Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-09-21, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 21. september 1991síða 16

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

James Joyce: Tey deyðu. Upprunatittul The Dead. Týðing og eftirmæli Hanus Andreassen. Forlagið Náttsólin 1991. „Eg havi skoytt so nógvar gátur og heilaprillarar uppí, at professarar fara í øldir at kjakast um, hvat eg meinti, og tað er einasti mátin, tú kanst tryggja tær ódeyðiligleika<. Hesi orð bar James Joyce fram um skaldseguna >Ulysses<, og tá ið hugs- að verður um, hvussu nógvar bekur eru skrivaðar um hesa skaldsøgu, og hvussu nógv bókmentafólk, ið hava vígt lív sítt til at sundurgreina tekstin, má sigast, at hann gjerdi ikki ov nógv av. Mær vitandi hava vit kortini ikki enn Joyce-felagsskapir i Føroyum, sum hittast 16. juni at halda Bloom's Day, dagurin í 1904 har ell tann 7-800 síður (tættprentaðar) langa skaldsegan fer fram. Leikpallurin er Dublin og hevuðspersónur, millum ein riðil av eðrum persónum, er Leopold Bloom. »Ulysses« er ein endaleys, ákoyrandi fløkja. Spennandi og argandi um somu Dublin — hóast James Joyce livdi næstan alla ævi sína á meginlandinum, so fer hansara skaldskapur fram í fødi- býnum — eru heilskapaðar modernist- iskar perlur. Á yvirtromini fara ikki stórar hendingar fram, og nakað klimax sæst heldur ikki í endanum, men segurnar eru lágmæltur spenning- ur av reinasta slag. »Tey deyðu< er seinasta segan í >Dubliners<, og Hanus Andreassen hevur fingið tað frágera hugskot at lata hana vera fyrsta bind í ritreðini Týddir tekstir. At síggja til er søgan hugnalig og friðarlig, men hon er um somu tíð ein viðgerð av kynsligari evundsjúku, vónbrotum og aggi til deyðan biðil. Lesarin skal hava seguna til góðar, og ikki fáa hana endursagda av mær, men hon er brotin úr reinastu heims- bókmentum, ein edilig njóting at kveikja seg við. Heiðurin eigur í fyrsta lagi James Joyce, sjálvandi, men í eðrum lagi er hann Hanusar. Hanus Andreassen hev- ur fyrr flutt fremmandar bókmentir yvir í ein foroyskan ham, og úrslitið hevur altíð verið ein fragd at lesa. Týðingin av >The Dead« bregðir ikki máli. Hetta lukkast Hanusi so mikið væl, at tú lesur uttan tanka fyri, at segan ikki av fyrstan tíð er skrivað á føroyskum. Nu hetta er ummæli av eini tyding, slepst ikki undan onkrari viðmerking, umframt tey uppibornu rósandi orðini. Fyrstu setningarnir á enskum og á foroyskum eru: »Lily, the caretaker's daughter, was literally run of her feet<. — >Lily, dóttir húsaverðin, var tikin av fótum, ikki ov nógv sagt«. Fyri at fáa fyrsta orðið á føroyskum at vera »Lily« — og tað er avgjørt av týdningi — er týðarin noyddur at hava ein uppískoyttan setning. Í fyrstandi tóktist hann mær eitt sindur legin, men setur tú kravið, at gentunavnið skal standa fremst, so er loysnin við- kvom og vekur. Eina aðrastaðni nýtir Hanus eina føroyska målisku í umreðuni av tí eldra Browne: >He has been laid on here like the gas, said Aunt Kate in the same tone, all during the Christ- mas<. — >Hann hevur ligið her sum sviðin kattur, segði Katemostir við sama tóna, øll jolini«. Týðingin sigur tað sama sum enski upprunin — at síggja til. Eg haldi, at Málburðurin hjá Hanusi Andreassen er kimiligur og livandi, og hann fýrir ikki fyri at nýta fremmandaorð, eitt nú „fiasko<. Men einastaðni stendur, at hevuðspersónurin hoyrir „sítt egna hjarta hamra móti bringuspølunum«. Hvaðani týðarin hevur hesa myndina veit eg ikki. Kanska frá >sornspelur<? Bílætið er poetiskt, men á enskum stendur gerandisorðið >ribs< — »rivja- bein«. Ritid er vakurt, søgan spennandi, týðingin góð og lættlisin, og harafturat hevur Hanus Andreassen skrivað eitt upplýsandi eftirmæli. „Min Siæl hvad vilt du meer?