skyld- ina fyri tað, sum er hent. –Eg haldi ikki, at teldu- spøl fáa fólk at gera slíkt, tí har eru tað heilt aðrir trup- ulleikar, sum gera seg gald- andi, heldur hann. Hann sigur, at í øllum før- um kann hann ikki fáa skyldina fyri, hvat hesir á- vísu dreingirnir gera, tí tað kemur næstan ikki fyri, at teir spæla teldu. –Teldukafé’in er eitt av teimum heilt fáu støðunum í Klaksvík, sum ungdómur hevur at savnast í. – Hesir fýra dreingirnir eru eisini javnan inni á Kafé-ini, men teir hava næstan ongantíð pening at spæla fyri. So teir gera sum so nógv onnur: Keypa sær okkurt góðgæti og ganga so runt og hyggja ímeðan hini spæla, sigur Allan Joensen. Sálarfrøðingurin, Anna Debes Hentze, vil heldur ikki geva telduspølum, ella harðligum filmum, skyld- ina. Hon sigur, at tað er nógv eldrunum er annars, at tey eru ógvuliga bangin fyri, at ein tilburður, sum hetta, kann fara at endrutaka seg og tey siga, at tað er ógvu- liga umráðandi, at vælum- hugsað og røtt stig verða tikin til at forða fyri tí. Og tað eru tey, sum enntá halda, at teldukafé’in skuldi verðið stongd, tí tey ivast ikki í, at júst telduspølini umrøtt, antin børn og ung fáa mein av at hyggja eftir harðligum filmum og av at spæla harðlig telduspøl. –Yvirhøvur er niðurstøð- an tann, at hava børnini eina barlast heiman ífrá, verða tey ikki so nógv ávirkað av telduspølum og filmum, at tey verða tikin so av fótum, at tey kunnu finna uppa at gera álvara burturúr tí, tey síggja á skíggjanum. –Men er talan um børn, sum hava aðrar trupulleikar, sum eru illa fyri sosialt, og sum ikki duga at skilja í- millum veruleikan og fant- asi, kann tað ikki útihýsast, at harðligir filmar og - telduspøl kunnu fáa bikarið at flóta yvir. – Hesir dreingirnir eru tó so mikið vaksnir, at teir eiga at duga at skilja ímillum veruleikan og fantasiin. Men fyri tað kunnu teir fáa íblástur til eitt og annað av aty síggja harðligar film- ar, ella spæla harðlig spøl á teldu, um teir framman- undan ikki eru væl fyri. Meiri eftirlit Allan Joensen viðgongur annars, at tað er ikki nakað serligt eftirlit við tí aldurs- markinum, sum stendur á spølunum. –Tey allarflestu, sum koma á kafé’ina, eru børn og ung frá 12-16 ár, og so er onkur hendinga eldri. – Og skulu aldursmarkini takast í fullum álvara, kunnu vit akkurát tað sama lata aftur. Allan Joensen ivast ikki í, at støðan er akkurát tann sama á hinum teldu- kafé’unum. Men hann leggur afturat, at eftir hesa hendingina, verða teir noyddir at taka støðuna í álvara og seta betri eftirlit í verk av ald- ursmarkinum, sum er á telduspølunum. Sálarfrøðingurin: Teir hava helst øst hvønn annan upp –Tað er ikki ó- kent, heldur ikki í Føroyum, at børn og ung ganga berserksgang, uttan at nakar veit hví. Tað er væl hugsandi, at tað var hetta, sum hendi í Klaksvík sunnu- kvøldið ÁKI BERTHOLDSEN – Tað var ein heilt óhugna- lig hending. Og áðrenn málið er kannað til botns, er tað trupult at siga, hvussu tað ber til, at ungir dreingir Men hon sigur, at tað er ikki vist, at tað liggur so nógv aftanfyri hendingina. – Tað er ikki ókent, at børn og ung brádliga missa tamarhaldið á sær sjálvum og ganga berserksgongd, uttan at nakar veit hví. Hon sigur, at hetta er ikki bara nakað, sum hendir í útlondum. – Vit vita eisini onkur dømi um slíkt í Føroyum, sigur hon. Hon minnist til dømis hendingina, tá ið børn brutu inn í skúlan á Toftum og framdu umfatandi herverk. Hon minnist eisini eina hending í Havn fyri nøkrum árum síðani, tá ið ung full- komiliga sorlaðu ein buss sundur. – Talan var um púra van- lig børn