mikudagur 31. mai 2000síða 5
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Til teir umvendu
Fyrst av øllum fari eg at
takka tykkum báðum, Hans
Paula og Rolf, fyri áhuga-
verd svar. Haldi tó ikki, at
eg fekk svar uppá tann ein-
falda spurningin eg setti
tykkum. Uttanumtos og
umberingar. Tað var nú
heldur ikki væntandi. Á-
hugaverd eru svarini tó, tí
tey lýsa eitt áhugavert tíð-
arskeið, tá enn broddur var
í ungdóminum á politiska
vígvøllinum. Satt at siga, so
hevði eg altíð virðing fyri
tykkara dirvi at leggja navn
til alt tað, tit skrivaðu. Tann
sami broddurin er nú tíverri
horvin. Hvør, ið las úr
skriftunum hjá Mao, og
hvør las tær hjá Marx kann
verða líkamikið. Merkiligt
er tó, at tit finnast at Tjóð-
veldisflokkinum, tí hann
skuldi vera so lítið vinstra-
hallur, samstundis sum tit
siga, at meginparturin av
teimum mest vinstrahallu
finnast júst í hesum flokki-
num.
Eg helt meg spyrja hamp-
uliga og uttan at ákæra nakr-
an, og tí er tað eitt sindur
harmuligt, at Hans Pauli
skírir meg bæði líkt og ólíkt.
Hetta má sigast at verða
blivið eitt keðiligt javnað-
areyðkenni, men er kanska
nakað hesir nýggju menni-
nir hava drigið inn við sær.
Hetta skyldast kanska for-
tíðina í Keypmannahavn, tá
menn gingu í so nógvum
bólkum, at neyðugt var at
skjóta fyrst og spyrja aftaná.
Grundin til at eg spurdi
var sera einføld. Í longri tíð
hava fólk í Javnaðarflokki-
num í skrift og talu brigdað
mótstøðumonnum, at teir
hava eina kommunistiska
fortíð. Helt tað tí verða uppá
pláss at vísa á, at hesir eisini
funnust hjá teimum sjálv-
um. Tí skulu tit hava takk
fyri svarini og ikki er neyð-
ugt at skammast. Tak hattin
av fyri tí Hans Pauli. Pláss
skal verða fyri øllum í hes-
um kjakinum, sum nú er
frammi. Stuttligt er tó at
síggja, at meðan tit áður
kappaðust um at verða
longst til vinstru, so royna
tit nú at ákæra hvørannan
fyri at vera, og at hava verið
kommunist.
Hvussu gongur annars
við sosialismuni og sjálv-
stýrinum. Eru tit komnir
nærri málinum, og halda tit
flokk tykkara, Javnaðar-
flokkin, verða meira sosial-
istiskan nú, enn fyri tjúgu
árum síðan. Hvussu sosial-
istiskt skal samfelagið ger-
ast áðrenn tit loysa.
Vit eru ivaleyst samdir í
mongum og serliga væl
dámdi mær endan á greinini
hjá Hans Paula.
Um fyrrverandi blaðfólk
á kommunistiskum bløðum,
sigur Dan R Petersen í ein-
um svari til Árna Dahl. ”…
Og tað fer mær kalt niður
eftir rygginum, tá ið blað-
stjórin á kommunistablað-
num Fríu Føroyum skrivar
um frælsi. Hann má hava
etið fimmtumma.”
Framin ella Fríu Føroyar,
tað man ikki verða tann stóri
munurin.
Men Hans Pauli sigur í
eini grein í Sosialinum í
1998, um slíka skriving,
sum hana hjá Dan: ”.. at
kjakið tá verður óreint og
ósakligt, og tá verður roynt
at fremja sína politisku søk
við at dálka mótstøðumann-
in heldur enn at viðgera
málið, sakina”
Lítið man verða at ivast í,
at tað krevst at verða vítt til
veggja í Javnaðarflokki-
num. Mær tykir tað tó verða
so vítt, at tit neyvan vita av
hvørøðrum. Annars er stutt-
ligt, at tit hava havt eina
tillagingartíð uppá 28 ár, frá
tí tit vunnu tykkum javnað-
arfrelsuna, til tit alment
komu úr skápinum.
Tað sigst at verða fáur,
sum upplivdu fundirnar í
Keypmannahavn fyri tjúgu
- tredivu árum síðan, sum
høvdu væntað at sæð Hans
Paula, Rolf og Virgar D.
fara hond í hond inn í
nýggju øldina.
