Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-09-24, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 24. september 1991síða 3

‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 175 — 24. september 1991 Eldur í Ternuni Síða 3 Ferðafólkið vistl av ongum Helt tó leiðina fram til Klaksvíkar og nógv ferðafólk vórðu við . meguliga setast inn Um Teman ikki sleppur at sigla aftur beinanvegin, so verður Teistin helst settur í sigling millum Klaksvík og Gøtu, sigur stjórin á strandferðsluni, Jóhan Restorff Jacobsen. --Vit hava enn einki fingið at vita hvussu stórur skaðin er og fyrr enn skipasýnið hevur gjørt sín úrskurð, so siglir Ternan ikki. Men sjálvur rokni eg við, at hon siglir aftur seinnapartin, sigur Jóhan Restorff Jacobsen áðrenn redaktiónin endaði í gjár. Skipini væl útgjerd Jóhan Restorff Jacobsen sigur, at skipini hjá Strandferðsluni eru sera væl útgjørd, tá tað snýr seg um eldtrygd umborð. --Seinastu árini eru altjóða reglurnar um slgkkiútgerð umborð á ferðamannaskipum vorð- nar nógv strangari. Og hesum reglum fylgja okkara skip, sigur Jóhan Restorff Jacobsen. jústinus SET 79 SLÆJORØISGE Landsverkfrødingurin hevur givið út átta nýggj dýbdarkort. Kortini eru yvir Hvalba, Sandvík, Leirar, Tvgroyri, Famien, Porkeri, Lopra og Sumba. Eitt tíðindaskriv og eitt kort yvir Hvalba er sent til fjølmidlarnar. So løgid tað ljóðar, so er ikki ein einasta upptekn- ing gjørd yvir dýpið vestanfyri og í ein útnyrðing úr Hvalba. Tað einasta vit síggja er ein SÍ x a 9 ion fimm og ein tiggju metur kurva innanfyri havnina i Hvalba. Vestanfyri er kortið hvítt ein og óskriv- að pappír. Fyri tey, sum hava áhuga fyri gkinum kring Hvalba er kortið ónýtiligt. Landsverkfrødingurin skal geva dybdarkort út yvir allar Føroyar, tey verða 53 í tali. Kortini kosta 50.00 kr. eintakið. jústinus Lúrarnir á sjúrkabilum og sløkkilidsbilum ljóðaðu í Klakksvík í gjáramorgun- in stutt áðrenn klokkan hevði sligið 10:00 og skjótt frættust tíðindini um, at eldur var umbiorð á Strandfaraskipinum Tern- uni. Ternan fór av Leirvík klokkan 09:10 í gjára- morgunin. Tá skipið hevði siglt umleið 10 minuttir varnaðist maskinmeistarin, at eldur var í stýriborðsmotori. Hann boðaði beinanvegin frá og farið var undir slgkkingararbeiðið. —Vit valdu at halda leið- ina fram hóast eldin. Vit mettu, at umstødurnar at sløkkja vórðu nógv betri í Klaksvík og Ternan sigldi við einum motori yvirum fjørdin. Um illa vildi til, so er eisini sjúkrahús í Klakksvík, sigur skiparin á Ternuni , Martin Fredriksberg. Hví søgdu tit ikki ferðafólkinum frá? -Eg metti, at ongin orsøk var at leypa ræðslu á fólk, fyrr enn tað veruliga var neyðugt. Og tað var ikki neyðugt í gjár, sigur hann. --Manningin kláraði at slgkkja eldin, áðrenn Ternan kom á Klak- svíkina. Umframt mann- ingina, so hjálptu tveir av ferðamonnunum eisini ul. Eldurin varð sløktur við pk. á 500 gr. Melis pk. å I kilo 2 fyri fyri kilo Vit hava nú eisini TILBOÐ 15 í bakkanum Putursukur Agurkur Tomatir AVROD pulvuri og vatni, sigur skiparin. Vistu av ongum -Somikid litil roykur stóðst av eldinum, at burtursæð frá tveimum monnum, sum stóðu á båtadekkinum, so visti ongin av teim 64 ferðafólkunum av eld- inum. Mennirnir á báta- dekkinum komu beinan- vegin niður í maskinrúmið at hjálpa til. Roykurin fór upp gjøgnum skorsteinin og ventilatiónin er góð umborð á Ternuni, Sigur Martin Fredriksberg, skip- ari. Eldur er komin i, ti hol kom á eitt oljurør til spíssarnar. Olja sprændi undir høgum trýsti á forgassaran. Í løtuni eru fólk frá skipasýninum og frá tryggingini umborð. Vit sleppa ikki aftur at sigla fyrr enn skipasýnið hevur givið grønt ljós, segði Martin Fredriksberg á middegi í gjár. Ternan, sum er bygd á Tórshavnar Skipasmiðju í 1980 hevur tveir 630 hestar Deutz motorar. jústinus 12,95 3,95 3,95 10,00 10,00 Vit hittast í SMÆRUNI M. A. Winthersgetu 2 - TI. 11549 -11047 &