Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-09-19, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 19. september 1991síða 10

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 10 Krúpa til krossin Alvur Kirke vidgongur, at vid at Stovna ein nýggjan flokk góðtaka stigtakararnir Olav- ur Petersen sum formann í landsnevndini og Niels Pauli Danielsen sum formann í tingbólkinum í Kristiliga Fólkaflokkinum. Men stundir eru ikki til eitt rættarmál, sigur hann vid Sosialin „- Alvur Kirke, sum er landsnevndarformaður fyri ein part av veljarunum hjá Kristiliga Fólkaflokkinum, heldur ikki, at teir hava tíð at bíða eftir einum úrskuri frá dómaranum, um bygn- aðurin í Kristiliga fólka- flokkinum er lógligur ella ikki. Hann er ein av stigtakarunum til at stovna ein nyggjan flokk, sum skal stilla upp til næsta løgungsval. Eftir hvat Sosialurin hevur frætt, so kemur nyggi flokkurin i hvussu er kemur at byggja uppå tey kristiligu sjónarmiðini í verandi Kristiliga Fólka- flokkinum. —Eitt rættarmál tekur tíð og kenni eg Niels Paula rætt, so hevur hann hug at stríðast . Kemur eitt val í ótíð, so eru vit ógvuliga sárbærir. Tí hava vit valt, at lata teir eiga flokkin við navni, rokningum og øllum, sum fylgir við. Vit byrja av nýggjum, og eg veit, at vit hava undirtóku millum fólk, sigur Alvur Kirke, landsnevndarfor- maður. —Vit kunnu ikki góðtaka aðalfundin í flokkinum, sum var hildin 8. desem- ber í fjør. Fundurin var í ÆÐ okkara eygum ólógligur og vit vilja ikki tosa við fólk, sum á Ólógligan hátt eru vald, um flokksviður- skifti. Tað er hetta ósem- jan snýr seg um, sigur Álvur Kirke. Men við at stovna ein nýggjan flokk. Góðtaka tit ikki tá Ólavur Petersen sum formann í lands- neyndini og Niels Paula Danielsen, sum formann í tingbólkinum hjá Kristi- liga Fólkaflokkinum? --Jú, tað gera vit, men vit gera tað bert, tí vit hava ásannað, at tað ikki er gjørligt at fáa semju í lag við mótpartin, sigur hann. Tað er einki nýtt at mótsetningarnir millum trúarbólkarnar er stórur í Føroyum. At flokkurin nú veruliga fer í tvíningar, merkir tað ikki, at tað er 6gjørligt at trúarbólkar skipa seg i ein flokk politiskt? -Um vit hyggja eftir KFFF Kristiliga Fólka- flokkinum í dag, so er tað 6gjørligt. Men eg meti ikki, at vit fáa hesar trupuleikar í nýggja flokk- inum. Okkara vongur stendur ikki spjaddur, sig- ur Álvur Kirke. jústinus tíðindablaðið Nr. 172 — 19. september 1991 Niels Pauli Danielsen, tingmaður: "Vit eru ikki "Det sku være sá godt, og sá var det faktisk skidt" syngur Birgitte Grimstad og soleiðis endaði eisini stríðið í Kristiliga Fólkaflokkinum. Mynd: Kalmar osamdir politiskt' --Tað er tað organisatoriska, sum skilur meg og Tord á ting! og vit hava roynt alt hvat vit kunnu fyri at loysa ósemjuna, sigur Niels Pauli Danielsen, tingmaður Niels Pauli Danielsen, sum umboðar helvtina av tingmanningini hjá Kristil- iga Fólkaflokkinum, tykist ikki at verða skakaður yvir, at ein bólkur innan flokkin, har millum annað hin tingmaðurin, Tordur Niclasen er við, fer í næstum at taka stig til at stovna ein nýggjan flokk. --Eg og Tordur eru ikki ósamdir politiskt, tað er tað organisatoriska sum skilir okkum. Og eg meti, at møguleiki er fyri, at vit kunnu finna saman aftur á tingi, sigur Niels Pauli Danielsen. --Vit mugu ásanna, at vit ikki hava fingið flokkin at riggað. Eitt av grundsjón- armiðum okkara er, at allar ósemjur innanflokka skulu loysast við sam- rødum (dialogi) heldur enn vid hardskapi, men hetta hevur ikki eydnast, sigur Niels Pauli Dan- ielsen. Dómarin Niels Pauli Danielsen sigur, at ósemjan í stuttum snýr seg um, at ein partur av flokkinum íkki vil góðtaka Ólavur Petersen, sum lógligan formann fyri landsnevndini og Niels Paula sum formann fyri starvsnevndini og harvið eisini formann fyri tingbólkinum. --Vit hava roynt hvat vit kunna, men Tordur vil ikki hitta okkum, vit hava enntá givið honum fundar- boð við innskrivaðum brøvum, men hetta hevur ikki eydnast, sigur hann. --At baklandið í flokk- inum ikki er í lagi, tað darvar arbeiðinum. Tað fíggjarliga í flokkinum er ikki í lagi, nógvar rokn- ingar frá valinum eru framvegis ikki goldnar og hetta kann ikki blíva við, sigur hann. --Tí hava vit biðið ein uttanveltaðan persón, í hesum førinum dómaran um at siga hvgr teknar flokkin lógliga. Og hetta er gjørt á tann hátt, at vit hava stevnt Tordi. At hann nå trekkir ser ur flokk- inum er tekin um, at hann ikki er heilt óræddur, sigur Niels Pauli Danielsen. Roknar tú ikki við, at ein nýggjur flokkur, sum byggir uppá somu stevnu- skrá sum tykkara, fer ávirka tykkara veljara- fjøld? -Héast eg ikki eri svartskygdur, so kemur in nyggjur flokkur at seta sini spor. At tad er komid so langt harmar meg. Vit hava ikki viljad fryst Tord úti og tað er eisini harmuligt, at eitt tílíkt mál skal enda í rættinum, sigur Niels Pauli Danielsen, tingmaður. jústinus Tordur Niclasen Leysgangart Tordur Niclasen fer ikki longur at umboða Kristil- iga Fólkaflokkin í ting- inum . Men hann kann heldur ikki umboða nakr-- an nýggjan flokk fyrr enn aftaná næsta val. Hann kann fara uppí ein av hinum flokkunum á tingi. Men eftir hvat vit hava frætt frá álítandi keldum, so verður leysgangari til nýtt val hevur verið. Tordur kann nevniliga ikki umboða ein nýggjan flokk á tingi, fyrr enn hesin flokkur hevur stillað upp til eitt val og hevur fingið ein mann valdan. --Tordur verður leys- gangari til næsta val. Skal ein nýggjur flokkur stilla upp skal hann hava í minsta lagið 800 undir- skriftir og skal flokkurin hava umboð valt, so skal hann hava í minsta lagi 1/32 part av atkvødunum, sigur Jalgrim Hilduberg, skrivstovustjóri í Tinga- nesi. jústinus LITBOND Vit hava litbond ti flest allar printarar. Ringið ella skrivið og Vit senda okkara yvirlit og prislista. STAR LC10, LC20. svart IBM 4207 X24. svar Fujitsu DLS600. svart kr. 50.00 kr. 79.00 kr. 189.00 Mannesmann Taliv MT 298 kr. 89.00 Oki 193 kr. 69.00 Seikosha SP 800 kr. 59.00 STAR LC24- 10, svart kr. 86.00 Pt leldu Íeam EJ ” felefax 16689