Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-09-21, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 21. september 1991síða 9

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 174 — 21. september 1991 Dømingin: Torført puslispæl | 1 tíðindablaðið EN | skal ganga upp Nógvir lutir skulu takast við, tá avgerð verður tíkin um, hver dómari skal dóma hvønn dystin Hver svartklæddi maður- in er, sum stendur fyri dystunum, tykist hava vaksandi áhuga millum á- skoðarar, nevndarlimir og leikarar, sum fótbólts- landskappingin lækkar móti endanum. Tað eru Dánial Andreassen, kappingar- stjóri i vaksnamanna- deildunum og formaður í dómaradeildini, og Niclas á Líðarenda, limur í dóm- aradeildini og ein av okk- ara fremstu dómarum, sum gera av, hver skal dema hvar. Og tað eru nógvir lutir, sum skulu takast við, tá avgjert verður, hvar hver dómari skal fara, sigur Niclas á Líðarenda. — Vit hava ellivu dóm- arar, sum vit hava kosið til 1. deildardómarar. Hesir dema allar dystirnar í ovastu deild, og so hjálpa teir eisini til í 2. deild. Tá dómari verður settur til dyst, so royna vit í sterstan mun at bera tað so í bandi, at dómari, sum í skipanini stendur at umboða ávíst felag sum dómari, ikki demir, tá hetta felagið er annar parturin. — Vit húgsa eisini um, at dómari ikki demir á sama stað fleiri umfer upp í slag, og at dómari ikki demir sama lið vikuskifti eftir vikuskifti. Har aftur A ——EE——i— í mun til tað, hon hevur sagt. - Vit eru eisini von við tað, sigur Bente Jacobsen og flennir. Tá vit vunnu Lolland-Falster meistara- heitið, skrivaðu lokalu blødini eins nógv um okk- um! Klokkan gongur og prát- ið við. Tá sætti koppurin er farin niðurum og sjeyndi kólnaður, er tíð at gevast. Vit skulu einki met seta og hava havt góðar stundir, men alt hevur eitt mark. Minst til film! Dead line rekur útsenda at hugsa vit um tíðina, dómarin skal vera heiman ífrá, og um útreiðslurnar, sum heimaliðið skal gjalda í sambandi við demingina. Tað vil siga, at klaksvíkingar eru ikki ofta í Sumba og at sumbiartrioin ikki fleiri ferðir um árið er í Klaks- vík. Tá alt hetta verður tikið við, er trupult at fáa kabalina at ganga upp. Ikki minst tí at sjey av teimum ellivu dómarun- um eru úr Havnini og tí stór fótbóltspláss sum t.d. Tveroyri og Vágur ongan dómara hava, sum demir í fremstu reð. Ikki fyri feløgini Niclas á Líðarenda heldur, at menningin í dómara- steðinum í fremstu reð er á hædd við menningina innan fótbóltsspælið. — Men enn er langt á mál. Eftir míni áskoðan er eingin meining í, at dóm- ararnir í kappingarskip- anini standa at umboða åvis feløg. Hetta var í síni tíð gjørd fyri at fáa felog- ini at koma við dómarum, men vit eiga at koma har itl, at dómarin verður valdur av FSF og ikki at umboða sítt felag. Í veru- leikanum er tað soleiðis, at teir allar flestu av dómarunum í 1. deild ganga eins hegt upp í sín blaðmann tygara á dyr og Mette Jacobsen. og foreldur hennara skulu biltúr saman við føroyska svimjifor- manninum, ådrenn tey skuldu nidan i Sortudíki. Í gjårkvøldid skuldu tey hitta føroyskar svimjivenj- arar. Í dag fáa føroysku svinffararnir høvi til at síggja Mette Jacobseb svimja millum klokkan 11.00 og 13.00, og klokk- an trý kunru áhugaði hitta donsku gestimar á Hafnia. Áðrenn tey fara í bilin, mugu tey minnast til at keypa film... ítróti, ið er at dema, sum leikararnir ganga upp í sín ítrótt. Men hugsa tit ikki um, at dómararnir frá felog- um, sum liggja í harðari kapping, ikki skulu doma hjá hverjum eðrum? — Í prinsippinum gera vit tað ikki. Sum sagt hava vit tann hugburðin, at dómarin ikki demir fyri sítt felag. Men sjálvadni kunnu vit vera smidligir — ikki minst fyri at minka um meguleikan fyri næst- an altíð grundarleysum ákærum — og bera tað so í bandi, at eingin meguleiki er at koma við ákærunum. — T.d. var ikki neyðugt, at Baldvin demdi KÍ á Toftum og Lassin B36 í Havnini, hóast eg onga letu eri í iva um, at báðir fóru á vellin fyri at gera eitt gott arbeið. Tað ber ikki til at døma og hugsa um, hvussu eg á besta hátt kann vinna mínum felagi