mikudagur 18. september 1991síða 3
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 171
18. september 1991
misbruk
Osømiligt
-sigur Føroya Handverksmeistarafelag um
avgerðina hjá styrinum fyri Listaskálan fyri
ikki at taka av lægsta tilboði. Handverksmeist-
arafelagið fær kortini ikki gjórt meira við
málið, men fer at mæla landsstýrinum til at
broyta licitatiónslógina
-Tað er bert harmiligt at
vit framyvir fara at vísa á
avgerðina hjá stýrinum
fyri Listaskálan sum dómi
um ósgmiligt misbrúk av
licitatiónslógini, sigur
skrivarin í Føroya Hand-
verksmeistarafelag, Jákup
í Gerðinum.
Men hóast stýrið fyri
Listaskálan, eftir hansara
tykki, hevur framt 6sømi-
ligt misbrúk av eini lóg,
kann Meistarafelagið einki
gera. Orsaka av eini ávísari
grein í licitatiónslógini -
grein 4 - heldur Meistara-
felagið ikki at tað nyttar at
royna málið í rættinum.
Føroya Handverksmeist-
arafelag fer, fyri at sleppa
undan tílíkum misbrúki
framyvir, at heita á lands-
stýrið um at broyta nevndu
grein.
Kann velja og vraka
Beint sum tað frættist, at
stýrið fyri Listaskálan var
lopið um lægsta boð, og
Í grein 4, stk. 2 í løgtingslåg um útbjóðing v.m.
stendur:
Útbjóðarin hevur, tá ið útbjóðingin
er bundin, skyldu til, um annað ikki
skilliga er greitt frá í útbjóðing-
arskrivinum, at taka við lægsta
boðið, ella at havna teimum øllum,
og boða luttakarunum frá hesum.
Í frágreiðingini frá landsstýrinum til hesa grein
stendur m.a.:
Er útbjóðingin bundin, hevur
útbjóðarin skyldu til at taka við
lægsta tilboðnum ella einki at taka.
Grundin fyri hesum er, at útbjóð-
arin sjálvur hevur avgjórt, frá
hvørjum hann ynskir tilboð og ti
frammanundan hevur mett, at allir
eru fórir fyri at avrika arbeiðið.
hevði úkið av ti næst-
lægsta, bað Føroya Hand-
verksmeistarafelag stýrið
um eina frágreiðing hví
hetta var gjørt.
Handverksmeistarafelagi
ð fekk um vikuskiftið ikki
færri enn tvey brøv aftur
frá stýrinum. Í tí fyrra vísir
stýrið á licitatiónslógina,
har millum annað stendur,
at útbjóðarin hevur loyvi at
seta fyrivarni í innbjóð-
ingina sum loyvir arbeiðs-
ánaranum frítt at velja
millum innkomnu ulbodini
ella einki at taka.
Í øðrum brævinum sigur
stýrið, at tað hevur eisini
skeitt eftir einum alterna-
tivum tilboði frá Byggi-
felagnum G. Waagstein.
Jákup í Gerðinum kann
ikki góðtaka hesar grund-
gevingar. Hann vísir á, at
fyrivarni, sum stýrið vísir
til, skal bert nýtast tá
eitthvørt er hent við
onkrum av teimum sum
bjóða. Eittnú um viðkom-
andi arbeiðstakari ikki er
førur fyri at veita trygd
ella okkurt sovorði. Men
hetta er ikki so. Stýrið
hevur als einki tílíkt at vísa
á mótvegis Kanjon, sum
alti lægsta bod
Viðvíkjandi seinra bræv-
inum frá stýrinum, har víst
verður ul eitt alternativt
boð, sigur Jákup í Gerð-
inum, at hendan grundgev
ing kann heldur ikki koma
upp á tal. Tá talan er um
innbodna licitatión, og
arbeiðsánarin ikki hevur
biðið um alternativ tilboð,
kann eitt tílíkt als ikki
roknast við í metingini tá
takast skal av einum boði.
