Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-09-26, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 26. september 1991síða 2

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

FR NR VD FOF x iðnað Fyritaksstjóri Um at líta aftur um bak ODDAGREININ í Sosialinum leygardag- in hevur rakt meint hjá fyrrverandi fiskaselustjóra og nú tingmanni fólka- floksins, Birgir Danielsen. Í greinini vístu vit aftur pástandinum hjá fleiri fólkafloksmonnum, vinnulivsmonnum sum politikarum, um at lenarlagið i Før- oyum hevur verið størsta fordingin fyri at fara undir góðsking av fiskavørum her á landi. Vit sendu hesa ákæruna móti arbeiðsfólkinum á flakavirkjunum aftur til avsendran við nyggjari áskrift: at tað eru umrøddu vinnulivsmenn og politikarar, sum hava verið stersta forð- ingin fyri eini menning av føroyska fiskiídnaðinum móti lidugvørum. Hetta var fyrst og fremst svar uppá tiltalu. Og tá nú tingmenn fólkafloksins taka hetta málið fram aftur, so er at smíða meðan jarnið er heitt. SKRIVING okkara hevur rakt so meint hjá fyrrverandi fiskaselustjóranum, at hann í grein, sum er ein heilsan til Sosialin, skrivar, at Sosialurin seinastu 20 árini hevur havt sum livibreyð ófantalig álop á Føroya Fiskasølu, SEV, stjóran fyri felagsskapin og aðrar felagsskapir og persónar við. LAT tað verða sagt her, at tað er rætt, at Sosialurin øll hesi ár eisini hevur roynt at vera kritiskur mótvegis bæði Feroya Fiskaselu og SEV. Tó skal við- gangast, at vit í alt ov stóran mun hava verið ov lítið kritiskir. At talan hevur verið um ófantalig álop kunnu vit ikki geva Birgiri Danielsen rætt í. Lat okkum tí bara líta eitt sindur aftur um bak og fáa nøkur ting upp á pláss. Åbyrgdarbisdstjori. Jan Miller Krisjan Dahl Kalmar Lindenskov Lea...“ NEYVAN nakað annað blað her á landi hevur so trúliga mett á aðalfundum og tíðindafundum hjá Føroya Fiskasølu sum júst Sosialurin. Aftur og aftur hava vit eisini fingið úttalilsi frá stjóranum til tíðaraktuellar spurningar. Tað er vorðið til nógvar áhugaverdar greinar, og mangt av tí hevur sett í gongd orða- skifti. Nakað, sum bæði Birgir Daniel- sen og vit meta sera positivt. Og rætt skal vera rætt. Hann hevur altíð verið fúsur at svara spurningum. Hann hevur verið okkum ein góð kelda. Og tað er tí eisini greitt, at júst hetta blaðið í so máta óbeinleiðis hevur gjørt eitt stórt PR-arbeiði fyri Fiskasøluna og sjónar- miðini hjá stjóra hennara. Í so nógv, vil onkur halda. Tá Birgir Danielsen nú sig- ur, at vit í heili 20 ár hava havt sum livi- breyð at koma við ófantaligum álopum á fyritøkuna og seg. so er hetta ikki rætt. Og tað veit Birgir. Tað, sum hann helst hugsar um, eru tær kritisku grein- arnar, sum eisini hava átt innivist í Sosialinum mótvegis Fiskaseluni. Og sum demokratur og liberalistur átti hann at verið fegin um slíkan kritikk, tí hesin hevur verið mettur sum upp- byggjandi og frameftirsiggjandi; har víst varð á vandar og skeivleikar. Takið t.d. samreðuna við táverandi sølumann- in Trúgva Johansen, sum kom við lemj- andi kritikki móti Fiskasøluni, har nidur- steðan var, at alt var steindeytt á Fiska- seluni. Har bara forðaði man útvikling- inum og tók so við tá aðrir høvdu gjørt forarbeiðið. Tað var ein áhugaverd sam- røda eins og so mangar aðrar. Á NÆSTAN hvørjum aðalfundi í Føroya Fiskasølu seinastu árini hava vit sett stjóranum afturvendandi spurningin: hví kunnu vit ikki gera lidugvøru í Før- oyum! Og aftur og aftur hava vit fingið sama avgjørda svarið: tað loysir seg Blaðfólk: Randi Jacobsen - Tórfinn Smith Ólavur W. Høgnesen - Hilmar Jan Hansen Útgevari: P Sosialurin Uppseting: P/f Sosialurin Prent: P/f Pressan 1981 Telefon ikki at flyta pipar, salt og rasp til Føroya og spolera tann hvita fiskin. Hvitur fisk- ur av landinum sum blokkvøra var ein- asta og besta loysnin. Og harumframt fingu vit at vita, at tollmúrarnir i EF forð- aðu fyri víðari góðsking í Føroyum. Vit endurgóvu hetta. Og vit fingu aðrar at kommentera tað. Eitt nú fingu vit stjór- an í felagnum Atlantic Export, sum