Manne Persson
Í farnu viku hevði eg eina
grein við heitinum „Feðgar
á ferð“. Í gjár kom so Kjart-
an Hoydal við einum aftur-
svari, sum hann hevur givið
heitið „Petur Reinert var
ikki faðir á studningsbú-
skapinum“. Júst sum yvir-
skriftin ber boð um, so snýr
alt svarið seg um, at Petur
Reinert, sáli ikki var faðir
at stundningsbúskapinum
og hevði ikki politisku á-
byrgdina av veðhaldspoli-
tikkinum í áttatiárunum.
Í fyrstu atløgu má sigast,
at Kjartan Hoydal rættiliga
raffinerað fær tikið seg
sjálvan burtur úr mínari
grein fyri síðan at seta Petur
Reinert inn. Soleiðis kann
hann fáa onkran lesara til at
halda, at eg brúki mína orku
til at viðgera persónar, sum
ikki fáa vart seg. Tað er í
sjálvum sær sera ódámligt.
Men høvuðspersónurin í
mínari grein var ikki Petur
Reinert, Hann var bert
nevndur einaferð og í einum
einasta setningi.
Hetta var tað, sum stóð í
mínari grein: „ Í 1975 kom
heildarloysnin, sum løg-
tingið tók undir við, men
arkitektarnir aftanfyri vóru
Petur Reinert, sáli og
Kjartan Hoydal. Ráfiska-
grunnurin var teirra upp-
finnilsi.“
Politiska embætistíðin hjá
Petur Reinert var frá 1975
til 1979, og tað sum m.a.
hendi í 80´unum, hevði
hann onga polirtiska ábyrgd
av. Og tað hevur heldur
eingin fasthildið, minst av
øllum eg sjálvur.
Út frá roknskapinum hjá
landskassanum kunnu vit
staðfesta, at rakstarstudn-
ingurin til okkara høvuðs-
vinnu frá 1980 til 1990
kostaði góðar 3 milliardir
krónur, og at effektiv veð-
høld í sama tíðarskeið kost-
aðu okkurt um 1,6 milliardir
krónur. Hetta eru almenn
tøl, sum ein og hvør við
áhuga kann síggja, eisini
Kjartan Hoydal, um hann
hevur gloymt tey.
So Kjartan Hoydal tú
hevur tikið tær tann rætt at
skifta høvuðsleiklutin í
mínari grein út. Petur
Reinert, sáli var ikki høv-
uðspersónurin, men Kjartan
Hoydal, sum m.a. sum
hægsti embætismaður á øki-
num sat innaliga í studn-
ingsruðuleikanum fyri at
brúka tíni egnu orð.
Annars var tað áhuga-
verda í tíni egnu skriving
ímóti greinarøðini hjá Kára
Petersen, at tú vildi vera við,
at tað vóru kreftir í okkara
samfelag, sum vildu fast-
halda eina skaðiliga studn-
ingsskipan, sum í hesum
førinum var ríkisstuðulin.
Tú hevur líka sum tikið pat-
ent upp á at mótvirka øllum
tí, sum hevur við studning
at gera. Og títt point var, at
Les tað, sum skrivað stendur!
ríkisstuðulin var eins skað-
iligir fyri okkara samfelag
sum studningsskipanin vat
fyri okkara høvuðsvinnu,
sum m.a. tú sum ráðgevi
legði lunnar undir í 1975.
Fremsta planbúskaparliga
framtak, sum er kent her á
landi, har var tú ein av heil-
unum. Tað er ein veruleiki,
sum hvørki tú ella eg fáa
gjørt nakað við. Tí kann tað
verða eitt sindur torført at
taka teg fyri fult, tá tú nú
hevur stillað teg í fremstu
røð sum forsprákari fyri frí-
um
og
óavmarkaðum
marknaðarbúskapi. Og mítt
point var júst hetta ham-
skifti.
Vit áttu at tikið tíni orð
fyri fult, tí hvør veit meira
um studningar enn júst tú,
men vitandi um at „hensigt-
en helliger midlet“ eisini er
galdandi í tínum føri, skalt
tú eisini takast við ávísum
fyrivarni.
Men ein aðru ferð eigur
tú leggja teg eftir ikki at
leggja øðrum orð í munnin.