-Ikki eru teir stóru peng-
arnir millum lægsta og
næstlægsta boð bert
16.000 krónur - men um
tað so bert var ein króna,
átti stýrið at ukid av lægsta
Jákup í Gerðinum,
skrivari í Føroya
Handverksmeistarafelag
heldur, at stýrið fyri
Listaskálan hevur framt
åsømiligt misbrúk av
licitatiónslógini
boði, sigur Jákup í Gerð-
mum.
Broyta lógina
Skrivarin í Handverks-
meistarafelagnum fer nú at
heita á landsstýrið um at
broyta licitatiónslógina so-
leiðis at tílíkt misbrúk av
hesi lóg ikki verður gjørt
aftur. Føroya Handverks-
meistarafelag heldur seg
ikki kunna gera meira vid
hetta mál.
tór.-
Í Sosialinum leygardagin
fanst ein av nevndar-
limunum í stýrinum fyri
Listaskálan, Arnstein Nic-
lasen at avgerðini um ikki
at lata Kanjon arbeiði, sum
átti lægsta boð.
Hann kallaði avgerðina
óheiðurliga og óreiðiliga.
Hetta er nú komið honum
aftur um brekku, tí hann
fekk ikki so frægt sum
fundarboð, tá stýrið skuldi
viðgera kæruna frá Hand-
verksmeistarafelagnum.
-Eg fekk brævið frá
Handverksmeistarafelagnu
m, og tí visti eg um kæru-
na, men fundarboð fekk eg
eingi, og havi ti ikki havt
møguleika at viðgera
kæruna, sigur Arnstein
Niclasen, sum undrast á
arbeiðslagið hjá stýrinum
fyri Listaskálan.
Í stýrinum sita fýra limir.
Formaður er Øssur Dam
Jacobsen, valdur av lands-
Fekk ikki fundarboð
stýrinum, Arnstein Nicla-
sen, valdur av Tórshavnar
Býráð, Helgi Fossadal, fyri
Listafelagið og Ingi Joen-
sen umboðandi Myndlista-
fólk.
tór.-
Føroya Delld:
Amnesty International,
Skrivstovan í Vágsbotni er opin mánadag, miku-
dag og friggjadag kl. 11-16. Tlf. 15816
Síða 3
Nu skal
figgjar-
login
vidgerast
Fólk kunnu nú byrja at
gleða seg til enn eitt
áhugavert, spennandi
og vónandi sakligt
politiskt ordaskifti
sum útvarpið fer at
senda beinleiðis úr
unginum. | „
Hesaferð er talan um
uppskotið hjá lands
stýrinum um figgjar-
løgtingslågina fyri
næsta ár. Tingfundurin
byrjar hósdagin klokk-
an Uggju.
Ein a
størru
inntøkukeldunum hjå
landsstyrinum eru toll-
teimum
inntøkurnar, men
hesar hava verið
heldur svikaligar
higartil i ár. Eisini í
mun til tað landsstýrið
metti tá verandi
fíggjarlóg varð gjørd
Í løtuni liggja toll-
inntøkrunar hjá lands-
kassanum einar 80
milliónir lægri enn
mett, Jógvan
Sundstein, figgjar
málaráðharri er, sum
ikki einaferð, bjart-
skygdur. Hann heldur,
at hesar inntøkur fara
at menna seg nakað
tað eftir er av árinum,
men
soleiðis at tær fara at
liggja um einar 600
milliónir,- 50 milliónir
lægri enn hann mett
fyrr í ár.
Fíggjarmálaráðharri
n hevur áður boðað
frá, at hann arbeiðir
við at gera ávísar
broytingar í tolllógina.
Sum vit hava skilt
snúgva broytingarnar
seg um at lækka tollin
á ávísum vørum, sum í
dag valla verða keypt-
ar í Føroyum. Hetta
ger hann millum
annað fyri at økja um
samlaðu tollinntøkur
landskassans. Hann
vil ikki enn greiða frá
sínum ætlanum, og
sigur seg neyvan koma
fram við teimum í
orðaskiftinum, sum
byrjar í morgin.
tór.-
Jógvan Sundstein,
fíggjarmálaráðharri
roknar við, at
tollinntøkrunar í år
fara at liggja um tær
600 miliónirnar