Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-09-20, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 20. september 1991síða 13

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 173 — 20. september 1991 KÍ á FM-kós Alla virðing fyri Royn og Sumba, men tað eru TB og VB, sum gera av, hvat er besta liðið í Suður- oynni. VB vann dystin á Tveroyri, og í morgin dystast liðini á Vágseiði. VB er á heiðursmerkja- kós, og eftir tí vit hava frætt, so eru allir menn tøkir. TB kann við eitt sindur av hepni eisini enda mill- um tey trý ovastu, men so skal hepni til í ðrum úr- slitum, samstundis sum TB fær seks stig sínar tríggjar dystir. Finn Rentved sigur, at teir spæla fyri meguleik- anum: — Men fyritreytirnar eru ikki tær allar bestu. Venjingin í kveld (í gjár- kveldið) fer at vísa, um John Redgaard og Tórður Holm kunnu vera við. John koykti fótin illa tíð- liga í GÍ dystinum, og Tórður hevur brotið lítla- fingur. Trupult verður, um hvergin verður við. Tí al- ternativið til John á aft- asta manni er Tórður. Hann leikti á plássinum fyri summarsteðgin. Náttúrlig avleiðing TB hevur tapt fleiri dystir upp í slag. Serliga á úti- velli hevur verið trupult at fingið stig, men seinast snávaðu teir á heimavelli. — Hetta var ivaleyst avleiðing av dystunum frammanundan, sum eg var bangin fyri. Leikarar- nir hava leikt væl, men ikki vunnið, og so hendir slíkt. Talan var um vána- ligan dyst hjá okkara monnum. Teir fóru ikki at stríðast fyrr enn fimm min. vóru eftir, og tað var ov seint. Vónandi taka teir við í morgin, har teir sleptu móti GI. Vandamikið TB venjarin hevur stóra virðing fyri VB. — Serliga álopsleikarar- nir eru vandamiklir. Jan Allan leikar væl og hevur hepni, sum hann sjálvur leitar eftir. Egil er vanda- mikil, men legg til merkis, at tað er serliga síðstu minuttirnar. Kanska mót- steðumenninir taka eitt sindur frá móti dystar- enda, og so slær Egil til. Hann kann jú ikki kapp- ast við teir flestu í skjót- leika longur. Vit mugu altso vera við allar 90 minuttirnar. So fer tað kanska at eydnast. Men spennandi verður tað, heldur Finn Rentved. -nn- VB-TB KÍ stevnir móti meistara- heitinum í unglingadeild- ini. Líkindini vóru ikki tey bestu, tá teir mikukveldið leiktu rættuliga avgerandi dyst á heimavelli móti einasta liðnum, ið kundi hótta teir, NSÍ. KÍ vann 3—1. NSÍ kom á odda tíðliga í dystinum við máli, sum lan Højgaard skeyt. Todi Jónsson var ikki við á KÍ liðnum frá byrjan av, men eftir NSÍ málið varð hann settur inn á miðvellin. KÍ javnaði ikki fyrr enn tað restaðu 20 min. Tað var Eyðun Klakkstein, sum skoraði. Hann legði eisini KÍ fram um, tá brotsspark varð demt 5 min. fyri leiklok. Dómur, sum NSÍ var illa nøgt við. Hvussu var og ikki, so er óheppið, at klaksvíkingur demir avgerandi dyst sum henda. Rímuligt kastaði NSÍ allar menn í álo pfyri at javna, men í staðin økti Arnhold Joensen til 3—1. NSÍ hevur seinastu tvey árini vunnið FM fyri unglingar. Venjari hevur verið Petur Mohr. Nú sær út at hann vinnur triðja meistaraheitið upp í slag. Be ferð sum venjari hjá KÍ. Enn er unglingakapp- ingin kortini ikki lokin. KÍ skal hitta HB og B36 á útivelli, og NSÍ skal hitta HB úti og GÍ heima. KÍ hevur tapt trý stig og NSÍ seks. Målurtøkan hjá KÍ er so mikið góð, at eitt stig afturat er nóg mikið fyri at vinna FM heitið, hóst NSÍ vinnur báðar sínar dystir. Unglingakappingin hev- ur annars veri merkt av, at fleiri felog hava tikið lið úr kappingini, onkur helst orsakað av úrskurðinum, dómsnevndin gjerdi í sambandi við klagu um leikara, sum leikti í 2. deild eftir at hava fingið reytt kort í unglingadeild- ini. Skála/Streymur, ÍF og MB hava tikið liðið úr kappingini. > DA MB kennir nidurflytingar- spekilsið anda í nakkan, og skulu teir hava nakran varðveitingarmeguleika at spæla fyri, tá B68 kem- ur á vitjan í seinasta umfari, so krevst, at teir fáa stig og helst vinna á HB á heimavelli. Á úti- velli móti TB næsta sunnudag kunnu teir ikki rokna við tí stóra. Páll F. Joensen, MB- venjarin, hevur ikki mist mótið: — Allar súðir eru ikki syftar enn, og eg meti, at vit hava rímuligan megu- leika at vinna á HB. Vón- andi hugsa leikararnir ikki ov nógv um, at tað er HB, vit leika