Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-09-21, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 21. september 1991síða 3

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 174 — 21. september 1991 Ikki góðtakast - Sjálvandi eru vit fyri, at øll børn koma til tanneftirlit, men vit kunnu ikki góðtaka upp- skotið, sum tannlæknafelagið hevur gjórt til skipan, sigur Jógvan K. Mørkøre, formaður í Fóroya Kommunufelag Dagur og Vika visti týs- kvøldid at siga, at Føroya Tannlæknafelag hevur gjørt eitt uppskot til skipan, soleiðis at øll børn koma til tanneftirlit. Hetta uppskot varð sent út til ummælis. Sagt varð, at Havnar kommuna tók undir við uppskotinum, treytað av, at landskassin rindaði meir- kostnaðin, men at Føroya Kommunufelag hevdi vrakað uppskotið. - Fólk mugu ikki halda, at vit eru ímóti, at børnini eru undir tanneftirlii. Sjálv- andi eru vit fyri góðari tann- røkt. Vit høvdu okkara grundgevingar fyri at vraka uppskotið, sigur Jógvan K. Mørkøre, formaður í Før- oya Kommunufelag. Hann vísir t.d. á, at í vid- merkingunum til uppskotið høvdu tannlæknarnir skriv- að, at víðkaða skipanin ikki fór at verða stórt dýrari enn verandi skipan. Hesum iv- ast kommunufelagið í. Av ti at ein broyting fer at hava við særeyka útreiðslur ul — kommunurnar, vil felagið vera við til at evna til eitt uppskot til skipan. Tað góðtekur ikki uttan nakað eitt liðugt uppskot, sigur Jógvan K. Mørkøre, sum heldur, at tannlæknarnir eru farnir heldur lætt um tann fíggjarliga spurningin, tá teir gjørdu uppskotið. Aðrenn felagið tekur stóðu til, um nøkur skipan kann setast í verk, má greiði fáast átí fíggjarliga, sigur Jógvan K. Mørkøre. Tannlæknarnir hava eisini mælt til at fåa ein landstannlækna. Tad er ikki bara sum at siga tað, heldur kommunufelagið,tí ein slíkur skal so vera yvir bæði kommunalum og privatum tannlæknum, sigur komm- unufelagið, sum ikki er heilt nøgt við verandi skipan, ið rúmar møguleikum fyri, at privatir tannlæknar sam- stundis eru kommunalir sum skúlatannlæknar. randi Heimið er tað besta stað á jorð: Heimið, skúlin og kirkjan Mánakveldið 23. sept. kl. 19.30 verður almennur fundur í KFUM. Evnið á fundinum er: Heimið, skúlin og kirkjan. Hetta er ein tema-fundur, har heitið er: Heimið er tað besta stað á jørå. Frá gamlari tíð hevur verið tætt samband mill- um heimið, skúlan og kirkjuna. Men hvussu er sambandið millum hesi trý í dag? Hvenn leiklut hava skúlin og kirkjan, tá ið talan er um uppal- ing? Á fundinum verður nortið við hesar og aðrar spurningar. Hevi verður hjá fundarfólkinum at gera viðmerkingar og seta spurningar. Hensar Ellingsgaard, landsskúlastjóri, leggur fyri. Fremstur Bíligast Bestur og klárt á odda við 5 bløðum um vikuna. Leikurin Í hesi myrku nátt skulu milliónir av menniskjum óynsktar verða til. Og fjøld á deyðastrá — ti eingin vón er — skal ganga gøtur, sum hon ikki vil. Í hesi myrku nátt skal sorgin gráta, mót blonkum stjórnum gleðin flenna hátt. Í mínum fangi, sum ein ósogd gáta, skal goymast tað, ið henda skal í nátt. Hoyr, barnið mitt, hoyr terningar, ið falla og eygu verða tald í togn — og tá, tá merki eg, títt hevur fer at halla, og at vit eru smá — so sera smá. Nis Petersen sosialurin Fáið tað í lag NÚ - fáið henda trúgva vinin við postinum allar gerandisdagar uttan mánadag og verið við í og fáið lut í øllum ti nógva, Tíðinda- blaðið Sosialurin tekur til viðgerðar. Navn 8 Bústaður: Bygd/býur - Sosialurin - sosialurin - Sosialurin - Eg gerist haldari av Tíðinda blaðnum Sosialinum og fái blaðið 5 ferðir um vikuna. Haldaragjaldið er kr. 200,- fyri ársfj Haldarar uttanlands gjalda kr. 235,-/ ársfj B Goldið verður ongantíð fyri fleiri blød enn & tey, ið eru eftir at koma í einum ársfjórðingi Suðuroyingar fáa nú sín Smyril aftur. Teisun fer til umvæl- ingar, og idag byrjar Smyril aftur at røkja suduroyar- siglingina. Tað fer at taka umleið seks vikur at umvæla Teist- in, og arbeiðið verður gjørt av fólki hjá Strandferðsluni, og Teistin fer at liggja á Hulki. M.a. skulu øll vatn- rørini skiftast út. Tað er ikki bara Teistin, sum skal hava åbøtur gjørd- ar. Månamorgunin fer Spa Dúgvan til årligt eftirlit á Tórshavnar Skipasmidju, og tað fer at taka tvær vikur Hesar vikurnar fer Pride at sigla millum Skálafjørðin og Havnina. Pride tekur ikki bilar við. Tit ringja - - ! tlf. 11820 — vit skriva haldarar... av Føroya mest endurgivna og best lisna blad og fåi fjøl- broyttastu føroysku tidindini 5 ferðir um vikuna týsdag, mikudag, hósdag, friggjadag og leygardag fyri % leysasølupris BERT 200,-/árs Box 76 110 Tórshavn