Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-03-27, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 27. mars 2003síða 12

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Seytjan ára gomul bólkamet vórðu tikin í Køge um vikuskift- ið. Andrass Thomsen setti eisini nýtt før- oyskt met í 200 metr- ar frí SVIMJING Páll Holm Johannesen Seinasta vikuskiftið kapp- aðust 35 føroyskir svimjar- ar í Køge Open. Hetta er annað árið á rað, at føroy- ingar er í millum luttakarar- nir í donsku kappingini. Samanborið við í fjør vóru úrslitini væl betur í ár. Í alt eydnaðist føroyingum at vinna 52 heiðursmerkir. Samlaða heiðursmerkjatal- ið hjá føroyingum gav eitt samlað triðja pláss í kapp- ingini, og tað má sigast at vera eitt frálíkt úrslit. 10 svimjarar av ung- dómslandsliðnum Ferðaliðið fór av landinum týsdagin í farnu viku, og lagt varð út við eini venj- ingarlegu. Venjingarlegan var til fríggjadagin, tá kappingarnar byrjaðu. Kappast var frá fríggjadegi til sunnudag. Í fjør vóru bert tríggir føroyskir luttak- arar, men í ár valdi Svimji- sambandið at leggja meira fyri og sendi heilar 35 svimjarar avstað. Fyri fleiri av svimjarunum var Køge Open liður í fyrireiking- unum til oyggjaleikirnar. Landsliðsvenjarin, Petur Heðin á Fløtti, hevði eisini valt at lata 10 svimjarar av ungdómslandsliðnum at sleppa at royna seg ímillum tey eldru. – Vit hava havt lyndi til at dusa okkum í góðu úrslit- unum hjá teimum eldru, og gloymt tað næsta ættarliðið. Luttøkan hjá teimum yngru í kappingini er liður byggja nakað nýtt upp. Hetta var eisini ein frálíkur møgu- leiki hjá teimum yngri at merkja til tað, hvussu tað er vera á landsliðnum, tí fleiri teirra fara óiva at vera har um nøkur ár, greiðir Petur Heðin á Fløtti frá. Kappingin í Køge varð býtt í fýra bólkar: Seniorar, juniorar, ung, yngst. 32 svimjifeløg vóru við og umframt føroyingar, so vóru eisini fýra feløg úr Svøríki. Í alt vóru 700 svimjarar, og tá seinasta startskotið var farið sunnu- dagin, høvdu heili 3100 startir verið yvir viku- skiftið. Eftir kappingina sunnu- dagin vórðu bestu svimjar- arnir kosnir, og heldur ikki her vóru føroysku svimjar- arnir við skerdan lut. Elspa Mørkøre varð kosin til besta svimjara í kappingini fyri tey yngstu, og sama heiðurin fekk Malan Mich- elsen fekk í bólkinum fyri ung. Bæði Malan Michel- sen og Elspa Mørkøre er ung stjørnuskot í føroyskari svimjing, og svimjikøn siga seg vænta nógv frá teimum báðum í framtíðini. Tvey 17 ára gomul met tikin Mest óvæntaðu úrslitini í Køge um vikuskiftið, stóðu Erling Jacobsen og Malan Michelsen fyri. Bæði settu nýtt bólkamet í bólki trý. Felags fyri hesi bólka-met- ini er, at tey eru heili seytj- an ára gomul. 29 november 1986 settu Sørin Olsen úr Ægir og Anita Ryggshamar úr Vágs Svimjifelag bólka- met í bólki 3, men leygar- dagin í Køge vórðu bæði hesi met langt um leingi tikin. Eitt føroyskt met var eisini sett í Danmark, og var tað Andrass Thomsen, sum setti nýtt met í 200 metrar frí. Vælnøgdur landsliðs- venjari Ferðaliðið kom heimaftur mánadagin, og týsdagin fingu vit orðið á landsliðs- venjaran, Petur Heðin á Fløtti. Hann var sum vera man væl hýrdur, segði seg vera púra tiknan av bóli yvir góðu úrslitini um viku- skiftið. – Tað gekk heilt ótrúliga væl og nógv betur enn væntað. Vit vunnu eitt ótal av heiðursmerkjum, so eg eri ótrúliga væl nøgdur, sigur Petur Heðin á Fløtti. Petur Heðin vísur á, at tað var rætt at taka tey ungu við, og at tey stóðu seg frá- gera væl í kappingini. Landsliðsvenjarin heldur at støðið í ár var hægri enn í fjør, og tað ger ikki úrslitini verri, greiðir hann frá. Um fjúrtan dagar verður SUM í Vági, og um fýra vikur verður