Jóannes Eidesgaard
Hin illgrunasami Bjørn á Heygum
Hvat vil hesin Bjørn?
Jú, illgrunin er tann, at
Bjørn vil ikki hava nakra
kanning
av
Signari
á
Brúnni. Tí vil hann frá síðu-
linjuni forpurra málið, nú
ein kanningarstjóri er settur.
Ein heilt ótrúligur frekleiki.
Hann, Bjørn, ætlar at seta
teir 13 tingmenninar upp á
pláss, sum hava undirskriv-
að at ein kanning skal setast
í verk.
Hetta kemur frá einum
persóni, sum er uttan fyri
tingsins gátt.
Soleiðis arbeiðir, um eg
so má siga, faðirin at nýggju
stýrisskipanarlógini. At fólk
uttan fyri tingið skulu hava
størri vald enn tey fólka-
valdu umboðini á tingi. –
Eg meini tað.
Dia Ellindsson,
tjóðveldismaður,
Runavík
Lesið eisini Sosialin
á Internetinum
www.sosialurin.fo
Viðmerkingar:
Tann 5. fundurin millum fisk-
imálaráðharran í Norður At-
lantshavinum verður hildin í
Ilulissat í Grønlandi í hesum
døgum frá 23. til 27. mai
2000. Fiskimálaráðharrar úr
Kanada, Grønlandi, Íslandi,
Føroyum og Noreg eru við á
fundinum. Úr Russlandi og
ES luttaka embætisfólk á
hægsta stigi. Fiskimálaráð-
harrafundurin hesuferð hevur
4 høvuðsevni. Tey eru:
1) Hvussu veiðiflotin verð-
ur umsitin á burðadyggum
grundarlag, herundir minking
í samlaða veiðiflotanum og
stýring av ovurorku í útflutn-
ingi av skipum. Avleiðingar
av ólógligum fiskiskapi og ó-
regluligum fráboðanum.
2) Eftirlit og hondhevjing í
fiskiskapi.
3) Vistskipanin í havinum
og ávirkanin frá súgdjórum.
4) Umhvørvis grundreglur
og tillaging í stýringini av
fiskivinnuni.
Jørgen Niclasen, landsstýr-
ismaður í fiskivinnumálum
hevur í dag havt eitt innlegg
um vistskipanina í havinum
og um ávirkanin frá havsúg-
djórum. Han nýtti høvi til eis-
ini at bjóða Kanada og Russ-
landi við sum limir í NAM-
MCO.
Fiskimálaráðharrar í
Norðurlondum hittast
9
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 103 - 31. mai 2000
8
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 103 - 31. mai 2000
EDVARD JOENSEN
Næstformaðurin í kirkju-
ráðnum í Klaksvík hevur
onga tagnarskyldu. Og tí
kann hann heldur ikki bróta
nakra slíka, sigur Hans Jac-
ob Joensen, biskupur, í við-
merking til tað, Niels Pauli
Danielsen, prestur, segði við
Dimmalætting leygardagin.
Niels Pauli Danielsen,
sóknarprestur í Norðoya
Vestara Prestagjaldi, sigur
við Dimmalætting leygar-
dagin, at næstformaðurin í
kirkjuráðnum hevur brotið
tagnarskylduna, hann sum
kirkjuráðslimur
hevur.
Hetta grundar prestur á, at
kona
kirkjuráðslimin
í
Fimmaranum í Útvarpi
Føroya hevur úttalað seg
um, hvussu nógv fólk ganga
í kirkju í Klaksvík.
Men tað ber ikki til, at
kirkjuráðslimurin
hevur
brotið tagnarskylduna, sigur
Hans Jacob Joensen, bisk-
upur, í viðmerking. Tí har
er eingin tagnarskylda. Tað
kann ein og hvør fara í
kirkju sunnudag og seta seg
at telja, hvussu nógv fólk
eru inni. So einfalt er tað.
Almenn bók
Hjá tí, sum ikki kennir við-
urskiftini innan kirkjuna,
kann tað tykjast, sum næst-
formaðurin í kirkjuráðnum
í Christianskirkjuni letur
leka út, hvat skrivað verður
í sjálva kirkjubókina.
Men so er ikki, sigur bisk-
upur. Upplýsingarnir, sum
prestur her talar um, kunnu
bara vera úr eini protokol,
sum liggur í kirkjuni, og
sum er púra almenn.
