Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-09-19, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 19. september 1991síða 11

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

RS Nr. 172 — 19. september 1991 Edmund Joensen, stjóri um kanningarnar av triðjalandsrækjum Uppblást --Tað er einki óvanligt, at tollmynduleikarnir hjá EF gera kanningar í teim londum teir hava sáttmála við. Hetta er fyrstu ferð at fóroyingar verða kannaðir, sigur hann Edmund Joensen, stjóri á rækjuvirkinum á Oyri, heldur at fjølmiðlarnir hava blást málið um tollin avtriðjalandsrækjum til felagsmarknaðin upp. --Her er einki óvanligt hent. Tað stendur í sátt- málanum hjá okkum við felagsmarknaðin, at teir kunnu koma og kanna upprunan til okkara vørur. Teir hava ikki kannað okkum fyrr, men tað er vanligt at felagsmark- naðurin ger slíkar kann- ingar við øll londini sum handlað verður við, sigur Edmund Joensen. --Nú kom so túrurin til okkum, hetta er ikki nak- að, sum er hent óvantað. Tollmynduleikarnir i felagsmarknaðinum hava fyri langari tíð síðan boðað frá, at teir koma og føroysku mynduleikarnir geva teimum teir upp- lysningar, sum teir hava brik fyri, sigur Edmund Joensen. Hvussu stórur parturtur av tykkara framleiðslu er triðjalandsrækjur? --Tað vil eg ikki úttala meg um í løtuni, men tað er í hvussu er ein partur, sum hevur stóran týdning, sigur hann. -Enn hava umboðini fyri felagsmarknaðin ikki vitjað okkum, men eg haldi ikki at vit hava nakað at óttast fyri. Vit handla bert gjøgnum Fiskasøluna og tað eru teir føroysku tollmynduleikarnir sum avgera hvønn tollbólk okkara rækjur skulu ból- kast í, sigur Edmund Framhald av síðu 7 oyskar verur í EF hevur ikki verið galdandi í Dan- mark. Har hava feroyskar verur verið tollviðgjerdar sambært grein 20 í donsku tolllógini, ið slepp- ur verum av føroyskum uppruna undan tolli. Í skipanini hjá EF fyri før- oyskar verur frá 1974 er tilskilað, at feroyskar verur, ið koma tollfrítt inn Danmerkina sambært donsku tolllógini, eru ikki í fríum umfari í EF. Tá ið donsku tollmynd- igleikarnir hava tikið stødu til, um vera, ið skuldi tollfri sam- bært donsku tollløgini, var av føroyskum upp- runa, hava teir tilskilad sær rætt til ikki at nyta tær upprunareglur, i3 EF nýtir mótvegis londum, ið fáa tollfyrimun frá EF, men heldur nakrar meira almennar upprunareglur, sum EF nýtir í sínum inn- anhýsis handli. Sambært hesum reglum kann ein fiskur av triðjalandsupp- runa fáa føroyskan upp- runa, um hann verður nóg mikið viðgjerdur í Feroy- um. Men, sum nevnt, hes- ar reglur hava bert kunn- að verið nýttar fyri tann rættuliga lítla part av før- oyska fiskaútflutningin- um, ið fór til endaliga nýtslu í Danmark. Á heysti 1988 boðaði EF-nevndin donsku stjórnini frá, at tollfrælsið í Danmark fyri føroyskar verur varð mett ósam- bæriligt við skyldur Dan- markar mótvegis EF. vera Harumframt varð víst á, at ymiskur tollur á fer- oyskum verum í ymsum EF-londum fór als ikki at bera til tá ið innmarkn- aðurin fór at koma í gildi tann 1. januar 1993. Ser- fyrimunirnir fyri feroysk- ar verur í Danmark skuldu tí undir ellum um- steðum burtur í seinasta lagi tá. Danska stjórnin og tey landsstýri og tær markn- aðarnevndir, ið verið hava síðan ársskiftið 1988/89, hava tí bert havt tvinnar kostir í at velja, nevniliga at fáa eina avtalu í lag við EF, har mest møguligt av randi tollfrælsinum í Danmark varð útbreitt til