« tíð. Men tað er ikki hana, vit skulu tosa um. Áðrenn »Ulysses« kom í 1922 hevði Joyce millum annað givið út segusavn- ið »Dubliners« í 1914. Hesar segur úr úr ætt. Hartil eiga vit at minnast til, at Joyce verður mettur at vera av tor- týddastu hevundum, og hóast >Dublin- ers< ikki er í parti við ti mest fløkta, so er tað altíð trupult at fá ein so med- vitnan hevund at tosa á einum eðrum ein týdningur er aftrat. Hesin Browne tosar hart um alt millum himmal og jerð, og tann medvitni Joyce man iva- leyst eisini sipa til reypið, tá ið hann letur Katemostir siga, at Browne er lagdur inn eins og gassið. Jógvan Isaksen Framhald av síðu 15 íbirt í Havn (Stovnarar vóru Jens Davidsen (1803- 1878) og Mikkjal Miller (1985-1849). Felagið um- fataði Havnarbý og bygd- irnar her um vegir. Felag- ið varð væl fagnað og em- bætismenninir vóru fúsir at styðja tað. Eitt lagaligt gjald var ásett fyri bóka- lán, men sjálvsagt gjerdi hesin peningur ikki stóran mun, tá ið bekur skuldu keypast. Tvey ár seinni átti lest- rarfelagið 1400 bind, sum tað annaðhvert hevði fing- ið ella sum tað hevði keypt á uppboði fyri laga- ligan kostnað, og 5. no- vember 1828 varð Færøe Amts offentlige Biblio- thek sett á stovn av sjálv- um kongi, Fríðrikki 6. — eftir áheitan frá embætis- monnum í Feroyum. Tað vóru sostatt em- bætismenn og útlendsk vælvildarfólk, ið blástu lív í bókasavnshugsjónina í Feroyum, og tað vóru eis- ini tey, ið hildu lív í grund- sjónarmiðinum, at fer- oyska bókasavnið sjálv- sagt átti at vera alment, og at øll áttu at kunna læna bekur fyri einki. Quillings- garður Umsteðurnar, hetta fyrsta feroyska bókasavn- ið hevði at virka undir, vóru smáar, men bóka- savnið var komið, og tað vóru teir einstaku persón- arnir, ið settu sín dám á hetta virksemið. Bókasavnshús vórðu bygd í Quillingsgarði longu í 1829 (50 m'), og hetta má sigast at hava verið eitt satt bragd í sjálvum sær. Men ikki var virðingin fyri bókasavnin- um altíð so stór. Í langar tíðir vóru eingir pengar hverki til bókakeyp ella til umvælingar av húsunum, so neyðugt var viðhvert at selja tvitøk, so at torv kundi keypast at hita hús- ini upp við. Í 1920 átti savnið einar 8-10.000 bekur, og tað fekk tá játtaðar 3.500,- kr. frá legtingi, kommunu og stati. Endurskipanin Tá ið M.A. Jacobsen fekk ta uppgávu at endurskipa bókasavnsviðurskiftini soleiðis, at tað bókasavn- ið, ið var, skuldi gerast meginbókasavn fyri alt landið, skrivaði hann eitt álit til tingið um bóka- savnsviðurskiftini. Í hes- um áliti (Legtingstíðindi 1921, B) lýsti hann steð- una, sum hon var tá: hvussu stórt útlánið var í Havnini, hvussu nógv, ið varð lænt út á bygd, hvat bókasavnið átti av bók- um, og hann greiddi frá fíggjar- og helisviðurskift- unum. M.A. Jacobsen sá skjótt, at húsini í Quill- ingsgarði vóru alt ov lítil, og kundu ikki hýsa nýggja virkseminum hjá bókasavninum sum lands- bókasavn, so eitt tað fyrsta, hann gjerdi í 1921, var at flyta útlánið út í Fútahúsini á Reyni, og har helt útlánið til — til 1931. Hetta kann ikki hava verið tær bestu arbeiðs- umsteðurnar, at hava lesi- stovu og útlán í hver sín- um húsum. Í dagbókum sæst, hvussu umráðandi M.A. Jacobsen helt tað vera at læra fólk at brúka bóka- savnið. Í heilum sært tú at hann skrivar í dagbókina: »Nytsla av handbókum