Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-09-21, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 21. september 1991síða 14

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 14 Vildi í øllum lynna undir foroyskt mál Undir hátíðarhaldinum í Kommunuskulahøllini í Havn í sambandi við handan av bókmentavirðislonum og hundr- aðára minningardag M. A. Jacobsen helt Jóhan Hendrik W. Poulsen, professari, fyrilestur um málsliga virkt hjá M. A. Jacobsen, sum vit endurgeva her í blaðnum. Tann maður, ið henda virðislen ber navn eftir, M. A. Jacobsen bókaverð- ur, varð feddur í dag fyri hundrað árum síðan. Eitt av tí merkiliga nógva, sum hesin fjelmentaði hugsjónarmaður fekk av- rikad alt ov stuttu ævi sína, var at vera sam- hevundur at teirri fyrstu rættiligu feroysku orða- bókini, Feroysku-donsku orðabókini, sum teir báðir Chr. Matras góvu út í 1928. Undranarvert er, hvussu skjótt, teir bóru at at fáa hesa upp á seg stóru orðabók greidda «til út- gávu Hugmyndina átti Johannes Brøndum-Niel- sen professari å Keyp- mannahavnar lærda hå- skula. I 1922, tå id fyrra helvt av hini stóru is- lendsku-donsku orðabók- ini eftir Sigfús Blondal var útkomin, nevndi Brendum-Nielsen í um- mæli um bókina í danska blaðnum Politiken, at eftirynskjandi var, at skjótt fór at koma ein fer- oysk »systurordabok«. Hesi orð hansara voldu, at Carlsberg-grunnurin játt- aði pening til feroyskt orðabókastarv, og rikis- stýrið og legtingið lótu síðan eisini styrk til verk- ið, bæði til handritsgerð og prenting. Henda bók kom í tervi, nú ið foroyskt mál fór at vinna sær alt meira rásarúm í landinum. Álitið frammanundan hevði verið orðalistin eftir Jakob Jakobsen í 2. bindi av »Færøsk Anthologi«, frålikur so langt hann røkk, men ov litil sum M.A: JACOBSEN til minnis I hesum døguin er høvi hjá fólki at síggja eina framsyning á Landsbókasavninum í sambandi vid at 100 ár eru liðin, síð- + ani M. A. Jacobsen, fyrrverandi bókavorður og býráðsfor- maður, var foddur. A framsýningini eru bøkur og rit, sum M. A. Jacobsen, annaðhvort sjálvur, ella saman við oðrum, legði til rættis. Eisini verða sýnd fram handrit og skjal, eitt nú handritið til Foroysk-donsk orðabókina, sum Chr. Matras og M. A. Ja- cobsen góvu út í 1928. hjálparamboð hjá samtíð við nýggjum og broyttum krevum til málið. Men saman við orðfeingi frá Jens Chr. Svabo og Nico- lai Mohr var hesin orða- listi og eisini tann í »Færøske folkesagn og æventyr« kjarnin i nyggju orðabókini. Eisini er at nevna føroyska orðabókin eftir A. C. Evensen, sum kom út í heftum árini 1905 og 1908, men útgáv- an datt tíverri niðurfyri, tá ið komið var nakað út í bókstavin f. Heldur ikki mega vit gloyma ta stóru orðabókina í handriti, sum teir Svend Greundtvig og Jergen Bloch settu saman í 1880-árunum burtur úr tí tilfari, sum tá var tekt, t.e. fyrst og fremst orða- sevnunum eftir Svabo og Mohr og kvæðatekstun- um í handritinum til Fer- oya kvæði, sum teir tá vóru lidnir við at taka saman. Eisini tað, sum prentað var á føroyskum fyri teirra dag slapp upp í part. Av hesum megnar- verki eru vit á Feroya- málsdeildini so heppin at eiga ljóstikið eintak. Chr. Matras var við nám í norrenari málfreði í Keypmannahavn, tá ið tað kom í lag at fáa gjert føroyska-danska orðabók á fyrsta sinni. Hann var sjálvvaldur at standa fyri arbeiðinum, men sær til hjálpar fekk hann vin- mannin M.A. Jacobsen, og mætari var ikki at leita. Hann var tá ein hev- uðsmaður í føroyskum mentaheimi, bæði sum skrivandi maður og sum útgevi av annara verkum. Væl sat hann fyri sum békavørdur á Føroya amtsbókasavni, ið hann sum fyrsti lærdi bóka- verður okkara hevði skip- að av nýggjum eftir regl- um, ið tá vóru algongdar fyri tílík bókasevn. Tað kom av sær sjálvum, at hevuðsarbeiðið við orða- bókini kom at vera her á landi, á bókasavninum, sum tá var í Erling jals getu í hinum fitta lítla húsinum, sum eitt árið prýddi eitt av frímerkjum okkara, hinum