Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-09-20, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 20. september 1991síða 6

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 6 Situr heima - Gunnar Mohr varð ikki úttikin at spæla móti Danmark í Landskrona mikudagin. Hervið set- ur hann punktum fyri síni karrieriu, sum leikari Mikudagin í næstu viku fer Gunnar Mohr at sita millum Gilja í Havn, og hyggja eftir fótbólti. Sum resun av føroya fólki má hann taka til takka við skyggjan, tá Føroyar sku- lu spæla móti Danmark i Landskrona. Mikukvøldid varð av- gjørt hvørjir, sum skulu manna landsliðið til henda dystin. Gunnar stóð ikki á listanum. - Sjálvandi eri eg vón- brotin, sigur Gunnar Mo- hr. Men hetta var eisini nakað, sum eg kundi rok- nað við. - Bert ein álopsspælari er á liðinum, og kappi- ngin um hetta plássið er hørd, sigur hann. Jens Erik I stadin fyri Gunnar, er tad Jens Erik Rasmussen úr MB, sum er úttikni. å landslidinum. Medan Gunnar er ålops- spælari burturav, vilja keldir ålidinum vera vid, at Jens Erik er góður álopsspælari, samstundist sum hann roynist væl á miðuni. - Eftir øllum at dóma er tað hetta sum teir hava tø- rv á, sigur Gunnar Mo-hr. Av lidinum Gunnar Mohr hevur verid å Landslidinum i try år. Men nú hevur hann av- gjørt at fara burturúr. -Eg eri troyttur av fótbólti í løtuni. Eg havi næstan ikki gjørt annað hesi seinastu árini, sigur tann 28 ára gamli álops- spælarin hjá HB. - Eg havi verið lítið brúktur til dystirnar. Og tá eg eri vorðin so gamla kann eg tað sama gevast, sigur Gunnar Mohr. Hann fer nú at leggja Sjálvandi eri eg vónbrotin tí eg ikki varð tikin út til dystin móti Danmark, sigur Gunnar Mohr, sum arbeiðir á heilsøluni hjá Poul Michelsen í Havn. Gunnar hevur samstundis avgjórt at fara burturúr lands- liðinum. - men eg halldi enn við Før- oyum, sigur hann. Mynd: Kalmar alla sina orku i dystin, sum HB skal spæla m6ti MB leygardagin. Í HB hevur hann roynst sera væl sum málskjútti - Vit eru i vanda fyri at flyta nidur, og hetta mugu vit gera okkurt vid, sigur Gunnar Mohr. eyð Felagið Javni fer aftur í herna fyri at finna arbeiði til tey evnaveiku. Málið verður tikið upp á Landsfundinum, sum verður hetta vikuskiftið Skaffa arbeiði til evnaveik - Vit hava stórt arbeiðsloysi, og tey væl bjarg- aðu vilja altíð vilja sleppa fyrst framat. Men tey evnaveiku hava eisini rætt til arbeiði, og ein vanligan gerandisdag, sigur Jens Jensen formaður í Javna. Um vikuskiftid fer Javni, felagið hjá teimum evnaveiku í Føroyum at hava landsfund. Fundurin fer fyri at snúgva seg um arbeiði og lívsvirði. Og Javni fer aftur á ár í herna fyri at fáa tey evnaveiku út í arbeiðslívið. - Vit vita at arbeiðs- loysið er stórt, og at tey væl bjargaðu sum oftast verða tikini framum i arbeiðslívinum, sigur Jens Jensen, formaður í Javna. - Men tey evnaveiku Skulu eisini luttaka í tí vanliga gerandisdegnum, sigur hann. Í nógv ár hevur Javni arb- eitt við at fáa tey evna- veiku í arbeiði. Men enn hava tey fingið alt ov fá tilboð - bæði frá tí al- menna og frá tí privata vinnulívinum. - Fólk hava fordómar, og vita ikki rættuliga hvussu tey skulu bera seg at saman við evnaveikum, sigur Jens Jensen. A fundinum skal Javni Ú tosa um hvat, sum skal til fyri at skaffa arbeiðs- pláss til evnaveik. -Skal felagið upplýsa meir um virksemið soleiðis vinnulívsfólk vita hvat tað er, tey hava við at gera. Ella tørvar okkum pening, soleidis at evna- veiku fáa stuðulsfólk við sær tá tey fara til arbeiðis, sigur Jens Jensen.. Bílig arbeiðsmegi Jens Jensen sigur, at rætt- uliga nógv arbeiði er, sum tey evnaveiku kunna gera. Millum annað sum pedel- lar á skúlum „ella at rudda á onkrari skrivustovu. -Evnaveik eru bílig arbeiðsmegi. Tey fáa pen- sjón og skulu íkki hava fulla timaløn Tí átti tað, at borið til, at fleiri fingu arbeiði, sigur hann. A landsfundinum skulu eisini landstýrismenn í ídnaðarmálum vera við. - Vit hava ikki nakrar vónir um, at teir vilja koma við nakrari loysn, men vilja vit heldur vísa á trupuleikarnar, sum vit arbeiða við, sigur Jens Jensen. eyð Timburarbeiði Alt timburarbeiði verður gjørt. BISP # VILHELMSEN Tlf. 16193 — 15486