mikudagur 31. mai 2000síða 4
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 103 - 31. mai 2000
6
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 103 - 31. mai 2000
Kórstevnan av
bakkastokki í kvøld
Í kvøld byrjar Kórstevnan 2000 og á skránni er mangt forvitnisligt. John
Høybye vitjar við Tritonuskórinum og hann leiðir eisini felagskórið. Eisini
hevur hann gjørt spennandi útsetingar til føroysk løg og norskur dirigentur
vitjar eins og kend svensk songkvinna
DAGFINN OLSEN
Í kvøld fer Kórstevnan 2000
av bakkastokki. Stevnan
verður sett á Eysturskúlan-
um klokkan 20. Har búgva
luttakararnir eisini og venj-
ingarnar fara eisini fram har.
Konsertir verða í Eyst-
urskúlanum, Vesturkirkjuni
og í Norðurlandahúsinum.
Høybye, Dahl og
Johansson
John Høybye er ikki ókend-
ur í Føroyum. Hann hevur
mangan
vitjað.Honum
dámar væl í Føroyum, tí
sum hann sigur, so kemur
sólin altíð fram fyrr ella
seinni.
Eisini heldur hann nógv
av føroyingum sum hann
metir hava listarmannsins
sinn og so syngja føroyingar
væl og „er skøre på en char-
merende måde“.
John Høybye skal leiða
felagskórið í ár og hetta
hevur hann roynt áður. Eis-
ini hevur hann skrivað tón-
leikin, ið nýttur var, tá kirkj-
an í Fuglafirði var vígd í
1984. Hann hevur í mong
ár havt samband við Frits
Johannesen og kórini í
Fuglafirði.
Í ár vitjar John Høybye í
Føroyum saman við sínum
Tritonuskórið. Kórið er eitt
av teim kendastu í Danmark
og hevur ferðast í Europa,
Kina, Japan, USA og hevur
vunnið fleiri virðislønir.
M.a. í Budapest í 1995.
Aðalverkið hjá Høybye
og kórinum verður Sacret
Concert eftir Duke Elling-
ton, sum Høybye hevur lagt
tilrættis fyri kór, solist og
stórband.
Solistur verður Eleonora
Johansson úr Svøríki og
orkesturlutin hevur føroyski
úrvalsbólkurin Jaspis.
Eleonora Johansson er
kend songkvinna og er part-
ur av The Real Group, ið
má sigast at vera á sera høg-
um støði. Kann kanska sam-
metast við The Manhattan
Transfer.
Norski dirigenturin Tone
Bianca Dahl fer eisini at
taka sær av felagskórinum.
Hon tekur sær av stillara og
norðurlandska sangpartinum.
Heinesen, Samuelsen
og Djurhuus
Sum nakað øðrvísi og
spennandi, verða eisini tvær
framførslur av føroyskum
tónleiki.
John Høybye hevur sett
út fyri kór sangin hjá Jens
Paula og Elini Heinesen,
Eitt dýpi av dýrari tíð. Eisini
hevur hann sett út fyri kór
sangin hjá Janus Djurhuus
og Stanley Samuelsen, Um
eg kundi kvøðið.
Um skránna er annars at
siga, at fleiri konsertir eru.
Hóskvøldið syngur Tri-
tonuskórið í Vesturkirkjuni.
Fríggjadagin verður in-
tern konsert í Eysturskúl-
anum við Tritonus, Ljómi,
Manskór Keflavíkar og
Eleonoru Johansson.
Leygarkvøldið er so stóra
konsertin í Norðurlandahús-
inum, við felagskórinum,
Tritonus og Jaspis framføra
Sacret Concert hjá Elling-
ton, ið er Kirkju/swing ora-
torii og Eleonora Johansson
er solistur.
Kórstevnan er seinni í ár,
enn vanligt er, hóast hon
sum altíð fellur á Krisiti
himmalsferðardag.
Enn
hava ikki so nógv teknað
seg til luttøku, sum onkutíð
fyrr, men enn er ikki ov
seint. Til ber at luttaka við
at møta upp, tá stevnan byrj-
ar ella við at ringja á telefon
31 48 50.
Umframt konsertirnar og
venjingar, verður á kvøldi
skipað fyri hugna og so-
nevndum aftersinging, so
óivað er lagt upp til eitt
hugnaligt vikuskifti á sang-
anna veingjum.
Tað eru kórini í Havn og
Kórsamband Føroya, ið
skipa fyri.
John Høybye. kórleiðari, hevur sett út fyri kór løgini Eitt
dýpi av dýrari tíð og Um eg kundi kvøðið
Kórini í Havn og Kórsamband Føroya skipa í ár fyri kórstevnuni (Savnsmynd)
Vann gull
Tað gongur væl hjá føroyingunum,
sum eru við í Special Olympics.
Durita Strøm vann fyrrakvøldið
gull í svimjing
Fyrradagin svumu før-
oysku svimjararnir í final-
uni, eftir at vera kominir
víðari.