partamann Birgirs, Svend Áge Ellefsen, var við í, at koma við síni viðmerking. Og eisini hon var ein lemjandi kritikkur av Fiskasøluni og stjóra tess fyri at forða útviklinginum á bæði framleiðslu- og søluøkinum. So Birgir Danielsen, í stóran mun hava tað verið tínir egnu partamenn, sum hava lagt ngvn til kri- tikkin í Sosialinum móti Fiskasøluni. Er tú í iva, tá spyr partamann tín, Svend Ága! NÚ eru vit farin inn í eitt nýtt ártíggju og eru á einum vegamóti hvat fiskiidn- aðinum viðvíkur. Tjak tekur seg av álv- ara upp um góðskingina og menn, ikki minst nýggja ættarliðið av vinnulívs- monnum og landsstýrismonnum, koma eftir, at vit eru sigldir ártíggju afturút á framleiðslugkinum. Sum stersti útflyt- ari av okkara fiskavørum í mong, mong ár og sum monopollíknandi vegvísarin fyri øllum fiskiidnadinum hevur Føroya Fiskasøla havt eina sera stóra ábyrgd fyri ikki at siga høvudsåbyrgdina av gongdini. Og tå stjórin í Føroya Fiska- sølu harafturat hevur sitid sum formad- ur í einum av okkara størstu bankum øll hesi árini, so er greitt, at júst hesin mað- urin hevur havt sera stórt vald og ávirk- an á alla gongd. Hann hevur sum so havt fingur á ollum samfelagspulsinum, hevur kunnað stýrt bæði vinnulívs- monnum og politikarum. Orð hansara hava fyri sera, sera mong verið uppfat- að sum tann endaligi sannleikin. Hann Bústaður: Argjavegur 26 Postadressa: Postsmoga 76 110 Tórshavn 14720 Argir 11820 Telefax: hevur verið kendur sum oraklið á Fiska- søluni. Og hvør hevur meira enn nakar annar vent peikifingrinum móti politik- arunum, hvgrja ferð onkur syndabukk- ur skuldi finnast — og onkur annars hava skyldina av skeivu gongdini! NÚ sami maður er farin upp í politikk, so átti hann ikki at verið sartur fyri kri- tikki. Hann hevur sjálvur valt at gerast politikari, og nú spurningurin um góðsking er so nógv frammi, so eigur júst sami fyrrverandi fiskasølustjéri og nú tingmaður eisini at verið ein av høvudsmonnunum í kjakinum. Ti var tað, at vit tóku hann við i oddagreinina seinasta leygardag. Og tað átti hann at verið fegin um. Nú hevur hann bæði tíð og meguleika at verja seg. Nú er hann ikki longur bundin av Fiskasøluni. NÚ er tað sjálvandi lætt at vera eftir- klókur og leita eftir syndabukkum. Tað er ikki hetta, vit eru úti eftir. Men vit halda tað er rætt at seta spurningin, hví góðsking her á landi ikki er komin í gongd fyrr enn nú hesi seinastu árini. Og vit halda, at tað er umráðandi at smíða, meðan jarnið er heitt — at vit nú av álvara fáa eitt orðaskifti um góðsk- ingina, nú tað ikki longur er ein maður, sum nærum einsamallur stýrir ollum út- viklinginum á gkinum. Tað er líka so rætt at seta spurningin, hvønn leiklut okkara fólkavaldu hava havt í hesum. Eisini javnaðarflokkurin. Og tað kjakið skal Birgir Danielsen vera so hjartaliga vælkomin at luttaka í. Lesið eisini við- merking undir oddagrein. | Tingmenn og bladskriving I Dagblaðnum í gjár svar- ar Birgir Danielsen, ting- maður, oddagrein í Sosial- inum seinasta leygardag. Hann skrivar m.a.: „Við tað, at vit — Javn- aðarflokkurin og Fólka- flokkurin — síðan januar í ár hava verið í sam- gongu og haut eitt gott samstarv, eri eg samdur við Sosialinum, hverja ferð hann hevur funnist at »ohøviskari« skriving í Dagblaðnum sum kann koma at ganga út- yvir tað góða samstarv- id, sum helst skuldi kunnað hildið áfram. Men nún niðursteða er tann, at munurin millum ófanta skrivingina í Sosialinum og í Dagblað- num so av gjørt ikki er til fyrimunar fyri Sosialin, sum iivibreyð tey sein- astu 20 hevur havt ófantalig álop á Feroya kanska serliga undirritaða, SEV. stjóran fyri felags- skapin og aðrar felags- skapir og persónar við. Tað býður mær í mót árin Fiskaselu, og at siga tað, men ikki eitt orð grettir Sosialurin um alla ta vanlagnu, sum hevur verið feroysku skattgjaldarunum fyri orsakað av javnaðar- monnum fyrst sum bæði faðir og gubbi at heildar- loysnini frå 1975 og stå- an ollum teimum figgjar- ólukkum, sum Javnadar- flokkurin eigur ta iva- somu æruna av innan fyri karmin av hesi