ímóti. Tað vísir seg nevniliga ofta, at virð- ingin fyri mest vinnandi liðnum er so stór, at tað gongur út yvir egna styrki. Men soleiðis sum styrkin á liðunum báðum hevur verið seinastu tíð- ina, so meti eg meguleikin er har. Miðvingar ætla ikki at flúgva burturstaddu Suna og Valbjern upp til dystin: Síða 13 — Tað rokni eg í hvussu so er ikki við. Í prin- sippinum meti eg tað eisini vera skeivt at nýta aðrar menn, enn teir sum taka lut í venjingini. Og eg vil undirstrika, at ungu menninir, ið eru komnir inn á liðið, hava verið raskir. Verða teir avsettir nú, so kundi hent, at teir missa hugin at venja so dyggiliga, sum teir hava gjørt. Men hvat hevur størsti trupulleikin verið hjá tykkum? — Kanska serliga, at vandamiklu álopsleikarar- nir ikki hava fingið málini, sum teir plaga at fáa. Hverki Jens Erik ella Birgir hava havt tað hepni í avgerandi stødunum, sum vit ofta hava sæð teir hava. Tað hevur gjert, at stig ikki eru fingin í tett- um dystum. T.d. pressaðu vit VB í botn, men teir vunnu. Soleiðis er fót- bólturin nú eina ferð. Taka ikki fólk heim HB skal fóta sær aftur eft- ir smeitin móti VB. Iðranin má kennast serliga stór eftir koll- demda málið. HB ætlar ikki at flúgva Niclas og Inga heim til Miðvágs dystin. Roknast kann tí við, at evnaríki Eyðun Samuel- sen fær meguleikan frá fyrsta bríksli. Uni Arge hevur víst seg vandamikl- an seinastu umferini, og Gunnar Mohr kenna øll. Teir borga fyri málsókn- um leiki, so er spurning- urin um Birgir og Jens Erik í hinum endanum finna stevið. Gera teir tað, kann roknast við málrík- um dysti, tí verjurnar tykjast vera at tosa við. -DD- Stort fótbóltsfelag stovnað í Keypmannahavn B 1903 og KB hava tíkið seg saman í eitt felag, sum hevur kendar menn og nógvan pening aftanfyri seg Tað hevur verið tosað um tað í fleiri ár, men ongan- tíð er tað vorðið til veru- leika, tí fanatiskir limir í ymsu feløgunum hava verið ímóti tí. Men fyrra- dagin spurdist, at nú hev- ur Keypmannahavn um- síðir fingið fótbóltsfelag, sum bæði í ítróttarligari styrki og hvat peningi við- víkur kann máta seg við Brendby, ið liggur vestan- fyri Keypmannahavn, og sum rættir hevuðsstaðar- búgvar bert hava stuðlað av neyð, tí einki annað stórfelag var inni í bý- num. Nýggja felagið kallast FC Kebenhavn. Heima- vellurin verður í ítróttar- parkini, sum verður liðugt mj útbygd komandi ár. ; Felagið, sum umfatar vaksnamannadieldirnar og lið av leikarum millum 18 og 23 ár, skal spæla í KB búnanum. Harald Nielsen er for- maður í nevndini. Hann er navnframur fótbóltsvete- ranur, sum var miðfram- herji á olympiska liðnum í Rom í 1960 og sum drúgvt áramál var peningaleikari í Italia. Saman við Helge Sand- er, sum nú er fólkatings- maður fyri vinstra flokk- in, boðaði Harald Nielsen í 1977 frá, at teir fóru undir nýggja fótbóltskapping, har donsku felegini høvdu loyvi at nýta peningaleik- arar. Hetta setti ferð á annars drálandi fótbólts- menninar i DBU, og pen- ingafótbóltur hevur verið í Danmark síðani 1977. Peningaliga og ítróttarliga framtíð Harald Nielsen og FC Kebenhavn hava góðar stuðlar = aftanfyri seg. Tryggingarfelagið Danica, sum meira kenda Baltica eigur, skal næstu trý árini leggja 9 milliónir í nýggja felagið, og so- nevndi Friedman grunn- urin letur 4,5 milliónir. Henda grunnin eigur Axel Friedman, sum í síni tíð leikti við B1903. Hann hevur í mong ár búð í Sveits, haðani hann trú- fast hevur stuðlað sínum gamla felagi. Nýggja fe- lagið er kongstankin hjá hesum ríkiskroppinum. Sama dag sum boðað varð frá felagnum, gav B Ítróttur Ikki allar súðir syftar | Miðvingar mugu vinna á HB, um sannlíki fyri niðurflyting íkki nærum skal gerast til veruleika 1903 tí bestu feðingar- dagsgávuna, hugsast kann. Í fyrra dystinum í UEFA kappingini fyri lið hittu teir á útivelli sterka skotska liðið Aberdeen. Skotarnir trýstu desperat fyri at fáa mál, men seks min. fyri leiklok slerdu keypmannahavnararnir kontra og vunnu 1-0. Brendby gjerdi eisini sína skyldu í meistara- kappingini, tá teir á heimavelli vunnu 3-0 móti pólskum liði. Um 14 dagar verða returdystirnir leikt- ir. Neyvan megna OB og Ikast at koma víðari. Í ávikavist steypa- og UEFA kappingini taptu bæði liðini á heimavelli.