Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-09-20, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 20. september 1991síða 14

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

| Sida 14 Mette Jacobsen vitjar Svimjisamband Føroya Danskur toppsvimjari vitjar i Føroyvum Mette Jacobsen, sum vann 3 gullheiðursmerki í EM í svimjing 1991, vitjar Svimjisamband Foroya hetta vikuskiftið. Ferðalag- ið við Mette Jacobsen kemur hósdagin 19. september við Atlantic Airways. Tann 18 ára gamla Mette Jacobsen verður um viku- skifti gestur hjá Svimji- sambandi Føroya. Til Europeisku Meistara- kappingina, ið varð hildin í Athen seinast í august mánaða, vann Mette 3 gullmerki: í 200 metra frí- ari svimjing, 200 metra firvaldasvimjing og 4X 200 metra friari liðsvimj- ing. Við hesum úrslitum gjørdist Mette fyrsti danski gullvinnari í EM í umleið 40 ár. Mette er úttikin at umboða Dan- mark til teir Olympisku Leikirnar, ið verða kom- andi summar í Barcelona, Spania. Í ferðalagnum saman við Mette verður pápi og venjari hennara Per Ja- cobsen, og mamman Bente. Gamla el-verkið er svimjihøllin Mette Jacobsen er fødd 24. mars 1973. Hon er 172 cm høg og vigar 64 kg. Hon lærdi at svimja sum seks åra gomul, tå hon gjørdist limur i Nakskov Svømmeklub. Påpi henn- ara Per Jacobsen, hevur verið venjari hjá felagnum síðani 1968, og hevur hesi árini vant fleiri danskar toppsvimjarar, tó ongan við so góðum úrslitum sum Mette. Umsteðurnar hjá Nak- skov Svømmeklub eru annars serstakar. Svimji- høllin er gamla el-verkið, id er umbygt, og er har ein 25 metra hylur við 4 geil- um. Svimjifelagið hevur ikki tær stóru venjingar- tíðirnar í hellini. Tey kunnu venja í einar 12 tímar um vikuna, og noyð- Miðvágs —Sandavágs skúli Veturin 1991/92 Træsmíð Mikukvøld Stig Thomasen 33349 Træskurður Tummas Lauritsen 33033 Ættargransking Månakvøld Lydia Laksafoss kl. 19.00 — 22.30 33190 Seyming Månakvøld Eyð Niclasen kl. 19.00— 22.30 33047 Seyming Má. y Kathrina Hansen . 19.00 —22.30 32480 Mikukvøld Martin Pollard 33413 Kórsangur Månakvøld — Jens Jacob Jacobsen . 20.00 —22.35 32261 Motiónsfiml. kvinnur Tý. — Hó. Sanna J. Akselsen kl. 18.00 — 19.40 33512 Aerobic Má. — Mi. Guðrið á Lofti kl. 18.00— 19.40 32811 Motiónsfiml. menn Fríggjakveld Guðrið á Lofti kl. 17.30—19.10 32811 Enskt Hóskvold Arnjohn Petersen kl. 19.00 — 20.40 32205 Teldulæra Má. — Mi. Tórhallur Simonsen kl. 19.00—21.30 33216 Øll skeiðini eru treytað av nóg stórari luttøku. Tilmeldingargjald: kr. 300,00 at gjalda fyrsta kveldið. Miðvágs—Sandavágs kvøldskuli TIf. 32417 Nr. 173 — 20. september 1991 0: st so annars at søkja onn- ur råd. Hesar umstødur hava tó ikki forðað teim- um góðu úrslitunum at koma. Mette varð seinasta skúlaár liðug á EFG (handil og skrivstovu). Hetta kappingarárið verð- ur doyurin lagdur á fyri- reikingarnar til Olymp- isku Leikirnar. Fyri tó ikki bert at svimja tekur Mette einkultfak