fyrimun, m.a. við at vinna eðrum neisir. Vanligt er, at dómarar verða settir fyri fýra um- fer í senn. Fyri góðum mánaða síðani, t.v.s. langt undan at tað varð greitt, hverji lið skuldu vera í oddinum og hverji skuldu berjast fyri at sleppa und- an niðurflyting, vóru hesir settir at døma í 1. deild í dag. Petur E. Kjærbo úr Sumba demir B36-NSÍ, Hans Henrik Bettger úr Havnini demir MB-HB, Niclas á Líðarenda úr Gøtu demir VB-TB, Nemus N. Djurhuus úr Havnini dømir GÍ-B68, og Sjúrður Norðbúð år Havn- ini demir KÍ-Sumba. Mánadagin verður av- rátt hver skal doma næst- seinasta umfar, og tá tað er leikt, verður avgerð tik- in um, hverjir skulu vera svartklæddu menninir við ótakksomu uppgávuni í seinasta leikumfari. -nn- | síða 9 2. deild Nidurflytingin kann avgerast Viåurflytingarstrikan ger tað trupult hjá feløgum í 1. deild at varðveita plássið í 2. deild Kappingin í teimum báð- um ovastu deildunum er umbýtt hetta vikuskiftið. 1. deild (sum vit umreddu í gjár) leikar í dag, meðan 2. deild leikar í morgin. Í toppinum er B71 flutt upp, meðan SÍF kann fáa uppflytingina staðfesta í Fuglafirði, um teir fáa javnleik. Meguleiki er eis- ini fyri uppflyting, um dysturin móti ÍF verður taptur, tí einasta lítla hóttanin kemur úr Hvalba, har heimaliðið fær vitjan av B71. Vinnur royn ikki, so er uppflyt- ingin hjá SÍF veruleiki. Týdningarmiklir dystir Í niðara endanum hongur KÍ í klenum —trådi. Streymur er annar niður- flytingarmeguleiki, og sundalagsmenninir fara til Klaksvíkar í morgin. Vinnur Streymur eru teir tryggjaðir í deildini, með- an KÍ skal vinna, um ikki niðurflytingin skal gerast veruleiki. Hóast KÍ vinn- ur í morgin er vandin langt í frá av. Hinir báðu niðurflyting- armeguleikarnir eru GÍ og LÍF, og hesi httast í Serpisgerði. Ein megu- ligur vinnari hevur mest sum tryggjað sær fram- haldandi tilveru í 2. deild, meðan tapari so at siga er fokin — hetta er tó knýtt at úrslitinum í Klaksvík. At tað er katastrofa at tapa dystin kundi bent á, at javnleikur 0—0 er ógvu- liga sannlíkt úrslit! Ein lítil meguleiki er, at SÍ skal flyta niður, men eftir góðu úrslitini sein- satu umferini kunnu teir á heimavelli móti Skála endaliga staðfesta 2. deildarplássið. Torført stríð Í mun til hini liðini er stríðið hjá GÍ og KÍ fyri lívinum í 2. deild torfert. Sum gongdin hevur verið síðani summarsteðgin er tað mangt, ið bendir á, at tað er næstan ómeguligt hjá felag at varðveita sess bæði í 1. og 2. deild. Tað er niðurflytingar- strikan, sum ber hetta í sær. Fullkomuliga órímu- ligt ber hon í sær, at leik- arar úr betra endanum á liðunum hjá nevndu feleg- um kunnu rokna við at Sandoyar Kvøldskuli verða settir uttanfyri all- an fótbólt fýra tey seinastu umferini. Hetta gerst veruleiki, um teir leiktu við 1. deildarliðun- um 8. september — kanska bara sum skiftis- leikarar í lítla letu. Fleiri ferðir hevur verið roynt at fáa strikuna burt- ur, men uttan úrslit. Sein- asta r,yndin varð gerd á aðal'undinum hjá FSF í ve ur, men tað miseydn- „ist. Einki er at ivast í, at ein roynd verður gjerd aft- ur í vetur. Hver vítt hon skal eydnast, tykist í stór- an mun vera tengt at, hvussu væl málið verður fyrireikað og samskipað av felegunum. Flyta KÍ og GÍ niður, bendir alt á, at aftur kom- andi ár verður eitt felag í deildini, sum eisini eru í 1. deild. HB er flutt upp úr 3. deild. Einasti meguleiki fyri at 1. deildarliðið ikki verður umboðað í 2. deild, er um HB flytur niður úr 1. deild. Meguleikin er til staðar, men tey munnu vera fá, sum rokna við honum! -nn- Tilmelding: Lærugrein: Tíð: Lærari: | Kórsangur Mánakv. Ann Kristin Nilsson | 61739 Ættargransking Fríggjakv. Ólavur Clementsen 19095 i Seyming eftir avtalu Jonna å Sondum 61652 Veving eftir avtalu Anna K. Jacobsen 61116 Postalinsmåling eftir avtalu Susanna Jensen 61528 Tónleikur eftir avtalu Gert Áke Nilsson 61739 Týskt eftir avtalu Símun av Skarði 61617 Evning (Skapandi verkstaður við m.a. leiri, keramikk og málningalist) eftir avtalu Ingun Simonsen 61735 góðkenning. Skeiðini eru treytað av nóg stórari luttøku og myndugleikanna