fríggjadagur 20. september 1991síða 4
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Sparikassin
brynjar seg
Føroya Sparikassi sleppur nú sínum avoldaða
bygnaði og bjóðar samstundis fólki við nógvum
pengum eyka høga rentu
Eigur tú 100.000 krónur
ellameira ber til at fá 8,25%
rentu, um tú stovnar eitt nýtt
slag av konto, ið Sparikass-
in nú byrjar við. Tað er eitt
prosent meira enn hægsta
renta við 24 mánaða upp-
søgn er.
Kontoin nevnist Ábyrgd-
arkonto, og byrjað verður
við hesum, samstundis sum
aðrar broytingar fara fram í
bygnaðinum í Føroya
Sparikassa. = Sparikassin
skal hava eitt meira demo-
kratiskt andlit.
Higartil hevur ovasta lag-
ið í bygnaðinum verið eitt
Tøkk!
Vit takka hjartaliga fyri sýnda samkenslu,
tá ið kæri maður, pápi, verpápi, abbi og lang-
abbi okkara
Tummas Mikkelsen,
Viðareiði
doyði og var jarðaður.
Ein tekk til prestin fyri tey góðu orðini í
kapellinum, ein serlig tøkk til Kjartan og
prestin fyri tey góðu og troystarriku orðini í
kirkjuni.
Tøkk til tykkum øll, sum hjálptu til við
jarðarferðina. Tøkk til sangarar og berarar.
Tøkk fyri blómur og kransar.
Hjartans tøkk oll somul.
Familjunnar vegna
Sigrid Mikkelsen
umsjónarráð við sjey ella
átta limum. Hetta umsjón-
arráð hevur eftirlit, at virk-
semi sparikassans fylgir
galdandi lógum og reglum.
umsjónarráðið góðkennir
roknskapir 0.s.v. Nú verður
hetta broytt.
Nú skulu tað ið verða um-
dømisvaldir ábyrgdarar,
sum tað verður rópt. Í hvørj-
um umdømi velja ábyrgd-
ararnir umbodsnevnd, sum
so aftur velur umsjónar-
ráðið. Higartil hevur um-
sjónarráðið valt seg sjálvt,
Lv.S., at tá ein umsjón-
armaður hevur lagt frá sær,
hevur ráðið sjálvt valt
nýggjan lim. Eftir nýggju
skipanini standa seks av
teimum sjey limum í um-
boðsráðnum fyri vali fjórða
hvør ár. Avikavist ein og
tveir hvørt årid. Sjeyndi
limurin í umboðsráðnum er
tilnevndur av danska ídn-
aðarmálaráðnum.
Tilsamans skulu veljast
49 limir í umbodsnevnd-
irnar, og hesi eru luttakar-
arnir á aðalfundinum.
Fyri at koma upp á tal at
gerast ábyrgdari er neyðugt
at seta minst túsund krónur
inn í Sparikassan sum
Nr. 173 — 20. september 1991
Átta hvítklæddir spari-
kassamenn og leiðslan
tóku ímóti tíðinda-
fólkunum áfundinum í
gjár, har greitt varð frá
broytinginum. Á mynd-
ini síggjast frá vinstru
Petur Zachariassen,
næs tformadur í umsjón-
arráðnum, Óla Jákup
Olsen, stjóri, Halgir
Winther Poulsen, for-
maður í umsjónarráð-
num og Eyðun á Rógvu
Olsen, adm. stjóri í
Føroya Sparikassa
åbyrgdarfæ. Fyri hvørjar
túsund krónur, tú setir inn,
kanst tú seta 100.000 krón-
ur inn áeinaábyrgdarkonto,
10 verdur tin, hevur 12
månada uppsøgn og gevur
8,25% i rentu. I mesta lagi
kunnu 500.000 krónur
setast inn á ábyrgdarkonto-
Av tí at ábyrgdarfæið
kostar líka nógv sum
ábyrgdarkontoin gevur í
eyka rentu, verður fyrsta
árið eingin eyka vinningur.
Men næsta árið verður
meira at fáa. Ábyrgdarfæið
verður tað sama alla tíðina,
tí rentan verður flutt á aðra
konto tína.
Styrknar fíggjarliga
Skipanin við ábyrgdarum
og ábyrgdarfæi merkir ikki,
at Sparikassin verður parta-
felag. Hann heldur fram
sum sjálvsognarstovnur.
Eitt endamálið er at fáa
eitt meira demokratiskt
andlit, men skipanin fer
eisini at styrkja Sparikassan
fíggjarliga, tí taka fólk
ímóti tilboðnum fær pen-
ingastovnurin fleiri pengar
um hendi.
Fyrireika Seg til
logarbroytingina
Hetta hevur eisini samband
við, at arbeitt verður at
endurskoða banka- og
sparikassalógina, og við
hesum fer Sparikassin at
standa sterkari. Men tað er
ikki av neyð, at Sparikassin
ger hetta, tí hann er væl fyri,
varð sagt á tíðindafundi í
Longu mánadagin kunnu
fólk stovna ábyrgdarfæ í
Sparikassanum. Men skip-
anin kemur tó ikki í gildi,
fyrr enn túsund hava stovn-
að ábrygdarfæ. Leiðslan í
Føroya Sparikassa ivast
ikki í, at fólk fara at taka
ímóti hesum tilboði. I
januar mánaði vænta tey at
hava 3-4.000 ábyrgdarar.
Tey, sum hava nógvar
ER
pengar standandi i Føroya
Sparikassanum kunnu flyta
pengarnar å åbyrgdarkonto,
um tey samstundis stovna
ábyrgdarfæ svarandi til
upphæddina av innistand-
andi hundrað túsund krón-
um.
randi
Sparikassin lýsir við
meira demokratii, sum
skeltini og plakatirnar á
øllum deildum siga frá
Her eru Per Jacobsen,
marknaðarleiðari = og
Elsa Ljósheim, starv-
sfólk á marknaðar-
deildini við lýsingatil-
farinum, ið boðar frá
nýggju skipanini
VALUTAKURSIR
USA
Bretland
V-Týskland
Svøriki
Noreg
Frakland
Belgia
Sveits
Holland
Italia
Finnland
Ísland
Eysturríki
Spania
Portugal
Kanada
Japan
Írland Pund ..
Grikkaland Drakmur
Pund ..
Króna
Króna
Escudos
Dollari ..
. 1126,00
Markur .
Frankur .
Frankur .
Frankur .
Gyllin ...
Skillingur
Pesetas .
Dollari ..
Yen ....
„1032,75
Ultimo
sidsta mån.
672,30
1134,25
386,04
106,35
98,81
113,69
18,767
441,80
342,73
0,5173
158,65
11,10
54,870
6,203
4,5130
589,00
4,9160
1033,00
3,4940
19.9
651,30
386,34
106,01
98,68
113,41
18,748
442,05
342,75
0,5163
159,08
11,05
54,910
6,157
4,5030
57350
4,8425
3,4800
Kelda: Føroya Sparikassi