ið okkurt brádliga kom yvir, sum endaði við sorli, herverki og oyðilegg- ilsi. Og síðani hevur onki ver- ið við teimum. – Tað kann verða nøkun- lunda tað sama, sum hendi í Klaksvík sunnukvøldið. Men hesuferð var tað bara so ólukkuligt, at dreingirnir høvdu lívshættislig vápn við hondina og tað ger støð- una heilt nógv meiri álv- arsliga, enn tey fyrru børn- ini. Sálarfrøðingurin leggur tó dent á, at hon hevur ikki sett seg inn í tað, sum hendi í Klaksvík. Tað, sum hon veit um málið, veit hon frá fjølmiðl- unum og tí eru hennara við- merkingar meiri almennir. Hon sigur, at tað, at dreingirnir ikki hava upp- givið nakra serliga orsøk til, at teir gjørdu hetta, bendir ikki á, at tiltakið er lagt til rættis frammanundan. –– Men fyri tað er tað rættiliga álvarlig. –Fyrst bróta teir inn í eini hús. Og so tá ið løgreglan kemur á staðið, avdúka teir eina fullkomna líkasælu við myndugleikan, men taka tvørturímóti at skjóta eftir løgreglumonnunum. –Hon sigur, at talan kann vera um, at innast inni hava teir veruliga ikki verið greiðir yvir, hvussu álvarlig gerðin var. – Tað kann vera hent, at alt er byrjað í spølni. men at tað so er komið hartil, at teir hava øst hvønn annan upp og eggja hvønn annan til tað heilt ógvusliga. – Vit vita frá líknandi til- burðum fyrr, at táið slík bólkaøsing tekur seg upp, kemur bólkurin í eina ónda ringrás, inntil tað fer heilt yvir gevind, uttan at teir hava givið sær stundir til at hugsa um, hvørjir vandar standast av. Anna Debes Hentze sig- ur, at tað er ómetaliga sjáld- samt, at børn og ung eru einsamøll um slíkar gerðir, og tað vóru teir heldir ikki hesuferð. Og neyvan hevði hetta hent, um talan var um ein einsmallan av drongjunum. fáa seg til slíkt. Sálarfrøðingurin, Anna Debes Hentze, er líka skelk- að sum øll onnur av tí, sum fór fram í Klaksvík sunnu- kvøldið, tá ið fýra ungir dreingir brádliga tóku til at skjóta frá hond. Hon heldur ikki, at tað er sannlíkt, at fýra dreingir skulu vera so illa fyri, at teir ikki eru rættsiktaðir. – Tí kann tað verða talan um eitt bólkatrýst, har teir at enda fullkomiliga hava mist tamarhaldið á støðuni, og har tað ræðir um hjá hvørjum einstøkum at gera meiri av enn ein annar, sigur Anna Debes Hentze. Hon sigur, at vit hava líknandi dømir frá happing, har bólkatrýst hevur gjørt, at happing er rokkið heilt óhugnaligum dimensjón- um. Er tað hinvegin talan um at gerðin er løgd til rættis frammanundan, er jú talan um eitt heilt annað mál. Hon leggur afturat, at tað ræður um at kanna hend- ingina til botns fyri at vita, hvat lá aftanfyri. Ikki fyrrenn tá ber rætti- liga til at vita, hvussu hetta skal takast. Men hon heldur í øllum førum, at tað hevur stóran týdning at tað verður sligið fast, bæði fyri teimum, og øllum øðrum børnum, hvussu álvarsligt hetta var, so at teir ikki verða móttiknir sum hetjur, tá ið teir t.d. koma aftur í skúla. Skot-dramaið í Klaksvík sunnukvøldið hevur skelkað foreldur. Fleiri vilja hava teldu- kafé’ina stongda, men eigarin heldur, at tað er ov nógv avgjørt at geva henni skyldina. Sálarfrøðingurin heldur, at talan kann hava verið um bólkatrýst, sum so er farið heilt yvir gevind Tað kann vera byrjað í spølni heldur Anna Debes Hentze, sálarfrøðingur Mynd úr Klaksvík Anna Debes Hentze Heykavegur 1 • 100 Tórshavn • Tel. 311400 • Fax 315574 th-dam@post.olivant.fo Sosialurin - 311820 Vit hava eisini: • Urtagarðshegn • Trillubørur • Urtagarðsamboð P-øki Joh. Berg R. C. Effersøesgøta Thomas Dam Havnar Timbur- handil Føroya Tele Poul Hansen Skemman Sláimaskinur Sláimaskinur