vakrasta í Evropa tað árið. Og prent- að var hjá Dimmalætting í somu getu beint yvirav. Tey sum kenna eitt sindur til orðabókaarbeiði, sum tað var fyrr og enn er fyri stóran part, vita, at tervur er á at skriva er- grynni av smáseðlum, eitt orð á hvenn seðil við upp- lýsingum um kyn, bend- ing, merking, nýtslu, heimild o.a. Tikið verður burtur úr bókum, ritum, blødum o.t. men eisini úr talaðum máli. Qll henda seðlarúgva verður so skip- að í kassar í békstavarød. Hetta er so stødid undir ti handriti, sum orðabókin verður prentað eftir. Av heimildartilfari, sum er til skjals á landsbóka- savninum, sæst, at Mass og Christian hava fingið nógv ungfólk at hjálpa sær við at skriva seðlar, eina helst næmingar á lær- araskúlanum. Ein teirra, ið við vóru, segði mær, at teir sótu í lesistovuni á bókasavninum og kýttu seg at skriva. Men eftir at orðabókin kom út í 1928 helt seðlaskrivingin fram, Nr. 174 — 21. september 1991 tá til tilætlada danska-før- oyska orðabók. Men tílík bók kom ikki fyrr enn í 1967, tann eftir Jóhannes av Skarði; hon hevði einki samband við hesa gomlu ætlan, sum datt niðurfyri av orsøkum, sum eg ikki kenni til fulnar. Hesir donsku-føroysku seðlar eru nú í varðveitslu á Feroyamálsdeildini. Her kann eg til stuttleika nevna, at eg minnist, at ein veturin, eg sum skúla- drongur í Havn hevði kveldarbeiði á Lands- bókasavninum nakrar tímar um vikuna, at Sverri Fon landsbóka- verður setti meg at skipa seðlarnar aftur í ein kassa, sim dottin var á gólvið, so a. seðlarnir vóru komnir í ein vasa. At tey, sum tá hava skrivað hesar orða- seðlar fingu aðra len í krónutali, enn vit nú á degum eru von við, sýnir henda kvittan frá 22. des. 1928: »Fyri at hava skriv- að 1000 seðlar til orðabók- ina havi eg fingið 10 kr. (Undirskr.) Johannes Samuelsen<. Hann var tá nýkomin á bókasavnið at arbeiða. Eg skal nevna nekur onnur, ið hava skrivað seðlar fyri orða- bókina um hetta mundið: Kristian Haraldsen, Tórur Dalsgaard, Napoleon Nolsee Petersen, Elisabet Kamban, Hans Michael Jacobsen, Hanna Djur- huus, Anna Dalsgaard, Olaf Krossteig, Frida Pet- ersen, Jacob Wenning- sted, Hjerdis Kamban, Petur Andreassen, John Davidsen, Jógvan Jacob- sen, Mia Joensen, Elin- borg Samuelsen, Hanna Serensen. Hetta eru so tey, eg eri komin framá við leysliga eftirkanning. Teir hava eisini fingið sær samband við málken- ar menn, sum hava verið góðir í ávikum og latið teimum av málkunnleika sínum. Nevnast kunnu Símun av Skarði, Jákup Dahl, Hans Marius Eides- gaard og Mikkjal av Ryggi. Á bókasavninum eru goymdir listar við orð- um, sum Mass hevur sent Mikkjali á Ryggi at fáa betur at vita um. Mikkjal hevur so sett aftrat tað, sum hann hevur vitað at siga frá, og tað er sum vera man ikki lítið — alt væl og skynsamliga frá- sagt við greiðum og lýs- andi demum. Hetta tilfar er okkum nógv vert at hava fingið í hendur. Sjálvur hevur Mass ver- ið íðin orðasavnari úr tal- aðum máli. Í stóra orða- savninum, sum nú er á Feroyamálsdeildini, koma vit javnan fram á orða- seðlar við styttingarmerk- inum M.A.J., og á teimum eru upplýsingar ymsa- staðni úr landinum. Fyri stuttum fingu vit eina kippu av smáum seðlum niðan av landsbókasavn- inum skrivaðum við hans- ara eyðlisnu hond. Hann man sum orðabókamenn flestir fyrr og seinni hava vant seg við at hava oyr- uni við sær, tá ið hann hevur verið millum manna og skrivað upp í lumma- bók ella onkun lepa, ið fyri hond hevur verið. Betri er at skriva meira enn minni, tí at altíð ber til at sálda aftaná. Eina segu minnist meg hava hoyrt suður í Sandoynni, sum kann kasta stuttliga glæmu á orðasavnara í verki. Mass kom framvið, har menn ar- beiddu veg. Teir fingust við at steinseta ella fylla undir leir við nevastórum gróti. Mass spyr, hvussu hetta eitur, sum teir gera. Ein teirra, Fríðriks-Petur nevndur, er fúsur at svara: „Jú, góðin, hetta kalla vit at kulta«. Mass er kvikur eftir lummabók og blýanti, spyr, um hetta =>