hósdagur 27. mars 2003síða 13
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 60 - 27. mars 2003
25
Sunnudagin hevði
Klaksvíkar Fimleika-
felag framsýning í KÍ-
høllini. Tað var ein
fragd fyri eyga at
síggja hesar fagru
ungdómar, um 270 í
tali, sýna fram, hvat
tey gjøgnum veturin
høvdu vant. Felagið
varð endurstovnað á
heysti 1998, eftir at
hava ligið óvirkið í
nøkur ár
FIMLEIKUR
Rúna Sivertsen
Í reyðum jakkum, glað og
smílandi, komu tey mar-
sjerandi til tónleikin hjá
hornorkestrinum í KÍ-høll-
ina sunnudagin.
Meðan eyga frøddist yvir
fagra ungdómin, og oyra
gleddist yvir tónarnar frá
hornblásarum, fóru tankar-
nir eina løtu til Bagdad, har
ungdómar, eins og okkara, í
besta blóma láta lív í mein-
ingsleysum bardaga.
Men her hjá okkum er
friður, og eina løtu kundu
áskoðararnir njóta at síggja
fimu ungu kropparnar sýna
fram kynstur síni.
Plásstrot
Framsýningin sunnudagin
var tann fimta, síðani
Klaksvíkar Fimleikafelag
varð endurstovnað á heysti
1998. Felagið telur 270
limir, og vóru tey flestu við
sunnudagin.
Fimleikararnir venja eina
ferð um vikuna, men tað er
alt ov lítið, sigur Katrin
Jacobsen, forkvinna í fel-
agnum.
Hon sigur, at fimleikara-
hallirnar í Klaksvík eru so
nógv upptiknar, at pláss er
ikki fyri fleiri tímum.
Felagið hevur gjørt onkr-
an túr út á Glyvrar á venj-
ingarlegu, har góðar kreftir
hjá Støkk tóku sær av at
venja norðoyingar í lopum.
Fyrsta felagið 1944
Klaksvíkar Fimleikafelag
var fyrstu ferð stovnað
undir seinna heimsbardaga.
Tað var Eskild Norðbúð,
sum stovnaði og var for-
maður í felagnum. Meðan
hann lærdi til hárskera í
Havn, var hann við í fim-
leikararfelagnum har.
Tá hann eftir lokna læru-
tíð kom aftur til Klaksvíkar,
tók hann stig til at stovna
felag í heimbygd síni. Hák-
un Djurhuus, sáli, var venj-
ari hjá ungu dreingjunum,
sum bara fáir eru eftir á lívi
í dag.
Nakrir av teimum, um-
framt Eskild, sum við vóru
tá - og enn eru okkara mill-
um - eru, Helgo Finn Lar-
sen, Benjamin Joensen og
Monrad Niclasen.
Fimleikaframsýning í Klaksvík
25
24
Nr. 60 - 27. mars 2003
Spenningurin var
stórur, men at enda
eydnaðist tað liðnum
hjá Allani Dal
Christiansen at vinna
FM-kappingina
BRIDGE
Bogi Simonsen
Liðið hjá Allan Dal Christi-
ansen gjørdist føroyameist-
ari um vikuskiftið. Spenn-
ingurin var stórur undan
teimum seinastu umførun-
um í 1.deild í liðkappingini
í bridge. Kappingin hevur
alt kappingarárið staðið
millum liðið hjá Junior
Buss Taxa og liðið hjá All-
an Dal Christiansen. Eftir
sera sannførandi spæl teir
síðstu dystirnar, eydnaðist
tað liðnum hjá Allan Dal
Christiansen at koppa før-
oyameistarunum frá í fjør
og sostatt at vinna FM-
heitið 2002/03.
Á liðnum hjá Allan Dal
Christiansen vóru umframt
Allan eisini Per Kallsberg
— Dánjal Pauli Mohr,
Jóannes Mouritsen — Heð-
in Mouritsen.
Endaspælið í 1. deild
— Úrslit:
Allan Dal-Christiansen -
Símin Lassaberg
24-06
Junior Buss Taxa -
Jóna Grunnveit
22-08
Símin Lassaberg -
Junior Buss Taxa
22-08
Jóna Grunnveit -
Allan Dal-
Christiansen
12-18
Allan Dal-
Christiansen -
Junior Buss Taxa
18-12
Jóna Grunnveit -
Símin Lassaberg
06-24
Endaliga støðan í
1. deild:
1. Allan Dal-
Christiansen
119,5
2. Junior Buss Taxa
97,5
3. Símin Lassaberg
76,0
4. Jóna Grunnveit
63,5
Liðið hjá Jórun Johannesen
vann upp- og niðurflyting
og verður tískil verandi í 1
deild komandi kappingarár.
Á liðinum hjá Jórun
Johannesen leiktu: Jórun
Johannesen — Johannes
Skaarup, Oddmar Dani-
elsen — Einar Ellingsgaard
og Súsanna Dam.
Upp- og niðurflyting-
arbólkurin — Úrslit:
Carl Mikkelsen -
Petur Winther
21-09
Jórun Johannesen -
Hallur Ellingsgaard 20-10
Petur Winther -
Jórun Johannesen
02-25
Hallur Ellingsgaard -
Carl Mikkelsen
15-15
Carl Mikkelsen -
Jórun Johannesen
13-17
Hallur Ellingsgaard -
Petur Winther
25-03
Endaliga støðan í upp-
og niðurflytingar-
bólkinum:
1. Jórun Johannesen
62
2. Hallur Ellingsgaard 50
3. Carl Mikkelsen
49
4. Petur Winther
14
Tað vóru nógvar truplar
hendur í dystinum um
vikuskiftið, og hetta spælið
er so avgjørt eitt av teimum
torførastu at melda. Vit
skulu síggja, hvat hendi við
bæði borðini í dystinum
millum Símin Lassaberg og
Junior Buss Taxa.