Tað gekk væl og Durita
Strøm vann gull í 50
metra frísvimjing. Halla
Poulsen gjørdist nummar
2 og fekk silvur og Símun
P. Zachariassen fekk eitt
flott 4. pláss, frætta vit úr
Hálandi.
Føroysku rennararnir
runnu í gjár 5000 metra
teinin og væl gekk. John
Joensen rann teinin uppá
23:31 minuttir og gjørdist
nummar 4 av 8 í sínum
hópi. Jonhard Haraldsen
rann teinin uppá 32:13 og
gjørdist nummar 7 í sín-
um hópi.
Eisini Johanna Maria
Niclasen og Unn Morten-
sen runnu í gjár og tað
frætist, at væl gekk.
Í gjár skuldu menninir
renna 1500 metra teinin.
Sagt verður, at bólkað
verður soleiðis, at ein
altíð kappast ímóti jav-
nmettum mótstøðufólk-
um. Eisini eru kapping-
arnar so háttaðar, at talan
er um nógvar vinnarar.
Enn eru fleiri kappingar
og finalur eftir at luttaka
í á leikunum í Hálandi.
- do -
AVLOYSARA
TIL SKRIVSTOVUNA
Føroya Handilsskúli á Kambsdali søkir
eftir
at byrja 7. august 2000
Starvslýsing
Starvið umfatar alt vanligt skrivstovuarbeiði í
samband við handilsskúlan.
Førleikakrøv
Útbúgving og/ella royndir innan
skrivstovuyrkið, góður kunnleiki til teldu og
bókhald. Í arbeiðnum hevur tú samband við
nógv fólk, bæði innanhýss og uttanhýsis, og
tí mást tú verða opin og virkin.
Vit kunnu bjóða
Eitt fjøltáttað og fjølbroytt starv við nógvum
ymiskum uppgávum.
Setanartreytir
Sambært sáttmála millum
Starvsmannafelagið og Fíggjarmálastýrið.
Starvið er tíðaravmarkað til uml. 1. februar
2001.
Umsóknarfreist
Umsóknin skal verða Handilsskúlanum á
Kambsdali hendi í seinasta lagi 14. juni
2000.
Nærri upplýsingar um starvið fáast við at
venda sær til deildarstjóran á
Handilsskúlanum á Kambsdali á
tel 44 49 00.
Á Kambsdali, tel 44 49 00
FØROYA HANDILSSKÚLI
JAN MÜLLER
ÁLVUR HARALDSEN
-Vilja føroysk foreldur
sínum børnum væl og vilja
tey elska og geva børnunum
ein møguleika fyri einum
sínnum lívi, so eiga tey at
minka um roykingina ella
heilt gevast. Hetta eru ráð-
ini, sum Sepideh Taheri,
yvirlækni í barnasjúkum
starvast á Landssjúkrahús-
inum, hevur at geva før-
oyskum foreldrum, nú tað í
dag er altjóða roykifríur
dagur.
Ráð hennara til allar før-
oyskar barnakonur: roykið
ikki meðan tit eru við barn
- og til øll føroysk foreldur:
farið út í tún og roykið -
ella enn betur - gevist við at
roykja. Og ráð hennara til
myndugleikarnar eru eins
greið: bannið royking á
almennum plássum.
Tað eru ikki altíð, at ráð
verða væl móttikin, men
hesi ráðini eru ikki frá nøkr-
um tilvildarligum leik-
manni. Tey byggja á grund-
leggjandi vitan og royndir
frá arbeiðinum við børnum.
Sum lækni á føðideild og
barnadeild á Landssjúkra-
húsinum hevur Sepideh
kanska betri møguleika enn
nakar annar at meta um
vandarnar, ið standast av
royking. Hon upplivir og
sær tað dagliga á sínum
arbeiðplássi.
Sum professionellur eyg-
leiðari av barninum frá tí tað
er í móðurlívi til tað veksur
upp eru Sepideh og hennara
starvsbrøður og -systrar góð
sannleikavitni, tá tað um
heilsuna
hjá
barninum
ræður.
Hóast hon hevur sagt tað
mangar ferðir áður, heldur
tað vera rætt at endurtaka
tað og leggja serliga á-
herðslu á tað, nú allur
heimurin heldur roykfrían
dag.
Barnakonur eiga als ikki
at royka. Vilja tær barninum
væl, so eiga tær ikki at nema
eina sigarett frá tí at tær eru
blivnar upp á vegin og til
tær hava átt. Og eisini eftir
tað eiga mammur og pápar
at halda royking og barn
atskilt.
Roykingin ávirkar barnið
bæði meðan tað er í móður-
lívinum og eisini í vanliga
lívinum eftir føðing. Børn
hjá
barnakonum,
sum
roykja, blíva minni, tey
vaksa ikki so nógv, tey hava
trupulleikar við andadrátt-
inum, og seinastu kanning-
arnar vísa, at vandin fyri at
fáa meningitis er fimm ferð-
ir størri hjá børnum, har
mammurnar hava roykt,
meðan tær vóru við barn.