ólukku heildarloysn. Skrivingin í Sosialin- um verður ikki told, ti hon erkymlar okkum, sum dag og nátt mugu skumpa henda stinkandi køst. Latið okkum einaferð med alla sláa fast, og hetta eigur Birgir Daniel- sen at skriva sær aftanfyri oyrað: at Sosialurin er ikki 17. maður í samgonguni. Vit hava fullan rætt til at havast at samgonguflokk- unum einsvæl og teimum, sum sita í andsteðu. Hetta er okkara ábyrgd sum blað. Hvat viðvíkur Dagblaðnum er steðan tann, at tykkara floksfe- lagi og samgongufelagi javnaðarfloksins, Óli Breckmann, brúkar blaðið sum sín politiska leikpall. Haðani rekur hann sítt persónliga egotripp av einum valstríði alt val- skeiið. Antin Lann tekur til orðanna á tingsins reðara- palli ella í oddagrein í Dagblaðnum, so er hann PARTUR av tí sam- gongu, sum tit hava skip- að saman við javnaðar- flokkinum. Sosialurin er ikki partur av nakrari samgongu, vit eru ikki nakar 17. maður, og vit hava onga ávirkan á, hverjar politiskar avgerð- ir verða tiknar. Tað hava aleina Birgir Danielsen og partamaður hansara, Óli Breckmann, saman við eðrum fólkafloksmonnum og javnaðarflokkinum. Vit hava sum blað víst á vandan hjá einihverji samgongu, sum er bundin á hond og fót av Óla Breckmansa atkveðu. Vit hava ávarað javnaðar- flokkin ferð eftir ferð og vit hava mint fólkafloks- leiðsluna á, at hon við at góðtaka framferðina hjá hesum teirra tingmanni, í veruleikanum setir eina samgongu, hon sjálv er fegin um, upp á spæl. Vit hava sett spurning- in: hvussu leingi ætla javnaðarmenn, sum verða skírdir hjálparmenn hjá KGB, Gestapo og eðrum blóðdálkaðum felagsskap- um, at góðtaka slíka hetz frá einum av teimum ting- monnum, sum teir sam- starva við! Hetta er tað, málið snýr seg um, harra Birgir Danielsen. Heldur enn at brúka tíðina upp á at leggja eftir Sosialinum átti tú at rudda upp í tín- um egna flokki. Spyr teg sjálvan: — Er tað ikki margháttligt, at ein mað- ur sum eg, um somu tíð sum eg ynski at samar- beiða við javnaðarflokkin, lati ein av mínum næstu partamonnum sleppa at svína til og halda fram við síni miðvísu og hatsku framferð móti javnaðar- fólki! Var tú ein maður og vildi tú samarbeiðinum millum fólkaflokkin og javnaðarflokkin væl, so átti tú fyrst at sópa fyri egnum durum í flokki tín- um, áðrenn tú gav okkum á Sosialinum av grovfýl- uni. Tá tað er gjørt kunnu vit halda fram við einum tiltrongdum, breiðum og sakligum orðaskifti um eitt nú góðsking, EF-toll, forðingar, ábyrgd osfr. Ein ávaring og onnur Sum umrøtt í Sosiali- num í dag hevur Film- sfelagið sent grunnum og stovnum åheitån um at vera meira varin, tá stuðul verður veittur til útlendingar, ið gera film um Føroyar. Filmsfelagið ger vart við, at filmsútbúnir føroyingar mugu hava sømdir fyri at menna listagreina sum før- oyska filmslist. Filmar, sum útlendingar gera, kunnu ongantíð kallast føroyskir filmar. Felag- ið heldur tað vera spell, um útlendingar fara avstað við teimum fáu føroysku játtanum, ið eru til filmsframleiðslu. Tað er alla æru vert, at Filmsfelagið ávarar ímóti at tveita pengar út ul spekulantar, sum bara vilja vinna burtur- úr tí stóra áhuganum, ið uttanlands er fyri hes- um landi. Vit hava ov mikið av dómum um føroyskt blåoygni yvir- fyri útlendingum, t.d. tå onkrir hava verið og boðið sær til at veitt fígging. Sjálvt núver- andi fíggjarmálaráð- harri mundi einaferð komið í neyð, tá ein spekulantur kom og bjóðaði fyritøku hans- ara lån. Hinvegin skal her verða ávarað ímóti at geva list virði, bara ti hon er føroysk. Ein føroyskur filmur nytist ikki vera verdur at studla, bara ti hann er føroyskur. Stóra F er ikki nóg mikið fyri at koma undir heitið list. Tað skuldi verið óneyðugt at sagt, at størstu filmsverkini um Føroyar just eru gjørd av útlendingum. Tor- ført at síggja nakran vanda í, um slík verk fáa fíggjarligan stuðul úr Føroyum. Sjálvandi Skulu vit íkki ganga øllum við áhuga fyri Føroyum til handa. Men vandin kann vera stórri í at taka til takka vid øllum, bara tí tað er føroyskt. Tað ber jú eisini til at læra av teimum kønu.