Tað var soleiðis, sigur
Eingin tagnarskylda er brotin
Næstformaðurin í kirkjuráðnum í Klaksvík hevur onga tagnarskyldu brotið. Tí
hann hevur onga tagnarskyldu, sigur biskupur
Hans Jacob Joensen, bisk-
upur, at undanmaður hans-
ara, Eivind Vilhelm, vara-
biskupur, bað prestarnar
skriva upp, hvussu nógv
fólk gekk í kirkju, hvussu
nógv var til altars, hvør
gjørdi tænastu og tílíkt.
Hetta var ikki nakað krav,
men bara ein áheitan frá
varabispi, ið tá var. Tí var
tað heldur ikki nøkur skylda
hjá prestunum at gera tað,
og í summum kirkjum
verður skrivað upp, meðan
tað aðrastaðni ikki verður
gjørt.
Hendan bókin liggur so í
kirkjuni og er almenn fyri
ein og hvønn at lesa, sigur
biskupur. Og tað er ikki so
frægt sum neyðugt at vera
limur í fólkakirkjuni fyri at
fáa atgongd til tað, í bókini
stendur.
Tí er tað skeivt fatað, um
prestur heldur, at hendan
bókin áleggur kirkjuráðs-
limum tagnarskyldu, sigur
biskupur.
Niels Pauli Danielsen,
sóknarprestur í Norðoya
Vestara Prestagjaldi, hevur
ikki hug at gera viðmerk-
ingar til tað, sum hann segði
við Dimmalætting leygar-
dagin. Einasta hann vil siga
er, at nú er málið lagt fyri
kirkjuráðið, og so fer hann
at bíða eftir, hvat haðani
kemur, sigur hann.
Einki útistandandi
Hans Jacob Joensen, bis-
kupur, sigur seg ikki hava
nakað útistandandi við
nakran prest. Hvørki í
Klaksvík ella aðrastaðni,
hóast Niels Pauli Danielsen,
sóknarprestur sigur, at bis-
kupur nýtir eitthvørt høvi til
at sleppa av við summar før-
oyskar prestar.
Tað einasta, sum verið
hevur, sigur Hans Jacob
Joensen, er, at nakrir prestar
klagaðu hann til Kirkju-
málaráðið. Teir fingu ikki
viðhald, og so metir hann
málið at vera avgreitt.
Millum annað verður
onkuntíð sagt, at hann skal
liggja í stríði við fyrrverandi
fuglafjarðarprestin. Men tað
er ikki rætt, sigur biskupur.
Teir vóru ósamdir um ávís
ting, men eisini tað er av-
greitt við avgerð úr Kirkju-
málaráðnum, og so er eisini
tann sakin liðug, sigur bis-
kupur.
Hinvegin metir hann, at
málið um donsku biskup-
arnar, sum ætlanin var
skuldu prædika í Føroyum
á hvítusunnu, er heldur
klossut avgreitt.
Var tað so, at allir partar
vildu, kundi málið verið av-
greitt í allari stillheit, uttan
at nakað sum helst kjak
stóðst av. Men biskupur sig-
ur, at hann hevur ilt við at
ímynda sær annað, enn at
ætlanin hjá ávísum pørtum
alla tíðina var at fáa ósemju
burturúr.
Og at leggja seg undir at
vilja
syndra
føroysku
kirkjuna heldur Hans Jacob
Joensen, biskupur, vera heilt
burturvið
at
viðmerkja
yvirhøvur.
Hann harmast annars um,
sigur hann, at hetta málið
um hesar donsku biskup-
arnar er endað soleiðis, at
fólk fáa fatan av, at tað vald-
ar klandur og stríð innan
kirkjugátt. Tí tað ger tað
ikki, sigur biskupur.
Tað ber ikki til at bróta eina tagnarskyldu, sum ikki er til, sigur Hans Jacob Joensen,
biskupur, í viðmerking til, at Niels Pauli Danielsen, prestur, alment hevur lagt næstfor-
mannin í Norðoyar Vestara Prestagjaldi undir at bróta tagnarskyldu í samband við
hagtøl yvir kirkjugangarar í Christianskirkjuni
EDVARD JOENSEN
Á vitjan síni í Føroyum hev-
ur Niels Helveg Petersen
hitt løgmann, landsstýrið og
uttanlandsnevnd løgtings-
ins. Eisini hevur hann vitjað
Oljumálastýrið og Menn-
ingarstovuna.