Eisini
vøggudeyðin
er
størri, har mamman hevur
roykt, somuleiðis talið av
deyðføddum børnum. Tað
vísir seg eisini at verða
børnini fødd ov tíðliga or-
sakað av, at mamman hevur
roykt, so fáa tey eisini nógv
fleiri komplikatiónir eftir
tað og seinni í lívinum.
Hesi børnini fáa t.d. hægri
blóðtrýst og oftani hjarta-
trupulleikar fyrr enn onnur
fólk fáa tað.
Roykið ikki heima
Eitt er so tað, at barnakonur
ikki eiga at roykja. Annað
og ikki minni týdningar-
mikið er at minka um ella
heilt sleppa undan royking
í heiminum, har børnini
Sepideh Taheri, yvirlækni í barnasjúkum við føroysk foreldur:
Farið út í tún
og roykið
Meðan nógv verður gjørt í øðrum londum sum USA,
Bretlandi og Týskalandi fyri at fáa fólk at minka ella gev-
ast at roykja, so tykist gongdin í Føroyum verða tann øv-
ugta, at roykingin líkasum verður meira góðtikin her. Tað
heldur Sepideh Taheri, yvirlækni í barnasjúkum á Lands-
sjúkrahúsinum vera stórt spell. Barnakonur eiga als ikki
at roykja, og foreldur eiga ikki at roykja í heiminum. Í
báðum førum skaðir hetta barnið
vaksa upp.
Sepideh Taheri, sum er í
tí hepnu støðu, at hon eisini
kann fylgja børnunum víð-
ari í lívinum, tá fleiri teirra
koma inn á barnadeildina
við ymsum sjúkum, er tí
eins avgjørd, tá tað um
royking í heiminum ræður.
Royking í heiminum er
ein stórur risikofaktor fyri,
at børn fáa astma. Tað vísir
seg eisini, at støðugt størri
tal av børnum fáa astma.
Royndirnar vísa, at vaksa
børnini upp í einum royki-
fríum heimi, ber til at fyri-
byrgja
astmatilburðum.
Royking í heiminum hevur
so eisini aðrar avleiðingar
fyri heilsuna hjá børnunum.
Hjá børnum, sum koma frá
heimum, har tað verður
roykt, er risikoin fyri, at tey
fáa aðrar sjúkur eisini nógv
størri. Eitt nú millumoyrna-
bruna og lungnabruna.
Sepideh Taheri undir-
strikar, at roykingin í heim-
inum skundar undir risi-
koina at fáa hesar sjúkur
ikki bert ta einu ferð men
afturvendandi.
Granskingararbeiðið,
sum er gjørt av hesum, vísir
heilt greitt, at tað er sam-
band millum hesar sjúkur
og royking í eitt nú heim-
inum.
Ymisk tiløk
Í sambandi við roykafría
dagin í dag verður skipað
fyri ymsum tiltøkum kring
landið. Eisini hevur løg-
tingsskrivstovann sent so-
ljóðandi tíðindaskriv út:
„Roykipolitikkur er part-
ur av almenna starvsfólka-
politikkinum:
Arbeitt verður við at orða
eitt uppskot til royki-
politikk. Arbeiðið er komið
somikið áleiðis, at upp-
skotið verður sent stovnum
og feløgum til hoyringar í
juni mánað.
Støðið undir starvsfólka-
politikkinum er ásannanin
av, at royking er heilsu-
skaðilig, og tí skal royki-
politikkurin tryggja eitt so
roykfrítt arbeiðsumhvørvi
sum gjørligt.
Hetta arbeiðið verður
gjørt í starvsfólkapolitikk-
nevndini, sum setur út í
kortið og ger leiðreglur fyri,
hvussu farast skal fram í
starvsfólkapolitiskum við-
urskiftum innan almenna
fyrisiting.
Ætlanin er, at roykipoli-
tikkurin skal avloysa rund-
skrivið um royking frá 89.
Eins og hinir partarnir av
starvsfólkapolitikkinum,
verður
roykipolitikkurin
sendur stovnum og yrkis-
feløgum, tá hann er stað-
festur. Eisini verður poli-
tikkurin lagdur á heima-
síðuna hjá løgtingsskriv-
stovuni.
Sepideh Taheri,
barnalækni vil ráða øllum
føroyskum foreldrum, sum
vilja børnum sínum væl
um ikki at roykja í
heiminum.Mugu tey
roykja, so farið út í tún.
Sum yvirlækni í
barnasjúkum bæði á
føðideild og barnadeild á
Landssjúkrahúsinum er
Sepideh Taheri vitni til, at
alsamt fleiri føroysk børn
taka skaða av, at
foreldrini roykja. Tað vil
hon fegin brúka altjóða
roykifríadagin til at ávara
ímóti.