endaliga út- tøkukappingin til oyggja- leikirnar. Petur Heðin sigur at í løtuni eru eini fimm svimjarar, ið liggja á mark- inum fyri at røkka kravtíðir til oyggjaleikirnar, og tað verður spennandi um, hesi fara at røkka neyðugu krav- tíðunum. Nr. 60 • hósdagur • 27. mars 2003 • 77. árgangur • www.sosialurin.fo Frálík svimjiúrslit í Køge Open Samlað úrslit av kappingini varð: Gull Silvur Bronsa Elspa Mørkøre 7 2 1 Hanus Eysturdal 3 2 1 Jákup Øssursson Mohr 3 1 2 Malan Michelsen 5 3 2 Andrass Thomsen 1 3 Jóannes á Fløtti 3 Janus Olsen 4 Kirstian Olsen 1 Benthe Andersen 1 2 Lisbeth Joensen 2 Nathalia Reinhart 1 Føroyar Stafett gentur 1 Føroyar Stafett dreingir 1 Alt í alt: 24 15 13 23 22 Nr. 60 - 27. mars 2003 UTTAN ÚR HEIMI Friðaruppskot vrakað Eitt uppskot, sum skuldi fáa enda á bardøgunum í Irak, og sum Saudiarabia legði fram, er vrakað. Amerik- anska stjórnin vil ikki góðtaka tað. Fleiri arabisk lond hava seinastu dagarnar arbeitt fyri at fáa enda á krígnum í Irak, eftir at uttanríkisráðharr- arnir í Arabisku Samgonguni á einum felags fundi mót- mæltu álopinum hjá amerikanarum og bretum. Teir kravdu eisini, at álopið skuldi steðga beinanvegin. Uppskotið, sum amerikanska stjórnin hevur vrakað, hevði Saudiarabia gjørt. Jordanski kongurin, Abdullah, hevur eisini arbeitt við einari friðarætlan saman við egyptiska forsetanum, Hosni Mubarak, og konginum í Bahrein, Hamad. Jordanski uttanríkisráðharrin segði í gjár, at uppskotið hjá kongi er ikki liðugt, men at tað ætlandi verður lagt fyri hinar arabisku stjórnirnar fyrsta dagin. Eingi skip eftir oljuni Hóast kríggið pumpa irakar framvegis nógva olju ígjøgnum rørleiðingarnar til Turkalands. Har plaga tangaskip at ferma oljuna í býnum Ceyhan, men í gjár lá einki tangaskip og tók ímóti iraksku oljuni. Hetta kemst av, at reiðaríini eru í iva, hvørt tey hava loyvi at ferma iraksku oljuna ella ikki. ST-aðalskrivar- in, Kofi Annan, hevur sagt, at Irak hevur loyvi at selja eina avmarkaða nøgd av olju, treytað av, at inntøkan verður nýtt til mat og heilivág. Seinasta hálva annað árið hevur Irak útflutt 1,7 milli- ónir tunnu av olju um dagin, men síðani USA og Bret- land lupu á landið, er útflutningurin minkaður burtur í einki. Hildið verður, at útflutningurin nú liggur um 170.000 tunnur um dagin. Bush fekk ein frammaná George W. Bush, forseti fekk ein rættiligan frammaná, tá senatið fyrrakvøldið skerdi skattalættan, sum forsetin hevði lovað amerikansku skattgjaldarunum. Bush lovaði herfyri amerikanarunum næstan 5.000 milliardir krónur í skattalætta næstu tíggju árini, men senatið skarvaði 2.000 milliardir burtur av uppskoti forsetans. Tað vóru demokratarnir, sum skutu upp at skarva av uppskotinum hjá forsetanum. Einsamallir kundu teir ikki fáa broytingina ígjøgnum, tí teir eru í minniluta, men tá atkvøtt varð, atkvøddu tríggir av teimum rep- ublikansku floksfeløgunum hjá Bush saman við demo- kratunum. Undir orðaskiftinum vístu demokratisku senatorarnir á, at tað er púra burturvið at játta 5.000 milliardir krónur í skattalætta, samstundis sum alt fleiri pengar skulu játtast til kríggið í Irak. Tí hendan rokningin verður stór. Bara tað næsta hálvárið skal stjórnin nýta 550 milliardir krónur til Irak-átakið. ICC fingið høvuðsákæra Argentinski løgfrøðingurin Luis Moreno Ocampo er tilnevndur høvuðsákæri við tann nýskipaða revsidóm- stólin í Haag. Hann varð tilnevndur aftan á drúgvar tingingar um onnur uppskot. Millum teirra, sum eisini vóru í uppskoti, var høvuðsákæran við tann serliga Jugoslavia-dómstólin, Carla del Ponte. Luis Moreno Ocampo hevði ein virknan lut í arbeið- inum, tá leiðararnir í fyrrverandi argentinska hernaðar- stýrinum