týsdagur 24. september 1991síða 2
‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
VØR | teinu
ss
Eitt sniðálop
afturat
IKKI bert hevur hann lett hana,
byrsuna, hann hevur eisini sagað
løbid av, so høglini kunnu gera
mestu nyttuna. Tingmaðurin og
politiski ritstjórin á Dagblaðnum er
aftur í essinum og brúkar sosialist-
ar, javnaðarfólk og samgongumenn
til skjótiskivu. Oddagreinin í Dag-
blaðnum í gjár gevur okkum eina á-
bending um, at hesin fólkafloks-
tingmaður nú hevur funnið sær sín-
ar fíggindamyndir fram aftur og er
farin at spæla gamla og kenda leik-
lutin sum andstødumadur í sam-
gongu. Hetta ger ikki okkum bilsn-
ar, tí tað var hetta vit spáddu um og
ávaraðu ímóti, áðrenn henda sam-
gongan varð skipað.
TAÐ skal eingin ivi vera um, at
Tummas Arabo, sum her stendur
fyri skotum, er førur fyri at svara
fyri seg. og at hann neyvan fer at
finna seg í at hava politisku vaktar-
menn fólkafloksins rennandi í høl-
unum á sær allar samdegursins 24
tímar. Tað hevði nokk verið meira
rímuligt at latið fólkatingsmann
fólkafloksins verið undir uppsýni
við tí hann tekst við úti í stóru verð.
Tá hevði meining verið í tí. Greinin í
Dagblaðnum er skrivað av einum
tingmanni, sum hoyrir til samgong-
una. Hon er eitt sera fúlt og niður-
Jústínus Eidesgaard
Blaðfólk: Randi Jacobsen - Tórfinn Smith
Útgevari: PÆ Sosialurin Bústaður:
Uppseting: P/f Sosialurin
Prent: P4 Pressan 1981 Telefon
gerandi ålop å ein landsstyrismann,
sum sami tingmadur samstarvar
vid. Spurningurin er so um vidkom-
andi landsstyrismadur uttan vidari
tolererar slíkt sniðálop av einum tú
ert í samarbeiði við. Ella hann fer at
brúka gomlu fólkafloksramsuna
um, at hatta er bara Óli og harvið
einki gera við málið.
FYRI okkum er tað púra greitt, at
hetta álopið liggur djúpri enn bert at
vera ein kritisk viðmerking til dag-
sins politikk. Álopið botnar í veru-
leikanum í tí haturi og forakt, sum
umreddi fólkaflokstingmaður hev-
ur til ikki bert Tummas Arabo, men
til øll javnaðarfólk. Hetta er ein
veruleiki, vit onga løtu mugu
gloyma, og tað er ein av orsøkun-
um til, at ein eigur at vera á varð-
haldi, tá ein er í samgongu við slík-
an politikara. Hetta nýggjasta álop
hansara hevur í veruleikanum einki
at gera við politikkin hjá Tummas
Arabo í Tinganesi. Men tað er tann
djúpari liggjandi andstygdin hjá Óla
Breckmann til øll javnaðarfólk, sum
er orsøkin.
AT vit hava hoyrt so lítið til um-
rødda tingmann, síðani samgongan
varð skipað, er tann, at hesin hevur
verið burturi meginpartin av tíðini.
Tað skal sjálvandi vera pláss fyri
ymsum áskoðanum í eini sam-
gongu, og tað er gott, at samgongu-
menn eisini eru bæði kritiskir og
sjálvkritiskir, men slík tala móti ein-
Vi
> ; AN
FF ro
um landsstyrismanni, sum ein sam-
starvar við, hoyrir ongastaðni
heima. Í hvussu so er ikki um ætlan-
in er at fáa eitt samarbeiði at koyra.
Og er tað hetta, sum hesin fólka-
floksmaðurin vil seta kílar í, tá er lít-
ið annað at gera hjá javnaðarflokk-
inum, um hann metir slíka skriving
sum eina roynd til samgongubrot,
at finna aðrar samstarvsfelagar og
mynda eitt nýtt landsstýri. Tá liggur
fólkaflokkurin, sum hann hevur
reitt. Og tað er neyvan nakar ivi um,
at tað ber til at finna ein nýggjan
meiriluta í tinginum uttanum fólka-
flokkin. At slíkur meiriluti kemur at
telja tríggjar flokkar, mugu vit so
bara taka við. Nú fáa vit so at
síggja.