á HF. Endamálið við Føroyaferdini Svimjisambandið vónar við hesari vitjan at geva íblástur til svimjarar, venjarar og svimjifeløgini. Fríggjakveldið hitta tey teir føroysku svimjivenj- ararnar, og uttan iva munnu tey bæði, Per og Mette, vita bæði eitt og annað forvitnisligt at siga frá. Leygardagin 21. sep- tember verður tað megu- ligt hjá ellum svimjiáhug- aðum at hitta Mette og pápa hennara í svimjihøll- ini í Havn frá kl. 11.00 til umleið kl. 13.00, har fer- oysku svimjararnir fáa meguleika at svimja sam- an við henni, og síggja hana svimja. Kl. 15.00 verða tey niðri á Hotel Hafnia (Parnass- inum), har tey greiða frá, og verður hevi at seta fram spurningar. Úrslitini hjá Mette Sum fyrr nevnt vann Mette trý gullmerki í EM og vóru tey: 200 m frí- svimjing í tíðini 2.00.29, ið ar nýtt norrent met, 200 m firvaldasvimjing og 4X200 m fríari liðsvimj- ing við tíðini 8.05.90, eis- ini nýtt norrent met. Um- framt hesi gullmerki vann hon eisini eitt bronsu- merki í 4X100 m fríari lið- svimjing, har donsku genturnar eisini settu nýtt norrent met við tíðini 3.46.36. Olympisku Leikirnir 1988, Seoul: nr. 8 í 4X100 m fríari lið- svimjing, nr. 11 í 200 m frísvimjing og nr. 13 í 200 m firvaldasvimjing. Heimsmeistara- kappingin 1991 í Perth, Australia: bronsumerki í 200 metra frísvimjing og 4X200 m fríari liðsvimjing, nr. 5 í 200 m firvaldasvimjing, nr. 5 í 4X100 m fríari lið- svimjing og nr. 14 í 100 m firvaldasvimjing. Europa Meistara- kappingini 1989, Bonn: bronsumerki í 200 metra frísvimjing og 200 m fir- valdasvimjing, nr. 4 í 4X100 og 4X200 m frí- svimjing, nr. 7 í 4X100 m blandaðari liðsvimjing og nr. 8 í 100 m firvalda- svimjing. Europeiska Junior Meistarakappingin 1987, Rom: Nr. 5 i 106 a frísvimjing, nr. 10 í 50 m frísvimjing, nr. 15 i 200 m. firvalda- svimjing og nr. 16 í 100 m firvaldasvimjing. Europeiska Junior Meistarakappingin 1988, Amersfoort: nr. 4 i 100 m firvalda- svimjing, nr. 5 i 100 m fri- svimjing og nr. 6 i 200 m firvaldasvimjing. Í 1990 vann hon 200 m frisvimjing til Arena Meet í Bonn, tað verður roknað sum >VM í stuttum hyli«. Mette hevur: — vunnið 2 norðurlendsk Junior Meistaraskap. — hevur norrent met í 200 m frísvimjing og 200 m firvaldasvimjing. — donsk met í 200 m frí- svimjing, 100 m rygg- svimjing, 100 og 200 m firvaldasvimjing. — hevur vunnið 22 donsk meistaraheiti fyri einstak- lingar. — hevur vunnið 17 donsk meistaraheiti fyri einstak- lingar í 25 m hyli. Bestu persónligu tíðir- nar hjá Mettu eru: 50 frísv. 0.26,93 1987 100 frísv. 0.57,10 1988 200 frísv. 2.00,29 1991 400 frísv. 4.17,51 1989 800 frísv. 8.52,08 1989 100 ryggsv. 1.04,11 1991 200 ryggsv. 2.19,64 1991 100 firv.sv. 1.01,76 1990 200 firv.sv. 2.11.88 1991 200 blandað 2.20,64 1989 400 blandað 4.55,46 1991 Sum tað sæst á hesum úrslitum, er Mette Jacob- sen veruliga ein topp- svimjari, sum * 't v'nandi kunnu læra nógv av hesar dagar, tey vitja okkum.