leygardagur 21. september 1991síða 15
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 174 — 21. september 1991
M. A. Jacobsen — tann
stóri savningarmaðurin
— Sjeyti ár eru nú liðin, síðani M. A. Jacobsen við dygg-
um stuðuli frá vælvildarfólkum fór undir at broyta gomlu
bokasavnsskipanina, soleiðis at Færøe Amts offentlige
Bibliotek, kundi gerast eitt landsbåkasavn við teimum
skyldum og uppgávum, sum eitt slíkt átti at hava, segði
Martin Næs, landsbókaverður, m.a. í fyrilestri sínum um
M. A. Jacobsen í Kommunuskulahøllini i Havn í sam-
bandi við handan av bókmentavirðislonum og hundrað
ára minningardag M. A. Jacobsen. Vit prenta áhuga-
verda fyrilestur hansara.
er gamalt sagt um sovorð-
ið arbeiði. >Jú<, svarar
Fríðriks-Petur, »soleidis
hava vit sagt, síðan norð-
menninir vóru her<. Norð-
menn hevdu verið við til
at spreingja gjøgnum
hamarin sunnan fyri
Skopun og gera annað ar-
beiði, tá ið bygdavegurin
var gjerdur til Sands tíð-
liga í hesi eldini. Tá skuldi
bókin fara so stillisliga í
lumman aftur, sigur seg-
an. Hver ið man vera
heimildarmaður at hesi
Søgu, sigst einki um, men
eg havi illbatan av, at
hann er eingin annar enn
Mass sjálvur, tí tann, ið
ikki eigur eitt vist mát av
sjálvsspeii, rekkur ikki
langt sum orðasavnari.
Síða 15
I 1919 fekk M.A. Jacob-
sen frå legtinginum litið
upp í hendi at endurskipa
tað føroyska bókasavns-
verkið. Í hesum sambandi
nam hann sær kunnleika
um bókasevn og bóka
savnsviðurskifti í Dan-
ark ann: 19
Hann hevði áðu verið
úr Keypmannahavn 19
og hann las eitt skift
lærda háskúlan har
Hann var staddur í
Havn undir 1. veraldar-
bardaga, og her virkaði
hann tá sum lærari við
Realskúlan og við Lærara-
skúlan. Lívsstarv hansara
var bókaverður á Lands-
bókasavninum, har hann
starvaðist til 1944, tá ið
hann andaðist bara 52 ára
gamal.
Um hetta mundið — í
1920 — vóru liðin næstan
100 ár, síðan tankin um at
seta bókasavn á stovn
vaknaði í Feroyum.
Lestrarfelagið
Í 1826 var eitt lestrarfelag
Framhald á síðu 16
Á millumbleð innbund-
in í smáar feroyskar álma-
nakkar úr 20- og 30-árun-
um er ymiskt forvitnisligt
skrivað um stórar og smá-
ar hendingar í bókasavns-
arbeiðinum, m.a. spurn-
ingar frá fólki um mangt
og hvat burtur og heima,
sum bekur kunnu vita frá
at siga. Eisini tykist bóka-
savnið við Massi á odda at
hava verið málslig upp-
lýsingarmiðsteð, líkt mál-
stovu okkara nú á degum,
eisini tá ið um galt at
finna føroyskt orð ella
heiti í staðin fyri út-
lendskt. Soleiðis er t.d.
skrivað fyri 25. mars
1928. »C. Holm Isaksen
blaðstjóri hevur boðið J.
Dahl, Símuni av Skarði,
H.J. Mikkelsen, fútanum
(Sundorph) og M.A. Ja-
cobsen til fundar (á lesi-
stovuni) at samráðast um
navn fyri >Spejder<. Allir
vóru á einum máli um at
geva orðinum »skottari«
besta viðmæli<. Ivaleyst
hava teir havt orðið at
skottast í huga til at týða
danska sagnorðið at
spejde, at skimast uttan
um seg eltil., men hitt
enska scout man eisini
hava verið við í leiki.
Hetta orðið skottari hevur
ikki verið langlívað, um
tað nakrantíð kom út mill-
um fólk. Tað sigrandi orð-
ið var sum kunnugt skóti,
ið er enska orðið scout lag-
að at føroyskum ljóðlík-
indum. Hver, ið er meist-
ari fyri tí, veit eg ikki at
siga. Mangt og hvat ann-
að hevur verið spurt um,
men tíverri stendur altíð
spurningurin einsamallur
og ikki, hvat ið svarað
hevur verið. Eg kann
nevna nakrar spurningar:
Hvussu eitur efterfølger á
føroyskum? Ein spyr um
føroyskt heiti fyri kiosk,
annar hvussu museum eit-
ur á føroyskum. Hvussu
eitur Lyn á feroyskum?
Hvussu verður navnið
Malan bent? Hvussu eitur
Stofskifte á føroyskum?
Og Mistbænk? Mangt,
mangt annað verður spurt
um — tå sum nú leitaðu
føroyingar eftir måli sin-
um. Ikki munnu so mong
hava spurt, uttan at tey
høvdu góða royndir av
Massi sum málkenum
manni.
Víða fevndi áhugi M.A.
Jacobsens um feroyskt
mál og feroyska mentan
— onnur gera tí her í
kveld skil. Her skal eg
bert nevna fólkanevnini
aftrat. Saman við Chr.
Matras gav hann í 1930
hin henta lítla navnalistan
»Føroysk følkanøvn«,
sum man hava átt stóran
lut i gongdini i navna-
gåvuni hin føroyska veg-
in. Lítið mundi hann
gruna, at so langt skuldi
ganga, áðrenn vit gjørd-
ust okkum sjálvum ráð-
andi í fólkanavnamálum.
Hansara luti kunnu vit
eisini takka, at hóast alt
er komið so nær málinum,
sum nú er.
M.A. Jacobsen var mál-
kenur sum fáur fyrr ella
seinni. Í ellum, sum hann
gav frá sær á prenti,
vandaði hann sær um
orðaval og stíl, og enn á
degum er mangt at læra
av at lesa frálíku greinir
hansara og segur, bæði
frumskrivaðar og týddar,
og yrkingar við. Í ellum
vildi hann lynna undir
føroyskt mál.