mikudagur 25. september 1991síða 13
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 176 — 25. september 1991
STÓR ÚTSÓLA
BYRJAR Í MORCIN KL.9
Síða 13
LANPUBUÐIN
DR. JAKOBSENSC.9 TF. 17303
Landssjúkrahúsið hevur ongan góðan
-Vit hava avmarkað fíggarligt tilfeingi - resursir, og vit noyðast
at nýta hetta tilfangið sum frægast og skilabest. Eg eri
ivaleysur í, at vit fáa sum best burtur úr, um vit satsa upp á at
útbyggja Landssjúkrahúsið segði Jóannes Dalsgaard,
tingmaður tá fíggjarlógin varð til viðgerðar. Hann helt fyri, at
Landssjúkrahúsið ongan góðan hevur, nú sjúkrahúspolitikkurin
er vorðin ein kastiblóka hjá trongskygdum lokalpolitiskum
áhugamálum. Hann segði:
Eg fari stutt at venda
mær til nekur ávís máls-
eki. Tað er gleðiligt, at
niðurtúrurin hjá lands-
sjúkrahúsinum nú tykist
vera steðgaður. Hesin
stovnur, ið var eitt hitt
harðast rakta offrið hjá
undanfarnu samgongum
fær eftir uppskotinum
nakað meira, 211,5 móti
207,5 í ár. Hetta rekkur so
til keyp av nøkrum neyð-
turviligum tólum og til
setan av einum serlækna
afturat. Tad er bara gott,
men uppi å longri sikt
kunnu vit ikki bjóða
iandssjúkrahúsinum so
vánalig kor. Landssjúkra-
húsið er okkara central-
úkrahús. Vit hava bert
hetta eina og vit skulu
bert hava hetta eina
centralsjúkrahúsið. Tað
ber tí ikki til og verður
ikki góðtikið, at hesin
stovnur í framtíðini verð-
ur soleiðis hagreiddur, at
hann ikki megnar a rekja
sínar fu: tionir til lí ar.
at spyrja k "de
stýrismannin, hvussu
vorðið er við konverter-
ingunum og hvussu tað
gongur við at fáa greiði á
uppgávubýtinum millum
tey trý sjúkrahúsini?
Hvussu er vorðið við ar-
beiðsætlanini fyri fer-
oyska sjúkrahúsverkið?
Vit hava avmarkað fíggj-
arligt tilfeingi — resursur,
og vit noyðast tí at nýta
hetta tilfeingið sum fræg-
ast og skilabest. Eg eri
ivaleysur í, at vit fáa sum
best burtur úr, um vit
satsa upp á at útbyggja
landssjúkrahúsið í Havn
og skal í hesum sambandi
vísa á tað, sum fráfarandi
yvirlækni segði við Sosial-
in herfyri um sjúkrahús-
politikkin. Vit áttu at
lurta eftir einum so skila-
góðum manni, ið talar út
frá royndunum frá einum
longum lívi í tænastu hjá
sjúkrahúsverkinum.
Tað er út frá hesum eitt
vónbrot at lesa íleguætl-
anina fyri landssjúkra-
húsið. Eg dug? ikki at lesa
hana eðrvísi enn, at tann
ætlaða útbyggingin av
landssjúkrahúsinum er
slept fyri tað, sum er eftir
av hesari eldini. Hetta er
syndarligt!
Eg kann ikki bara mær
fyri at samanbera steðuna
í dag við steðuna í seksti-
árunum, tá tann stóra út-
byggingin av landssjúkra-
húsinum varð samtykt
her á legtingi. Tá var at
kalla einki mark fyri tí
vælvild, ið legting, lands-
stýri og staturin vístu
landssjúkrahúsinum. Nú
tykist landssjúkrahúsið
ongan góðan at hava og
sjúkrahúspolitikkurin er
vorðin ein kastibleka hjá
trongskygdum lokalpolit-
iskum áhugamálum.
Tá hetta er sagt, skal
tað samstundis viðgang-
ast, at íleguætlanin ann-
ars er ein ljósglotti í bú-
skaparliga myrkrinum.
Hon er sera skilagóð og
væl avvvegað. Feroyska
byggivinnan veit nú, hvat
hon hevur at vænta frá tí
almenna og kann leggja
sítt virksemi til rættis
eftir hesum. Verður ílegu-
ætlanin annars fylgd, so
kemur hon at fáa væl av
fólki aftur í arbeiði innan
ta hart kroystu byggi-
vinnuna.