Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-09-21, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 21. september 1991síða 10

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 10 Ein sekskantað loysn Nr. 174 — 21. september 1991 Øll gremja seg um ta ringu búskaparligu støðuna Í Føroyum. Politikarar og blaðstjórar eru forsagdir og spyrja, hvar loysnin er. Hon er her, skrivar ein av lesarum okkara: 1. Vit skulu rógva okkum út úr kreppuni Tann føroyska høvuds- vinnan nú og so langt fram, sum eygað rekkur, eitur útróður. Mammutt- trolararnir og nógv onnur nýggj og dýr skip eru far- in. Av tí kunnu vit læra tað, at vit mugu hava br- ligari framleidsluambod, t.e. båtar og smærri skip, sum veida vid linu og snellu. Vit eru utihyst av næstan øllum fremmand- um fiskileiðum. Tað vil siga, at vit nú noyðast at klára okkum við tí sjógvi, sum er rundan um Feroy- ar. Vit skulu seta toska- yngul og annan yngul út í havið. Blokkletin (ella blokkfidusurin?) hjá Fiskaseluni má leggjast um til hægsta stig av veruvirking. 2. Útróður og út- búgving skulu vinna á arbeiðsloysinum Vit gera fýra teori-og- praksis-fiskivinnuskúlar (TOP-skúlar). Ein í Klaks- vík, ein í Servági, ein í Havn og ein í Hovi. Undir- vísingin verður býtt millum A) útbúgving á HF- steði við serligum denti á fak sum fiskivinna, hav- biologi, fiskavirking og fiskasøla. Næmingarnir velja sjålvir hinar læri- greinirnar (enskt, týskt, kemi, matematikk osfr.), og B) útróður við hóskandi forum og undir hóskandi vegleiðing. | Utbúgvingin tekur trý ár og skal kunna samanbindast við aðra sjó- manna- og fiskivinnutekn- iska útbúgving. Utbúgv- ingin gevur rætt til sterv í fiskivinnu á sjógvi og landi, í alivinnuni, í fiskivinnu- gransking, í virking og marknadarføring av fiska- verum. Skúlarnir skulu (gjøgnum útróðurin og ann- að arbeiði) miða móti at bera seg uttan at liggja tí almenna til byrðu. má avlúsast Tað stóra og dýra umsit- ingar- og tænastuapparat- ið, bæði tað almenna og pri- vata, sum er bólgnað upp í oyðsliárunum, verður ratio- naliserað og niðurskorið til tað, sum kann berast av tí samfelagnum, sum nú verð- ur neyðugt. Fleiri stovnar mugu niðurleggjast. Sam- ferðslan verður privatiser- að. Yvirforbrúkið má nor- maliserast. Hægri útbúgv- ing fáa vit við at tinga okk- um til studentakvotur í eðr- um londum. Tey, sum verða burturrationaliserað, fáa arbeiði í framleiðsluni. Fíggjarlógin verður avlús- að fyri allar óviðkomandi útreiðslur: fyrst tann „studningin<, sum hevur rotað okkara fiskivinnu, og síðani ein langan lista av tppgåvum, sum av rettum hoyra heima í kommunun- um ella hjá privatum. 4. Lønin skal niður, og skatturin skal niður . Høgur skattur er drepandi fyri allan virkishug. Høgar lønir, sum verða tiknar aftur við skatti og tolli, eru ein táta í nunninum á teim- um arbeidandi. Høgar lenir eru eisini darvandi fyri út- flutningsframleidsluna. All- ar lenir og vinningar (marginalrentan hjá bank- unum íroknað) skulu í fyrstu syftu minkast við tíggju prosentum og um neyðugt við tíggju prosent- um afturat um eitt ár. So hvert sum tær fremmandu útreiðslurnar hvørva av fíggjarlógini, verður skatt- urin lækkaður samsvar- andi. Útflutningsídnaðurin (flakavirkir, skipasmiðjur o.a.) verður stuðlaður, utt- an at rotingarpolitikkurin frá 70-unum og 80-unum verður uppafturtikin. 5. Vit skulu hava effektivan út- flutningspolitikk Í djúpari samkenslu við tí mergsogna landskassanum verða ell tey vegaterandi ídnaðar-, ferða- og menn- ingarráðini og -grunnarnir og -nevndirnar nidurløgd við einsljóðandi grundgev- ing: fantasiloysi. Í staðin verður skipað fyri árligum brain-storm-kappingum um tey bestu hugskotini til betri og batnandi útflutn- ingspolitikk. Undir teirri yvirorðnaðu ásannan at landið Feroyar bara hevur fýra ráevnir (fisk, ull, grót og vatn), verður kósin sett móti at fáa tann besta marknaðin fyri hegtvirk- aðar verur úr hesum rá- evnum. Demi: Feroya Bjór og Restorffs fáa til upp- gávu at skapa ein marknað fyri føroyskum øli og vatni. Feroya Bjór tekur sær av USA og Kanada, Restorffs tekur sær av EF og Japan. Feroyskir tinglimir hugsa meira um síni valdømi og atkveðurnar har enn um landsins gagn. Teir hava gjørt tingið til eina granna- stevnu, har lokalegoisma forðar samfelagsgagnligum politikki. Tí mugu Feroyar gerast eitt valdømi. Tingið samtykkir reglu- gerð fyri seg sjálvt, sum ásetir, at tað verður ting- limum og landsstýrislim- um strangliga forboðið at oyðsla við almennum pengum og skuldbinda onnur enn seg sjálvar. (Ein nevnd, har bispur og dómari eru fastir limir, verður sett at ansa eftir hesum). Politisk umvæl- ing er neyðug, tí kreppan er sjålvgjørd. Politikarar og vinnulivsmenn hava við opnum eygum lagt kreppuna til rættis og sett hana í verk. Oyðslikapp- ing og miðvísar feililegg- ingar eru ikki nakað, sum kemur av broytingum í heimsbúskapinum, um- farssjúku ella ringum veðri. ee ÆÐI == TILL. El-trukkar 1-4 tons Diesel trukkar El-stáplarar Lyftivognar Utgerð, eykalutir og tænasta ».Kaj Andreasen Akranesgeta 5 a. Tlf. 15600 HLHALDSHÚSIÐ SKANSIN Í leyt song, við morgun- mati: 1fólk 285,- 2fólk385,- Síðani matgera tit sjálvi ella eta úti — sum hugur- in er. Sjónvarp og køliskåp í hverjum kamari! TELEFON 12242 TELEFAX 10657 JEKARAGOTA 8 FR-110 TÓRSHAVN