fyri lesiringinum«, »Nytsla av handbékum fyri læraraskúlanæming- um«, >Greiddi lærara- skúlanæmingunum frá, hvussu útlánsdeildin er fyriskipað< og >Næming- ar í 4. millum-klassa vóru her og fingu lærdóm í nýtslu av handbékum« (1924). Húsini á Debesartrød Sum tann støri savningar- maður, hann var, så M.A. skjótt, at landið hevði brúk fyri einum savnshúsum, ið kundu hýsa — ikki bara bókum, men eisini skjølum og fornlutum. Og skuldi skil vera á slíkum arbeiði, var neyðugt at fáa aðrar húsa- umsteður. Saman við eðr- um fór hann tí í 1920-un- um undir at arbeiða við tankanum um at reisa eini savnshús úti á Debesar- treð, eini hús, sum skuldu hýsa bókasavni, skjala- savni og fornminnissavni. Tað tað, longu nú, ikki bara var ein dansur á rósum at ganga við slík- um stórætlanum, er henda lítla segan eitt gott dømi um: 7. januar 1929 skrivar M.A. Jacobsen í Álma- nakkan: >Tosaði við Filip Hansen, sorinskrivara, viðv. láni úr sparikass- anum til tey nýggju hús- ini. Filip Hansen helt, at tað bar ikki so væl til at læna bókasavninum nak- að, tí tað var ikki gott at vita, hvussu leingi Fer- oyar og Danmerk vóru saman, og um skilnaður kom — hvat so!? Eg helt, at sparikassin mundi fara at vera til kortini; men hin vandin mundi vera sterri, at oygj- arnar t.d. sukku í kav við jarðskjálvta; — Úrslitið = 0. Vit fingu einki lån«. Hetta var neyvan ein- asta bakkasti hesi árini. Kortini stóðu húsini lið- ug i 1931 (250 m”), og i næstan 40 år eftir at M.A. Jacobsen var farin, helt Landsbókasavnið til í somu helum. Hetta sigur ikki so lítið um, hverjar praktiskar gávur hesin maðurin eisini hevði. — Nevnt kann eisini verða at longu í 1940 ger M.A. Ja- cobsen vart við bókasavn- ið á Debesartreð skjótt verður ov lítið, og hann mælir til, at bygt verður uppí. Men 41 ár gingu, áðrenn flutt varð í nýggj hús. Mong forvitnislig og stuttlig skjol eftir M.A. Jacobsen eru sjálvandi í varðveitslu á Landsbóka- savninum. Í einum teirra t.d. skrivar M.A. Jacob- sen, býráðsformaður, til M.A. Jacobsen, bókaverð! M.A. Jacobsen Hver var so hesin M.A. Jacobsen, ið, sum 28 ára gamal, fekk ta uppgávu at endurreisa tað feroyska bókasavnsverkið, og sum eftir sløkum 10 árum, ikki bara hevði skundað undir foroyska bóka- og tíðar- ritsútgávu, men sum eis- ini hevði fingið útvegað 4.000 m? av treð úti við Rættará, og sum saman við eðrum hevði fingið reist ein bókasavnsbygn- ing so glæsiligan, at hann enn í dag er ein av teimum stásiligastu í landinum? — Jú, Mads á Húsum, sum javnaldrarnir nevndu hann, var ein av teimum havnardreingjunum, sum seinast í hinari øldini spældu millum hagasóljur og brobber, millum tutl- andi vatn og syngjandi heiðafugl uppi við Hoy- dalsá. — Hann var bókamaður — í meira enn einum týdn- ingi; hann var ein maður, ið vann sær mikla mentan, og sum ikki legðist á sína vitan, men nýtti hana í fult mát. Hann var ikki »romantikari«, men hann hevði framúr skapandi og praktiskar gávur, segdu vinmenninir um hann. Sum árini gingu setti M.A.J. bæði sær sjálvum og eðrum størri og størri krev. Sjálvur hevði hann vant seg til at meta tað positiva arbeiðið hægri enn alt annað. — Øll tey, sum hildu seg til veruleik- an, og sum ikki royndu at fjala hann við følskum fjaðrum, vóru høgt í met- um hjá M.A. Jacobsen. Hann valdi heldur tað lítla, holla úrslitið enn bara tey føgru orðini. Persónliga var hann ein lítillátin maður, men aftan fyri hesa stillu framferð búði í honum ein heit sál. M.A. Jacobsen luttók íðin í ellum, sum kundi sameina og byggja upp, =