restina av EF, ella at lata EF sjálvt sleppa at dag- føra 1974-skipanina, har- imillum taka burtur tær sersømdir, føroyskar fiskavørur hava havt i Danmark, og partvis i Bretlandi. Vit valdu sam- rådingarleidina, og fingu eftir umstødunum hampu- liga væl burturúr, men øll ynskini fingu vit ikki upp- fylt, harímillum ynskið um betri upprunareglur í EF enn higartil. Greinskrivarin í Dimmalætting átti heldur at hildið seg til hesar veru- leikar enn at fyrigyklað lesarum sínum, at vit hava havt betri uppruna- reglur í EF síðan 1974 enn tær, vit veruliga hava havt, ella at vit høvdu fingið betri upprunareglur eftir 1. januar 1992, um t onga fríhandilsavta høvdu gjørt Atli P. Dam løgmadur Jogvan Sunstein varaløgmadur Joensen. --Eg dugi ikki at síggja nakað ólógligt í, at før- oysk skip eitt nú hava keypt sær licens at veiða rækjur í Canada. Tá skip- ini eru skrásett i Føroyum, so eru rækjurnar eisini føroyskar. Annars fiska føroysk skråsett skip ikki longur i Canada og tær tridjalandsrækjur, sum vit fáa í dag, tær keypa vit frá russum, sigur Edmund Joensen. Vit royndu í gjár at fáa hendur á umboðunum fyri felagsmarknaðin, men tað eydnaðist ikki áðrenn blaðið fór til prentingar. Danska dagblaðið Poli- tiken skrivaði fyrr í vikuni, at tollmyndu- leikarnir í felagsmark- naðinum illtonkja før- oyingar fyri innflyta rækj- ur í hópatali, sum síðan verða seldar tollfríar til EEC og hetta er ólógligt. jústinus Konsert við Frá høllini á Hálsi >T HE DUBLINERS« verður leygarkvøldid 21. sept. kl. 20.30. Atgongumerki eru at fåa i Kunningarstovuni. Atgongumerki i forsølu Atgongumerki vid dyrnar Hellin á Hálsi Yvirlýsing Landsnevndin í Kristiliga Fólkaflokkinum, Fer- oya Framburðs- og fiskivinnuflokki, umboðandi Suðurstreymoyar valdemi Norðstreymoyar valdemi Vága valdemi Eysturoyar valdemi Sandoyar valdemi hevur viðgjert steðuna í flokkinum og er komin til hesa einmæltu niðursteðu: Eftir at floksformaðurin og landsnevndin hava gjert nógvar royndir at loysa trupulleikarnar í flokkinum, mugu vit ásanna, at ikki er gjørligt at fáa semju í lag. Ólavur Petersen á Argjum og Niels Pauli Danielsen, legtingsmaður í Klaksvík, hava nú, saman við eðrum, stevnt landsnevndarformann- inum og floksformanninum, og krevja at teir skulu viðurkenna, at Ólavur Petersen er lands- nevndarformaður, og at Niels Pauli Danielsen er starvsnevndarformaður t.v.s. floksformaður. Tá eitt sakarmál tekur drúgva tíð og lands- nevndin veit av royndum, at mótsteðumenn okk- ara ikki troyttast av at berjast, er spurningurin so, um nakað er eftir av flokkinum, tå sakarmálið er av. Av tí at vit ikki vilja stríð, og ikki vilja brúka tíð og kreftir til bardaga — men heldur til samfe- lagsgagnligt arbeiði —, hevur landsnevndin gjert av at: 1. taka stuðul sín til Kristiliga Fólkaflokkin, Feroya Framburðs- og fiskivinnuflokk aftur. T.v.s., at 5 valdømisfeløg taka seg úr flokk- inum, 2. heita á Tord Niclasen, floksformann, um at taka seg úr tingbólki floksins 3. stovna nýggjan flokk sum skjótast. Tórshaun 16. september 1991 Álvur Kirke, Kaldbak, landsnevndarformaður Jenis av Rana, Tórshavn, næstformaður Jergin Frants Jergensen, Servági, kassameistari Harald Haraldsen, Tórshavn - Suðurstreymoyar valdemi Jón Miðberg, Vestmanna - Norðstreymoyar valdemi Dánjal Johansen, Miðvágur - Vága valdemi Bill Justinussen, Lamba - Eysturoyar valdemi Karlon Winther, Skopun - Sandoyar valdømi 150,- kr. 175,- kr.