N/
Q1092
J7
QJ1062
95
854
AKJ763
1043
986
953
8
KQ
J107
AKQ52
AK74
A863
Lokað rúm
S
V
N
E
Rói Marner Bogi
Árni
Joen- Joen- Simon- Dam
sen
sen
sen
-
-
pass
2sp
D
pass
3rú*
pass
6rú
pass
pass
pass
*3rú er Lebensohl, lovar
rútara og positiva hond,
min. 7hp.
Opið rúm:
S
V
N
E
Eyðun Arn- Símin Hans J
Antho-bjørn Lassa- Peter-
nius- Sivert- berg
sen
sen
sen
-
-
2rú*
2sp
6rú
pass
pass
pass
*2rú lovar 6 lit í rútara og
veika hond. Hví Símin júst
her valdi at opna við 5 liti í
rútara, fingu vit ikki at vita,
men tað hevði ikki verið
órímilgt hjá Eyðuni at
meldað 7rú.
13 stikk við bæði borðini
og eitt javnt spæl. Tað var
onki
par,
ið
meldaði
stóraslemmin, og fleiri
komu bara í útgang.
Fleiri føroysk feløg
hava longu víst stóran
áhuga í at luttaka í
VISA REY CUP í
Reykjavík í juli
mánað
ÍTRÓTTAFERÐIR
Páll Holm Johannesen
Leygardagin hevði íslend-
ingurin, Hørður Hilmars-
son stjóri í IT Travel, kunn-
ing við føroysk ítróttafeløg
og umboð fyri føroysku
ferðavinnuna
á
Hotel
Hafnia. Ætlanin við kunn-
ingini var at gera føroying-
ar varar við møguleikarnar
hjá føroyingum at ferðast
til Íslands.
Hørður Hilmarsson vísir
á góðu møguleikarnir hjá
ítróttarfeløgum og skúla-
flokkum at koma til Ís-
lands. Sjálvur hevur Hørð-
ur drúgvar royndir bæði
innan ítróttin og ferða-
vinnu, og fyritøkan IT
Travel hevur tí valt at leggja
seg eftir ferðum fyri ítrótta-
fólk.
Vanliga leggja føroyingar
leiðina til Danmarkar, tá
farið verður uttanlands við
ítróttaliðum, men stendur
tað til Hørður Hilmarsson,
so skal hetta broytast.
– Danmark er óiva eitt
frálíkt ferðastað fyri ítrótt-
arlið, men tit mugu ikki
gloyma okkum íslendingar,
tí vit hava sanniliga eisini
nýtíðarhentleikar at hýsa
stórum ítróttakappingum,
greiður Hørður Hilmarsson
frá
IT Travel hevur høvuðs-
støð við Laugardalsvøllin,
og stjórin í IT Travel vil
geva føroyingum møgu-
leika at royna stásiliga
ítróttaranleggið í Reykja-
vík. IT Travel, MB Tours og
Atlantic Airways eru komin
ásamt um at samstarva um
itróttarferðirnar hjá føroy-
ingum til Íslands .
Í løtuni er tað serliga
VISA REY CUP, ið verður
seinast í juli mánað, sum
føroyingar hava sýnt áhug-
að. Hetta er fótbóltskapp-
ing fyri tey yngru, og hon
verður hildin við Laugar-
dalsvøllin. Fleiri føroysk
feløg hava sett seg í sam-
band
við
føroyska-ís-
lendska samtakið um kapp-
ingina, og stjórin í IT
Travel sigur, at ætlanin er at
fáa eini fimm føroysk ung-
dómslið til Íslands í summ-
ar.
NSÍ var undan steypafin-
aluni í fjør á venjingarlegu
í Íslandi, og líkt er til, at
fleiri feløg ætla at gera
teimum tað eftir í ár. Hørð-
ur Hilmarsson sigur, at
fleiri føroysk feløg hava
víst áhuga at koma á venj-
ingarlegu í Reykjavík í juli-
mánað, sum fyrireiking til
evropeisku kappingarnar
og einari møguliga steypa-
finalu.
- Vit hava allar hentleikar
við Laugardalsvøllin, og tí
skuldi vera lag á manni hjá
føroyskum feløgunum at
komið á venjingarlegu í
Reykjavík, sigur stjórin í IT
Travel
Umframt at hýsa før-
oyskum fótbóltsfeløgum í
summar, so ætlar Hørður
eisini at fáa føroysk hond-
bóltsfeløg til Íslands til
heystar. Vikuskiftið 5-7
september er Reykjavík
Open í hondbólti, og IT
Travel vónar at bestu hond-
bóltsfeløgini í Føroyum
fara at boða frá luttøku.
Íslendingar vilja hava føroysk ítróttalið til Íslands
Føroyska-íslendska samtakið,
sum ætlar at fáa ítróttafeløg
til Íslands. Frá vinstru,
Hørður Hilmarsson, stjóri á
IT Travel, Ken Christensen,
sølustjóri á Atlantic Airways
og Magni Mouritsen stjóri á
MB Tours.
Mynd: Jonhard Hammer
Allan Dal Christiansen vann FM fyri lið
Nýkosnu føroyameistararnir
fyri lið. Liðið hjá Allani Dal
Christensen varð í ár
umboðað av Allani Dal
Christensen, Per Kallsberg,
Dánjal Paula Mohr,
Jóanneso Mouritsen og
Heðini Mouritsen.
C
M
Y
K
24