Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-09-25, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 25. september 1991síða 14

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Vilhelm Johannesen, tingmaður skjýtur upp: -Gjaldið tvungnu uppsparingina aftur Komandi trý árini! Undir viðgerðini av fíggjarlógaruppskotinum skjeyt Vilhelm Johannesen, ting- maður upp, at landsstýrið skal broyta lógina um tvungna uppsparing, soleiðis at tann samansparingin, sum landskassin í 1992 skal flyta á konti hjá einstaka eig- aranum í einum peningastovni - og sum ikki kann útgjaldast fyrr enn viðkomandi Síða 14 i Nr. 176 — 2. september 1991 i på —— -B——— er fyltur 65 ár - heldur skal útgjaldast eigaranum nú alt fyri eitt, tó yvir eitt trý ára skeið. Við hesum sleppur landskassin fyri tað fyrsta undan at skula flyta alla samlaðu uppspardu upphæddina uppá næstan 100 mill. kr. í einum, og haraftrat fær eigarin tókan pening komandi árini, sum so aftur fer at geva landskassanum inntøkur yvir toll og gjøld. Vilhelm Johannesen helt fyri, at hetta er ein góður máti at fáa forbrúks- møguleikarnar hjá fólki øktar og harvið eisini møguleiki fyri óktum tollinttókum. Hann segði: Imynda vit okkum, at forbrúksmeguleikarnir hjá fólki verða nakað ekt- ir, so kann hetta geva landskassanum sterri toll- inntekur. Í 1989 fingu vit lógina um tvungna bundna samansparing. Sambært lógini skuldi samansparingin í 1989 fara í landskassan. Í 1992 skal hendan samanspar- ing flytast úr landskass- anum á konto hjá einstaka eigaranum í einum pen- ingastovni. Talan er so- statt um, at landskassin í 1992 skal flyta peninga- stovnunum 95 mió. kr. Síðani skal henda saman- sparing gjaldast út, sum eitt slag av eftirløn, tá eig- ararnir verða 65 ár. Eftir mínum tykki er hetta ein eftirlønarskipan, sum hongur í leysum lofti. Øll fáa fólkapensión frå 67 åra aldri og so leingi tey liva. Um få år fåa øll eisini eina —arbeidsmarknadar- eftirløn, ið somuleiðis er galdandi frá 67 ára aldri og restina av lívinum. Og fleiri eru tey, sum hava eina triðju eftirlen, sum eisini verður útgoldin frá 67 ára aldri og fyri lívstíð. Tí kunnu vit við góðum rætti spyrja, hvat hepi er í, at vit skulu hava up- aftur eina eyka eftirlønar- skipan, ið er inngoldin eft- ir einum ári, nevniliga í 989 og sum skal gjaldast út aftur sum eftirløn í ein- ce ] um, tå vit verða 65. Hetta er ein margháttlig skipan, ið átti at verðið sett úr gildi beinan vegin, soleiðis at eigararnir fingu pening- in útgoldnan. Ein loysn kundi verið, at broytt lógina, soleiðis at samansparingin varð útgoldin til tey, sum eiga peningin, men at hetta ikki varð gjert í einum og heldur ikki í einum og sama fíggjarári. Hetta kundi verið gjørt yvir try Vilhelm Johannesen, tingmaður: -Broytið lógina um Ivungna uppsparing, soleiðis at eigararnir fáa peningin útgoldnan nú og ikki tá teir verða 65 ár, tá teir fáa aðrar eftirlønir og pensión. ár. Í hesum føri vildi landskassin sloppið und- an at goldið 95 mió. kr. út í einum ári, uttan at fáa nakað av hesum peningi innaftur. Istadin hevði út- gjaldið verið stívar 30 mió. kr. um árið í trý ár. Umleið ein triðingur av hesum vildi komið innaft- ur í landskassan sum toll- ur og gjøld. Nú veit eg ikki, um landsstýrið, sum at í 1989, tá lógin um tvungna, bundna samansparing varð samtykt, hevur gjert nakra forhondsavtalu við peningastovnarnar um, at hesir í 1992 skulu fáa samansparingina frá 1989 flutta. Eg loyvi mær tó at heita á sitandi landsstýri um at kanna hetta, og um ongin slík avtala er, so at umhugsa eina broyting í tráð við tað, sum eg her havi nevnt. Vilhelm Johannesen um fíggjarlóg: ; Ivist í um vit fáa f: Javnvag í 1992 --Ia0 er ivasamt um inntøkurnar og útreiðslurnar á fíggjar- lógaruppskotinum eru mettar nóg realistiskt. Eg eri millum tey, sum loyva sær at ivast i, um vit, við fyriliggjandi fíggjar- lógaruppskoti fáa javnvåg í figgjarstødu landskassans í 1992 segði Vilhelm Johannesen, tingmaður undir viðgerðini av fíggjarlógini. Hann segði ma. Harra formaður! Hetta er fyrstu ferð síð- ani valskeiðið 1950—54, vit hava eina tvey flokka samgongu. Aðrenn legtingsvalið og sam- gongusamráðingarnar vóru tað helst ikki nógv, ið hevdu roknað við, at tveir so ólíkir flokkar sum javnaðarflokkurin og fólkaflokkurin kundu finna saman í samgongu og fremja eitt politiskt samstarv. Henda óvanliga og ótraditionella samgonga =>