Niels Helveg Petersen
segði á tíðindafundi mána-
dagin, at hann hevði tosað
við løgmann og kunnað
hann um ymisk uttanríkis-
politisk viðurskifti. Sam-
stundis nýtti hann eisini
høvi sjálvur at fáa meira at
vita um føroysk viðurskifti.
Niels Helveg Petersen
segði, at hann hevði fingið
væl burtur úr.
Tey evni, sum serliga
vórðu viðgjørd, segði uttan-
ríkisráðharrin, vóru viður-
Uttanríkisráðharrin á árligari vitjan
Danski utanríkisráðharrin, Niels Hel-
veg Petersen, kom mánadagin á ár-
ligu vitjan sína í Føroyum. Hann fer
avstað aftur í dag
skifti Føroya við ES, før-
oyskar handilsavtalur, um-
framt at hann sjálvur kunn-
aði um aktuellu støðuna í
ES.
Serliga eru tað samráð-
ingarnar, ES í løtuni hevur
við eystur- og miðeurope-
isku londini, sum ynskja
limaskap í ES.
Umframt hevur uttan-
ríkisráðharrin kunnað før-
oyingar um danska for-
mansskapin í norðurlendsk-
um samstarvi, og um hvørj-
ar ætlanir Danmark hevur
um menning av hesum sam-
starvinum.
Danmark hevur fingið eitt
nýtt útflutningsráð, Dan-
marks Exportråd, sum held-
ur til í Uttanríkisráðnum.
-Og tað er sjálvsagt, segði
Niels Helveg Petersen, utt-
anríkisráðharri, at Dan-
marks Exportråd eisini
stendur fult út til taks hjá
føroyskum útflutningsfyri-
tøkum at nýta.
Um vitjanina á Oljumála-
stýrinum segði uttanríkisr-
áðharrin, at tað er við
stórum áhuga, hann fylgir
komandi føroysku oljuvinn-
uni. Hann hevði merkt sær,
at til dømis grøna flaggið
hjá BP veittraði í Havn.
Um
handilsavtalurnar,
føroyingar gera við Russ-
land og Turkaland, segði
Niels Helveg Petersen,
uttanríkisráðharri, at tær
vóru bara at fegnast um.
Hann helt ikki, at føroyi-
ngar skuldu ganga frá slík-
um avtalum, hóast bæði
Russland og Turkaland
høvdu ávís ófriðalig umráði
innan síni landamørk. Eitt
nú
kríggjast
russar
í
Chechnia og turkar hava sítt
stríð við armenar.
Millum annað varð nevnt,
at turkar hava deyðarevsing,
og at kurdaleiðarin, Abdull-
ah Oechalan, framvegis
hevur ein deyðadóm hang-
andi yvir sær.
Men vit skulu taka tað
sum eitt positivt tekin, segði
uttanríkisráðharrin, at turkar
hava ikki framt nakran
deyðadóm seinnu árini.
Annars nevndi hann, at
meirilutin í turkisku stjórn-
ini eru fólk, sum persónliga
eru í móti deyðarevsing.
Niels Helveg Petersen,
uttanríkisráðharri, segði, at
Danmark av fullum huga
tekur undir við handilsavtal-
um føroyinga við millum
onnur hesi londini.
Niels Helveg Petersen, uttanríkisráðharri
Mynd: Jens Kristian Vang
USA
Dollarar
Bretland
Pund
Týskland
Markur
Svøríki
Króna
Noreg
Króna
Frakland
Frankur
Belgia
Frankur
Sveits
Frankur
Holland
Gyllin
Italia
Liri
Finnland
Markur
Ísland
Króna
Eysturríki
Skillingur
Spania
Pesetas
Portugal
Escudos
Kanada
Dollari
Grikkaland
Drakmur
Japan
Yen
Írland
Pund
Evra
30.05.00
794,2000
1290,6000
381,5000
88,6700
89,4800
113,7500
18,4970
474,6800
338,5900
0,3854
125,4900
10,5200
54,2250
4,4840
3,7220
529,3000
2,2130
7,4325
947,4200
746,1500
Ultimo
apríl
820,8000
1286,0600
381,1800
91,6600
91,5700
113,6600
18,4810
474,7100
338,3100
0,3850
125,3900
10,8500
54,1800
4,4810
3,7190
555,8700
2,2180
7,7026
946,6300
745,5300
VALUTAKURSIR