komu fyri rættin har í áttatiárunum. Hann hevur egið sakføraravirki í Buenos Aires, men er eisini knýttur at lærda Harvard-háskúlanum í USA. Tann 11. mars vórðu teir 18 dómararnir við altjóða revsirættin tiknir í eið, og formaður er kanadiski dómarin Phillipe Kirsch. Higartil hava 89 lond staðfest sáttmálan um altjóða revsirættin. Men fleiri lond vilja ikki viðurkenna hann, teirra millum USA, Russland og Kina. Amerikanskir her- flotamenn fingu ein hvøkk, tá teir tóku sjúkrahúsið í irakska býnum Nassiriya. Har vóru eingir sjúkling- ar, men vápn og lóður. KRÍGGJ Í IRAK Árni Joensen: Amerikanska herleiðslan í Qatar heldur, at irakar hava nýtt sjúkrahúsið sum venj- ingarstøð hjá hermonnum, samstundis sum tað hevur verið sjúkrahús. Tá amerikansku herflota- menninir komu inn á sjúkrahúsið, sóu teir ongan sjúkling. Men í ymsum høl- um funnu hermenninir 200 ymisk vápn, eina rúgvu av lóðuri, 300 trygdarbúnar og einar 300 gassmaskur. Í og kring sjúkrahúsið tóku am- erikanararnir einar 170 óvápnaðar irakskar her- menn, sigur herleiðslan í Qatar. Sum skilst hevur tað ør- kymlað herleiðsluna, at hermenninir funnu trygdar- búnar og gassmaskur á sjúkrahúsinum. Amerikan- ararnir halda hetta vera eina ábending um, at irakar í hvussu er hava umhugsað at nýta evnafrøðilig vápn í krígnum. Heldur Saddam enn Bush Irakar, sum flýddu undan stýrinum hjá Saddam Hussein, fara nú aftur til Irak at stríðast - ikki ímóti Saddam men Bush. KRÍGGJ Í IRAK Árni Joensen: Irakska sendistovan í jord- anska høvuðsstaðnum Amman hevur havt úr at gera seinastu dagarnar við at lata útlagnum irakum innferðarloyvi til Irak. Vesturlendskir tíðindamenn í Amman siga, at fleiri tús- und irakar eru farnir heim- aftur hesar dagarnar. Bara mánadagin avgreiddi sendistovan 3.000 innferð- arloyvi. Irakararnir, sum nú fara heimaftur, flýddu í síni tíð undan stýrinum hjá Sad- dam Hussein, men nú fara teir heimaftur at stríðast - ikki ímóti stýrinum í Bag- dad, men ímóti amerik- ansku og bretsku hermonn- unum. Við vesturlendskar fjøl- miðlar siga irakararnir, at teir hava ikki álit á amerik- anarunum og George W. Bush, forseta, og teir líta ikki á orð forsetans um, at hansara einasta mál er at beina fyri hópoyðingar- vápnum og at koyra Sadd- am Hussein frá. Tað er irakska oljan, amerikanar- arnir vilja hava, siga irakar- arnir. Skulu teir velja ímill- um Saddam og Bush, velja teir tann fyrra. USA hevur skyldina Ein av teimum vestur- lendsku tíðindamonnunum í Amman, norðmaðurin John Hultgren, skrivar í blaðnum Aftenposten, at irakar geva amerikanarun- um skyldina av, at Irak er vorðið eitt menningarland eftir tólv ár við handils- forðingum. Hetta hevur eis- ini gjørt, at nógv fleiri irak- ar styðja Saddam Hussein nú enn fyrr. Teir eru eisini sannførdir um, at Irak gjørdi tað, sum gerast kundi, fyri at sleppa undan kríggi, men at amerikanarar kortini leyp á landið. Tí kemur tað als ikki óvart á teir útlagnu irakararnar í Jordan, at teir landsmenn seta seg upp ímóti amerik- ansku hermonnunum. - Bumbur gera ikki mun á vini og fígginda ella sivil- um og herfólki. Tann, sum bumbar teg, er fíggindi tín, sigur Ahmed Jabouri við Aftenposten. - Irakar eru illir, svangir og kringsettir. Saddam Hussein er eitt spøkilsi. Hann er allastaðni og onga- staðni. Er málið hjá amer- ikanarunum at koyra Saddam Hussein frá, hví gjørdu teir tað so ikki, tá teir sóu, hvussu irakar liðu undir handilstiltøkunum? Sjálvt menn, sum hava góða útbúgving, forvinna ikki nóg mikið í Irak til at breyðføða konu og børn og nóg illa til flutning til og frá arbeiði. Hetta er tað, sum vit hava fingið frá amerik- anarunum, sigur Jabouri. Funnu vápn á sjúkrahúsi C M Y K 22