ONKUR kanska heldur, at tað er í
lagi at lova hesum tingmanni at fáa
luft, at hann sleppur at goyggja, tá
hann hevur hug til tess. Bara hann
ikki bítur, t.v.s. forðar fyri, at tann
politikkur, sum samgongan er
samd um, verður rikin, so lat hann
goyggja sum hann vil. Og tað eru
tey, sum halda, at vit eiga at lata
sum einki, tá hann goyr, ignorera
og gloyma hann. Aðrir halda, at
hann eigur ikki at faa so langar
teymar. Spurningurin er so, hvør fer
at hava tað seinasta orðið.
OKKARA hugsan er púra greið. Tað
er burturvið at góðtaka, at hesin
eini tingmaður sleppur at koyra sítt
egoflipp og fríspæl, tá hann er part-
Argjavegur 26 Postadresss: Pøstsmoge 76
Argir 110 Tórshavn
11820 Telefax: 14720
ur av eini samgongu, sum må og
skal hava fulla åbyrgd av ti politikki,
sum er stungin út í kortið. Antin er
hann við ella ikki! Munur er á at
finnast at avgerðum og politikkin-
um í eini samgongu og so at reka
miðvísa herferð móti tí flokki, sum
ein hevur valt at arbeiða saman við.
Ein herferð, sum hevur eittans
endamál — yvirfyri sínum egnu per-
sónligu kjarnuveljarum at kunna
látast, sum ein als einki vil hava við
javnaðarflokkin at gera og harvið
kunna skora point uppá tað til eitt
komandi val. Hetta hevur verið leik-
luturin hjá hesum tingmanni í fleiri
samgongum. Nú er tað upp til javn-
aðarflokkin og sjálvandi eisini
leiðsluna í flokkinum, um hetta eis-
ini skal tolererast tey komandi trý
árini, sum eftir eru av valskeiðnum.
Tað einasta rætta var, at javnaðar-
flokkurin signaleraði sína støðu til
leiðsluna í fólkaflokkinum nú alt
fyri eitt: at slík miðvís og framhald-
andi sniðálop frá einum samgongu-
tingmanni verða ikki told í framtíð-
ini.
EFTIR — ósvaraðir — standa nakrir
spurningar. Hvussu ber tað til, at
fremstu oddamenn í fólkaflokkin-
um standa fram á tingsins rgðara-
palli og fyri Føroya fólki úttala, at
tað er eitt satt fornoyilsi at arbeiða
saman við javnaðarflokkinum —
um somu tíð sum ein av tingmonn-
unum hjá sama flokki aftur og aftur
svínar til somu javnaðarmenn!
Aftur í eldin
Landsliðið skal nú aft-
ur í eldin. Og hesaferð
verður tað eingin lett
Fríu Foroyar og
parlamentarisma
Fríu Feroyar skriva í
oddagrein um vansan við
tingskipan okkara. Blaðið
skrivar, at bæði úti og
heima eru fólk farin at
síggja tað hepisleysa í tí
slagi av politikki, sum
lunnar vórðu lagdir undir
fyri 200 árum síðani
liberalismuni, parlamen-
tarismuni. Blaðið sigur
eisini, at soleiðis sum
sosialisman tók seg upp í
ávísum londum, royndist
hon heldur ikki so væl,
sum nekur høvdu vónað.
Blaðið skrivar:
»Tingskipanin,
sum vi?
soleidis
kenna hana,
eitur á útlendskum mál-
um »parlamentarisma«;
leitt av franska orðinum
»parler«, sum merkir at
tala ella at pråta. — Og,
satt at siga, hverki her í
Feroyum ella í londun-
um um okkara leiðir
frættist um annað enn
prát og mesn og briksl
úr tingunum.
Sjálv hugmyndin um
fólkavalt umboðsstýri er
góð. Men tíverri hevur
skipanin verið so
skammiliga misnytt av
politiskum kraddarum
og spekulantum, at teir,
sum legdu grundarlagið
undir fólkastýrið, illa
høvdu viljað kenst við
tað soleiðis, sum tað er
vorðið á okkara degum.
Veruleikin er óivað, at
hverki tann meiriluti í
fólkinum, sum sigst
standa aftanfyri eina
stjórn, ella sokallaðu
politikararnir sjálvir eru
heilt negdir við skipan-
ina. Helst eru bæði velj-
arar og »politikarar«
deydatroyttir av ú
innantóma, úrslitaleysa
og fáfongda leiki, ið fer
fram; hóast nekur heilt
fá tykjast trívast ófera
væl í sugguni.
