Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-09-26, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 26. september 1991síða 4

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Hetta er nakað av tí, sum kom fram á fundinum, sum Suðurstreymoyar Jav- naðarfelag skipaði fyri månakvøldid. Á fundinum, sum bar heitið: Til arbeiðs ella á Almannastovuna, løgdu teir tríggir, Oddfríð- ur Gregersen, formaður í Føroya Arbeidsgevara- felag, Karl Johansen, for- maður i Havnar Arbeiðs- mannafelag og Tummas Arabo, landsstyrismadur i vinnulivsmålum, fyri. Framleidsluvinnan Tummas Arabo segði seg vera sannførdan um, at fåa vit ment framleidslu- vinnuna, fåa vit uttan iva samfelagid i gongd aftur. Um hvussu hetta verdur gjørt segði Tummas Arabo millum annað, at fyrst av øllum eigur allur studning- ur at leggjast í lidugtvøru- liðið, og ikki latast sum avreiðingarstudningur. rietta eigur tó bert at vera Allir fegnaðust um góða úrslitið hjá Bacalao at góðska fiskavørur. Mynd: Kalmar at rokna sum ein fyri- bilsloysn til vinnan rætti- liga hevur fótað sær. Ein tílík skipan ger, at virkini í stórri mun fara at góðska fiskin, og at vit á hendan hátt fáa eitt nógv størri útflutningsvirði úr eini av- markaðari nøgd av råfiski, segði landsstýrismaðurin. Hann vísti á tær góðu royndir sum Bacalao, flaggskipið innan fiska- virkir í Føroyum, hevur gjørt. Tummas Arabo vísti á, at Bacalao nú kann framleiða 20 ymiskar fiskavørur til útflutnings. - -Vit eiga eisini at koma brúkaranum so nær sum gjørligt, fáa marknadar- krefturnar at virk., og finna best møguligu mark- nadir fyri okkara lidugt- vørum. Vit kunnu als ikki Nr. 177 — 26. september 1991 Til arbeiðis ella á Almannastovuna Alment stuðlaður fiskur eigur at vera atkomiligur fyri øll Oddfridur Gregersen, formadur i Føroya Arbeidsgevarafelag: -So leingi tað almenna letur nakra krónu studningi til fiskivinnuna, má ein og hvør hava møguleika til at sleppa framat fiskinum. Upp- boðssólan hevur nógvar fyrimunir, og vit eiga at góðska fiskin so nógv sum gjørligt 2 I Tummas Arabo, landsstýrismaður í vinnulívsmálum: -Studningurin má leggjast í liðugtvóruliðið. Hetta skal vera ein fyribilsloysn. Tá er møgu- leiki fyri at vit fáa ment framleiðsluvinnuna. Eydnast hetta, kemur nærum alt annað av sær sjálvum Karl Johanen, formaður í Havnar Arbeiðsmannafelag: -Góðskingarroyndirnar hjá okkum, at her er ein vegur at ganga. Arbeiðs- loysið, serliga millum ung er stórt,- útbúgvið fólk innan fiskivinnuídnaðin góðtaka, at fiskur verður fluttur av landinum 6til- virkaður, segði landsstýris- maðurin. Bíligari orka -Men vit hava eisini onnur virki, sum ikki er tengd at fiskivinnuni. Tey eiga vit at geva bestu fortreytir. Ein teirra er, at orkuprisurin má niður, segði landsstýrismaðurin, sum bar ótta fyri, at fara okkara smærru vinnuvirkir fyrst um koll, verður sein- ur dagur til tey koma fyri seg aftur. Meira á uppbodssølu Oddfríður Gregersen helt fyri, at okkara studnings- politikkur mótvegis fiski- vinnuni er alt ov fløktur, og hann ávarðaði ímóti, at ætlanin at umleggja stud- ningin ikki fór at verða ein nýggjur koddi hjá vinnuni. -So leingi tað almenna letur nakra krónu í stud- ningi til fiskivinnuna, eigur tað at standa øllum í boði at fáa hendur á fiskin og fáa møgulcika at til- virka hann. Uppboðssglan hevur nógvar fyrimunir. Hon gevur betri prís og betri góðsku, segði Odd- fríður Gregersen, og legði aftrat, at tær royndir, sum higartil eru gjørdar við- víkjandi góðsking eru góð- ar. Betri kappingarføri Formaðurin í Føroya Ar- beiðsgevarafelag nam eisi- ni við kappingarføri á føroyskum virkjum. Hann víst á kanningar, sum gjørdar vóru fyri tveimum árum síðani. Hesar vístu millum annað, at kostnaðar fyri at virka fisk á før- oyskum flakavirki er helvuna hægri enn eitt nú í Danmark, hóast lønin í Føroyum er nakað lægri. -Elprísurin er alt ov høgur í Føroyum, og Bacalao vísa hvussu stór lónin ér, hevur sjálvandi eisini nógv at siga, men tað sum hevur allar mest at siga er, hvat vit fáa fyri lønina, segði Oddfríður Gregersen, sum mælti til, at vit í stórri mun leggja um til akordskipanir við minni grundløn og stórri ískoyti fyri gott ar- beiði. Hann legði tó aftrat, at effektiviteturin á før- oysku virkjunum í sein- astuni er vorðin væl betri enn fyrr. Arbeiðsloysið sterst millum ung Karl Johansen helt góðskingarroyndirnar á Bacalao vera sera áhuga- verdar og skaptu fleiri arbeiðspláss. Bacalao út- flutti fyri 100 milliónir í fjør, og í ár rokna teir við at koma upp á tað dupulta við so at siga somu råvøru- nøgd. Næsta ár eru útlit fyri, at Bacalao kemur upp á 250 milliónir í útflut- ningi av góðskaðum vør- um. Karl Johansen mælti til, at vit gera fiskaarbeidi meira áhugavert. Millum annað við at gera arbeiðs- umhvørvid so gott sum gjørligt, og geva ungum tilboð um útbúgvingar- skeið innan hesa vinnu- grein. Formaðurin í Havnar Arbeiðsmannafelag helt annars, at arbeiðsloysið í dag er stórt. Serliga mill- um ung. Hann vísti á, at fyrra hálvár í ár vóru 10 milliónir útgoldnar færri í arbeidsløn til arbeiðsmenn i Havn i mun til sama tríðarskeið í fjør. Men ein lítil glotti er nú at hóma. Hendan glottan bygdi hann á tað sum í august mánað varð inngoldið í eftirlønar- grunnin hjá Havnar Ar- beiðsmannafelag, har ar- beiðsmenn og arbeiðsgev- arar gjalda hvør sítt pro- sent av lønini. tór.-