Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-09-26, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 26. september 1991síða 3

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 177 — 26. september 1991 V&B hevði ikki fingið eina krónu fyri sleipid - tí grótbáturin er mannleysur og útlendskur Grótbáturin SELMA, hjá byggifelagnum E. Pihl- &Søn, hevur ikki meira at gera í Føroyum fyribils, og skal tí sleipast av landin- um. Byggifelagið bað Vaktar á Bjargingartænastuna um eitt tilboð fyri sleipið, og tað fekk byggifelagið. Men eftir teirra hugsan var hetta tilboð ov dýrt. Væl dýrari enn tað Pihl & Søn kundi fáa ein norskan sleipibát úr Noregi og til Føroya eftir SELMU, fyri síðani at sleipa hana niður til Skag- ens. Hetta helt stjórin fyri føroyska partinum av byggifelagnum vera løgid, tå Olavur Halgi skuldi til Danmarkar í gðrum ørind- um eisini. Hevdi ikki loyst seg Vit spurdu Jóhan Ziska- son, leiðara á Vaktar á Bjargingartænastuni hví hansara stovnur ikki skoytti um 120.000 krónur sum teir kundu fingið fyri sleipið, nú Olavur Halgi skuldi til Danmarkar álíka- væl. -Tað, Ólavur Halgi skuldi ul Danmarkar til, er ikki rættiliga greitt enn, so tað ganga nakrir dagar til hann fer, men hetta hevur fyri so vítt einki við sakina at gera, sigur Jóhan Ziska- son. Hann sigur, at tá talan er um at sleipa eitt útlendskt skip, sum í hesum førinum SELMU, skal manningin å vaktarskipinum hava yvir- tid fyri hvønn sleipitima. Tå skipid, sum sleipast skal, haraftrat er mann- tómt, skal manningin á vaktarskipinum umframt yvirtíðina eisini hava 20 prosent av sleipikostnad- inum. Sostatt hevdi Vaktar & Bjargingartænastan als einki fingið í sin part av sleipinum, sigur Jóhan Ziskason, og leggur aftrat, at hetta eru sáttmálabundin rættindi hjá manningini, og tí er einki at gera við. Um miðdagsleitið í gjár fór so norski sleipibáturin sín veg til Danmarkar við SELMU, hangandi aftur úr sær,- fyri 120.000 krónur. tór.- at gera arbeiði í Havn -spyr Niels Pauli Danielsen, løgtingsmadur, i samband vid Listaskålanum Marita Petersen, lands- styriskvinna hevur fingid ein fyrispurning frå ting- manninum Niels Paula Danielsen. Tingmaðurin spyr hvat landsstyrid ger við tað, at lægsta boð í bundnari licitatión varð umlopið í almennum byggimáli, sum m.a. landskassin ber kostnaðin av, sjálvt um bæði arki- tekturin og teir, ið projekt- erað hava, mæltu til at taka við lægsta ulboðnum. Løgtngsmadurin vísir á, at arbeiðið við at byggja út listasavnið, er boðið út millum sjey góðkend byggifeløg. Hann sigur, at tað hevur lopið hvgkk á bæði feløg og fólk, at stýrið fyri Listaskålan samtykti ikki at taka av lægsta tilboði. Hetta átti annars at verið sjálvsagt, tá talan er um bundna licitati- én, heldur ungmaðurin. Niels Pauli Danielsen vís- ir m.a. á, at ein av stjórnar- limnum fyri Listaskålan hevur f Sosialinum sagt, at avgerðin hjá meirilutanum í stýrinum var bæði óheið- urlig og óreiðilig. Eisini hevur Meistarafelagið talað at, sigur tingmadurin, og vil vera við, at søgur eru farnar at ganga um, at politikkurin nú er, at bert havnafeløg sleppa upp í part, tá talan er um al- menna bygging í høvuds- staðnum, eisini har lands- kassin rindar meginpartin av kostnaðinum. Hesum kann eingin liva við, sigur hann, og biður um eina frágreiðing frá landsstýri- num. tór.- Nú vil Niels Pauli Danielsen hava at vita hvat landsstýrið sigur til, at lopið verður um lægsta boð í eini bundnari licitatión Síða 3 Norski sleipibáturin kom í gjár á Sund eftir SELMU, sum skuldi sleipast til Skagens. Mynd: Kalmar Figgjarmålarådharrin hevdi størri åhuga fyri Sleppa bert havnafeløg | fotbolti enn politikki Meðan landsstýrissamgongan hålvavegna helt kreppu- til fótbóltsdyst i Landskrona Tað munnu vera sera fáir føroyingar, sum ikki sótu alspentir frammanfyri sjónvarpsskuggan í gjár- kvøldid, tá føroyska landsliðið enn einaferð skuldi royna seg móti dønum. Nakrir føroying- ar er tó enn meira fót- bóltsáhugaðir enn aðrir. So åhugadir, at ikki er nóg mikið vid sjónvarps- myndum fyri teir. Millum hesar er okkara fíggjarmálaráðharri Jógvan Sundstein, sum í góðari tíð fór av landin- um til Landskrona at uppliva dystin. Hetta høvdu landsstyrismenninir kortini ikki stundir til, ti alt medan Sundstein hugnar sær å åskodarabeinkinum i Landskrona, situr lands- stýrið vid sveittabrotið á kreppulíknandi fundum í teirri roynd at loysa spurningin um at skerja studningin til fiskivinn- una. Vanligur landsstýris- fundur var eisini í gjár hinir Bi Á fyrrapartin, men sjálv- andi kundi fíggjarmála- ráðharrin ikki vera har samstundis sum hann var til fótbóltsdyst. Hetta hevði m.a. við sær, at m.a. málið um setan av fund um trupla spurningin um hvussu studningurin til fiskivinnuna skal skerjast, fór Jógvan Sundstein heldur nýggjum stjóra á Gjald- stovuni mátti takast av skránni. Hetta mál má sostatt bíða til fótbólts- dysturin er liðugur. tor.-