Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-09-20, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 20. september 1991síða 3

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

| Í É i H Nr. 173 — 20. september 1991 Møguleiki fyri metåri Seyðaráðgevin, Thomas Joen- sen á Kjalnesi sigur at tað er langt síðan, at vit hava havt so gott veðurlag sum í ár og tí talar alt fyri, gerst góður at skurðurin Thomas á Kjalnesi, seyðarágevi hevur góðar vónir fyri slátrinum í heyst Nú nærkast fjalltíðin. Mikkjalsmessa er í nánd og á hesi messu er í mong- um høgum siður at byrja at reka. Tó er tað eitt sindur misjavnt, summi byrja ikki fyrr á vetur- náttum, ella tá ein góð vika er farin av oktobur. --Eg minnist góð seyðaár fyrr, eitt nú 1933 og 1960, sum vórðu stak góð seyða- ár, men eg haldi, at umstødurnar í árinum, sum farið er, eru minst líka góðar, sum í áður- nevndu, sigur Thomas á Kjalnesi. —Vit høvdu ein rættuliga góðan vetur og summarið hevur verið framúr, tó kom gróðurin nakað seint, ikki fyrr enn í juni mánað, sigur seyðaráðgevarin. Ymiskt kring landið Thomas á Kjalnesi sig- ur, at tað er eitt sindur misjavnt nær menn fara á fjall, tó gongur aftur, at teir sum eiga teir lægru hagapartarnar ganga fyrr. Eitt nú sunnanfyri og í Suðureysturoy. --Aseyðatalið verður sett eftur hvat hagin kann føda um veturin. Tí er meir á í teim lægru hagapørtunum. Tå so lombini av ålvara fara at eta gras gerst ov trongt. Tå hava hagapart- arnir við teim høgu fjøllunum fyrimun og reka tí seinni, sigur Thomas á Kjalnesi. jústinus Tyrlan er her avmyndað í Norðadali seinasta heyst. Mynd: Jens Kristian Síða 3 Fjallgonga við tyrlu Kaj Egholm, flogskipari fer í næstu viku at avgerða um hann fer at leiga eina tyrlu til raksturin í ár Kaj Egholm hevur enn ikki avgjørt um hann skal leasa eina tyrlu til fjøllini í heyst. Men hann sigur, at um åhugin er nóg góður, so fer hann at endurtaka tiltakið. Í fjør var hann so óheppin, at tyrlan datt niður og gjørdist vrak, men hetta heldur hann ikki aftur. --Dagliga so flúgvi eg í Danmark og eg havið tætt samband við trý feløg, sum hava tílíkar tyrlur. Tað er ikki nakar trupu- leiki at fáa hendur á nakrari tyrlu. Um eg farið at flúgva aftur í ár, so skal eg hava eina stórri tyrlu. --Hin var í minna lagi. Eg skal hava eina tyrlu, sum kann lyfta eini 350 kilo og taka trý fólk. Tá er møguleiki fyri at gera fjølbroyttari uppgåvur. Nytsluprisurin hjå eini tílíkari tyrlu er nakað tann sami sum við teim smærru, sigur Kaj Eg- holm. Við skipi til Føroya Í fjør fleyg Kaj Egholm sjálvur tyrluna til Føroya, men hetta ger hann ikki aftur. Hesuferð skal hon koma við skipi, um álvara verður av leigumálinum. --Tað er ov trupult at flúgva tyrluna til Føroya og tad tekur ov langa tid. I fjør måtti eg stedga å einum oljuboripalli nakrar tímar og eg steðgaði i triggjar dagar å flog- vøllinum i Sumburgh Head i Hetlandi vegna vedur, sigur Kaj Egholm. Tyrlan er sera væl egnad at reka vid og i fjør var hon nýtt kring alt landið. Tyrlan sum datt niður í fjór varð "skrottað", sum Kaj tekur til. Tó vórðu nakrir lutir, sum enn vóru nytiligir tiknir av áðrenn. jústinus Marita til Moskva Skal luttaka á eini mannarættindaráðsteynu Marita Petersen, landstýr- ismadur, fer 30. september til Moskva at luttaka á eini ráðstevnu fyri manna- rættindi. Hon skal millum annað halda fyrilestur. --Ráðstevnan er longu byrjað. Hon er skipað í tveimum pørtum, ein al- mennur og ein alter- nativur. Og tað er til alternativu ráðstevnuna at eg eri boðin, sigur Marita Petersen. Tað er midstødin fyri friðargransking í Dan- mark, sum hevur boðið Maritu Petersen. Hon skal luttaka saman við um- boðum fyri danska minni- lutan í Norðurtýsklandi, Schleswig-Holstein, og fyri týska minnilutan í Suðurjútlandi. Tey baltisku londini fara eisini at luttaka. —Eg fari í mínum fyri- lestri at tosað um okkara styrisvidurskifti við Dan- mark. Tó haldi eg ikki heilt at okkara viðurskifti kunnu samanberast við donsk/týsku minnilutarnir. Føroyingar eru jú ikki í minniluta í Føroyum. Men tó eru paralellir, sigur Marita Petersen, landstýr- iskvinna. Tað verða nógvir minni- lutar við á hesi ráðsievnu. Og Sovjetsaveldid verður væl umbodad. A almennu rådstevnuni luttaka uttan- ríkisráðharrar kring allan heim. jústinus