Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-03-27, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 27. mars 2003síða 11

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Nr. 60 - 27. mars 2003 Nr. 60 - 27. mars 2003 21 Hóast Iveco gera bæði stórar og smærri last- bilar og vøruvognar, hava teir hjá Reyni Service serliga lagt seg eftir at marknað- arføra Daily og EuroCargo-røðirnar í Føroyum BILAR Magnus Gunnarsson Í Danmark hava Iveco, í støddini 3,5 tons, 24,5 pro- sent av marknaðinum. Tal- an er um Iveco Daily, sum verða gjørdir sum lastbilar, vørubilar og bussar. Síðan tann fyrsti Daily kom á gøtuna í 1976, er marknað- arparturin ómetaliga nógv vaksin. Daily er ein rúm- ligur vørubilur sum er ser- liga væl egnaður til vøru- koyring í býnum, við tað at hann hevur lítlan vendi- diametur og harvið lættur at koma runt við, har sum ferðslan er nógv, og trong- ligt er at koyra. Hjá Reyni Service hava teir serliga lagt seg eftir at marknaðarføra Daily og EuroCargo-røðirnar. Daily verða gjørdir í støddum frá 3,5 til 6,5 tons og EuroCargo í støddum frá 6,5 til 17 tons totalvekt. Á transportmessuni í Herning, ið er frá 27. til 30. mars, hava Iveco ein stóran bás, har teir gera serliga nógv burtur úr Iveco Star- lis, sum bleiv kosin sum "Truck of the Year" ella ár- sins lastbilur 2003 inter- nationalt. Ein nýggjur Iveco Daily minibussur er júst nú kom- in á marknaðin. Talan er um ein buss til 16 ella 19 ferðandi. Tað vil siga at við 16 sitiplássum, hevur hann eitt hampuliga stórt við- førisrúm, men hevur hann 19 sitipláss, er einki við- førisrúm. Bussurin hevur ein 2,8 litur 4 syl. Com- mon-rail dieselmotor við 125 ella 146 hk. Hann er væl ljóðdoyvdur og góður at koyra. Eisini hevur hann framkomna bremsuskipan við ABS (Anti Blocker System), ABD (Automatic Brake Differential) EDB (Electronic Brake Distribu- tion) og elektriskan retard- ara (OPT). Suzuki Liana Amerikanski stovnur- in "Insurance Institute for Highway Safety" hevur í meira enn 30 ár granska í ferðslu- trygd, og gera teir sín- ar egnu testir av nýggjum bilum. Í nýggjastu testunum teir hava almanna- kunngjørt, fekk Su- zuki Liana toppkarak- ter, og verða teir mett- ir sum besta bilkeyp í sínum klassa. Kelda: Tíðindaskriv frá Suzuki Flestir Opel Ein kanning sum fe- lagsskapurin "De Danske Bilimportør- er" hevur gjørt, vísir, at Opel er tað bil- merki, sum mest er til av í Danmark. 11,39 prosent av bilunum á donsku vegunum eru Opel. Kelda: Tíðindaskriv frá GM Norskir stoyt- fangarar Norska felagið Hydro Automotive Structur- es hava gjørt sáttmála við fronsku Renault bilverksmiðjuna um levering av einum stoytfangarasystemi, sum millum annað skal brúkast til ársins bil í 2003, Reanult Mégane II. Kelda: Norsk Hydro Iveco Stralis – ársins lastbilur í 2003 Iveco C I 3 minibussur Motorurin: 2.8 litur 4 syl. diesel 92 KW (125 hk) v. Common-rail inspræning Ella við: 107 KW (146) Dekkstødd: 195/75-16 Stødd og vekt: Longd: 694,8 cm Breidd: 199,6 cm Hædd: 274,5 cm Oljutangin: 90 litrar Prísur: frá kr. 554.000 Søluumboð: P/F Reyni Service Vegurin Langi FO- 188 Hoyvík Tel. 353040 Iveco Stralis. "Årets lastbil 2003" internationalt Iveco Daily 50 C I 3. Ein heilt nýggjur minibussur við upp til 19 sitiplássum Hurðin í høgru síðu er el- drivin og fer aftur við síðuni Iveco Daily minibussurin innan Umsitingin hjá Tórs- havnar kommunu skal nú kannað eftir, hvat ber og ikki ber til við Marknagilsvegin BYGGING Heri á Rógvi Í Sosialinum í gjár stóð at lesa um eitt byggimál við Marknagilsvegin. Sp/f Àtak byggimeistari, sum Torkil við Sandá eigur, ætlar at gera ein íbúðar- blokk á matrikul nr. 