Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-09-19, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 19. september 1991síða 14

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 14 Løgnasti tilburður í okkara old Eg helt, at útvarpið var farið at skemta mitt í tíð- indasendingini, men gakk, tað var ikki eingang skemt. 8 russisk skip í Nóls- oyarfirði, við meira enn 1000 monnum umborð liggja og bíða eftir, at fer- oyingar avreiða makrel til teirra. Hetta má vera legnasti tilburður í okkara old Er so nógvur peningur í makrelinum, hví royna vit ikki sjálvi at fáa hann til heldar. Tá Russar hava ráð til at lata nógv skip í 10.000 tonsa klassanum og meira liggja still í viku- vís og bíða, hava vit so ráð til ikki sjálvi at taka hann upp. Kundu ikki arbeidsleys- ir feroyingar fingið eina úrteku her, ella er tað tí russar eru negdir við ov lítisvert til okkara faller- aða marglætissamfelag. Hava vit ongar megu- leikar at arbeiða makrel Maskinur eru nógvar í landinum. Tú og eg eiga veldugar maskinur, sum ikki hava koyrt í áravís. Onkrar fittar hendur máttu kunna umbygt ma- skinurnar á Blue North, Tetingarvirkinum ella onkra tunnelborimaskinu um til makrelgóðskingar- maskinu. Síðani kundu vit ankra Smyril, Skálafjall og onn- ur ónýtt skip á fjørdin, og so kundu feroyingar ar- beitt har úti. Ritan, Teist- in og Tróndur kundu so flutt arbeiðsfólk úr Suður- oy og Sandoy aftur og fram, tá teir alíkavæl sigla tómir framvið. Uppskotið ljóðar skemtiligt, men er meint líka álvarsliga sum út- varpstíðindini, tí onki er at undrast á, at ein verður ávirkaður av teimum púra vitleysu tiltøkum, ið verða kroyst omanyvir okkum. Ørskapurin sýnist full komiliga óskipaður, settur í verk av tí, ið av tilvild er sterkastur í letuni. Ég dugi slett ikki at í- mynda mær, hvat russ- isku skipini kosta, meðan tey liggja á fjørdinum, og russar hava ikki ráð at lata tey liggja við undir- skoti. Tí havi eg grunað yvir hvar úrtekan liggur. Keypa teir bíliga og selja dýrt. Standa teir 1000 russararnir við hver sínum sneri og fiska okk- ara toskar, snera teir tosk- arnar á landi, ella hava teir okkurt, teir selja okk- um við stórum vinningi og skapa harvið fíggjarligt grundarlag fyri innrásini í Nólsoyarfirði. Stuttligt at hoyrt aðrar metingar um tann legn- asta tilburð um eldir og ævir allar, enn stuttligari, um tey, sum hava innlit, góvu okkum óvitandi inn- lit. Spurnarteknið Upsakreppa — almenni studningsgrunnurin um at vera tómur Hesar fráboðanir í >Sosial- inum< vátta politiska dugnaloysið her á landi og serstakliga dugnaloysið hjá sitandi landsstýri. Fyrst skal farast eitt sindur aftur í tíðina. Und- anfarna samgonga »fann út av« við »hjålp« frá Fróðskaparsetrinum, at luttekan hjá vinnufeløg- unum í studningsáseting- um var av tí illa. Skuldi nakað skil vera í, skuldu politikararnir einsamallir avgreiða hesi viðurskifti uttan at spyrja nakran eftir. Tískil varð samtykt loggåva, sum útihýsti vinnufeløgunum frá lut- tekuni í viðgerðini av hes- um viðurskiftunum. Javn- aðarflokkurin lætst tá at vera ímóti hesi umskipan. Men tá hann fór í sam- gongu slúkti hann rátt ta av Finnboga Ísakson dik- teraðu studningsskipan, sum varð kuppað gjøgn- um tingið uttan nakra við- gerð í vikuni undan ólav- søku í fjør. Úrslitið av hesum lógar- fuski kemur nú fyri dagin, og kunnu avleiðingarnar gerast soleiðis upp: Játtanin uppi er kleyvarskapur Tá vit nú frætta, at so lítið er eftir av játtanini, at prísískoyti v.m. mugu skerjast 30, 40 ella kanska 50% restina av árinum, er hetta einki uttan kleyvar- skapur. Stutt sagt kann sigast at landsstýrið er dumpað í lítlutabell. Tí at áseta hesar upphæddir so- leiðis at tær strekkja fyri árið er bert ein spurningur um at duga at falda tel. Eftir øllum at døma verða samlaðu råfiskalandingar i 1991 nakad tær somu sum i 1990, og veiðu- samansetingin er eisini nøkurlunda tann sama. Tad finst einki sum rætt- visger, at jåttanin ikki strekkir. Heldur er tað hinvegin. Tí fyrstu 3 mán- aðarnar var veiðan sterri enn roknað varð við. Hes- um kundu teir tikið hædd fyri, tá studningarnir skuldu ásetast 1. apríl. Tað finnast tískil bert tvær orsekir fyri hesi steðu og tær eru: 1. Dugnaloysi, 2. Kleyvar- skapur. Vit hava í hvussu er fingið váttað, at útilok- ingin av vinnufeløgunum hevur ikki loyst nakað problem. Bert hevur hon váttað máttloysi hjá somu politikarum. Ein kundi verið skaðafróur, men til hetta er steðan ov álvars- lig. Einki »system« Tað, sum er líka ringt er, at tað finst eingin skipan fyri ásetan av studning- um. Tí hava vit higartil í ár við hegum marknaðar- prísum havt hegan studn- ing, men nú marknaðar- prísurin kanska fellur munandi kemur prísí- skoyti at falla munandi eisini. Ein og hver kann siga sær sjálvum, at var nakað skil í var tað um- vent. Í samráð við feløg- unum kundi landsstýrið saktans funnið fram til eina skipan, har studning- urin júst varð nýttur til í hvussu er lutvíst at kom- pensera fyri prísfalli á marknaðinum. Í staðin Framhald á síðu 15 Frá sjónleikinum Skuggaspæl Landsstevna Javna verður Nr. 172 — 19. september 1991 . ed sett I morgin Teir triggir landssstyrismenninir Jéannes Ejdesgaard, John Petersen og Tummas Arabo verða við á kjakfundi i annadkvøld Í annadkvøld verður landsstevnan hjá Javna sett í veitsluhgllini á Landssjúkrahúsinum. Tað er Jóannes Ejdesgaard, landsstýrismaður, sum setir stevna, ið er tann 20. av sínum slag. Skráin er sera fjølbroytt. Greitt fer at verða frá arbeiðinum á verkstaðnum á Bakka í Vági, har verður kjak- frundur, har ikki færri enn tríggir landsstýrismenn luttaka. Annars verður limafundur og aðalfundur eisini og verður endað við stórari veitslu. I sambandi við lands- stevnuna, sum heldur fram allan leygardagin, verður eisini sjónleikur framførdur í Sjónleikar- húsnum. Tað er leikurin Skuggaspæl. Í umrøduni av landsstevnuni í Sosialinum seinasta leygardagin varð sagt frá, at Martin Drangá var við í leikinum. Tað er hann ikki. Hann var annars við í leikinum Flytifuglar, sum var framførdur á NFPU-ráðstevnuni her- fyri. Leikurin Skuggaspæl verður framførdur bæði klokkan 10 og 14. Tá fara Anna Soffía í Brekkunum og Palle Hansen eisini at syngja. jan