Vit hava sæð heims-
veldi syndrast. Vit hava
sæð 4050 ára gamlar
skipanir fara um koll
Kanska heuði ikki verið
burturvið í fullum álvara
at endurskoða hina 42
ára gomlu heimastyris-
skipanina, sum í hvussu
er ongantíð fekst at
* virka til frama fyri før-
oysku tjóðina, og sum al-
samt fleiri á okkara døg-
um meta sum seguligt
mistake.
Kommunisman eystan-
fyri hevur fingið menu-
stingi. Tað kunnu vit sam-
an við oddagreinskrivar-
anum í Fríu Feroyum bert
fegnast um. Henda totali-
tera samfelagsskipanin
gjørdist ein vanlukka fyri
hundraðtals milliónir av
menniskjum. Men tað er
sera umráðandi, at vit í
vesturheiminum ikki gera
ta einrindaleysu libralism-
una/kapitalismuna til okk-
ara egnu totaliteru samfe-
lagsskipan. Tað gera vit
tann dag, vit gevast við at
finnast at og betra um
hesa skipan. Vit mugu
vera á varðhaldi og ikki
detta í somu grev sum teir
ultrahegravendu, sum
royna at fyrigykla fólki, at
okkara núverandi samfe-
lagsskipan er ævinlig og
tann til allar tíðir rætta og
mest rættvísa. Tað er ein
ávísur vandi fyri, at vit
gerast ov »frelst« og
gloyma vansar við okkara
egnu skipan, nú vit aftur
og aftur fordøma komm-
unismuna eystanfyri.
Tann órættvísa skipanin,
sum hevur verið galdandi
eystanfyri, rættvísger
ikki okkara samfelags-
skipan á ein slíkan hátt, at
hon er nakað endaligt,
nakað, sum er komið fyri
at vera og sum ikki má
nertast við.
Fríu Feroyar hava utt-
an iva hesa áskoðan eisini.
Blaðið heldur, at vit eiga
at endurskoða heima-
stýrisskipanina, og eisini
her eru vit samd. Hetta er
so eisini partur av setn-
inginum hjá samgonguni,
og spennandi verður at
síggja, hvat fer at spyrj-
ast burturúr. Eisini sam-
bandsmenn áttu at verið
fegnir um hetta, tí hóast
ein vil vera konservativur,
so stendur einki í stað.
uppgáva. Vit skulu
meta danska landslið-
num, sum telist mill-
um heimsins frægastu
— ella hevur gjert tað.
Hetta er sum at seta
David upp móti
Goliath, spurningurin
er so um vit megna
tað eins væl og David
gjørdi á sinni.
Neyvan, og tí er sam-
anberingin ikki heilt
bein. Vit fingu eitt
sera gott úrslit móti
denum tann fyrra
dystin, tá vit taptu
1—4. Tá vóru vit
blivin so forvand at
standa okkum sera
væl móti teimum
stóru og professio-
nellu. Nú í seinastuni
hava vit verið fyri
ósigrum, sum ikki
hóva okkum so væl, tó
at 0—5 móti eini kend-
ari fótbóltstjóð sum
Norðurírlandi ikki er
nakað vána úrslit. Tað
skal tí heldur ikki
undra okkum, at tapið
hesaferð móti Dan-
mark gerst munandi
sterri enn tað móti
Norðurírlandi, nú
danir vilja betra
úrslitið, teir fingu í
fyrra dystinum. Hóast
tað kundi gingið nógv
verri í kappingini hig-
artil, so má sigast um
okkara lið, at tað
hevur ikki víst stór-
vegis fótbóltsspæl
seinastu dystirnar.
Tað er sum um geist-
urin er horvin og sum
um at spælið hongur
ikki saman. Onkur
einstakur spælari
skarar framúr, og so
er alt sagt. Okkur
tevar rutinu, og
kanska átti liðið at
verið eðrvísi saman-
sett. Men fáið nú
gongd á bóltin og
vísið eitt sindur av
fótbóltsspæli móti
denum. Gerið for
Guds skyld ikki
spælið til eitt langt og
keðiligt verjuspæl. Vit
megu hava okkurt
meira og betri at vísa
fram. Men sjálvandi
við varsemi.