1102 a við Marknagilsvegin. Talan er um ein bygning, sum skal hýsa fimtan íbúð- um – fimm á hvørjari hædd. Hæddin á bygning- inum skal eftir ætlan verða tíggju metrar. Støðan er nú tann, at endaliga byggiloyvið ikki er latið. Sostatt er arbeiðið ikki steðgað, men heldur ikki komið ígongd. Sjálvur heldur Torkil við Sandá viðgerðina vera løgna. – Eg havi fingið øll loyvi higartil, og tað var um- sitingin sjálv, sum skeyt upp, at eg skuldi byggja í trimum hæddum, sigur Torkil við Sandá, sum sigur seg hava fylgt øllum ynskj- um, kommunan er komin við. Hann hevur keypt økið fyri eina millióna upphædd, og hann hevur nýtt fleiri hundraðtúsund krónur til at gera klárt, teknigar og annað. Hann ger greitt, at verður byggingin steðgað, so fer hann at krevja endurgjald frá kommununi. Hann hevur fingið prin- cipielt byggiloyvi frá bý- ráðnum, men tað er óvist, hvussu hetta skal tulkast. Jan Christiansen, borg- arstjóri, metir, at eitt prin- cipielt byggiloyvi merkir, at málið er liðugt viðgjørt politiskt, og tann, ið ætlar at byggja, skal bert halda seg innanfyri tær ásetingar, sum eru galdandi. Torkil við Sandá skilir tað soleiðis, at hann hevur fingið loyvi til at byggja bygningin í trimum hædd- um, men kann ikki fáa endaligt loyvi fyrr enn allar tekniskar ásetingar við kloak og øðrum eru lagdar fyri býráðið. Torkil heldur ikki, at ein tíggju metrar høgur bygn- ingur er nakað serliga stórt. – Hetta er ikki størri enn eini vanlig sethús í trimum hæddum við kjallara, og tann niðasta hæddin liggur undir partvíst undir veg- num, sigur Torkil við Sandá. Íbúðirnar verða eftir ætlan 62 fermetrar til støddar og lyklaklárar við øllum hvítvørum, gólvi og málað. Málið liggur nú hjá umsitingini í býráðnum. Ein borgari hevur sent býráðslimunum eitt skriv, har spurnartekin verða sett við byggingina. Spurt verð- ur eftir, hvat slag av øki talan er um. Sambært umsitingini hjá býráðnum er talan um eitt C 3 øki, og har verður loyvt íbúðar- bygging av hesum slag. Sambært borgarstjóran- um er eingin samtykt, ið forðar einum tíggju metrar høgum bygningi á økinum, men korini skal umsitingin kanna málið, og tað er framvegis óvist, hvør lagn- an verður. – Umsitingin fer nú at kanna málið. Tað eru ymisk fyrilit, ið skulu takast í sambandi við tílíka bygg- ing, og hetta vilja vit nú fáa greiðu á, sigur Jan Christ- iansen. Byggi- og býarskipanar- nevndini hjá býráðnum hevur viðgjørt málið, men kom ikki til nakra niður- støðu. Málið skal eftir ætlan á skránna aftur á næsta fundi. Gott skil Tórshavnar kommuna hev- ur ferð eftir ferð verið frammi í fjølmiðlunum í sambandi við bygging og gloymdar samtyktir, – Av tí, at mann hevur meira enn 150 byggimál um árið, og trýstið er størri enn í áttatiárunum, so hendir tað, at nakrir feilir verða gjørdir, sigur Jan Christiansen. Og hann hevur fult álit á sínari umsiting og kveistrar allan iva til viks. – Her er gott skil á, sigur Jan Christiansen. Gongdin í málinum • Í august 2002 keypir Sp/f Àtak matrikul 1102 a við Marknagilsvegin. • 30. oktober 2002 fær Sp/f Átak útgravingarloyvi frá Tórshavnar kommunu. • 12. november 2002 verður principielt byggi- loyvi givið til bygging av íbúðarblokki av Byggi- og býarskipanarnevndini hjá Tórshavnar býráð. • 15. november 2002 fær Sp/f Átak loyvi at lagra grót á matr. nr. 1102 a • 14. mars 2003 fáa býráðslimirnir eitt skriv frá borgarar, sum setir spurnartekin við ætlanirnar byggja íbúðarblokk á økinum. Óvist við íbúðarblokki Fakta Sum støðan veit Torkil við Sandá ikki, hvørja lagnu hansara ætlaða bygging av einum íbúðarblokki fær á hesum økinum við Marknagilsvegin. Mynd: Jens Kristian Vang C M Y K 21 20